leygardagur 13. august 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2005
33
arnir at fækkast
hevði verið samferðslusøgan hjá
norðoyingum. Henni skal ikki
gerast meiri burturúr her.
Knúturin
Henda fríggjadagin var stóri
trupulleikin og spurningurin hjá
teimum, sum vóru á veg til
Klaksvíkar, nær tey fóru at
sleppa yvirum. Ivaleyst mundi
tað kennast aftur á Statoil støðini
í Leirvík, at bíðirøðirnar vóru
langar, og Kall og Føroya Tele
vunnu sær nøkur oyru frá øllum
teimum, sum mettu tað vera
neyðugt at boða frá, at nú fóru
tey kortini ikki at koma til ásettu
tíðina.
Soleiðis hevur tað so ofta
verið hjá teimum, sum ferðast
um Leirvíksfjørð, og soleiðis er
tað framvegis onkra ferðina,
hóast flutningsorkan er støðugt
økt. Hugurin at ferðast við bili
økist við sannlíkinum fyri styttri
tíð í bíðirøðini.
Men næstsíðsta vikuskifti
mundi vera eitt tað síðsta og
kanska tað síðsta av øllum við
sovornum trongsli. Teir plaga at
vera á Norðoyastevnu, tá ið
brøðrasamkomurnar á hvítu-
sunnu hava samfelagsstevnu í
Klaksvík og í sambandi við
onkran serligan fótbóltsdyst.
Sannlíkið fyri stórum KÍ fót-
bóltsdystum í ár man vera lítið.
Samfelagsstevna verður ikki
aftur í Klaksvík fyrrenn í 2007,
og tað sigast, at á Norðoyastevnu
í 2006 fara gestirnir at ferðast
undir og ikki á fjørðinum.
Neyvan mundu tey vera mong,
sum í festivalhýrinum gáaðu
eftir, at tey vóru vitni til søguliga
hending. Í framtíðini fer ikki at
verða neyðugt at bíða. Onkur
hevði hug at illneitast eitt sindur
um bíðitíðina, visti fryntliga og
fyrikomandi mansskapið á
strandferðsluskipunum at siga.
Men tað nyttar einki, og tað fer
ikki aftur at vera neyðugt, tá ið
ferðsluknúturin millum Norð-
oyggjar og meginlandið fer at
verða endaliga loystur.
Rutina og ikki rutina
Hjá klaksvíkingum og norðoy-
ingum og teimum, sum javnan
ferðast um Leirvíksfjørð, er tað
rutina at koyra og ganga umborð
og í land av Dúgvuni og at sita
umborð tann lítla hálva tíman,
sum ferðin um Leirvíksfjørð
tekur.
Tey eru so mong, sum dagliga
nýta farleiðina, og sum á henni
eru partar av so mongum hugna-
ligum práti. Skúlaungdómarnir,
sum fara úr Norðoyggjum og á
Kambsdal, skúlaungdómarnir,
sum fara úr Eysturoy og á Tekn-
iska skúla í Klaksvík ella Klaks-
víkar Sjómansskúla, norðoyingar
sum arbeiða í Eysturoy og
arbeiða ella eru undir útbúgving
í høvuðsstaðnum, eysturoyingar
sum arbeiða eitt nú á sjúkrahús-
inum í Klaksvík og so tey, sum
arbeiða við sølu og við at flyta
vørur annan vegin og hin.
Hjá teimum, sum nú mána-
dagin fara undir nýtt skúlaár
bendir alt á, at hetta verður síðsta
árið, at tað verður neyðugt at
sigla um fjørðin. Næsta skúlaár
verður møguleiki at ferðast í
bussi ella bili.
Henda festival fríggjadagin í
Leirvík, var tað eyðsýnt, at nógv
av teimum ferðandi ikki nýttu
farleiðina so ofta. Tað er stórur
munur á teimum ferðandi van-
ligar yrkadagar og so ein so-
vorðnan dag.
Vanligar yrkadagar gongur alt
sína vanligu friðarligu gongd.
Ferðaseðlasøla, kaffikoppar og
pylsur og prát ganga mest sum
av sær sjálvum. Festival fríggja-
dagin kennist tað meiri strongt,
og tá ið Dúgvan stingur nevið
inn um Pollin í Klaksvík og
tekur frá, hava tey ferðandi hug
at fara niður á dekkið. Tað sleppa
tey ikki, tí mansskapið vil fyrst
hava bilførararnar niður og at
koyra bilarnar í land.
Vanligar yrkadagar ber væl til
at leggja nýggj ferðandi til
merkis. Tey gera sum festival
ferðandi og reisast, tá ið skiparin
tekur frá. Tey, sum sigla hvønn
dag ella ofta, vita, at tað loysir
seg ikki at reisast, fyrrenn
Dúgvan er í holtur við at bakka
móti rampanum, sum tað hevur
verið lagt at seinastu mongu
árini.
Solidariteturin
Henda fríggjadagin eru tey ferð-
andi felags um festivalin. Tað var
óneyðugt at hugsa nakað um
ferðingina, áðrenn farið varð frá
húsum. Proppurin bar við sær, at
tað kortini gjørdist neyðugt.
Bíðirøðin gerst felags uppliving,
sum tað ber til at tosa ímillum
sín um og at greiða øðrum frá.
Tá ið dagurin er liðin, verður
hetta eyka festival uppliving,
sum tað á næstu ferjuleysu
festivalunum fer at bera til at
minnast aftur á og smílast at - í
felag.
Hugsanirnar reika aftur til
søguna um havnarferðina hjá
ommudidd. Hans Michael
Jacobsen setti fittu søguna ella
rættari frásøgnina í Dimmu stutt
eftir 2. heimsbardara, og upp
undir jól fyri fáum árum síðani
var hon at síggja í Sosialinum.
Henda ferðin úr Fugloy og til
Havnar og norður aftur mundi
vera fyri einari slakari øld síðani.
Tað tók fleiri dagar at ferðast, og
solidariteturin var í sjálvari
ferðingini. Tey fylgdust, og tey
fingu bátar at føra seg og seta
seg um firðir og sund.
Hjá teimum, sum ferðaðust til
Klaksvíkar á festival, var tað ikki
neyðugt við hesum slagnum av
solidariteti. Tey vóru felags um
tiltakið og óvæntaðu bíðitíðina.
Sjálvt ferðin hevði ikki so nógv
at siga. Tað bar teimum til at sita
í bilinum og bíða ella hvør í
sínum lagi á annan hátt at stytta
sær um stundir.
Dúgvan og Sam vóru amboð-
ini, sum fluttu fólk og bilar um
fjørðin. Solidariteturin hjá teim-
um ferðandi hvíldi á lærdóm-
inum og royndunum hjá mans-
skapinum á brúnni, í maskin-
rúminum, á dekkinum og í
salongini. Tað tók sína tíð at
bíða, men tað gekk upp á stás.
Mánadagurin komandi, tá ið
tað aftur fer at gerast gerandis
hjá so mongum, fer at kennast
meiri róligur enn festival dag-
arnir. Fólkið fer at verða sitandi í
salongini, inntil Dúgvan fer at
leggja at. Spurningurin er, um
nakar proppur í ferðsluni fer at
stinga seg upp seinni í summar, í
heyst, í vetur ella í vár. Næsta
summar fer at verða ferðast
gjøgnum Norðoyatunnilin - bæði
í festival høpi og gerandis - og tá
fara bilar og fólk ikki at standa
sum sild í tunnu.
Ein stórur partur av føroysku bilparkini var fríggjadagin í síðstu viku í
Leirvík
Tað var skjótt, at norðoyingar tóku Dúgvuna til sín – og nú hald teir sera
nógv av henni