Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

úr familju, har fakfelagsarbeiði hevur havt sera stóran týdning. Mamma og Ingeborg Vinther eru systrar, og tær báðar hava saman við mongum úr familjuni úr Vági lagt stóra orku í fakfelags- arbeiðið. Hendan samanrenn- ingin hevur mangan verið stuttlig og ikki minst avbjóðandi, greiðir Jón Tyril frá. Serliga hevur hann havt eitt tætt tilknýti til brøðurnar Búa og Marna, sum eru nakað eldri enn Jón. – Búi, Marni og eg hava ong- antíð latið hvønn annan "havt eina meining í frið". Vit hava altíð bjóðað av meiningunum og hugsaninum hjá hvørjum øðrum, og kravt góðar grundgevingar fyri øllum, uttan mun hvat evnið er- tónleikur, trúgv, politikkur, samfelag, fjølmiðlar, matur, ja snøgt sagt hvat sum helst. Hetta hevur havt stóra ávirkan á meg, fortelur gøtumaðurin. Umframt stóra ávrikan frá eldru brøðunum, Marna og Búa, metir Jón, at tilknýtið hjá familjuni Tyril til brøðrasam- komuna eisini hevur spælt ein týðandi leiklut í hansara lívi. Sum yngri nýtti hann fleiri sumrar á Zarepta á Vatnsoyrum. – Eg havi havt tíðarskeið, har eg gekk nógv møti og lurtaði mest sum bara eftir kristiligum tónleiki. Mín gudstrúgv hevur altíð verið ein partur av mær, hóast tað kortini hevur verið rættiliga ymiskt, hvussu eg havi fyrilhildið meg til tað, og hvussu tað er komið til útrykk í ymisk- um tíðarskeiðum, fortelur hann. Hóast Jón ikki er virkin innan brøðrasamkomuna longur, sigur hann seg á ongan hátt fornokta sína bakgrund, og leggur áherðslu, at trúgvin framvegis hevur stóran týdning fyri hann í dag. Fólk, ið kenna Jón Tyril, lýsa hann sum eitt fólk, ið hevur rættiliga avgjørdar meiningar um nógv ymisk viðurskifti. Hetta uppáhald tekur gøtumaðurin fult undir við. – Tá tú eitt nú veksur upp innan brøðrasamkomuna, verður tú á ein hátt settur uttanfyri. Tá tú ikki gongur til prest og hvørki hevur katekismus ella lærir sálmavers í barnaskúlanum, sum tínir javnaldrar gera, ert tú noyddur at fyrihalda teg til og seta spurningar við nøkur viðurskifti, sum onnur sleppa undan. So møguliga hevur mín kristiligi uppvøkstur gjørt sítt til, at eg í fleiri førum havi ødrvísi og kanska eisini ofta sterkar meiningar um ymisk vidurskifti, fortelur Jón Tyril. Sein debutSein debut Á vári 2001 slær tónleikabólk- urin Clickhaze við yndisliga songfuglinum Eivør Pálsdóttir á odda sítt navn rimmarfast í før- oyska tónleikaheiminum. Við einari sannførandi framførslu í Norðurlandahúsinum vinnur gøtubólkurin Prix Føroyar hetta árið. Gittarleikari í bólkinum er Jón Tyril. Hóast síni tá 27 ár er hann alt annað enn royndur á palli. Bert tvey ár frammanundan spælir Jón fyri fyrstu ferð alment í Føroyum, tá Clickhaze fram- førir í Miðvági í samband við Prix Føroyar ´99. Gøtumaðurin hevði klimprað nógv upp á gittaran heima við hús, men hann helt lítið um at spæla alment. – Í sambandi við framførsluna í Miðvági gekk púra galið. Eg frystist fullkomiliga og fekk slettis ikki spælt. Serliga var ljóðroyndin tung at koma ígjøg- num, meðan sjálv framførslan gekk betur. Tað at framføra tónleik er tað nakað, eg havi verið noyddur at arbeitt miðvíst við fyri at kenna meg betur á pallinum, fortelur hann. Jón Tyril fór ikki undir at fáast við tónleik fyrr enn hann gjørdist tjúgu ár. Í dag er hann ikki virkin tónleikari, men fæst meira við at samskipa tónleikatiltøk. Jón vísir á, at hann ongantíð hevur verið nakar virtuosur sum gittarleikari, sum hann málber seg. – Mín leiklutur sum framleið- ari í Clickhaze var meira týðandi enn sjálvt tað at spæla gittar. Eg haldi tað er mest har mínar gávur í tónleiki liggja. Tað er aftur nak- að við at síggja samband í ting- unum og at fáa fleiri ting at rigga saman. Eg var eisini framleiðari hjá Gestum, tá teir vunnú Prix Føroyar. Tað er á tí økinum, at leggja til rættis og framleiða, at eg leingist mest eftir at fáast við tónleik aftur, sigur hann. Frið í tónleikinum Jón Tyril lýsir seg sjálvan sum ein leitandi persón. Hann greidir frá, at hann ávís tídarskeið í lívinum hevur verið serliga leitandi, men hóast leitanin sum so ongantíð endar, so er komin meira friður yvir hann onkursvegna. – Frá eg var 17 ár til einaferð fyrst í tjúgunum var eg serliga leitandi. Hetta tíðarskeiðið gekk tað skjótt upp og niður. Tá tú vart í kjallaranum, vart tú heilt niðri, og tá tú vart uppi, vart tú heilt uppi, fortelur Jón Tyril. Hann hevur eisini havt eitt tíðarskeið í lívinum, har hann nærum misti fótafestið. Hetta var tíðarskeiðið, tá hann miðskeiðis í nítiárunum búleikaðist í Svend- borg. – Eg hevði eitt tíðarskeið, tá eg meir ella minni slepti øllum og blakaði alt fyri borð í eina tíð. Eg valdi at umdefinera fatanina av nógvum av nýggjum, áðrenn eg aftur tók tey í hitan. Tað er sikkurt nakað, sum fólk flest fara ígjøgnum bara á ymiskum dramastigum. Eitt slag av sam- leikakreppu ella okkurt tílíkt, greiðir hann frá. Jón Tyril vísir á, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at tú torir at taka uppgerðina við teg sjálvan, og at tú kannar, hvat er gott og ringt í viðførninginum hjá tær. – Tað er týdningarmikið at fáa greiðu á hvat tú kanst brúka positivt og hvat ger fortreð. Og so er at gera upp, og tveita tað ónýtiliga fyri borð. Tað er júst sum at rudda eisini hús ella okkurt, sigur hann. Jón Tyril leggur kortini dent á, at tað kortini er meira friður komin yvir hann í dag. Fremsta orsøkin til tað heldur gøtumað- urin vera tónleikurin, umframt at hann er búnaður og blivin eldri. – Tónleikurin broytti meg nógv. Tá eg av álvara byrjaði at fáast við tónleik, kendi eg fyri fyrstu ferð, at her var nakað, sum gav meining. Her var nakað, sum kendist rætt og nakað, eg átti at fáast við. Eg havi havt eina rúgvu av ymiskum arbeiðum. Vanliga treivst eg við arbeið- unum í eina tíð, men so gjørdist eg rastleysur og troyttur av teimum. Tá eg fór at spæla og fáast við tónleik av álvara merkti eg meir ein frið við arbeiðnum. Tú kanst siga, at tónleikurin á ein ella annan hátt gjørdist grundvøllurin í mínum lívi, fortelur hann. Nr. 152 - 13. august 2005 29 ið eina rók -Tá tú eitt nú veksur upp innan brøðrasam- komuna, verður tú á ein hátt settur uttanfyri. Tá tú ikki gongur til prest og hvørki hevur katekismus ella lærir sálmavers í barnaskúlanum, sum tínir javnaldrar gera, ert tú noyddur at fyrihalda teg til og seta spurningar við nøkur viðurskifti, sum onnur sleppa undan. Mynd: Bárður