leygardagur 13. august 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2005
35
hetta, tá ið vit hugsa um ætl-
aninar at frælsi ítrótturin skal
fara fram í hesum.
Spurningur um innstilling
Í veruleikanum snýr málið seg
um at stilla seg inn upp á, at
ferðslan kemur eins væl fram við
30-40 km/t. sum við 50-70 km/t.
Munurin er, at við lægri ferð
verður tryggari, ikki minst hjá
fólki, sum eru til gongu ella á
súkklu. Fakta er, at er ferðin
undir 30 km/t. tá ið tey verða
árend av bili, so hava tey stóran
møguleika at yvirliva. Men fer
ferðin upp um 30 km/t. byrja
møguleikarnir beinanvegin at
minka. Tað ræður tí at stilla seg
inn upp á, tað í summum førum
fer at taka ein ella tveir minuttir
longri at koma fram, og tað man
fara at vera til at liva við. Argu-
mentini, at smáar bungur ella
gonguteigar, sum eru lyftir
nakrar sentimetrar upp oyði-
leggja bilin halda ikki. Koyrir tú
nóg spakuliga um ein ferðtálma,
man neyvan henda skaði henda á
bilin, hvørki so ella so.
Nøkur positiv dømi
Tað eru eisini fleiri positiv ting
hend, seinastu árini. Sum eitt
gott dømi um gott ferðslu-
trygdarátøk kann verða nevndur
niðari partur av R.C. Effersøes-
gøtu, har 3-400 m langa vega-
strekkið fram við SMS er eitt
framúrskarandi fyridømi í
Føroyum. Men spyrja vit, hvat
skuldi til, áðrenn hetta varð
gjørt, mugu vit ásanna, at svarini
finna vit á kirkjugørðum. Í hes-
um sambandi kann Hoydals-
vegurin eisini verða nevndur.
Nógv fyri at so nógv skal til, nær
man restin av R.C. Effersøesgøtu
verða gjørd?
Onnur dømi um positiv ting
eru allar rundkoyringarnar, sum
eru gjørdar, Marknagilsvegurin
fram við Handilsskúlanum og so
ikki minst átakið við barnagarðar
og skúlar, sum varð fyriskipað
beint undan kommunuvalinum í
heyst.
Umsitingin hjá Býráðnum
í Havn og ferðtálmar
Eg skal ikki leggja meg út í,
hvussu borgarstjórin hevur
handfarið júst aktuella málið.
Men á ein hátt skilji eg hann. Tí
mín fatan er, at umsitingin hjá
býráðnum seinastu árini í nógv-
um førum hevur verið øgiliga
sein at reagera, tá ið talan er um
at fáa ferðtálmandi tiltøk framd.
Tað sýnist sum um, at teir halda,
at tá ið teir nú hava gjørt veg-
irnar so penar og fínar og ikki
minst breiðar, kunnu vit ikki fara
at "oyðileggja" teir við ferð-
tálmum. Annars nýtast ferð-
tálmar ikki partú at vera bungur,
tað kunnu vera trongar, bogar
o.s.fr.
Tað sýnist sum um, at tað at
fólk kenna seg trygg, hevur
minni at týða og fyrilitið til bilin
og bilføraran, kemur langt fram
um onnur, sum eru í ferðsluni.
Tað er sum um, at tað er ikki
gingið upp fyri teimum, at
lívskvalitetur og trivnaður í
einum bústaðarøki er grundað á
tryggleika og ikki minst
tryggleika í ferðslun.
Veit um fleiri dømi, har borg-
arar í grannaløgum, enntá samd
eigarafeløg hava sett ynski fram
um at fáa ferðtálmar. Men bý-
ráðið krevur eina seina og
drúgva viðgerð, fyrst skulu ferð-
mátingar gerast o.s.fr. Og
mangan kemur noktandi svar, t.d.
soljóðandi: "Ferðslan er so lítil í
umráðnum, og tí er grundarlag er
ikki fyri ferðtálmum" - ella:
"ferðslan er so nógv, at tað ber
ikki til at gera ferðtálmar". Hvør
ið so hevur gjørt av, at júst hesi
kritierii skulu vera galdandi, veit
eg ikki. Her er í hvussu er ein
umráðandi spurningur, sum eigur
at verða tikin upp.
Í mínari verð hevur kriteriið,
at fólk kenna seg trygg og tora at
lata børnini út at spæla, størsta
týdningin. Bilarnir skulu nokk
koma fram allíkavæl.
Annars vildi eg trúð, at hesin
bráði framferðarhátturin hjá
borgarstjóranum, verður ikki
tann vanligi fram yvir. Tí
sjálvsagt er neyðugt at grunda
avgerðirnar á faklig tilmæli og at
arbeiða við yvirskipaðum
ætlanum.
At enda
Tað er ikki bara í høvuðsstað-
num, at hetta fyribrigdið, at
bilurin hevur størst týdning, er
galdandi. Hyggja vit í bakspeglið
mugu vit ásanna, at vit kring alt
landið hava bygdir og býir, har
byggingin í stóran mun bara
hevur lagað seg eftir tí, sum situr
aftan fyri róðrið - handan stál og
airbag.
Vit hava tí eitt samfelag, sum
meira og meira leggur upp til at
fólk skulu ikki flyta seg. Børn
verða koyrd í skúla, til ítrótt og
onnur tiltøk, tí at foreldur tora
ikki annað. At ganga er eitt, men
at súkkla er enn verri.
Spurningurin er so, um tað er
hetta vit vilja? Vilja vit hava eitt
samfelag, sum skal vera so keði-
ligt at vera í, at tað einans ber til
at ferðast í tí við bili? Eitt er so
ferðslutrygdin, men hvussu
verður við heilsuni í einum
samfelag, sum minni og minni
leggur upp til at vit røra okkum?
ferðtálmar
TINGHELLUKLUMMAN
Gordon Ejdesgaard
Kjakið um einskiljing/avreiðing
av ognum okkara er kanska
komið í gongd. Frálíkt at bæði
skrivandi sum loftmiðlar taka
hesið viðurskiftið upp.
Nú skrivið eg ikki bert fyri at
rósa miðlunum, men tá eitt gott
arbeiði er á veg, skulu teir hava
eitt herðaklapp.
Well. Og hvat so. Jú, vit eru
við at avdúka eitt sjálvbedrag/
heilaspuna sum sigur spaðar 2
til alt sum ein trúi var lygn.
Biðið lesaran orsaka at eg eri
nakað bersøgin. Eg skal
grundgeva stutt fyri, hví eg
haldi, at so er. Sum F.M.
Dolstojevskij sigur í " En
Grønskolling" á blaðsíðu 11:
"nú til sakina, hóast hetta væl er
tað truplasta yvirhøvur." (mín
leysliga týðing).
Jú, hví hetta tosið um ein-
skiljing. Einsvæl og vit tóku ein
rutchutúr í 90-unum, eru vit væl
á veg. Hvør er grundgevinging
fyri einskiljingum? Skuldi tað
veri at skipa vinnuna frægari
við at selja? Men tað eru jú
somu fólk, sum nú bert sita í
eini aðrari juridiskari
konstruktión enn verandi.
Uppgávan er tann sama. At
avreiða okkara tilfeingið er als
eingin grundgeving bert fyri at
fáa eina fíggjarlóg í balansu
(pening til Bárð). Bert fyri at
gjalda skuld. Hetta mál kann
saktans loysast øðrvísi.
Og so til sakina: Hvat um
Atlantsflog til dømis fer
rabundus sum privat virki? So
eru vit "på Herrens mark".Vit
tosa jú um eitt monopol. Hvør
skal nú gjalda? Vit skulu hóast
alt flúgva. Men her verður
skattgjaldarin við sviði soð.
Rokningin kann bert enda á
einum stað. Hjá okkum skatta-
borgarum- landskassanum.
Hetta er logikkur fyri flestu
búrhøsn. Tað er púrt óneyðugt
at vera búskaparfrøðingur fyri
at avdúka bluffnummarið. Sunn
fornuft og bein á jørðini er
saktans nokk.
Rentabilitetur eigur ikki
at verða seldur
Veruliga uppgávan er at stilla
krøv til leiðslurnar um
búskaparligt avkast og sunnan
rakstur. Og góðan
starvsfólkapolitikk. Tað er jú
púrt óneyðugt at einskilja. Vit
hava nýtt generatiónir at byggja
hesi virki. At avreiða hetta
orsakað av pop-"økonomum"
(mainstream hugsanin) er
synd.Teir reka við rákinum.
Teir kunnu avreiðast- ikki allar
ognir samfelagsins.
Øll grundgeving fyri einskilj-
ingunum minnir um lemming-
arnir sum um ein háls fóru av
leið. Eg vil siga villeiðing.
Kanska einskiljing?
T.d. verður Føroya Banki
neyvan betri av at verða seldur-
Janus er Janus. Gott avrik, men
vit rokna væl ikki við at tað
verður stórvegis øðrvísi bert tí
vit broyta eina juridiska kon-
struktión.
Spurningurin er einfaldur: er
talan ikki bert um bókhaldarí-
altso einskiljing. Men Janus og
Magni verða væl hóast alt
stjórar, ella skulu teir kanska
hava sekkin? Tað gevur onga
meining.
Mín niðurstøða er greið:
potitikkarir ansið eftir ikki at
selja silvur okkara bert fyri at
selja. Talan er um eitt markn-
aðarført fuppnummar. Tykkara/
okkara børn fáa rokningina tá
virkini fara.
Einki er galið við
almennum partafeløgum
Enn einaferð- loysunarorð míni
eru búskaparligt hovsemi og
umhugsni. Vælsignaði løgtings-
menn og -kvinnur gjaldi um tit
hava hug, bert ikki sendi
rokninga til børn okkara.
Og skulu vit tosa um
gjøgnumskygni? Hvat við
einskiljing og gjøgnumskygni.
Nakað eg ikki enn havi sæð
til enn. Ein partur av
fuppnummarinum? Segið nakar
keisarin? Vaknið for Guðsskyld.
At selja okkara ognir er
løtuvinningur.
Seljið um nakað so tað sum
gevur hall. T.d Strandferðsuna.
Ikki hønuna við gulleggunum
(t.d.Tele og Atlantic)
Vir prudens non contra
ventum mingit.
Ella á føroyskum: at "lata
landið" móti lotinum gera
klókir menn ikki.
Hall landkassans kann t.d.
fíggjast við at avtaka skattafrá-
dráttin - hetta bert sum eitt av
mongum uppskotum.
Ella við skjótari lógarbroyting
kann landskassin fáa umleið ein
hálva milliard av tryggingar
íløgunum, sum annars eru
placeraðar í t.d. Danmark.
Hetta er jú bert spurningur
um teknikk, "kreativan
hugsunarhátt" -ella nýhugsan.
Avreiðingin av silvurinum
Skraveraður strikurnar tvørtur um
Havnargøtu sýna, hvar Jón
Kragesteen
hugsar sær ferðtálmandi
vegbungurnar