Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 152 - 13. august 2005 FERÐ OG FERÐSLA Jóannes Hansen Myndir: Jan Müller Ein sjeyndi partur av fólkinum í landinum og ein stórur partur av bilparkini. Soleiðis sá myndin út í Leirvík næstsíðsta fríggjadag, tá ið ein ørgrynna av fólki vóru á veg til nógv umhildna summar- festivalin, sum hugflogsríku klaksvíkingarnir bara eftir einum ári hava syrgt fyri at gera til eitt must hjá so mongum. Bíðirøðirnar longdust, og tað gjørdist trongt hjá leirvíkingum at koma til og frá húsum. Eingin ferjulega, einki parkeringsøki og eingin bygdarvegur er ætlaður til so mikið stóra ferðslu, sum tað var henda dagin. Tað bar illa til at sleppa av við bilin í Leirvík, og tí var tað kanska lættast bara at standa í bíðirøðini og at flyta bilin um fjørðin. Ivaleyst var hetta ein av orsøkunum til, at so nógvir bilar vóru í Klaksvík, sum tað sjáldan hava verið áður. Ein onnur orsøk mundi vera tann veruleikin, at nútíðar ferð- andi ikki hava bindindi til ella ikki vilja avmarka seg soleiðis, at tey undan fráferðini heiman- ífrá gera upp við seg sjálvi, hvat skal havast í viðføri. Í staðin fyri at pakka kuffert ella tasku, er tað hópin ómakaleysari at bera út í bilin og so á komustaðnum, sum í hesum førinum var í Klaksvík og Norðoyggjum, at lata veðrið, hýrin, umhvørvið og umstøður- nar annars gera av, hvat úr garderobuni í bilinum skuldi liggja, og hvat skuldi brúkast. Tað er langt frá hørðu kuffert- unum við reim um og til henda hugburðin, men í tíð er munurin heilt stuttur og í hvussu so er væl styttri enn ein fjórðingsøld. Søgan Tað verður so skjótt, at sjóvegis innanoyggja samferðslan hjá teimum flestu verður søga. Hon er vorðin søga hjá teimum, sum ferðast í og millum Streymoy og Eysturoy og hjá vágafólki og teimum, sum ferðast á flogvøllin, og dagarnir fækka til, at hetta eisini fer at verða søga hjá flestu norðoyingum og teimum, sum ferðast til Norðoyggjar. Undirsjóvartunnilin er skotin ígjøgnum, og kanska verður tað í bili ella bussi undir Leirvíksfirði, at norðoyastevnugestirnir fara at ferðast næstu ferð og ikki við Dúgvuni, sum kom til landið í 1985, og sum Lassi Klein ætlaði burturav skuldi nýtast millum Skálafjørðin og Havnina. Norðoyingar vildu ikki vita av Dúgvuni tey fyrstu árini, tá ið hon varð sett rutuna um Leir- víksfjørð, eftir at siglingin av Skálafjørðinum og til Havnar fyrstu ferð var niðurløgd fyrra partin av níti árunum. Norðoyingarnir vildu heldur hava Ternuna, sum gjørdist álit á hesi rutuni í 1980. Hetta valárið avloysti hon gomlu Ternuna, sum kom til Klaksvíkar 7. november í 1970. Henda dagin var løgtings- val, og veljararnir í Klaksvík vórðu ivaleyst egndir við óføru Wiking, sum hevði siglt millum Brunsbüttel og Cuxhaven við munnan á Elben ánni. Hon var tíggju ára gomul, tá ið hon kom til Føroya úr Týsklandi, og tað varð mett sum stórt sam- ferðsluligt lop, tá ið ferjan, sum rúmaði fimtan bilum, ið vórðu hivaðir umborð, og stívliga hundrað ferðafólkum, avloysti Gardar ella gamla Vesturleið, sum pf. Hugo Gardar átti, og sum hevði siglt um Leirvíksfjørð frá 1967. Tá hevði Gardar loyst Britons Pride av. Hon var tá farin á land. Britons Pride bar saman við Pride, sum Kjølbro bygdi í 1960, og sum landið yvirtók í 1967, fyrstu møguleikarnar við sær fyri regluligum bilflutningi um Leirvíksfjørð. Tað rúmaðust tveir ella í mesta lagi tríggir bilar á dekkinum! Men tað var skjótt, at tey, sum hava ferðast um Leirvíksfjørð, settu Ternuna aftur um og tóku Dúgvuna til sín. Hon er framúr góð í sjónum, hon rúmar fleiri bilum enn Ternan, og harafturat hevur tað ikki minsta týdningin, at umstøðurnar hjá teimum ferðandi eru so nógv betur, enn tær eru umborð á Ternuni. Enn hevur einki verið at frætt um, hvussu hátíðarhaldið fer at verða lagt til rættis og skipað, tá ið tunnilin undir Leirvíksfirði fer at verða tikin í nýtslu. Tann løtan er framvegis nakrar mánaðir burtur. Kortini er tað ikki ov tíð- liga hjá ábyrgdarpersónum, myndugleikum, stovnum og fyritøkum at hugsa um, hvussu hetta skal gerast. Ein uppløgd framsýning í tí sambandinum Nú fara proppa Um nakrar mánaðir verða ferðslupropparnir í Leirvík søga...