Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 152 - 13. august 2005 Bogi Eliasen Cand.scient.pol Peru er vorðið annað heimlandið, tí konan er haðani og børnini sostatt ikki bert føroyingar, men eisini peruanar. Heimbýurin okkara har, Arequipa, er næststørsti í landinum og liggur hann í einum dali einar 2500 metrar uppi í Andesfjøllunum, millum nógv hægri fjallatoppar. Bara náttúran ger gerandisdagin serligan. Tvey av fjøllunum eru gosfjøll, sum ikki eru heilt kólnaði enn, og onkuntíð rýkur eisini úr fjallinum Misti, sum stendur sum ein varði um býin og sum í stóran mun er búmerki og samleikin hjá arequipabúgv- um. Hetta elvir eisini javnan til jarðskjálvtar. Fyri einum trimum árum síðan rakti ein ógvusligur jarðskjálvti býin og jarðlegði nógvar bygningar. Sjálvt um hetta er triða ferðin eg eri her, og tað vanliga eru nógvir smærri skjálvtar, so var eg sloppin undan, til ein morgunin um kl 7 á morgni, tá eg vaknaði av ein løgnum ljóði og konan fleyg upp úr songini og rópti templor (jarðskjálvti), tað risti eitt sindur og so var tað yvirstaðið, og ikki so frægt at børnini vaknaðu og einki datt úr skápunum. Skjálvtin var tó yvir 4 stig á Richter stiganum, men episentri var í Colca dalinum nakað frá býnum. Eydnutíð gjørdist tað ikki álvarsamari, men ljóðið, sum hesar jarðarrembingar varpaðu út, verður sitandi í nakkanum til eg farið av hesari fold, tað er vist. Menningarland og mótmælir Peru er eitt menningarland. Tað merkir vanliga eisini at stórur munur er á teim sum hava, og teim sum ikki hava og soleiðis er eisini her, landið er merkt av fátækradømi. Forsetaval verður aftur komandi ár og tað skipar longu politiska leikpallin. Vanligt er, at seinasta árið undan vali er merkt av kravgongum og mót- mælum, har møgulig forsetaval- evni royna av fáa sær umrøðu og sigrar. Hetta árið er einki undan- tak. Serliga Arequipa er kent fyri at mótmæla og leggja seg tvørt fyri, tá mett verður at Lima setir reglur í verk sum bert tæna Lima, og soleiðis var støðan nú her eisini. Nógvur trupulleikar eru av ferðslu í Peru og ferðslu- deyðatalið er sera høgt, bara við teim almennu tølunum. Hetta hevði við sær at tjóðartingið samtykti at seta eina serliga trygging fyri ferðsluskaðar í verk, sum merkti at hvør vinnu- ferðslueind skal gjalda US$135 um árið, sum helst svarar til eina vanliga mánaðarløn. Tað elvdi sjálvandi til mótmælir, tí størsti trupulleikin við ferðsluvanlukk- um er í Lima, meðan vanlukk- urnar eru lutfaldvís nógv færri aðrastaðni. Miðsavna Tí var kravt at upphæddin skuldi setast eftir ein váðameting. Mál- ið bleiv ein eitt prógv um hvussu miðsavnað Peru er politiskt. Hugsað verður einamest og kanska bert um hvussu veru- leikin er í Lima. Verkfall var og er í fleiri støðum kring Peru, men í Arequipa var steðgur í 14 dagar um mánaðarskifti junu juli, soleiðis at tað næstan ikki bar til at koyra. Og teir hýruvognsførarar sum royndu, gjørdu tað við tí vitan, at um verkfallsvaktir sóu tað, vóru steinar grýttir eftir bilinum og roynt var kryvja dekkini. Flest øll vóru samd um, at kravda tryggingin var gjørd á skeivan hátt, men flestu peruanar eru í eini fíggjarstøðu, har ein manglandi dagsløn merkir svongd, og tí var ikki stórur fólksligur stuðul til verkfallið. Eisini tí at kravið hjá verkfalls- leiðararanum var, at forsetin Toledo skuldi leggja frá sær, so søgan endurtekur seg. Forsetavalið Forsetavalið er byrjað. Men fleiri aðrar hendingar eru, sum benda á, at broytingar seinastu fýra árini ikki hava verið nóg stórar. Sjálvt í hesum landi, har fólk ikki bilsnast av mutri, var mátin og støddin sum fyrrverðandi forsetin Alberto Fujimori og høgra hond hansara, fyrrverandi CIA agenturin Vladimiro Montesinos høvdu svikað fyri og misbrúkt sítt vald, ræðandi. Málið endaði við at Fujumori, sum er av japonskum uppruna, á eini ferð til Japans hoppaði av og bað um friðskjól, meðan hann enn var foreseti, og Montesinos bleiv tikin til fanga. Í Peru er krav, at forsetin skal verða føddur í landinum. Illgruni hevði allatíðina verði um, at Fujimori var føddur í Japan og ikki kom til Peru fyrrenn sum 2 ára gamal. Av eini ella aðrari orsøk, vóru almennu upplýsing- arnar horvnar úr skjalasavninum, so einki prógv var um hetta. Men tá Peru bað um at fáa hann út- flýggjaðan úr Japan, bleiv hetta sýtt, tí hann er av japonskum uppruna. Men sum í flestu londum er søguliga politiska minnið hjá vanliga borgaranum stutt. Ein meiningakanning herfyri vísti, at 48% vilja hava hann aftur sum forseta, og hevur hetta elvt til, at hann roynir at fáa loyvi til at stilla upp til kom- andi forsetavalið. Hann gjørdi ikki minnið enn at fara inn á peruansku sendistovuna í Japan, fyri at fáa pappír síni í rættlag. Av tilvild var eingin peruansk løgregla til staðar, sum jú kundi havt handtikið hann, tá sendi- stovur eru mettar sum landsins territorium og at hann er eftir- lýstur í Peru. Soleiðis, kundi hann ikki útflýggjast til Peru, tí hann nú er Japani, samstundist sum hann kundi fara inn á sendi- stovuna og fáa síni pappír sum peruani, so at hann kann stilla upp til valið. Hendingin hevur vakt vreiði millum eygleiðarar, sum vísa á, at eitt er at hava mutraða skipan, men hetta er ov nógv av tí góða. Toledo verður kanska eisini revsaður fyri at hann loyvur talufrælsi. Undir Fujimori bleiv øll mótsstøða skúgva til viks. Fujimori broytti Leggjast skal tó afturat, at Fuji- mori, sum sat tvær fullar fors- etasetur og hoppaði av í tí triðju, kom til valdið, tá Peru var í andaleypi. Innflatiónin var risastór, bankarnir einki altjóða álit, yvirgangur frá millum annað rørslunum Tupac Amaru og Skínandi Rásini, eins og stats- yvirgangur frá herinum var van- ligur. Fujimori fekk skil á búskapinum, soleiðis at talan í dag ikki er um inflatión, eins og at bankaskipanin er við at vinna altjóða álit aftur. Tí meta fleiri, at hann var ein góður forseti tey fyrstu árini. Onnur meta, at hann av Vladimiro Montesinos í veruleikanum bleiv tvungin at fremja brotsverk, sum helst í síni skjáttu hevur havt almennu pappírini um Fujimori, sum vístu at hann ikki er føddur í Peru. Hetta saman við at núverandi forsetin, tann fyrsti av peruansk- um uppruna, Alejandro Toledo, hevur verið eitt vónbrot. Eitt annað av høvuðsvalevnunum er Alan Garcia, sum var forseti undan Fujimori. Hann elvdi í stóran mun til tann hurlivasa Peru kom í og mátti flýggja eftir at hann fór frá, hetta við ákærum um stuldur av serstakliga nógv- um peningi. Sakarmálini fyrnað- ust tó, áðrenn tað eydnaðist at Dagsins Peru, jarðsk Forsetin í Peru, Alejandro Toledo, kona hansara Karp, og Olivera, uttanríkisráharri, vinka til fólkið á forstetaborgini í Lima Mynd: Reuters