hósdagur 5. oktober 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
STEFAN Í SKORINI
Týsdagin skrivaðu føroyska
felagið TeleTænastan og
Íslandssími undir sáttmála
sínámillum um at fara undir
at veita føroyskum brúkar-
um tænastur á telefonøkin-
um. TeleTænastan og Ísl-
andssími hava í felag stovn-
að felagið TeleF. Samstund-
is varð sáttmáli eisini undir-
skrivaður við Ericsson, sum
skal veita nýggja felagnum
ta neyðugu útgerðina. Talan
er um útgerð innan fjarskifti
og samskiftiskerv.
Hetta er fyrstu ferð, síðan
einkarrætturin varð avtikin
í Føroyum, at Føroya Tele
fær veruliga kapping. Onn-
ur smærri feløg eru á
marknaðinum. Hetta fer
sjálvsagt at merkjast á
pengapunginum hjá føroy-
ingum.
Lækkingin verður jøvn
men munandi
– Lækkingin verður vænt-
andi jøvn, frá tí at kappingin
veruliga byrjar, til prísurin
er komin niður á eitt støði,
har hann burdi verið, sigur
Billy Hansen, stjóri í TeleF.
Tað er fyrst og fremst á
uttanlandstelefoni, at prís-
irnir væntandi fara at lækka
munandi. Billy Hansen
væntar, at lækkingin verður
eini 30% á uttanlandssam-
røðum.
Innanlands verður lækk-
ingin ikki eins stór, men tað
verður framvegis ein lækk-
ing
– Vit leggja okkum alla-
tíðina eftir at vera bíligari
enn kappingarneytin, sigur
Billy Hansen.
Nú prísirnir væntandi fara
at lækka er sjálvsagt upplagt
at spyrja, um vanligi brúk-
arin hevur goldið ov nógv
seinastu árini.
– Tað er eingin ivi um, at
prísirnir hava verið nógv ov
høgir. Tað haldi eg eisini,
at flestu føroyingar eru á
einum máli um, at vit gjalda
ov nógv fyri telefoni. Vit
gjalda í øllum førum nógv
meira enn tey í grannalond-
um okkara fyri allar slíkar
tænastur, sigur Billy Han-
sen.
Billy Hansen sigur eisini,
at ein av orsøkunum, til at
hann fór í gongd við Tele-
Tænastuna í 1994, var, at
hann legði merki til, at prís-
irnir vóru nakað høgir í mun
til í grannalondunum. Tele-
Tænastan hevur síðani ment
seg til tað, hon er í dag. Tað
skerst tó ikki burtur, at teir
eisini eru farnir í gongd við
hesa ætlanina, tí peningur
er at vinna á økinum.
Løgtingið hevur avtikið
einkarættin á hesum økin-
um, og úrslitið sæst nú aftur.
Fleiri feløg eru sett á stovn
við tí endamáli at bjóða
tænastur innan telefoni.
Hetta hevur eisini við sær,
at prísurin lækkar.
– Persónliga havi eg ta
áskoðan, at einkarætturin
ikki tænir nøkrum enda-
máli, og tí er tað gott, at vit
endiliga eru sloppin av við
hann, leggur Billy Hansen
afturat.
Føroya Tele verður
ikki eftirbátur
Andras Róin fegnast um, at
ein veruligur kappingar-
neyti nú endiliga er komin
á marknaðin, sum Føroya
Tele enn hevur 100% av.
Hann er tó ikki samdur í, at
føroyski brúkarin hevur
fingið eina ov stóra telefon-
rokning seinastu árini.
– Eg haldi ikki, at brúk-
arin hevur goldið ov nógv,
tí um hugt verður at árs-
roknskapunum hjá Føroya
Tele, so hava vit jú seinastu
trý árini skorið prísirnar
niður í ein helming á øllum
økjum, men hóast tað hevur
úrslitið verið hækkandi, sig-
ur Andras Róin, stjóri á Før-
oya Tele.
Síðan uttanlandssamskift-
ið varð yvirtikið 1998 frá
Danmark, er tað vorðið
nógv bíligari hjá Føroya
Tele at bjóða tænastur.
– Tað er vert at nevna í
hesum sambandi, at vit hava
lækkað prísirnar seinastu
trý árini. Vit fara eisini at
halda áfram við at lækka
prísirnar framyvir, sigur
Andras Róin, stjóri í Føroya
Tele.
Hann dylur tó ikki fyri,
at nýggja kappingin er við
til at skunda undir príslækk-
ingarnar. Føroya Tele hevur
í umbúna at lækka prísirnar
á uttanlandssamskifti mun-
andi í næstum.
TeleF verður tó ikki bara
kappingarneyti, men kann
eisini gerast ein samstarvs-
felagi. Føroya Tele og TeleF
vóru mikumorgunin á fundi,
og Andras Róin væntar, at
partarnir kunnu samstarva á
onkrum økjum, t.d. við at
gera felags íløgur í dýra út-
gerð.
Byrja í næsta mánaða
Nýggja felagið fer væntandi
í næsta mánaða undir at
bjóða føroyingum innan- og
uttanlands telefonsamskifti,
internettænastur og data-
transmissión bæði til vinnu-
lívið og vanliga brúkaran.
Seinni verður eisini farið
inn á fartlelefonmarknaðin.
Billy Hansen sigur, at or-
søkin, til at sáttmáli varð
gjørdur við íslendskt felag,
var, at felagið frammanund-
an hevur holla vitan á økin-
um, og hetta kemur TeleF
til góðar. Kapitalurin kundi
verið fingin til vega her í
Føroyum, men torført hevði
verið at fingið sama know-
how.
Íslandssími og TeleTæn-
astan eiga hvør sín helming
av TeleF. Av teimum fimm
limunum í nevndini, eru
tríggir úr Føroyum. Micheal
Jackson, formaður, og Ari
Johansson eru úr Íslands-
síma. Billy Hansen, Bjørn
á Heygum og Kristian
Kristiansson eru føroysku
umboðini. Kristian Kristi-
ansson er eigari av ísl-
endska felagnum Radio-
miðum, sum eigur helvtina
av TeleTænastuni, meðan
Billy Hansen eigur hina
helvtina.
TeleF sigur seg kunna
hava fingið 10-20% av før-
oyska marknaðinum innan
eitt ár. Í TeleF fara væntandi
eini 12 fólk at starvast. Til
samanberingar kann nevn-
ast, at í Føroya Tele eru 220
ársverk og 250 starvsfólk.
– Vit hava goldið ov nógv
Billy Hansen, stjóri í nýggja telefon-
felagnum TeleF, heldur, at prísirnir
hava verið ov høgir seinastu árini, og
telefonrokningarnar hava tískil verið
hareftir. Hann væntar eina javna lækk-
ing á telefonprísunum komandi tíðina
Billy Hansen frá TeleTænastuni vinstrumegin og Eythor Arnalds frá Íslandssíma høgrumegin hava í felag sett nýggja
felagið TeleF á stovn
Mynd: Jens Kr. Vang
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 191 - 5. oktober 2000
Nr. 191 - 5. oktober 2000
gult cyan magenta svart
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
Streymoy
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Nor›oyggjar
Lesið
-tað
loysir
seg
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
Mat-
seðilin
Hósdagin 5. okt.:
Hamburgarryggur
Fríggjadagin 6. okt.:
Kotelettir
Leygardagin 7. okt.:
Oksasteik
Mánadagin 9. okt.:
Kjøtbollar í karrysós
Týsdagin 10. okt.:
Fiskafrikadellir
Mikudagin 11. okt.:
Hakkibúffur
Kostnaður 32,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Kaggin
ÓLAVUR
ØSTER
BAND
ÓLAVUR
ØSTER
BAND
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Fríggja-og
leygarkvøldið
spælir
Sosialurin - 311820
5'ARI
frí.-, leyg.- og
sunnukvøld
frá kl. 17.00
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Dansur
verður
leygarkvøldið
7. oktober
"FLUFFY
TOYS"
spæla
ÚTBERARAR
Søkt verður
eftir fólki
at bera
bløð út í Vági
Áhugað ringið
tlf. 211201
millum kl. 9 og 17
ella sendið
fax til 341201
Prentmiðstøðin
Smyrilsvegur 13 - Postboks 3019, 110 Tórshavn
í Vági
– Dimmalætting tlf. 341200 –