leygardagur 13. august 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 152 - 13. august 2005
?????????
Jón Kragesteen
Í Kvívík 11. august 2005
Mánadagin frættist um ferðslu-
vanlukku, sum hendi mánanátt-
ina á Áarvegnum við Konga-
brúnna í Havn. Sum eg havi skilt
tað, vóru tað tveir bilførarar, ið
koyrdu kapp heim eftir Havnar-
gøtu. Komnir til Cafe Natúr,
velur annar at fara til vinstru og
koyra niðan eftir Áarvegnum,
sum er einvegis omaneftir. Her
kemur ein bilur og so hendir
samanstoyturin.
Síðani er tað hent, at borgar-
stjórin í Havn Heðin Mortensen,
hevur gjørt bart og fingið skipað
fyri at ferðtálmar eru gjørdir í
økinum.
Áðrenn eg fari víðari, skal eg
nevna, at tað sum eg skrivi her,
er fyri mína egnu rokning. Í
hesum feriutíðuum hava ikki
verið umstøður at viðgjørt júst
hetta mál á starvsnevndarfundi.
Men eg skal eisini undirstrika at
ferðslusjónarmiðini, sum koma
fram í hesi grein eru væl í tráð
við tey, sum eru í álitinum
"Ávegis Nullhugsjónini".
Ábyrgdarleys koyring
Tað er einki at ivast í, at tað sum
hendi mánanáttina er enn eitt
dømi um fullkomiliga ábyrgdar-
leysan atburð, og avleiðingin átti
at verið, at báðir bilførararnir,
sum koyrdu kapp, áttu at mist
koyrikortið upp á staðið. Tað
pínir bara at hugsa um alt møgu-
ligt annað, sum kundi hent, tí vit
vita, at fram við Havnargøtu
ganga altíð nógv fólk, eisini um
náttina og ikki minst við Café
Natúr, har tað er sera smalt.
Kann ikki lata vera við at hugsa
um vanlukkuna, sum kom av
kappkoyring Yviri við Strond
fyri átta uml. 8 árum síðani.
Útbúgvingin at taka
koyrikort
Vit hava nú í fleiri ár bíðað eftir,
at landsins evsta vald skal skipa
fyri, at serligt koyrikort skal
verða gjørt til ungar bilførarar,
sum tekur serlig atlit til
ábyrgdarleysan atburð í
ferðsluni. Men seint gongur.
Men í vár boðaði
Vinnumálaráðið frá, at
lógarbroyting hesum viðvíkjandi
verður framd í heyst, so tað
gongur rætta vegin. Men enn er
nógv eftir, tí karmarnir í
útbúgvingini at taka koyrikortið
eru ikki nóg góðir.
Ferðsluútbúgvingin byrjar
longu á ungum árum.
Dagstovnar kring landi nógv
burtur úr at arbeiða við
ferðslutrygd. Men tá ið vit koma
til skúlarnar er meira misjavnt og
ymisk er, hvussu lærarar og
skúlar raðfesta.
Undirvísingartilfar á føroyskum
vantar eisini. Ráðið fyri
Ferðslutrygd roynir at gera sín
part á ymiskum økjum og eitt tað
størsta tiltaki er at skipa fyri
skeiði fyri øllum 9. flokkunum í
Føroyum. Men eg skal vera
fyrstur at siga, at RFF uttan iva
kundi gjørt arbeiðið væl betur.
Ein táttur at tikið upp kundi
verið at skipa fyri, at
undirvísingin at taka koyrikort til
prutl/skutara var í skúlunum, ella
t.d. í kvøldskúlunum.
Tá ið við koma til sjálva
útbúgvingina at taka koyrikort,
mugu vit staðfesta, at
koyrilærarar okkara mugu hava
nógv betri kor at arbeiða undir.
Sum nú er, mugu teir kappast um
næmingarnar. Og hvussu vit so
snara henda spurning, so eru
kappingarelementini, sum koma í
fyrstu røð: prísur og tað at kunna
taka koyrikortið upp á stytst
møguligu tíð. Veit at tað eru
fleiri koyrilærarar, sum fegnir
vilja hava kvalitetin í fremstu
røð, men teir stríðast móti
streyminum. Tí er uttan iva besta
loysnin, at útbúgvingin at taka
koyrikort eigur at verða løgd
undir Mentamálaráðið, so at
korini hjá koyrilærarum verða
javnsett korunum hjá øðrum
lærarum.
Hendingin mánanáttini
staðfestir bara enn einaferð, at
tað eru fleiri av okkara ungu
fólkum, sum ikki eru nóg búgvin
at hava koyrikort. Her eiga vit at
vera nógv fyrri úti við
fyribyrgjandi átøkum. Fyrst
mugu vit, sum nevnt, gera nakað
við útbúgvingina at taka
koyrikort og ikki minst seta
hægri og meira viðkomandi krøv,
enn tey, sum verða sett í dag.
Men vit mugu eisini fara
meira grundleggjandi til verka
og royna nýggjar leiðir. Eitt
uppskot kundi verið at tað skuldi
verið dýrari hjá ungfólki at koyra
bil. Tryggingarfeløgini eiga uttan
iva at gera sum í grannalond-
unum har ungfólk hava harðari
tryggingartreytir sum náttúrligt
úrslit av størri vága. Ella skulu
vit forbjóða ungum fólki sjálvi at
eiga bil, fyrr enn tey eru um 20
ára aldur?. So vóru tey noydd at
koyra bil, sum onkur annar átti,
og harvið koma fleiri bindingar.
Eg kundi hildið fram við at
komið við uppskotum, væl vit-
andi, at tað er ikki bara sum at
siga tað, tí hvørt einasta uppskot
hevur sínar vansar. Í øllum
førum mugu vit ikki gloyma, at
vit í mun til okkara grannalond
hava nógv flestu ferðsluvan-
lukkur millum ung og tí er ikki
óhugsandi, at okkurt er við
okkara ungdómsmentaliteti ella
samspælinum millum foreldur og
ung, sum ikki er nóg gott. Her
kann verða nevnt, at RFF
arbeiðir við at fáa í sett í verk
vísindaliga kanning um hesi
viðurskifti.
Karmarnir hjá bilungdómi
í Havnini
Havnargøta, sum gongur frá
Kongabrúnni út til Skansan
hevur í fleiri ár verið ein
savningardepil hjá bilungdómi í
Havn. Talan er um snórabeinan
veg, sum er ein slakan hálvan
kilometur langur og hann er
perfektur at sýna statussymbolið
bilin fram í. Og ikki at gloyma
"Røntguna" á parkeringsplássin-
um á Kongabrúnni, sum er eitt
ikki minni perfekt áskoðarapláss.
Skínandi lakk, leður og felgur
ferðast her aftur og fram, spitað
verður upp og ferðin økist
øgiliga og so bremsað aftur.
Hvør er so drívkraftin í hesum
spælið? Er tað hugurin at vísa
seg fram? Fyri hvørjum, hinum
kyninum, - ella fyri báðum? Og
soleiðis gongur fleiri kvøld um
vikuna, ár út og ár inn. Serliga
ringt er tað frá hóskvøldi til
sunnukvøld. Veit frá einari konu,
sum býr beint við henda veg, at
hon mangan hevur boðað
politinum frá, tá ið skilaleys
koyring er farin fram. Onkuntíð
er politiið komið, onkuntíð ikki.
Ein yvirgang royndi hon at gera
seg sjónliga í vindeyganum og
eina tíð helt hon, at tað dempaði
koyringini nakað. So við og við
hevur hon bara givið upp og
roynt sum frægast at ávara síni
nærmastu. Sambært henni hevur
skilið bara versnað í seinastuni.
Sjálvir havi eg fleiri ferðir
roynt at gingið har á kvøldi,
meðan bilarnir súsa fram við og
tað er alt annað enn stuttligt.
Samfelagið hevur
medábyrgd
At tað er tann, sum situr aftan
fyri róðrið, sum hevur ábyrgdina
fyri sínum atburði, eru vit øll
samd um. Men, tá alt tað oman-
fyrinevnda er sagt, sleppa vit
ikki uttan um, at samfelagið
eisini hevur skyldu til at skipa
vegir og vegaumhvørvið soleiðis,
at tryggleikin er í hásæti. Og
eftir míni metan eru í Havnini
fleiri vegir, ið leggja upp til, at
ferðin gerst alt ov nógv og
vandamikil. Her er fyrst og
fremst talan um beinar og
mangan alt ov breiðar vegir, sum
geva fólki eina fatan av, at tað er
alt ov spakuligt bara at koyra 50
km/t. og als ikki 30 km/t.
Havnargøta er ein av teimum, -
mitt í hjartanum í Havnini
Ein leikpallur minni
Eftir vanlukkuna í vikuskiftinum
frættist, at borgarstjórin í Havn
ynskti at gera nakað við trupul-
leikan beinanvegin. Og tað taki
eg hattin av fyri, hóast eg kundi
ynskt eina eitt sindur øðrvísi
loysn.
Um eg ráddi í hesum viður-
skiftum, hevði eg sett fleiri ferð-
tálmar á Havnargøtu, av sama
slag, sum teir ið longu eru
gjørdi. Eg hevði sett ein við
gonguteigin við rundkoyringina
við Skansan. Báðumegin
ferðtálman í miðjuni skuldi verið
ein oyggj. Eina av sama slag
hevði eg sett við útkoyringina frá
"Røntgeni" og eina yvir um
vegin millum Kongabrúnna og
Niels L. Arge. Millum Trygg-
ingarfelagið Føroyar og Cafe
Natúr er helst ikki pláss fyri eini
oyggj, men upplyftur gongu-
teigur kundi verið og somuleiðis
ein millum Cafe Natúr og vest-
aru gongubreyt á Áarvegnum. Eg
kundi hildið fram niðan gjøgnum
býin, men lat meg steðga her fyri
fyrst.
Við hesum átaki hevði í øllum
førum ein vandamikil leikpallur
verið minni, sum elvir til skila-
leysa koyring.
Sjálvandi er vandi fyri, at
"sjónleikurin" flytur til ein annan
pall í býnum. Spurningurin er tí,
um kommunan skuldi skipað fyri
at givið teimum, sum tráða so
nógv eftir at koyra skjótt og at
koyra kapp, skipaðar umstøður
til tað.
Fleiri onnur støð í býnum
Fleiri onnur støð eru í býnum,
har tað sama kundi verið gjørt.
Kundi nevnt J.Paturssonargøtu,
Dalavegin, Varðagøtu, Norðara
Ringveg, Eystara Ringveg, Yviri
við Strond, Ovara part av R.C.
Effersøesgøtu, J. Broncksgøtu
o.s.fr., o.s.fr. Við oyggjum og
gonguteigum hevði nógv verið
vunnið og onkustaðni kundi
eisini upplyftur gonguteigur
komið væl við. Tunnil átti t.d. at
verið gjørdur undir Ringvegin frá
Stadionøkinum til Shellstøðina.
Á henda hátt hevði borið til hjá
fólki úr Hoyvíkshaganum at
gingið oman í býin, uttan at
skulu ganga tvørturum Ring-
vegin. Serliga aktuelt verður
Ábyrgdarleys koyring og
– Mín fatan er, at umsitingin hjá býráðnum í Havn seinastu árini í nógvum førum hevur verið øgiliga sein at
reagera, tá ið talan er um at fáa ferðtálmandi tiltøk framd, heldur Jón Kragesteen, sum á ein hátt skilur
borgarstjóran, sum gjørdi bart eftir ferðsluóhapp í Havn mánanáttina