Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Eg og bøkurnar Sonja Jógvansdóttir, blaðkvinna og lesandi Hvørja bók lesur tú í løtuni? – Eftirsum eg eri støk, lesi eg rættiliga nógv fyri tíðina. Seinastu spennandi ting, ið hava ligið við mína lið í songini eru: Nynnes Dagbog 1 og 2 - stuttlig- ar, ólukksáliga stuttligar. Eg eri eisini fleiri kvøld farin í song við løgmanni (røðuni, ikki persónin- um, he, he ... ). - Verkið, eg annars lesi í løt- uni, er Tornið við heimsins enda hjá Williami Heinesen. Halga inngangurin er vakur - har verður ein himmalsk frisæla lýst. Tað er áleið somu kenslu, tú fær, tá ið tú situr í eini gamlari føroyskari kirkju, og er um at ganga til grundar av keðsemi. Innara dampbarnið er í øðini, tú slotar, syngur við eitt sindur, lurtar eftir prædikuni/lestrinum, tankar sveima víða, lurtar aftur eftir prædikuni, syngur eitt sindur afturat, hyggur, hvussu nógvir sálmar nú eru eftir, hugsavnar teg um at reisa teg upp rætt- stundis, og knappliga ringir klokkan. Tú er sum ein nýggjur persónur, tá ið tú fer út úr kirkj- uni aftur, klár at eta ein góðan sunnudagsdøgverða. Tann ófriður og keðsemi, sum fellur yvir teg undir gudstænastu, er so djúpur, at tað í grundini gerst terapeutiskt (fyri at nýta eitt gott føroyskt orð), og soleiðis finnur tú friðin, samstundis sum viðurskiftini uppeftir verða røkt. Eg elski at vera í kirkju. Tað, sum eg royni at siga er, at sami friður fellur yvir meg, tá ið eg lesi inngangin til Tornið við heimsins enda - havi higartil lisið hendan fimm ferðir. Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? - Oranges are not the only fruit hjá Jeanette Winterstone: Ein bók um eina unga kvinnu úr ein- um sera kristnum heimi við strangum reglum, sum knappliga finnur útav, at henni dámar kvinnur. Bókin kemur nokk ikki upp í heimsbókmentir, men fyri fýra árum síðani, tá ið eg sjálv fór ígjøgnum eina innaru prosess við at dáma kvinnur og skula taka stóra stigið, var tað gott at kunna lesa eitt sindur av lesbisk- um litteraturi. Bókin kendist viðkomandi, og so er hon eisini stuttliga orðað. Eftir hetta dustseyg eg markn- aðin fyri slíkar bókmentir, men tað mesta var tann reina skræpa. Eg eri givin at dyrka ting, bara tí tað er okkurt element av sam- kyndleika í tí. Hvør var fyrsta bókin tú las? - Eg minnist ikki rættiliga, havi altíð lisið sera nógv. Polla, Palli og Krunki, De fem ella Trúfastir vinir bind 1 - 5. Mamma heldur, at tað var Mowgli, eg dugdi hana uttanat rættiliga skjótt uttan at kenna bókstavirnar. Lærdi annars allar bókstavirnar sum fimm ára gomul, tí eg skuldi læra teir, áðrenn eg fór til eygnalæknan. Tá avtornaði, so skuldi eg slett ikki duga bókstavirnar, men tølini. Á dett stríð, mamma hevði av hesum. Annars plagdi eg sum smágenta at lesa søgur fyri yngru gentunum í grannalagnum;o) Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði lisið? - Ahhhhhh kundi væl hugsað at lisið allar tær føroysku bøk- urnar, sum Carl Johan Jensen viðmælur. Haldi hann er ein góður ummælari, ein maður fyri sín hatt. Hondina á hjarta - lesur tú altíð eina bók lidna? - Nei, og verri enn so, men eg royni veruliga. Er tað yrkisbók- mentir, skimmi eg um ikki annað ígjøgnum meginpartin av verk- inum. Annars eri eg fleiri ferðir byrja uppá Lolita hjá Vladimir Nabokov. Tað fer okkurt undar- ligt í gongd innan í mær, tá ið eg lesi hesa bók. Nýgg skaldsøga: Mánalanding – í Føroyum Johan Harstad, Buzz Aldrin,hvor ble det av deg i alt mylderet?, Gyldendal, 2005 So ger unga stjørnuskotið í norska bókaheiminum, Johan Harstad, aftur um seg við nýggju skaldsøguni Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet. Aftur hesuferð rósa ummælarar 26 ára gamla Harstad til skíggja, meðan teir undrast yvir, hví stórur partur av søguni fer fram í Føroyum. Heitið á bókini sipar til Buzz Aldrin, mannin, sum ongin minnist, men sum var tann næsti at seta fótin á mánan eftir Neil Armstrong. Mattias í bókini hjá Harstad er eisini ein, sum ongin varnast. Og tað passar honum fínt. Sjálvt um hann er ein framúr góður sangari, vil hann heldur vera ljóðmaður í rockbólkinum, hann er við í, og sum er á veg til Føroyar at spæla á eini festival. Í Føroyum gerst Mattias sálarliga so illa fyri, at hann verður innlagdur á ein viðgerðarstovn í avtoftaðu bygdini Gjógv. – Eg síggi Føroyar sum eina jørðiska útgávu av mánanum. Alt sær líka út, og tað tykist, sum at onki hendir har. Ein av mínum bestu vinmonnum er hálvur før- oyingur. Hvørt summar fór hann til Føroyar, hvarv bara í tríggar vikur og kom aftur eitt sindur bleikari. Eg havi verið í Gjógv nakrar ferðir og helt bygdina hóska væl, tí hon er sum eitt nullpunkt í heiminum, sigur Harstad við Aftenposten. Barry Trotter og aðrir prumpi- dunstir Bókasíðan hevði annars lovað sær sjálvari ikki at mæla eitt orð afturat um Harry Potter - inntil vit frættu um bókarøðina um ófatuliga sjálvupptikna ganda- kallin Barry Trotter. Ein, lat okkum bara kalla tað, sera alternativ útgáva av Harry Potter eftir Michael Gerber. Barry Trotter er næmingur á Hogwash skúlanum í "witch- crap". Har er hann vorðin ein stór stjørna fyri at hava útgivið metseljaran Barry Trotter og skonsið hjá heimspekinginum eftir gølujournalistin J. G. Rollins. Tí hevur Barry fingið loyvi at ganga á skúlanum so leingi, honum lystir. Hann er nú 22 ár og dusar sær í tilveruni sum ævistudentur, umgyrdur av vøkrum, ungum fjepparagentum. Sjálvt erkafíggindin Lord Valumart, "hann sum luktar illa", er ongin trupulleiki. Men tað er filmurin "Barry Trotter og bráðneyðuga royndin at skava pening til sín." Og so má neyðars Barry út í eitt ótakksamt stríð við filmsfelagið Wagner Bros ... Hin gandakallurin, hann sjálvur Harry Potter, formáar sær lítið afturímóti, tí Barry Trotter hevur fingið eyga á sjálvt tann minsta veikleikan í skrivikynstrinum hjá mammu hansara og avdúkar teir náðileyst ein fyri og annan eftir. Tíverri havi vit ikki havt stundir at lesa røðina um Barry Trotter enn, men hon sigst at vera ein sonn lesifragd, á tremur við prumpihumor og øðrum mannfólkadunsti. Barry Trotter og tað óneyðuga framhaldið Sum fimm ára gomul mátti Sonja læra seg bókstavirnar, tí hon skuldi til eygnalækna. Tá avtornaði, var tað slettis ikki bókstavirnar, men tølini, hon skuldi duga ... Mynd: Bárður Johan Harstad