hósdagur 5. oktober 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 191 - 5. oktober 2000
Nr. 191 - 5. oktober 2000
Keypmaðurin “úti í Grønlandi”
Pf. Johannes Andreasen
Grønlandsvegur 16
Tilboðini eru galdandi til og við leygardagin
Vit væntaðu nøkur.
Ivaðust í summum.
Men at tit komu so fjølment
inn á gólvið leygardagin,
gjørdi okkum ovfarin.
Takk fyri tað.
Og túsund takk fyri gávur,
blómur og kveikjandi ynskir.
s t e p h a n s s o n s h ú s
Jolly 1,5 l. +pant 9,95
El´Vital shampoo og balsam
250 ml.
24,95
Ty phoo tea
120 brøv (80+50%)
22,95
Burton´s Homeblest
200 g
8,95
Burton´s Viscount
mint + orange, 8 stk.
8,95
Cadbury´s Crunchie
2 stk. 10,-
Kemilux sitrón úppvask
500 ml. 7,95
Ísl. Egg
10 stk. 7,95
Merrild kaffi
500 g
19,95
Fóm Ísterta
4 ymisk sløg
21,95
Gott og blandað
Salt og Blandað
265 g
19,95
OMO vaskipulvur
1,8 kg
24,95
Swan hveitimjøl
1,5 kg
11,95
Libero blæður
dupultir pakki
144,95
Kit kat
pakki við 3 stk.
9,95
Smarties
pakki við 3 stk.
12,95
Ajax reingerð
1250 ml.
24,95
Lørdagspizza
620g, 3 fyri
50,-
Ísl. Lambsbógvar
uml. 2,3kg, fyri kilo
27,95
Høsnarungar
1100 g, 3 fyri
50,-
Danbo 45%
1/4 ostur uml. 2 kg, pr. kg.
36,95
Rynkeby 16 søtar appelsinir
1 ltr.
7,95
Rynkeby 16 saftig súreplir
1 ltr.
7,95
Bókarøðin Søga og stev,
sum Árni Dahl fór undir
í 1996, er komin at enda
við sættu bókini, sum er
komin út.
Forlagið Fannir hevur
givið út bókarøðina Søga
og stev, sum er ummæli
av kvæðum, vísum og
tættum, sum ofta ella av
og á hava verið havd á
gólvi. Bókarøðin byggir
á kvæðasendingar, sum
Árni Dahl hevur havt í
Útvarpinum
gjøgnum
nítiárini.
Hesar fittu handbøk-
urnar eru frálíkar at hava,
tá ein skal hyggja eitt
sindur at uppruna og søgu
hjá ymsum kvæðum og
vísum.
Tað eru, sum vera
man, helst minni kendar
vísur, sum eru við. Tó er
onkur heilt kend ímillum,
treyðugt so.
Vallari hav nú
góða nátt
Seinasta bókin í røðini Søga og stev er
komin út. Bókin er tann sætta í røðini, sum
Árni Dahl hevur skrivað
Hugaligt er at sita við
bókini í hondini og leita
seg fram til ymiskt, ein
ikki visti frammanundan.
Tí hóast tað er sagt í Út-
varpinum, fer tað skjótt
afturvið. Í eini slíkari
hondbók er tað at taka í
og kann finnast fram
aftur, tá brúk og áhugi er
fyri tí.
Nítjan eru titlarnir,
sum viðgjørdir verða í
seinastu bókini í hesi
røðini.
Aftast í bókini eru
prentað yvirlitslisti og
navnaskrá til allar seks
bøkurnar. Ein stórfingin
listi við umleið 2.000
leitiorðum. Bókin er 205
blaðsíður og kostar 200,-
krónur.
ej
EYÐUN KLAKSTEIN
Viðurskiftini á Sernáms-
deplinum eru so ógreið, at
løgfrøðingar ivast í lógar-
heimildunum undir stovn-
inum, og lærararáðsnevndin
mælir til eina skjóta upp-
rudding.
Orsøkin til stóru mis-
nøgdina millum lærararnar
er, at Skúlin á Trøðni í 1998
varð lagdur saman við Ser-
námsfrøðisligu Ráðgeving-
ini undir nýggja heitinum
Sernámsdepilin, hóast iva-
samt er við heimildini fyri
hesum.
Síðani er virksemið hjá
skúlanum minkað. Lærarar
fáa nú eisini ráðgevararupp-
gávur, og eingin veruligur
skúlastjóri er á skúlanum,
soleiðis sum lógin annars
ásetur.
Alt hetta kemur fram í
eini frágreiðing, sum Lær-
araráðsnevndin í Skúlanum
á Trøðni hevur gjørt, og
sum Sosialurin hevur fingið
innlit í.
–MViðurskiftini á Ser-
námsdeplinum eru ein stór
fløkja, sum myndugleikar-
nir eiga at greiða sum skjót-
ast, sigur Jan Christiansen,
sum er næstformaður í Lær-
araráðsnevndini á Skúlan-
um á Trøðni.
Manglar reglugerð
Skúlin á Trøðni, sum hevur
til uppgávu at undirvísa
børnum, sum hava eitt hvørt
brek, varð niðurlagdur sum
sjálvstøðugur undirvísing-
arstovnur í 1998.
Tá varð hann lagdur sam-
an við ráðgevingarskipanini
hjá Landsskúlafyrisitingini
undir nýggja heitinum Ser-
námsdepilin.
– Síðani hevur støðan á
stovninum verið ógvuliga
ógreið, sigur Lærararáðs-
nevndin í síni frágreiðing,
sum varð gjørd í juni mán-
aði.
–MEingin reglugerð hevur
verið fyri Sernámsdepilin,
sum hevur verið bæði und-
irvísingarstovnur og ráð-
gevingarstovnur í senn,
hóast greiður munur er í
fólkaskúlalógini
millum
hesar báðar skipanir, verður
sagt í frágreiðingini.
Munurin millum Ser-
námsfrøðisligu Ráðgeving-
ina og Skúlan á Trøðni er,
at um foreldur ynskja, at
barn teirra skal ganga í
vanliga fólkaskúlanum, skal
Sernámsfrøðisliga Ráðgev-
ingin syrgja fyri, at barnið
fær sernámsfrøðisliga hjálp.
Um foreldrini ikki vilja
hetta, so stendur teimum í
boði at kunna senda barn
teirra í serskúla –Skúlan á
Trøðni.
–MFøroya løgting hevur
ongantíð tikið politiska av-
gerð um, at hetta skal gerast
ein og sama skipan, vísir
nevndin í Lærararáðnum á
Skúlanum á Trøðni á.
Løgfrøðingarnir
ivasamir
Í mai mánaði í ár vórðu tveir
løgfrøðingar bidnir at meta
um viðurskiftini á Sernáms-
deplinum. Eisini Foreldra-
ráðið bað ein løgfrøðing,
Sigmund Poulsen, gera eitt
upprit um Sernámsdepilin.
Orsøkin til hetta er, at
Lærararáðsnevndin heldur,
at fyrisitingin rekur skúla
uttan at hava nakra heimild
fyri tí.
Í sínum uppriti sigur Sig-
mund Poulsen, at hann dug-
ir ikki at síggja beinleiðis í
fólkaskúlalógini ella aðrari
lóg heimildina til at gera
Skúlan á Trøðni til ein und-
irskipaðan part av einum
nýggjum stovni.
Eisini hinir báðir løgfrøð-
ingarnir, Hans Trygvi Teirin
og Bjørn á Heygum, ivast í
heimildargrundarlagnum
undir Sernámsdepilinum.
– Um ætlanin er, at Skúl-
in á Trøðni ikki longur skal
verða ein skúli, men ein
deild av einum stovni, so er
tað mín fatan, at landsstýris-
maðurin hevur ikki fingið
heimild til at skipa Skúlan
á Trøðni sum annað enn
skúli, sigur Sigmund Poul-
sen í sínum uppriti.
Í stríð við
fólkaskúlalógina
Bjørn á Heygum sigur í sín-
um svari, at landsstýrismað-
urin hevur ikki nóg greiða
heimild til, at fyrisitingin
Krevja upprudding
á Sernámsdeplinum
Skúlin á Trøðni og Sernámsfrøðisliga Ráðgevingin eru løgd saman til Sernámsdepilin, men
løgfrøðingar ivast í lógarheimildunum. Lærararáðsnevndin á skúlanum á Trøðni vil hava greiði
á viðurskiftunum á Sernámsdeplinum, sum skapa ótrygd millum starvsfólkið
kann fara undir at reka ein
slíkan skúla (Skúlan á
Trøðni, blðm.)
– Eingin ivi er um, at
skúli og lærarar skulu fylgja
ásetingunum í fólkaskúla-
lógini og annars skipað seg
undir tann leiðslubygnað,
sum fólkaskúlalógin fyri-
skipar, sigur Bjørn á Heyg-
um, løgfrøðingur.
Og hetta verður ikki gjørt,
vísir Lærararáðsnevndin á.
– Stjórin fyri Skúlan á
Trøðni, sum fram til 31. de-
sember í 1997 hevði havt
fulla ábyrgd av skúlanum,
gjørdist nú deildarleiðari
uttan ábyrgd í Sernámsdepl-
inum, sigur Lærararáðs-
nevndin í frágreiðing síni.
–MAt ein skúlastjóri gerst
ein deildarleiðari uttan
ábyrgd er beinleiðis í and-
søgn við fólkaskúlalógina,
staðfestir frágreiðingin.
Jan Christiansen, sum er
næstformaður í nevndini
fyri Lærararáðið, sigur, at
tey vilja hava greiði á viður-
skiftunum á skúlanum.
–MHer eru ymisk hugtøk
fløkt soleiðis saman, at øll
viðurskifti á Sernámsdepil-
inum gerast líka ógreið.
Hetta kann ikki ganga ár
eftir ár, og tí vilja vit hava
landsstýrismannin at fáa
skil á viðurskiftunum, sigur
Jan Christiansen.
Svenn Arne Lysgård, van-
liga nevndur Svenna, kemur
í oktober mánað á sína
fyrstu Føroyavitjan yvir-
høvur. Ferðin er løgd til
rættis soleiðis, at vitjað
verður á hesum støðum:
”Kelduni” í Skálfirði, ”Be-
tania”, Skopun og ”Evan-
geliihúsinum”, Tórshavn.
Vitjanin byrjar leygardagin
7. oktober og endar sunnu-
dagin 15. oktober.
Flestu Føroyingar kenn-
ast uttan iva væl við sangin:
„Det kommer en ny tid“,
sum ofta og títt verður
spældur í ymsu útvarpum
okkara, men tey flestu vita
kortini ikki hvør tað er, ið
upprunaliga hevur skrivað
sangin. Tað er júst Svenna,
men vit kennast best við
sangin innspældan og sung-
nan av Kjell Samuelson.
Tað er nú so, at Kjell við
loyvi frá Svenna hevur
skrivað eitt triðja vers til
sangin og Kjell dámdi
sangin so væl, at hann vildi
hava hann innspældan. Síð-
ani hevur hesin sangurin
rungað, sum ongantíð fyrr.
Eitt er sangurin, men
sjálvur persónurin Svenna
er ein søga fyri seg. Nærum
alt lív sítt hevur Svenna
sungið og spælt. Sum skúla-
ungdómur var Svenna nógv
happaður og var tónleikurin
og sangur hansara ein máti
at gera seg galdandi millum
sínar javnlíkar uppá. Hann
er føddur og uppvaksin í
einum trúgvandi heimi,
men skjótt gjørdust mongu
tilboðini hann fekk ov lokk-
andi fyri hann at fara til støð
og hendingar, ið ikki rættu-
liga
samstemmaðu
við
gleðiboðskapin um Jesus,
og Svenna fall frá í mong
ár, men ein dag gjørdist
gleðiboðskapurin um Jesus
honum ov sterkur. Móður-
bønin hevði eisini sína
ávirkan, tí Svenna møtti í
70-árunum teimum sokall-
aðu „Jesus-fólkunu“, t.v.s.
ungir hippiarar, ið líktust
honum sjálvum — men, tó
var ein munur at síggja, tí
hesi høvdu ein annan boð-
skap at bera. Eygu teirra
strálaðu av Guds kærleika
og tey høvdu verunliga møtt
Jesusi. Øll hesi árini burturi
frá Jesusi fóru illa við
Svenna, tí hann livdi eitt lív
fylt við misnýtslu av sterk-
um rúsevnum, sum høvdu
síni árin á hann.
Svenna upplivdi persón-
liga frelsu og fekk lovi at
uppliva eina ríka tíð við
møtirøðum og stórari vek-
ing. Hann hevur ferðast runt
í øllum Europa og havt
framførslur
á
skúlum,
fongslum, í kirkjum, í út-
varps- og sjónvarpssend-
ingum. Einki umhvørvi —
eingin lurtarafjøld — hevur
verið
fremmand
fyri
Svenna. 30 ár innan yrkið
hava givið honum ríkar
royndir, bæði sum artistur
og evangelistur. Hann syng-
ur alt innan, popp, rock,
blues og country og nógv
av tilfarinum hann nýtir,
hevur hann skrivað sjálvur.
9 plátu/fløguinnspælingar
eru komnar frá hansara
hond. Ein er enntá innspæld
yviri í Nashville í U.S.A.,
har hann eisini hevur lut-
tikið í vælkendu konsert-
høllini Grand Ole Opry.
Svenna hevur eisini lut-
tikið við sangi og vitnis-
burði innan fongsulsmúr-
arnar. Í Ungarn herfyri fekk
hann loyvi at uppliva fleiri
kvinnur gera upp við sítt
gamla lív og byrja aftur av
nýggjum við Jesusi.
Svenna er giftur við
svensku Astrid og býr nú í
Mølndal, tætt við Gøteborg
í Svøríki. Hann hevur hálv-
tíðarstarv í Hvítusunnusam-
komuni har, og hina tíðina
nýtir hann í tænastuni at
ferðast runt við gleðiboð-
skapinum um Jesus, sum er
mentur at umbroyta alt.
Svenna vitnar persónliga á
seinastu fløguútgávu síni
„Trygg och fri“, hvussu
hann upplivdi hesa um-
broting í lívi sínum við
lagnum ”Ofta ensam”.
Á møtunum fer Svenna at
spæla bæði kendar og minni
kendar sangir, ið allir eru
ein lovsongur til Harra okk-
ara Jesus, fyri tað hann
hevur gjørt og ger. Eisini
talar og vitnar hann. Har-
umframt verður Svenna at
hoyra í okkara ymsu út-
varpsfjølmiðlum hesar dag-
arnar hann vitjar í Føroyum.
Almenna
skráin
fyri
vitjanina er henda: 7. og 8.
oktober Keldan, Skála-
fjørður. 10. oktober Betan-
ia, Skopun. 15. oktober
Evangeliihúsið, Tórshavn
Øll eru hjartaliga væl-
komin til hesi møtir, og
eisini at taka onkran við.
Sum fíggjarliga hjálp til út-
reiðslurnar, verða offur upp-
tikin á nøkrum av møtun-
um.
Tíðindaskriv
Svenna vitjar
Svenn Arne Lysgård