hósdagur 5. oktober 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 191 - 5. oktober 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Internet: www.sosialurin.fo
Sosialurin
Oddagrein
Orðaskifti í staðin
fyri orðastríð
UPPSKOTIÐ til fíggjarlóg fyri 2001 er ikki
kollveltandi, men almenningurin fær gott innlit
í, hvat landsstýrið hevur í umbúna. Ikki minst
innan samferðsluviðurskifti, har nógvar út-
byggingar skulu gerast, eins og nógvar íløgur
skulu gerast í skip, ferjur og tunnlar.
HARAFTURAT ætlar nýggi landsstýrismað-
urin at umskipa ymiskar flutningstænastur, so
privatpersónar ella feløg skulu reka hesar
tænastur í staðin fyri, at Strandferðslan rekur
tær. Í hesum sambandi er setningurin at gera
eina útbjóðingarlóg, sum skal fevna um felst
øll øki hjá Strandferðsluni.
TEy flestu vita, at Fólkaflokkurin hevur havt
torført at góðtaka, at Strandferðslan hevur
havt Farmaleiðir og Bygdaleiðir um hendi. Í
nógv ár var tað fastur táttur hjá Dagblaðnum
at skriva um teir reyðu lastbilarnar hjá Strand-
ferðsluni. Men tað er nú einaferð so, at Strand-
ferðslan bygdi upp hesar tænastur, har ongar
tænastur vóru frammanundan. Tað ber altíð
til at kjakast um, hvussu tað hevur gingið,
men sum heild er tænastan vælvirkandi og
fólk eru kring landið fegin um, at tað hevur
borið til at fáa pakkar og flutning til dyrnar –
ella nærum.
TÍÐIR broytast, og nú eru vit í eini tíð, har
vanligt er at bjóða ella lisitera út tænastur.
Skulu vit ganga hesa leið, so er ógvuliga
umráðandi, at lógargrundarlagið er gott, og
tryggjar, at vit – virki og einstaklingar – fáa ta
optimalu og neyðugu tænastuna. Somuleiðis
mugu sáttmálarnir verða soleiðis, at øll tey
almennu áhugamálini vera tryggjað.
SPURNINGURIN, hvussu nógv og hvørjar
almennar tænastur skulu bjóðast út, ella al-
mennir stovnar skulu reka tær, er ofta ein
spurningur, sum skilur vinstra og høgra í
politikki. Tað hevur higartil verið gott latín, at
tað almenna skal reka tænastur, sum ofta
eru eitt úrslit í strembanini at byggja upp eitt
gott vælferðarsamfelag. Men seinastu árini
hevur gongdin verið at luta ymiskar tæn-
astuveitingar út. Tað verður ásannað, at tæn-
astan er komin upp á beinini, og at tað er ikki
neyðugt, at tað almenna sum so hevur tæn-
astuna um hendi í allar ævir. Serliga ikki, um
tað er rationellari og bíligari at lisitera út.
Í Evropa hava flokkar til vinstru ikki bara tikið
undir við slíkari hugsan, men hava eisini gingið
á odda at umskipa nógvar av teimum almennu
tænastunum. Í Føroyum er enn skotgravs-
kríggj um henda spurningin. Meiri áhugavert
hevði verið at fingið eitt veruligt orðaskifti um
henda spurning.
Av royndum vita vit, at
sera nógv verður skrivað,
tá val er í hondum. Tí hev-
ur blaðleiðslan gjørt av, at
innsent politiskt tilfar í
samband við kommunu-
valið komandi verður av-
markað í longd til eina A4
síðu í vanligari skrift - ella
áleið 3.000 tekn - saman
við andlitsmynd av val-
evninum.
Øll valevni er kortini
vælkomin at skriva í Sos-
ialinum, men tilfar, ið ikki
lýkur treytirnar, kemur
ikki í blaðið.
Blaðleiðslan
Treytir fyri valgreinar
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Skylda bankunum 6,5 mia
ÁKI BERTHOLDSEN
Føroyingar læna pengar í
bankum og sparikassum,
sum teir ikki hava gjørt síð-
ani tey stuttligu áttatiárini.
Í løtuni skylda føroyingar
bankum og sparikassum
6.523 milliardir krónur.
Tað mesta, vit hava lænt,
hava vit lønt frá sparikass-
unum, 3.775 milliardir.
Restin, 2.749 millard, er
lænt frá bankunum.
Hetta eru alt rund tøl.
So høg sum hetta, hava
útlánini ikki verið síðani
allarfyrst í nítiárunum.
Men tað eru ikki bara út-
lánini sum veksa, tað gera
innlánini eisini.
Í august í ár áttu føroy-
ingar 7.834 millardir á bók
og tað er eisini eitt tal, ið,
sum hæld gongur uppeftir.
Av teimum stóðu 4.403
milliónir í sparikassunum
og restin, 3.431 millardir
stóðu í bankunum.
Kappast um tarv í Klaksvík
Klaksvík: Leygardagin fer
Klaksvíkar Róðrarfelag at
skipa fyri eini av teimum
spennandi neytalortakapp-
ingunum.
Kappingin, sum verður í
Gerðabø, er um ein tarv,
sum vigar omanfyri 700
pund. Eitt øki verður býtt
upp í teigar, og fólk kunnu
so keypa sær ein teig.
Leygardagin
klokkan
14.00 verður tarvurin so
sleptur inn á økið, og tann
sum eigur økið, har fyrsti
lorturin hjá tarvinum lendir
á, hevur vunnið tarvin.
Luttøkubrøv fáast til
keyps í róðrarneystinum í
kvøld frá kl. 20.00 til 22.00
og fríggjakvøldið frá kl.
20.00 til 24.00. Eisini
kunnu fólk ringja til fyri-
reikararnar á tlf 455771 &
217573 og fáa luttøkubrøv
koyrd til dyrnar, um bústað-
urin er í Norðoyggjum Eitt
luttøkubræv kostar 100 kr.
Peningurin, sum kemur
inn, fer allur, sum hann er,
til keyp av nýggjum bátum
til Klaksvíkar Róðrarfelag.
Leygardagin verður stór-
sligið konserttiltak í ítrótt-
arhøllini á Hálsi.
Tá fara Kular Røtur á
pallin við øllum kanónun-
um sum hoyra til. Har verða
Trølla-Pætur, Trølla-Omm-
an, Kári Cool, dansarar,
sangarar og tónleikur. Eisini
verður myndashow á stór-
skíggja.
Talan verður um slíkt
barnatiltak, sum tað er
óvanligt at bjóða fram í Før-
oyum. Tónleikurin er upp-
runaligur føroyskur tónleik-
ur, sum stílar eftir børn-
unum og ungum, men sum
á vegnum rak mong vaksin
eisini.
Kular Røtur hava útgivið
Upptøkutól við á konsert
Tá Kular Røtur
og Trølla Pætur
hava konsert í
Havn leygar-
dagin verða
upptøkur eisini
gjørdar til
komandi
sjónbandið við
Kulum Rótum
tvær sera væl umtóktar
fløgur síðani jólamánaðin í
fjør, og seinni í ár kemur
næsta sjónbandið hjá Kul-
um Rótum. Seinastu tíðina
eru upptøkur gjørdar, og á
konsertini
leygardagin
verður eisini upptøkutól til
staðar, sum skal gera upp-
tøkur til sjónbandið.
Sangarar í Kulum Rótum
eru Jógvan Hansen, Arnfríð
Lützen, Brandur Enni og
Rannvá Lützen. Tey verða
øll við á konsertini, sum
byrjar leygardagin klokkan
17.00.
Jógvan Hansen er ein av sangarunum í Kulum Rótum, sum hava stóra konsert í Havn
leygardagin
Sostatt eru útlánini hjá
føroysku peningastovunum
83% av innlánunum. Fyrst
í nítiárunum vóru tey 112%
Savnsmynd