hósdagur 5. oktober 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 191 - 5. oktober 2000
Nr. 191 - 5. oktober 2000
JOHN JOHANNESSEN
Tað skal gerast bíligari hjá
vanliga føroyinginum at
búgva í Føroyum.
Hetta
hevur
Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, sett sær fyri.
Hann fer í næstum saman
við samgonguni at viðgera,
hvussu skatturin kann lækk-
ast, soleiðis at borgararnir
við lægru inntøkunum fáa
ágóðan.
Loysnina roknar lands-
stýrismaðurin við at finna
einaferð í 2001. Men hann
vil ikki hangast upp á eina
dagfesting.
Lækka
meirvirðisgjaldið
Hvussu farast skal fram,
hevur Karsten Hansen enn
ikki gjørt sær greitt. Men
hann vísir á, at embætisfólk
í løtuni arbeiða við hesum.
Til dømis situr ein bólkur
og viðger skipanina við
meirvirðisgjaldi. Ætlanin er,
at øll undantøkini í skipan-
ini skulu takast burtur, so-
leiðis at meirvirðisgjald
verður lagt oman á allar vør-
ur. Samstundis skal sjálvt
meirvirðisgjaldið lækka.
Hetta, heldur Karsten
Hansen,
ger
skipanina
meira rættvísa. Tí verður
skipanin broytt, skulu øll
gjalda fyri allar vørur, sam-
stundis sum gjaldið verður
lægri.
Oman á tað heila, roknar
landsstýrismaðurin við, at
hetta fer at gera, at meira
peningur kemur í landskass-
an, sum síðani kann brúkast
til at lætta um skattatrýstið
hjá lágløntu borgarunum.
– Avgjaldsskipanin er í
ávísum førum ein betri skip-
an enn persónsskattaskip-
anin. Tí avgjøld eru øll
noydd at gjalda. Eisini sjó-
menninir, sum sigla úti og
ikki rinda skatt, sigur Karst-
en Hansen.
Oljuavgjaldið verður
verandi
Samgonguumboðini í løg-
tinginum vrakaðu týsdagin
uppskot frá andstøðuni um
at lækka avgjaldið á brenni-
olju. Hetta varð gjørt við
teirri grundgeving, at um
oljuavgjaldið verður tikið
av, verður hetta til størstan
fyrimun fyri tey, sum
frammanundan eru væl fyri
og brúka nógva olju.
Samgongumenn vístu á,
at samgongan í løtuni ar-
beiðir við skattaspurning-
inum í breiðari høpi, so-
leiðis at tey, sum ikki eru
so væl fyri fáa størsta fyri-
munin.
Spurningurin til lands-
stýrismannin í fíggjarmál-
um er tískil, um tað at lækka
meirvirðisgjaldið ikki eisini
í mestan mun er til fyrimuns
fyri tey, sum eru væl fyri
og tískil keypa nógv.
Men tað heldur Karsten
Hansen ikki. Tí tey, sum
Fáa skattalætta
komandi ár
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú saman við
samgonguni at viðgera, hvussu hann kann gera tað
bíligari at vera føroyingur. Úrslitið, ætlar hann, at vit
skulu síggja í 2001
fara at keypa meira, rinda
eisini meira í landskassan,
og hesin peningur skal
brúkast til at lætta um hjá
teimum, sum ikki eru so væl
fyri. Hvussu hetta skal ger-
ast, vil landsstýrismaðurin
ikki koma nærri inn á.
Betur enn
lønarhækkan
Lønarsamráðingar millum
Starvsmannafelagið
og
Fíggjarmálastýrið verða í
vár. Í hesum sambandi held-
ur Karsten Hansen tað vera
ein betur loysn at lova løn-
móttakarunum skattalætta,
heldur enn at hækka lønina.
Men Karsten Hansen
vísir samstundis á, at fak-
feløgini fyrr hava víst hon-
um á, at hann er vælkomin
at lækka skattin, men at
hetta einki hevur við lønar-
samráðingar at gera.
– Eg skal tó ikki siga, at
ein skattalækkan ikki hevði
tikið broddin av harðastu
lønarkrøvunum,
sigur
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum.
Um Karsten Hansen fer
at leggja fram eitt uppskot
um skattalætta undan lønar-
samráðingunum ella talan
verður um nakað heilt ann-
að, dugir hann ikki í verandi
støðu at siga.
Men alt bendir á, at tað í
øllum førum ikki verður
uppskotið hjá Fólkaflokk-
inum um at hækka botn-
frádráttin,
sum
verður
Karsten Hansen ætlar, at tað skal gerast bíligari at vera føroyingur næsta ár. Men nær
og hvussu vil hann enn ikki útrgreina
Mynd: Jens Kristian Vang
loysnin hjá landsstýris-
manninum.
– Uppskotið hjá Fólka-
flokkinum leggur upp til
botnfrádrátt til øll, og er
harvið til størstan fyrimun
fyri tey, ið vinna nógv. Vit
skulu hava eina skipan, sum
verður góð fyri øll, og til
størstan fyrimun fyri tey, ið
vinna lítið, sigur Karsten
Hansen.
– Men tað er týdning-
armikið, at fólk gera sær
greitt, at hetta ikki merkir,
at tey skulu skunda sær at
keypa
ferðaseðlar
til
Mallorca komandi summar,
ávarar Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum hevur í fíggj-
arlógaruppskotinum ikki
tikið hædd fyri skattalætta.
Men hetta er tí, at inntøku-
síðan er løtt at broyta seinni,
sigur hann.
Tað fløðir meiri, bæði í landskassan-
um og í kommunukassunum kring
landið. Átta teir fyrstu mánaðirnar æí
ár hevur skattainntøkan verið 10%
hægri enn sama tíðarskeið í fjør
Hava goldið 10,9 % meiri í skatti
ÁKI BERTHOLDSEN
Tá ið tað regnar á Palliba
og Marsannu, dryppar eisini
á Karsten.
Í blaðnum í gjár greiddu
vit frá, at higartil í ár, hava
føroyingar forvunnið væl
meiri í løn, enn teir høvdu
gjørt um somu tíð í fjør.
Hetta sæst sjálvandi eisini
aftur í skattinum. Tær fesk-
astu samanteljingarnar hjá
Hagstovu Føroya, vísa, at
átta teir fyrstu mánðirnar í
ár, hava føroyingar goldið
10,9% meiri í skatti, enn teir
gjørdu átta teir fyrstu mán-
aðirnar í fjør.
Her er bæði talan um A
og B skatt.
Frá januar til og við aug-
ust í ár hevur skattainntøkan
hjá landi og kommunum
verið 1.249 milliónir
Hetta er 10,9% meiri enn
skattainntøkan var átta teir
fyrstu mánaðirnar í fjør, tí
tá var hon 1.124 milliónir.
Í alt 1999 betaltu føroy-
ingar 1.752 milliónir í skatti
og í 1998 var gjaldið 1.592
Hendan talvan vísir gongdina í skattainntøkunum hjá landi og kommunum frá 1998 fram til síðst í august í ár. Afturat
hesum skulu leggjast nakrar milliónir, sum eru goldnar í Arbeiðsmarknaðarftirlønargjaldið og til ALS
1998 Vøkstur %
1999 Vøkstur % 2000
Vøkstur %
(jan-aug)
Kommunuskattur
781
7,0
834
6,7
589
9,4
Landsskattur
811
10,0
918
13,3
660
12,3
Tilsamans
1.592
8,5 1.752 10,0 1.249 10,9
milliónir.
Sostatt er skattainntøkan
hjá landi og kommunum al-
samt hækkað tey seinastu
árini.
Afturat hesum tølunum,
skulu leggjast tað, sum før-
oyingar hava goldið til ALS
og til Arbeiðsmarknaðareft-
irlønina.
Besti skattamánaði í ár
var mai, tá ið vit betaltu 174
milliónir í lands- og komm-
unuskatti.
Ringasti mánaði var aftur
í ár januar, tá ið skattainn-
tøkan var 132 milliónir.
Annars gongur tað fram
av útrokningunum, at hesi
bæði seinastu árini er tað,
sum landskassin fær, og tað,
sum kommunurnar fáa av
tí samlaða skattinum, for-
skotið eitt lítið sindur.
Í 1998 fingu kommunur-
nar 45,9% av samlaða skatt-
inum og landskassin fekk
47,6%.
Í 1999 fingu kommunur-
nar 44,8% og landið 49,4.
Og átta teir fyrstu mán-
aðirnar í 2.000 fingu komm-
unurnar 44,8% av skattin-
um og landið 50,2%.
Lesarin hevur ivaleyst
lagt til merkis, at her
mangla nøkur fá prosent.
Tað eru upphæddirnar,
sum fara til ALS og til ar-
beiðsmarknaðareftirlønar-
grunnin.