leygardagur 13. august 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SAMRØÐA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Onkur kallar hann idealist. Hann
eigur hvørki hús ella bil. Síðan
hann var18-19 ár hevur hann
vunnið væl minni enn ein van-
liga ársinntøka. Hann hevur
ongantíð torgað at sitið á skúla-
beinki. Seinastu fýra sumrarnar
hevur hann verið við til at geva
mongum føroyingi eina sanna
tónleikauppliving á Gøtusandi
31 ára gamli gøtumaðurin og
høvuðsfyriskiparin av G! Festi-
valinum, Jón Tyril, er ikki heilt
sum hini.
– Eg eri sannførdur um, at øll
hava okkurt kall ella missjón her
í lívinum. Eg haldi tað er rætti-
liga týdningarmikið, at fólk liva í
tráð við sítt kall ella missjón í
lívinum. Mítt kall er tónleikur,
og eg vil heldur liva í tráð vit
tað, enn eitt nú eiga nógvar
pengar, sigur Jón Tyril.
Sosialurin hevur hitt høvding-
in fyri G! Festivalin við tí ber-
skøllutta høvdinum og síða
skegginum.
Sítt hár og búllajakki
– Eg minnist barnaárini sum eina
ótrúliga góða tíð. Eg haldi fyrst
og fremst barnaárini vóru spenn-
andi, tí vit sluppu undan at ganga
í barnagarði, sum flest øll børn
gera í dag. Eg minnist, at vit
nýttu nógva tíð til at droyma
okkum burtur við at mala í ánni,
fjøruni og haganum í Gøtu. Um
kvøldarnar samlaðust vit ofta við
fótbóltsvøllin.
Jón Tyril er føddur tollaks-
messudag 1973. Hann er næst-
yngstur í systkinaflokkinum,
sum telur tríggjar beiggjar og
tvær systrar.
– Tað, sum eg eri glaðast fyri
av øllum í barnaárunum er, at
pápi gav sær tíð til at fortelja
okkum søgur. Eg haldi, at eg livi
upp á tær enn, fortelur 31 ára
gamli gøtumaðurin.
Í seinnu hálvu av áttatiárunum
trínir Jón Tyril inn í tannáringa-
árini. Hálvvaksni gøtudrongurin
stendur lítið aftanfyri fyri stóru
tónleikastjørnurnar úti í heimi,
hvat klæðum viðvíkur. Saman
við vinmonnunum úr Gøtu hevur
hann seinast í áttatiárunum
rættiliga sítt hár, gongur í tung-
um svørtum leðurjakkum og
kovboystilvum.
– Eg minnist, at vit kallaðu
leðurjakkarnar fyri búllajakkar.
Mamma var ikki so fegin um
jakkan, og hon plagdi at kalla
jakkan fyri hvøljuna ella kúnna.
Mín búllajakki endaði sínar
dagar í einum ruskkontainara
uttan eg visti av tí. Mamma
hevði nýtt høvi at beina fyri
pláguni einaferð, tá eg ikki hevði
verið í honum eina tíð, fortelur
Jón flennandi
Spurdur, hvat hann minnist
best frá tannáringaárunum í
Gøtu, svarar hann:
– Frá eg var 14 ár til eg var
eini 18 ár vóru vit nakrir úr
Gøtu, sum høvdu tað ótrúliga
stuttligt saman. Eg minnist, at vit
brúktu nógv av tíðini til serliga
at telva, drekka kaffi og lurta
eftir 70 ára rokki hjá bólkum
sum Thin Lizzy, Uriah Heep,
Kansas, Deep Purple, Rainbow
og øðrum.
Gøtumaðurin leggur afturat, at
hesa tíðina fingu hálvvaksnu
dreingirnir veruliga eyguni upp
fyri tónleikarásini MTV, og hetta
gjørdi sína ávirkan galdandi,
eisini í Gøtu.
– Headbangersball var fastur
táttur, og sendingin ávirkaði
nógv, hvørjum tónleiki vit lurt-
aðu eftir, hvørjar fløgu vit ogn-
aðu okkum, og óivað eisini
mátan vit hugsaðu, vísir Jón Tyril
á.
Eingin skúlatokki
Ein týðandi og ikki minst tíðar-
krevjandi partur av tí "at veksa
upp" er skúli og útbúgving
Skúlagongd og Jón Tyril hava
kortini ongantíð sitið væl um
sátt. Gøtumaðurin dylir ikki fyri,
at hann snøgt sagt ongantíð
hevur tímað at sitið á skúla-
beinki.
Ikki tí. Tað lá rættiliga væl fyri
hjá honum. Hóast vánaliga
uppmøting smæddist hann ikki
burtur, og stóð seg sum oftast
væl í skúlanum. Eftir níggjunda
flokk valdi Jón at fara úr skúl-
anum, og fór undir at arbeiða á
Fiskavirkinum í Gøtu.
– Eg havi ongantíð havt bind-
indi til at sita á skúlabeinki, og
eg havi tískil altíð havt nógva
fráveru úr skúlanum. Eg veit ikki
rættiliga, hvat tað var, mær ikki
dámdi, men eg helt bara tað var
keðiligt. Kanska er tað bara tað,
at eg havi havt ilt við at passa
inn í reglur, sum eg ikki altíð
helt vóru so skilagóðar, greiðir
hann frá.
Nøkur ár seinni royndi Jón seg
á HF-skeiðnum á Kambsdali,
men eins og í fólkaskúlanum
hevði hann trupulleikar við at
møta upp til tímarnar. Hetta var
um tað mundi, tá bæði tónleika-
bólkurin Clickhaze og GRÒT
sóu dagsins ljós.
– Eg og Bogi á Lakjuni, sum
var gittarleikari í Clickhaze
gingu í sama HF-flokki og Jens
L. Thomsen, sum spældi bass í
Clickhaze, gekk í student. Øll
mín orka fór heldur í bólkin og
hetta nýggja felagið, heldur enn
skúlating og tímar, sigur hann.
Hóast tað ongantíð gjørdist til
nakað HF-prógv, má Jón Tyril
kortini hava prógvað á Kambs-
dali, at tað var knotur í honum.
Við ársenda, tá endarøðurnar hjá
studentunum og HF-arunum
skuldu skrivast, heittu báðir
røðuhaldararnir á Jón um at
skriva røðurnar fyri bæði
studentarnar og HF-ararnar, og
hann játtaði.
Hóast hann ongantíð hevur
tímað at gingið í skúla, hevur 31
ára gamli gøtumaðurin altíð lisið
nógv.
– Eg havi altíð lisið nógv,
eisini tá eg skuldi vera í skúla,
men valdi at vera burtur. Eg eri
rættiliga forvitin, og eg havi altíð
lisið nógv um politikk, átrúna,
filosofi og fagrar bókmentir.
Mær dámar væl at royna at
síggja samanhangir í tingunum.
Tað er nokk eitt forvitni eftir at
kanna, hvussu viðurskiftini her í
lívinum hanga saman, fortelur
hann.
Ávirkanir
Jón Tyril dylir ikki fyri, at barn-
dómsheimið í Gøtu hevur havt
stóran ávirkan á hann og hvussu
hann sær upp á lívsins viður-
skifti. Heima í Norðagøtu hevur
altíð verið kjakast nógv.
– Mamma og pápi koma frá
sera ymiskari bakgrund. Pápi er
uppvaksin innan brøðrasam-
komuna, meðan mamma mín er
28
Nr. 152 - 13. august 2005
– Tónleikurin broytti meg nógv. Tá eg av
álvara byrjaði at fáast við tónleik, kendi eg
fyri fyrstu ferð, at her var nakað, sum gav
meining. Eg havi havt eina rúgvu av
ymiskum arbeiðum. Vanliga treivst eg við
arbeiðunum í eina tíð, men so gjørdist eg
rastleysur og troyttur av teimum. Tú kanst
siga, at tónleikurin á ein ella annan hátt
gjørdist grundvøllurin í mínum lívi, sigur
Jón Tyril
Tyril funni