leygardagur 13. august 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 152 - 13. august 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Hugsaði um
egnan vinning
Tað var ikki bara fyri at
mótmæla afturtøkuni úr
Gazageiranum, at Benja-
min Netanyahu valdi at
fara úr ísraelsku stjórnini
seinasta sunnudag. Í Ís-
rael eru tey flestu á einum
máli um, at hann gjørdi
tað fyri egnan vinning.
Netanyahu er kendur
sum ein av heykunum í
ísraelskum
politikki.
Hann var forsætisráðharri
til 1999, og nú hevur
hann sett sær fyri at
noyða Ariel Sharon at
skriva út nýval. Mein-
ingakanningar hava víst,
at millum veljararnar hjá
høgravonginum er Netan-
yahu betur umtóktur enn
forsætisráðharrin.
Eygleiðarar í Ísrael
siga, at Netanyahu hevur
longu lagt eina ætlan um,
hvussu hann skal noyða
Sharon at skriva út nýval
í úrtíð. Tjóðartingið hev-
ur ikki samtykt fíggjar-
lógina fyri 2006 enn, og
verður hon ikki góðkend
innan mars næsta ár, skal
forsætisráðharrin skriva
út nýval, tí tað sigur stýr-
isskipanin. Netanyahu og
hansara viðhaldsmenn í
tinginum kunnu forða
fyri, at fíggjarlógin verð-
ur samtykt, og tí vænta
eygleiðararnir, at ísraels-
menn skulu í valhølini
næsta ár.
Rasuskilnaður
í Suðurafrika
Suðurafrikanar bíða í
hesum døgum við spenn-
ingi eftir dóminum ímóti
tveimum monnum, sum
eru ákærdir fyri at hava
myrt ein húskall á sera
óhugnaligan hátt.
Annar
av
teimum
ákærdu er tann hvíti
bóndin
Mark
Scott-
Crossley, og hin er ein av
húskallum hansara. Teir
eru ákærdir fyri at hava
myrt tann svarta hús-
kallin Nelson Chisale.
Sambært ákæruvaldinum
bleiv hann bundin og illa
viðfarin, og tá hann hevði
mist virði, bleiv hann
tveittur inn í ein leyvu-
garð. Tá løgreglan fór inn
í leyvugarðin at leita, var
at kalla einki eftir av
manninum.
Í apríl dømdi ein dóm-
stólur Mark Scott-Cross-
ley og ein húskall hansara
sekar í morði, og nú skal
dómstólurin taka støðu
til, hvørja revsing teir
skulu fáa. Rættarmálið
hevur vakt sera stóran ans
í Suðurafrika, tí mong
uppfata tað sum eitt tekin
um, at tann gamli rasu-
skilnaðurin frá apartheid-
tíðini livir enn, hóast
ellivu ár eru liðin, síðani
tann svarti meirilutin
fekk valdið í landinum.
Grør kring
Tjernobyl
Ukrainskir
granskarar
siga, at plantu- og djóra-
lívið kring gamla kjarn-
orkuverkið Tjernobyl er
meiri fjølbroytt nú, enn
tað var undan vanlukkuni
á verkinum fyri 19 árum
síðani.
Umleið hundrað djóra-
sløg, sum vórðu mett at
vera í vanda fyri at
doyggja út, vísa seg at
trívast væl, og fleiri
djórasløg so sum úlvar og
bjarnir búleikast nú í
økinum. Tey vóru ikki har
frammanundan.
Ukra-
insku granskararnir siga
eisini, at plantulívið trív-
ist væl. Teir halda hetta
vera tekin um, at geisla-
virknið frá vanlukkuni
ávirkar ikki planturnar
longur, og tí er grøðin har
helst ikki so vandamikil
fyri fólk at eta sum fyrr
hildið, siga granskararnir.
Tær broyttu umstøður-
nar hava fingið ukrainsku
myndugleikarnar at um-
hugsa at lata ferðafólk
sleppa at vitja økið kring
Tjernobyl, tí áhugin hev-
ur víst seg at vera stórur.
ST mælti longu í 2002
myndugleikunum til at
lata ferðafólk sleppa hag-
ar.
Á ferð um mánan
Amerikanska fyritøkan
Space Adventures hevur
ætlanir um at bjóða fólki
at sleppa á ferð kring
mánan, og gongst eftir
ætlan, kunnu tey fyrstu
ferðafólkini
sleppa
á
mánaferð um tvey ár.
Tað
eru
bara
tey
fægstu,
sum
kunnu
droyma um at sleppa eina
flogferð kring mánan, tí
sambært Space Adven-
ture fer ferðaseðilin at
kosta umleið 600 milli-
ónir krónur. Fyritøkan
væntar heldur ikki tann
stóra eftirspurningin, tí
hildið verður, at tað eru
bara millum 500 og 1.000
fólk í heiminum, sum
hava ráð til eina slíka
ferð.
Space Adventures hev-
ur fyrr sent tvey ferðafólk
út á altjóða rúmdar-støð-
ina ISS. Tann fyrri ferða-
maðurin, Dennis Tito,
sigur við AP, at hevði
hann verið yngri, hevði
hann kanska farið kring
mánan eisini. Men í dag
er hann ov gamal, sigur
hann.
Tað kann væl hugsast,
at tvær kvinnur fara
at stríðast um at
umboða New York í
Senatinum.
POLITIKKUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Enn eru 15 mánaðir til
næsta senatsvalið í USA,
men í New York byrjaði
valstríðið longu í hesari
vikuni, tá tann 53 ára gamla
Jeanine Pirro kunngjørdi,
at hon ætlar sær at royna at
gerast valevni hjá republi-
kanarunum. Mál hennara er
at taka senatssessin frá ein-
ari aðrari kvinnu, Hillary
Clinton.
Eygleiðarar í New York
siga, at tær eru rættiliga
líkar. Báðar eru í fimmti-
árunum, báðar eru løgfrøð-
ingar, báðar duga at gera
vart við seg, og báðar eru
líka reystmæltar. Harafturat
kemur, at báðar hava havt
trupulleikar av, at menninir
hava fjeppast uppi í øðrum
kvinnum. Ein eyka vansi
hjá Jeanine Pirro er, at
maður hennara, Albert,
hevur sitið ellivu mánaðir í
fongsli fyri skattasvik.
Jeanine Pirro hevur har-
afturat tann veikleika, at
hon er ikki so væl kend
sum Hillary Clinton. Allir
amerikanarar kenna Hillary
sum konu fyrrverandi for-
setan Bill Clinton og sum
senator í New York, og
fleiri rokna eisini við, at
hon fer at stilla upp til for-
setavalið í 2008.
Júst hetta seinasta er ein
partur av valstríðnum hjá
Jeanine Pirro. Hon vil vera
við, at Hillary Clinton
brúkar senatssessin sum
eitt slag av einari lopfjøl til
forsetaembætið.
– New York hevur brúk
fyri einum senatori, sum
raðfestir New York fremst,
og ikki einum, sum roynir
at tekkjast fólki í Florida,
Iowa, New Hampshire og
aðrastaðni, sigur Jeanine
Pirro. Hillary Clinton hev-
ur ikki svarað enn.
Jeanine Pirro sigur, at
hon tekur undir við skatta-
politikkinum hjá Bush,
forseta, og at hon styðjar
eisini forsetan í bardag-
anum ímóti yvirgangi. Men
tey eru ikki samd um alt, tí
Jeanine Pirro er fyri fost-
urtøku og ímóti deyða-
revsing.
Cindy Sheehan misti
sín 24 ára gamla son í
Irak. Nú vil hon
sleppa at tosa við
George W. Bush,
forseta, tí tað var
hann, sum sendi son
hennara í kríggj
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Casey Sheehan fór upp í
amerikanska herin fyri
fimm árum síðani. Hann
roknaði ikki við at blíva
sendur í kríggj, men tað
bleiv hann. Hann fekk boð
um at fara til Irak, men
fimm dagar eftir, at hann
var komin hagar, doyði
hann í einum skotbardaga í
Bagdad.
Nú vil 48 ára gamla
mamma hansara sleppa at
tosa við George W. Bush,
forseta, tí tað var hann, sum
sendi sonin til Irak. Sein-
astu vikuna hevur hon
gingið uttan fyri bústað for-
setans í Crawford í Texas,
har Bush heldur summarfrí
hendan mánaðin.
Men Bush vil ikki tosa
við hana. Hann sendi boð
eftir trimum embætismonn-
um í Hvítu Húsunum og
bað teir tosa við hana. Men
Cindy Sheehan sigur, at
fundurin teirra millum var
nyttuleysur, og at hon fram-
vegis vil hava orð á forset-
an sjálvan. Men Bush hev-
ur ongan hug at tosa við
hana. Fyrradagin segði
hann við tíðindafólk, at
hann skilir støðu hennara.
Kravið hjá mammuni
hevur vakt ans í USA, og
seinastu dagarnar eru fleiri
fólk komin til Crawford at
stuðla henni. Eisini fleiri
politikarar taka undir við
hanni, og nú hava 40 demo-
kratiskir
kongresslimir
mælt forsetanum til at
ganga kravi hennara á møti.
Higartil hava næstan
1.900 amerikanskir her-
menn latið lív í krígnum í
Irak. Cindy Sheehan vil
hava Bush at taka her-
menninar heimaftur, áðr-
enn fleiri lat lív.
Hon vil sleppa
at tosa við Bush
Bjóðar Hillary Clinton av
Cindy Sheehan vil sleppa at tosa við George W. Bush, forseta, tí hann sendi son
hennara, Casey, til Irak. Fimm dagar seinni doyði hann í skotbardaga í Bagdad
Mynd: Reuters