Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 13. august 2005 31 fáa fatur á honum og hann stillaði upp til seinasta forsetaval, har tað eydnaðist honum at koma við í annað umfar og var hann líka við at koppað Toledo. Broytingar eru alneyðugar Onnur valevni eru eisini, men bara tað at hesir báðir verða tiknir við í kappingina at vinna forsetasessin og verða mettir av hava veruligan møguleika, lýsir væl truppuleikarnar í peruansku rættarskipanini, har pengar kunnu gera næstan alt. Fyri meg er status quo á hesum øki, eitt stórt vónbrót. Fyrsta kravið til broyting, um nakar framburður skal verða í landinum. Lítið er at ivast í, at tann so avgerandi fremmandi íløguhugurin minkar munandi, um fólkið veruliga ynskir at fáa annan av teimun báðum fyrrverðandi kriminellu forsetunum aftur til valdið. Altjóða tykist rákið at verða fyri at koma meningarlondunum veruliga til hjálpar, men rákið er eisini at fólkið í londunum skal verða ein aktivur partur í tí tilgongd, sum skal skapa betri samfeløg. Mótmælir og verkføll í serliga Arequipa, skulu eisini síggjast sum mótmælir ímóti skipanini, sum í løtuni er við at fara um mark. Kemur annar av omanfyri- nevndu í forsetasessin, er talan um poltiskan jarðskjálvta í mun til umheimin. Alskins møguleikar Peru er eitt land við øllum møguleikum, men sum eisini hevur trupulleikan av at landið hevur tríggjar fjallaketur, og sum í veruleikanum gera samferðlu og undirstøðukerv til eina trupla og dýra uppgávu. Strandalinjan hevur alskins møguleikar at fáa nógv burtúr havinum, men hetta er í dag sera illa gagnnýtt. Vána- ligur reiðskapur, vánalig hag- reiðing og ein skipan har megin- parturin av fiskinum fer til mjøl. Krøv uttanfrá Skattaskipanin er ikki gjørd til, at tað almenn kann gera nógv meira. Inntøkuskatturin er 8% og mvg er 19%. Ringt er at seta skattin upp, tí fólk vil ikki gjalda meira uttan at tey fáa nakað afturfyri, og tað almenna kann ikki veita betri tænastur uttan størri inntøkur, m.a. av skatti. Mín meting er tí, at Peru í dag stendur í tí støðu, har til ber at betra munandi um landið, um tað eydnaðist at fáa politisku skipanina at samstarva um at fáa eina veruliga skattaskipan í smáum fetum. At tað ber til, týðir einki í Peru á, sum dømi um komandi forsetavalið vísur, men bert at trýst uttanífrá kann gera tað. Hetta kann verða meira umfatandi skuldarstrikingar í G8 høpi, við krøvum til londini, ið fáa skuld strikaða. Hetta kann verða meira umfatandi samstarvi millum londini í Suðuramerika, har tað í dag verður roynt at leggja felagsskapirnar saman. Hetta kunnu verða krøv frá Arabisku Ligaðuni, fyri at gera íløgur í Peru, sum partur av tí samstarvi, sum er komið í lag millum hesi lond. Miðspjaðing og menningarhjálp Eitt annað neyðugt stig er ein verulig miðspjaðing, tí munurin millum landspartarnar í Peru er so ovurhondsstórur, at munandi meira ábyrgd eigur at verda løgd út til hesar. Ein miðspjaðingar- tilgongd hevur verið seinastu fýra árini, men broytingarnar hava verið so stórar mitt í øllum, og so stórur ivi er um politiska valdið í ymsu liðunum, at almennu skúlarnir hava strikað lærugreinina peruanska landa- frøði. Miðspjaðingin er neyðug fyri at fáa eitt demokrati við fólksins álitið, har fólkið eisini merkir at hava ávirkan og kann krevja broytingar av politikarum í lokaløkinum. Talan er um eina langtíðarbroyting, sum kanska tekur minst 20 ár við hørðum og miðvísum arbeiði. Spurningurin lesarin spyr er so, hví er hetta áhugavert fyri føroyingar? Tí almennu Føroyar hava valt at arbeiða í Peru sum menningar- hjálp. Landið hóskar væl til okkara førleikar, tí vit kunnu hjálpa við at byggja eina betri fiskivinnu upp, bæði fyrisiting, og menning av skipa- og útróðrarflota, eins og framleiðslu á landi og útflutning, sum Peru hevur trupulleikar við. Harafturat eru vit von við skipanir, ið mugu tillagast at vit eru fjarskotin, eitt økið Peru hevur tørv á fyri at binda landið saman. Men menn- ingin av øllum hesum økjum kunnu ikki gagnnýtast nóg væl, um ikki ein politisk menning samstundis fer fram, tí menn- ingarhjálp skal bert seta skjøtil á at fáa váðafúsan kapital til at menna Peru, og hann kemur neyvan, uttan at politiska skip- anin betrast, og har hava vit eisini førleikar. At Peru er áhugavert hjá føroyingum er einki at ivast í. Har er byrjandi oljuvinna, stórur tørvur á øllum innan fiskivinnu, stórur áhugi fyri aling, umframt at tað kom- andi árini verðar framdar stórar íløgur í flogvalla- og vegakervið, har føroysk feløg kundu boðið uppá partar av arbeiðunum, fyri ikki at nevna okkara tøkniligu førleikar sum fjarskotið samfelag. Peru stendur á gáttini at gera fríhandilssáttmála við USA, sum eisini setur ymisk krøv, m.a. við at banna kopivørum, sum nógvir peruanar liva av. Men fríhandils- sáttmálar er eisini eitt fet, sum skal flyta Peru inn í alheims- gerðina, har krøv uttanífrá verða sett til politisku skipanina, eins og kravið til meira umfatandi samstarv í Suðuramerika, sum liggur í kortunum, setur krøv. kjálvtar og Fujimori Fyrrverandi peruanski forsetin, Alan Garcia Fyrrverandi peruanski foretin, Alberto Fujimori sæst her í miðjuni. Høgrumegin síggjast Gustavo Noboa, forseti í Ecuador, Hugo Banzer, forseti í Boliva vinsturmegin. Høgrumegin Fujimori síggjast Andres Pastrana úr Colombia og Hugo Chavez úr Venusuela Politisk rok í Peru Hósdagin var politisk rumbul aftir í Peru. Seinastu tíðina hevur mikið stríð staðist av, at Cuzko landsparturin loyvir kokagróður, til heiligvág, te og vanliga brúk. Fólk tyggja vanliga eisini koka- bløð fyri ikki at gerast hæddarsjúk. Fleiri hava víst á, at hetta er bert fyri at gera rávøruna til kokain lógliga. Stríðið er tó komin at verða ein hornasteinur í orrustuni um miðspjaðing, tí her hevur ein landspartur sett seg ímóti Lima. Málið hevur verið í rættarskipanini og vent og forsetin var fyrst ímóti og so fyri. Men hósdagin brast, Toledo setti Fernando Olivera í sessin sum uttaníkisráðharri, Olivera stuðlar uppundir, at hava eina skipan við lógligum kokavøkstri á nøkrum støðum. Forsætismála- ráðharrrin Carlos Ferrero, sum er harðliga ímóti skipan við lógligum kokavøkstri, legði frá sær, tí Olivera bleiv settur í sessin sum Uttanríkisráðharri. Hetta er áhugavert, tí talan er um eitt valdsspæl viðvíkjandi miðspjaðing og at valdspæl til komandi parlamentsvalið í apríl og forsetavalið komandi ár. Sambært peruanska skipan, skulu allir ráðharrar leggja frá sær, um for- sætisráðharrin ger tað, og tað er hent her. Síðan kann forsetin seta teir aftur, hann vil. Harumframt sigur skipanin, at ráðharrar, sum stilla upp til komandi parlamentsvalið, skulu leggja frá í seinasta lagi oktober. Sostatt skuldi forsætisráðharrin lagt frá sær um í næstum allíkavæl, og tí kann hetta verða ein leikur fyri at tekjast veljaranum. Tað kann elva til trupulleikar fyri altjóða samstarvið hjá Peru, at kokagróður verður loyvdur, og at forsprákarin er uttanríkismálaráðharri. Tað ger tað, at Ferrero kann vinna sær fólksins stuðul við at leggja frá sær. Haraftur skal nevnast, at Olivera av fólki verður kallaður Popy, uppkallaður eftir einum víðagitnum venesulenskum klovni. Eyknevnið hevur hann fingið, tí hann á politiska vøllinum ofta hevur líkst einum klovni við løgnum og sera populistiskum útsøgnum. Tí eru eygleiðarer ikki serliga fegnir um henda leikin hjá Toledo. Men flokkurin hjá Toledo hevur í stóran mun liva av stuðlinum frá flokkinum hjá Olivera, og nú var tíðin komin til at fáa ágóðan av hesum, sær tað út til.