hósdagur 5. oktober 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 191 - 5. oktober 2000
Nr. 191 - 5. oktober 2000
EDVARD JOENSEN
Á Dalabakka: Stóra út-
byggingin á Vestsmolt hev-
ur sum so tvey endamál. At
kunna seta smolt javnari út
alt árið og at tvífalda smolt-
framleiðsluna.
Smoltstøðin Vestsmolt á
Dalabakka Inni í Dølum á
Viðareiði er løgd undir tak.
At byrja við var ein høll,
meðan tær nú eru fýra, sigur
Jákup Mourits Heinesen,
sum er leiðarin á støðini.
Eisini eru gomlu kørini
skift út við heilt stór kør.
Fiskatalið er í løtuni tvær
milliónir, men tá nú alt fer í
gongd við fullari kraft,
verður talið tvífaldað til fýra
milliónir, sigur hann.
Eisini hevur Vestsmolt
fingið biofilturannlegg til at
kalla alla framleiðsluna.
Tó er tað so, sigur Jákup
Mourits Heinesen, at yngul-
ið, sum teir startfóðra, ikki
hevur biofiltur annlegg. Tað
er annlegg, sum reinsar og
endurnýtir vatnið. Til yng-
ulið verður vatnið bara
brúkt einaferð. Vatnið verð-
ur tó sóttreinsað, áðrenn tað
kemur í kørini, sigur hann.
Eitt av málunum við út-
byggingini er, at tað skal
bera til at seta fisk út alt
árið. Tað verður stýrt soleið-
is, at ljós og hiti í kørunum
verða ásett av støðini.
Tvífalda framleiðsluna
Smoltstøðin Vestsmolt á Viðareiði er bygd út fyri knappar 20 milliónir. Eftir
útbyggingina verður framleiðslan væntandi tvífaldað
At støðin hevur biofiltur-
annlegg ger, at ikki er neyð-
ugt at vera so bundin av, um
ur ongantíð bilað við vatni
hjá teimum. Heldur ikki í
summar, sum annars var
turkur skuldi verið.
Tað er ikki tí, sigur Jákup
Mourits Heinesen. Tað hev-
sera turt. So hann væntar
ikki trupulleikar tann vegin,
sigur hann.
Vestsmolt fær rogn frá
Fiskaaling og Fútakletti. Og
smoltið, sum latið verður av
aftur støðini, fer alt til ali-
brúkini hjá Vestlaks. Tað er
eisini Vestlaks, sum eigur
smoltstøðina Vestsmolt.
Avskipingin gongur sera
lættliga ídag í mun til,
hvussu var fyrr, sigur Jákup
Mourits Heinesen. Fyrr
varð smoltið sent í kørum
við lastbilum inn í Hvanna-
sund, haðani tað so varð
siglt við brunnbátum til ali-
ringarnar.
Í dag er tað soleiðis, at
brunnbáturin kemur at klett-
inum niðan fyri smoltstøð-
ina, og so verður fiskurin
pumpaður gjøgnum slangur
umborð. Báturin leggur tó
ikki heilt at, men liggur og
andøvir við slangunum
spentum ímillum.
Við gomlu skipanini tók
tað ein heilan dag at avskipa
100.000 smolt, sigur Jákup
Mourits Heinesen. Í dag
tekur tað bara einar tveir
tímar. Og tað doyr nógv
minni undir flutninginum
nú, enn tað gjørdi, tá flutt
var upp á gamlan máta.
Útbyggingin byrjaði so
smátt fyri einum fýra árum
síðan og er nú við at vera
liðug, sigur Jákup Mourits
Heinesen. Enn manglar
biofilturannleggið at verða
sett til ein lítlan part av støð-
ini. Umframt skal hampast
og fríðkast rundan um hall-
irnar. So er útbyggingin lið-
ug á hesum sinni.
Smoltstøðin Vestsmolt á Dalabakka er bygd út fyri knappar 20 milliónir krónur
Mynd: Edvard Joensen
JAN MÜLLER
Tórshavn: Týsdagin og
mikudagin 24. og 25.
oktober verður Norður-
landahúsið karmurin um
eina stóra oljuráðstevnu um
framtíðar leiklutin hjá før-
oyska samfelagnum í kom-
andi oljutilgongdini. Á ráð-
stevnuni verða umboð fyri
føroyskt vinnulív og mynd-
ugleikar og stovnar um-
framt umboð fyri útlendska
oljuvinnu. Tað eru Vinnu-
húsið og Stefansons Hús,
sum skipa fyri tiltakinum.
Umframt ráðstevnuna verð-
ur eisini sokallað »Work-
shop«, har einstøk feløg
hava møguliga at sýna fram
og gera vart við seg.
Evnið fyri ráðstevnuna er
„The exploration phase:
How the licensees will se-
cure genuine Faroese parti-
cipation.“ Tvs. hvussu loyv-
ishavararnir vilja tryggja
veruliga føroyska luttøku í
leitingarskeiðinum.
Umboð fyri allar operat-
ørarnar í 1. útbjóðing verða
við á ráðstevnuni og fara at
leggja fram tilfar og leggja
upp til orðaskifti. Evnini
verða fjølbroytt. Á skránni
er m.a. logistikkur, infra-
strukturur, lokalsamfelgið,
ídnaðurin, sáttmálaviður-
skifti oma.
Eisini fleiri føroyingar
fara at halda fyrilestrar.
Millum teirra eru oljumála-
ráðharrin, stjórin í Olju-
málastýrinum, stjórin í Atl-
antsflog, stjórin í Vinnuhús-
inum, stjórin fyri TK-stov-
una o.a.
Umboðini fyri útlendsku
oljufeløgini, ið fara at røða,
verða m.a. Bob Ferris frá
Amerda
Hess,
John
Inderhaug
frá
Statoil,
Martin Miles frá BP og Ron
Landsdell frá Agip.
(Í sambandi við stóra til-
takið gevur Sosialurin út eitt
temablað um føroyska sam-
felagið og komandi olju-
vinnu. Tilfar og lýsingar til
hetta blaðið skulu verða
Sosialinum í hendi í sein-
asta lagi fyrst í komandi
viku. Blaðm.)
Tey, sum vilja vita meira
um ráðstevuna, kunnu fara
inn á www.offshore.fo á
internetinum. Freistin at
tekna luttøku er 9. oktober.
Oljuráðstevna
í Norðurlanda-
húsinum
EYÐUN KLAKSTEIN
Komandi ár verður farið
undir at gera eina nýggja
kanningarstovu á Heilsu-
frøðisligu Starvsstovuni, og
partur av virkseminum hjá
starvsstovuni skal flytast úr
húsunum á Debesartrøð.
Arbeiðið at gera nýggju
kanningarstovuna og flyta
virksemi verður mett at
kosta 13 milliónir, og á
fíggjarlógini komandi ár
skulu 6,5 milliónir setast av.
Seinna helvtin skal eftir
ætlan á fíggjarlógina í 2002.
Av tí at sjúkufyribyrging
skal setast í verk innan ali-
vinnuna, verður neyðugt at
gera eina fiskapatalogiska
kanningarstovu á Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni.
Ætlanin er at umbyggja
og víðka miðhæddina í
starvsstovuhúsunum á Deb-
esartrøð til bert at umfata
kanningarstovur. Starvs-
stovuvirksemið, sum er
knýtt at kanningarstovunum
– til dømis skrivstovur til
starvsfolk, sum arbeiða á
kanningarstovunum – verð-
ur flutt upp á aðru hædd í
starvsstovuhúsinum á Deb-
esartrøð.
Dagføring
Hetta merkir, at eftirlits-
deildirnar hjá Heilsufrøðil-
igu Starvsstovu, sum higar-
til hava húsast á aðru hædd
í starvsstovuhúsinum, flyta
í onnur høli aðrastaðni í
høvustaðnum.
Endalig projektering av
umbyggingini av miðhædd-
ini í starvsstovuhúsinum er
ikki liðug enn.
Í samband við umbygg-
ingina ella víðkanina, verð-
ur øll kanningarstovan, sum
vit kenna hana í dag, dag-
førd til at lúka øll galdandi
krøv – herundir verður
nýggj ventilatióinsskipan
gjørd og nýtt tak lagt á
starvsstovuhúsið.
Gera nýggja
kanningarstovu
Nýggj fiskapatalogisk kanningarstova skal gerast á Heilsufrøðisligu Starvs-
stovuni, og eftirlitsdeildirnar skulu flytast í onnur høli
Arbeiðið at útbyggja tyrlu-
pallarnar í landinum heldur
fram komandi ár.
Á fíggjarlógaruppskotin-
um fyri komandi ár eru sett-
ar 1,6 milliónir krónur av
til hetta arbeiðið.
Fyri at tyrlupallarnir
skulu lúka tey krøv, sum
loftferðslumyndugleikarnir
seta til tyrlupallar til ferða-
fólkaflutnings, hevur verið
neyðugt at byggja pallarnar
út.
Tá ið 2001 er lokið, eru
pallarnir í Svínoy, Klaksvík,
Tórshavn,
Mykinesi,
Skúvoy, Froðba, Gásadali,
Koltri og Stóru Dímun út-
Fiskimenn við høgari inntøku
skulu nú betala meiri í skatti
Skattafrádrátturin til fiskimenn skal nú avmarkast. Ætlanin er at peningurin, sum kemur meiri í
landskassan, skal koma teimum lágu inntøkunum til góðar, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri
ÁKI BERTHOLDSEN
Fiskimenn, sum hava høgar
inntøkur, skulu nú betala
meiri í skatti.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fígjgarmálum,
sigur, at ætlanin er broyt-
ingin skal koma í gildi nú á
nýggjárinum.
Hann sigur, at tað ætlar
hann at gera við at avmarka
tann serliga skattafrádráttin,
sum fiskimenn fingu fyri
nøkrum fáum árum síðani.
Tá samstykti løgtingið at
fiskimenn skulu fáa ein ser-
ligan skattafrádrátt upp á
15% av inntøkuni.
Orsøkin til, at hetta var
neyðugt, var, at lond, rund-
anum okkum, geva fiski-
monnum serligar skatta-
sømdir.
Tað varð ført fram, at tað
ber í sær, at føroyskir fiski-
menn støðast ikki í føroyska
fiskiflotanum, men rýma í
onnur lond at arbeiða og
búgva.
Nógvir eru longu farnir,
og fingu fiskimenn í Føroy-
um ikki skattasømdir, fóru
fleiri at rýma afturat.
Men fingu okkara fiski-
menn ein serligan skatta-
frádrátt, fór tað at forða fyri
at fleiri fiskimenn fluttu.
Og hartil fór tað at eggja
teimum, sum eru rýmdir, at
flyta heimaftur at búgva, hó-
ast teir annars fiskaðu við
útlendskum skipi.
Sostatt skuldi tað ført til,
at meiri skattur kom í lands-
kassan, hóast skatturin varð
lækkaður.
Frá 1. januar
Men nú uppskot til fíggj-
arlóg fyri 2001, varð løgd
fyri tingið herfyri, sigur
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum, at
ætlar at avmarka hendan
serliga 15% skattafrádráttin
hjá fiskimonnum.
Ætlanin er, at hesin frá-
drátturin hereftir bara skal
umfata inntøkur upp til
500.000 krónur.
Í løtuni kunnu fiskimenn
annars draga 15% av inn-
tøkuni frá, áðrenn hon verð-
ur skattað, sama, hvussu
høg inntøkan er.
Men nú ætlar Karsten
Hansen, at 15% kunnu bara
dragast frá inntøku upp til
500.000 krónur, meðan full-
ur skattur verður goldin av
tí partinum av inntøkuni,
sum er yvir 500.000 krónur.
Karsten Hansen sigur, at
tá ið hesin serligi skatta-
frádrátturin kom, var tað
ætlanin, at hann bara skuldi
fevna um inntøkur undir
500.000 krónur, meðan full-
ur skattur skuldi betalast av
tí partinum av inntøkuni,
sum er yvir 500.000 krónur.
–Men tekniskir trpulleik-
ar gjørdi, at ætlanin at seta
hesa avmarkingina í verk,
varð slept tá.
– Ístaðin varð tað sett í
lógina, at landsstýrismaður-
in í fíggjarálum fekk heim-
ild til, við kunngerð, at av-
marka skattafrádráttin, til
bara at umfata inntøkur
undir 500.0000.
Sostatt er tað ikki neyðugt
at leggja málið fyri tingið,
tí landsstýrimaðurin hevur
heimild til at gera tað sjálv-
ur.
– Nú er ikki longur nakar
tekniskur trupulleiki at fáa
hetta upp í telduskipanina
og tað er so ætlanin at gera
tað nú, so at broytingin fær
gildi frá 1. januar 2001 at
rokna, sigur Karsten Han-
sen.
Hann sigur, at orsøkin til
hesa broytingina, er, at inn-
tøkur, sum eru omanfyri
500.000 krónur, hava ikki
brúk fyri skattalætta.
– Tá ið ein fiskimaður
hevur forvunnið 500.000
krónur, hevur hann eisini
fingið ein skattafrádrátt
uppá 75.000 krónur.
–MOg tá haldi eg at tað er
rímiligt, at hann betalir
skatt, sum øll onnur, av tí,
sum er útyvir tað.
Hann sigur, at tað verður
ikki nógv, sum landskassin
fer at fáa meiri inn í skatti
av hesi orsøk.
Men peningurin, sum
kemur inn, er ætlanin at
brúka til onkusvegna at
lætta um hjá teimum, sum
hava tær lægstu inntøkur-
nar.
Hvussu tað skal gerast, er
ikki avgjørt enn.
Teir fiskimenn sum hava meiri enn 500.000 í inntøku, skulu
nú betala meiri í skatti fyri at onnur, sum hava lága inntøku,
kunnu fáa ein lætta. Myndin er tilvildarlig
Eftir umbyggingina verð-
ur effektiva starvsstovu-
víddin umleið 400 fermetr-
ar, meðan gangir, toilett,
Bygga tyrlupallarnar út
Næsta tvey árini skulu stívliga tríggjar milli-
ónir brúkast til at útbyggja tyrlupallar fyri
bygdir. Pallurin í Stóru
Dímun verður heilt liðugur
í 2002.
Tá eru pallarnir á Kirkju
og Hattarvík eftir. Men eftir
ætlan skulu tey arbeiðini
fara í gongd í 2002.
Seinastu fýra árini eru
brúktar umleið fýra milli-
ónir til at útbyggja tyrlupall-
arnar, og næstu tvey árini
er ætlanin at brúka stívliga
tríggjar milliónir afturat.
ek
Av tí at sjúkufyribyrging skal setast í verk innan alivinnuna,
verður neyðugt at gera eina fiskapatalogiska kanningar-
stovu á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
goymslur og skrivstovur til
starvsfólkið verður umleið
600 fermetrar tilsamans.
Seinastu fýra árini eru brúktar umleið fýra milliónir til at
útbyggja tyrlupallarnar, og næstu tvey árini er ætlanin at
brúka stívliga tríggjar milliónir afturat.