Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2000 Nr. 191 - 5. oktober 2000 Ísta›in fyri Jákup á Borg hevur landsli›svenjarin, Allan Simonsen, tiki› Andew av Fløtum í landsli›- shópin Jákup Mørk Ta› kom heldur óvart á An- drew av Fløtum, tá hann um døgur›aleiti› t‡sdagin var› uppringdur av a›alskrivar- anum í Fótbóltssambandin- um, sum gav honum lands- li›sbo›ini. Fegin um møguleikan Sjálvur sigur Andrew, at hann var› nóg so bilsin um, at hann nú fekk møguleik- an. – Eg hev›i ikki rokna› vi›, at hetta fór at koma so knappliga, men talan hevur veri› um fleiri avbo›, og so havi eg helst veri› næstur í rø›ini. Hóast ta› so hesu fer› er líkt til, at hann er komin vi› upp á avbo›, so ver›ur hetta ikki seinastu fer›, at hann ver›ur í hópinum hjá Allani Simonsen. Í øllum førum ikki, um ta› stendur upp til Andrew sjálvan. – Nei, er ta› upp til mín, so ver›ur ta› avgjørt ikki seinastu fer›. Eg rokni ikki vi›, at talan ver›ur um nakra spælití›, tí Uni og Kurt mugu metast sum fremsta val til álopssessir- nar. Hinvegin fái eg nú møguleika at vísa, hvat eg standi fyri, tá vant ver›ur, og bara hetta er naka› n‡tt fyri meg, tí eg havi ongantí› veri› til nakra landsli›s- venjing fyrr. Tá vit t‡skvøldi› práta›u vi› Andrew, var hann enn ikki farin at pakka sær task- una, men spentur var hann kortini. – Ta› man ikki vera ta› stóra, sum skal pakkast, men eg havi so funni› mær passi› fram. Eg eri tó sjálv- sagt sera spentur at sleppa avsta›, tí sum sagt, so er hetta naka› spildurn‡tt hjá mær, sigur Andrew. Ikki heilt óvænta› At Andew nú hevur fingi › landsli›sbo›, kemur kanska minni óvart á fleiri, sum hava fylgt vi› í landskapp- ingini hetta ári›, enn ta› tykist at gera hjá leikaranum sjálvum. Í mun til tey bæ›i undan- farnu árini, sum hann hevur leikt í fyrstu deild, hevur hann so at siga veri› ska›a- fríur hetta ári›, og hetta hevur eisini merkt venjing- arstø›u hansara. Avrikini hava veri› nógv meira jøvn, og líkt hevur eisini veri› til, at hann í nógv størri mun hevur tiki› ábyrgd á seg, nú hann at kalla er vor›in frontfigurir í HB-álopinum. Um hetta sigur Andrew sjálvur, at ta› møguliga er naka› um tosi›. – Í øllum førum havi eg veri› í nógv betri venjing í ár, tí eg eri sloppin undan ska›um. So er bara at vóna, at eg komandi ár kann ver›a í betri venjing frá kapping- arársbyrjan, sigur 21 ára gamli álopsleikarin at enda. Jákup á Borg, sum var› tikin út, tá Todi Jónsson gav avbo›, noy ›- ist nú eisini at melda frá á landsli›num Jákup Mørk Orsøkin til avbo›i› hjá Jákupi er, at hann ikki hevur møguleika at fáa frí frá arbei›inum teir dagar- nar, sum landsli›i› er í Jugoslavia. Jákup harmast sjálvandi um, at hann nú er noyddur at geva avbo›, tá hann endiliga aftur var inni í landsli›shitanum. Hann ásannar tó samstundis, at einasta gongda lei›in er at arbei›a enn meira mi›víst, solei›is at møguleikin aftur fer at standa honum í bo›i. Sum nevnt a›rasta›ni á sí›uni, so er Andrew av Fløtum úr HB úttikin, nú Jákup hevur veri› noyddur at geva avbo›. Loksins skuldi endaligi landsli›shópurin hjá Før- oyum veri› grei›ur Eftir fleiri avbo›, sum eru íkomin av ymsum orsøkum, er endaligi hópurin nú úttik- in. Í mun til upprunaliga hópin, eru tveir leikarar nú á síni fyrstu landsli›sfer›, me›an heili tríggir leikarar kunnu ver›a skrásettir fyri fyrsta landsdystin. Leikararnir í fer›alagnum eru: Málverjar: Jens Martin Knudsen Leiftur og Jákup Mikkelsen Herfølge. Verju- leikarar eru Óli Johannesen AGF, Jens Kristian Hansen B36, Hans Fró›i Hansen Sogndal, Jóhannis Joensen HB og Johan Byrial Hansen OB. Mi›vallarleikarar eru Christian Høgni Jacobsen NSÍ, Henning Jarnskor GÍ, Allan Mørkøre HB, Øssur Hansen B68, Julian Johns- son Sogndal, Sámal Joensen Leiftur, Rógvi Jacobsen KÍ og Andrew av Fløtum úr HB. Álopsleikarar eru John Petersen Leiftur, Uni Arge Akranes og Kurt Mørkøre úr Sogndal. Vi› í fer›alagnum eru eis- ini landsli›svenjarin, Allan Simonsen, Hjálparvenjarin, sum hesu fer› eitur William McLeod Jacobsen, Jens Pauli Marstein, lækni, Álv- ur Hansen og Páll á Reyna- túgvu, fysioterapeutar, He›- in Askham, li›lei›ari og Jógvan Højgaard, hjálpari. Me›al dystartali› hjá sveisisku leik- arunum er á lei› ta› sama, sum hjá føroyingum Jákup Mørk Tann tí›in, tá føroyingar so at siga altí› vóru upp móti meira royndum leikarum, má nú sigast at vera av. Seinastu tí›ina er ta› javnan komi› fyri, at føroyska li›i› hevur fleiri royndir enn mótstø›uli›i›, og hóast ta› ikki er so hesu fer›, so er munurin ikki stórur. Samanlagt hevur sveiska li›i› 514 landsdystir, mótvegis teimum 440, sum føroyingarnir eiga. Ver›ur rokna› í mi›al, er munurin bert ein dystur fyri leikaran, tí sveisiski hópurin telur 20 mans. Málini vænta Tá talan er um málskjóting, eru føroyingar tó eftirbátar, í mun til mótstø›umenninar. Føroysku leikararnir á fer›- ini hava tilsamans skoti› 21 landsli›smál, me›an hinir hava skoti› 69. Av teimum 69 málunum, sum sveisarar hava fingi›, er ta› tó merkisvert, at tveir av leikarunum standa fyri ikki færri enn 45. Hesir eru Step- hane Chapuisat og Kubilay Turkilmaz, so allar helst eru ta› hesum bá›um, sum verjuleikarar okkara skulu ansa sær fyri. Sveisiski hópurin telur sum nevnt 20 mans, og eru hesir: Málverjar: Marco Pascalo FC Zürich og Pascal Zuberbühler Bayer 04 Leverkusen. Verjuleikar- ar eru Sébastian Fournier Servette FC, Stéphane Hen- choz FC Liverpool, Badile Lubamba FC Lugano, Ludovic Magnin FC Lu- gano, Giuseppe Muller AS Bari, Raphaël Wicky SV Werder Bremen og Marco Zwyssig FC St. Gallen. Mi›vallarar eru Mario Cantaluppi FC Basel, Fabio Celestini US Troyes, Alex- andre Cornisetti AJ Au- xerre, Patrick Muller Olym- pique Lyonnais, Ciriaco Sforza FC Bayern München og Johan Vogel PSV Eind- hoven. Áleyparar eru Stép- hane Chauisat Grasshopper- Club, Alexandre Rey Ser- vette FC, David Sesa SSc Neapel, Kubilay Türkilmaz Brescia Calcio og Hakan Yarkin Grasshopper-Club. Andrew inn í hitan Andrew av Fløtum kann nú krúna eitt væl eydna› kappingarár vi› fyrstu landsli›sfer› síni Jákup ver›ur ikki vi› Endaligi hópurin Royndirnar eru tær somu Valstríðið er av álvara byrj- að. Beata L. Samuelsen er farin at girða. Og hon byrjar júst har, sum systirin slepti fyri skjótt 4 árum síðan. “Duer ikke” segði prin- sessan um fríggjaran. Tá var Tjóðveldisflokkurin ikki nóg góður. Og tað er hann framvegis ikki, skal greinin hjá Beatu í Dimmalætting mikudagin takast fyri fult. Beata væntar, at býráðsfor- maðurin fer at gera sær dælt burtur úr teirri nógvu um- røðu, sum verður komandi dagarnar í sambandi við at Snarskiva býráðsins fer í gongd. Sum góð tíðindakvinna er Beata væl kunnað um ætl- anina. Kanska í so væl, tí ein kann undrast á, hvaðan hon hevur upplýsingarnar. Men lat tað fara, tí í hesum máli er ikki neyðugt við nøkrum myrkaspæli. Beata veit, hvussu nógv umsit- ingarligu fyrireikingarnar til Snarskivuna kosta, og at ætlanin er at upplýsa borg- ararnar um tiltakið við lýs- ingum o.s.fr. Føroyskt-amerikanskt vinafelag varð stovnað í summar Føroyingar hava nú í mong ár ferðast til USA at halda feriu, at ganga í skúla t.d. sum skiftis- næmingar, at vitja ætt og vinir og at arbeiða. Síðstu tíðina hava fleiri og fleiri føroysk ferðaløg verið í USA og kannað vinnu- møguleikar ella fyri at víðka vitan okkara á ym- iskum økjum, t.d. innan heilsuøki og teldutøkni. »Við stovnanini af Vinafelagnum hava vit nú eitt felag fyri øll, sum kann hjálpa okkum øllum við at fáa meiri at vita um USA og eisini við at fáa í lag ymiskt føroyskt- amerikanskt samstarv«, sigur Ólavur Gregersen, nevndarlimur og kassa- meistari felagsins. Aftaná síðstu ferð mína í USA, við einum bólki av før- oyskum vinnulívsfólkum, dugdi eg at síggja, at okk- um tørvar eitt slíkt felag, sum kann eggja til og stuðla undir føroyskt samstarv við Amerika. Men tað er so bara eitt av mongu endamálunum við hesum felag«. Stovnararnir vóna við hesum felagnum at hava skapt eitt gott stað og hóskandi amboð, væl nýtiligt til at menna og stimbra mentanarligt samskifti og samstarv landanna millum, eins væl og at vaksa um møguleikarnar fyri ungar føroyingar at læra um USa og at koma á skúla í USA, ikki minst á teir hægru lærustovnarnar har yviri. » M e n t a n a r l i g t samstarv er fyrsta stig á leiðini til varandi sam- starv millum ymisk fólka- sløg«, sigur Kára Heine- sen nevndarlimur og næstformaður í nýstovn- aða felagnum. »Eg haldi tað vera sera spennandi at vera við til at fáa fleir amerikanarar at ferðast henda vegin og uppliva okkara mentan og somu- leiðis at ferðaløg higani kunnu koma at uppliva tað stórbæra og fjøltáttaða landið, sum USA er – frá kavaborgunum í Minni- sota til indiánara bygdir- nar í heita New Mexico«. »Møguleikarnir eru stórir«, sigur Bjarti Mohr, ein av limum og stuðlum felagsins. »Innan útbúgv- ing eru sera góðir møgu- leikar har yviri. Men vit eiga harumframt at leggja stóran dent á ymiskt sam- starv við feløg og stovnar í USA og at fáa í lag vinarbýarsamstarv. Slíkt samstarv førir við sær stórar møguleikar ikki bert fyri lesandi, men gagnar eisini vinnulív- inum við at føra til øktan samhandil – báðar vegir. Vit hava nógv at bjóða. Okkum tørvar bara at ger- ast meiri sjónlig í USA. Vit mugu fáa í lag meiri samstarv millum londini, og harvið virka fyri posi- tivum vøkstri«. Vinafelagið hevur longu verið við til nakað av hesum. Síðst í juni mánaði hjálpti felagið tí Amerikonsku Ambassad- uni í Keypmannahavn við at skipa fyri og bjóða inn til eina móttøku, har amerikanska ambass- adørurin hevði høvi til at takka føroyska fólkinum landsins myndugleikum fyri sýndan blíðskap móti ambassadørhjúnunum undir vitjan teirra í Føroy- um. Uttan iva koma vit til at uppliva fleiri slíkar fundir á høgum stigi í komandi tíðum. Ikki minst tá hugsað verður um, at Føroyar eru við at trína inn á altjóða pallin sum eitt land við møgu- leikum fyri komandi olju- vinnu. Nevndarlimirnir í Før- oyskt-amerikanska Vina- felag eru: Michael Reveal formaður, Kára Heinesen næstformaður, Max C. Weihe skrivar, Ólavur Gregersen kassameistari og Lynn Reveal nevnd- arlimur. Nevndin er nú í ferð við at leggja ætlanir fyri eini røð av tiltøkum komandi mánaðarnar. Øll, sum hava áhuga at arbeiða fyri størri samstarvi millum Føroyar og USA, eru væl- komin sum limir. Næsta tiltak verður ein sam- koma á Hotel Eiði, leyg- ardagin 14. oktober kl. 15. Nýggir limir eru væl- komnir við. Nú um dagarnar fáa vit í Hoyvíkshaganum eina dýra heilsan frá P/F hitafelagið. Vit skulu rinda 35% eyka hetta til jóla. Hetta merkir í mínum føri at í staðin fyri at rinda kr. 14.544 fyri ár 2000, skal eg rinda kr. 19.296,-. Seinastu mánað- irnar skal eg rinda kr. 2.796,- um mánaðin. Sjálvur havi eg fleiri ferð- ir víst á, at okkurt ikki ruggar heilt rætt í hesum felag. Havi víst mína ónøgd yvirfyri nevndarlimum og stjóra. Enn veit eg ikki hvør ræður í hesum felagnum. Er tað nevndin, er tað stjórin ella leggja teir ráð saman at knokkroyta okkum. Eitt er í hvussu so er greitt. Tað eru ivasamar reglur og grund- gevingar fyri útrokningum av prísum. Vit kunnu ikki bert hyggja tigandi at. Hitafelagið undir lupp Lesarabrøv Vit vita, at felagið ikki rindar eina krónu í olju. Felagið fær sína orku frá brennistøðini á Sandvíka- hjalla. Hitafelagið er als ikki tegnt at oljuprísi. Fyri tann skyld kundi toskaprísurin verið grundarlag fyri kilo- wattprísinum. Men vit kunnu staðfesta at eftir eitt rekordheitt og sera sólríkt summar fáa vit rekordhøga hitarokning. Stjórin og nevnd síggja sær nú møguleikan at fylla posan á tamb, nú oljuprís- urin er í hæddini. Tað er ikki mín uppgáva at marknað- arføra hetta illadámda felag, men eitt hugskot kundi verið at latið prísin verið á sama støði og nú. Tað hevði merkt, at áhugin hjá teim- um, ið nýta oljufýring fór at økjast at knýta seg í fjarhitaskipanina. Fleiri brúkarar, lægri prísir, logiskt ella? Stjórin hevur janvan greitt frá, at ov fáir brúkarar eru í skipanini, og tað er ein frágreiðing uppá at eingin lækking er í prís- inum. Men hóast okkurt hissini hús knýtir seg í skip- anina, hevur eingin mun- andi lækking verið at sæð seinastu 10 árini. Eg skal ikki mæla til nak- að, ið kann koma okkum aftur um brekku, men eg kundi hugsa mær at eigara- feløgini taka málið upp til viðgerðar. jólini nærkast, og børnini vænta sær eina jóla- gávu, og tað ætli eg mær at geva teimum. So, má hita- rokning verða hitarokning. Eg haldi, at kr. 1.212,- um mánaðin er nokk. Spurningurin er um vit eiga at fáa ein sakførara at kanna um felagið verður rikið á ein lógligan hátt og um mannagongdir og útrokningar eru í stríð við galdandi lógir. Býráðið og SEV kunnu neyvan hava tað liggjandi á sær at ákæra kanska verður reist ímóti teimum. Kanska onkur av nevndarlimunum av sínum eintingum ger eina roynd at broyta mannagongdina, ið sigur at felagið fylgir olju- prísinum og annars hyggja við kritiskum eygum at leiðsluni í felagnum. Tað er nógv fyri at umhugsa at selja hús, tí ein ikki hevur ráð at rinda fyri hita. Vit kunnu ikki vera hann fyri uttan. Men kr. 20.000,- um árið kann ikki góðtakast. Líggjas Høgnesen Viðmerkingar Saknaði andstøðuna á tingi Leygardagin 30. september varð skipað fyri pallborðs- fundi í Norðurlandahúsin- um. Eitt sera gott og skila- gott tiltak, sum setir ljós á dagligdagin hjá teimum brekaðu í Føroyum og av- varðandi teirra. Vit kunnu eisini staðfesta, at framløgurnar vóru á leið tað, sum vit kundu vænta. Tú kundi eisini halda, at pallborðið umboðaði allar partar. Har var landsstýrið við tveimum landsstýris- monnum, foreldur við einum umboði, almanna- Tey brekaðu vilja verða hoyrd stovan við einum og so for- maðurin í MBF. Men løgtingið, sum veruliga skal gera hol í sjógvin fyri at veita hesum parti av fólki okkara mannsømulig kor, varð bara umboðað av einum fólki, nevniliga Rúnu Sivertsen úr samgonguni. T.v.s at samgongan hevði trý umboð, meðan andstøð- an als einki umboð hevði. Eg haldi, at næstu ferð, skipað verður fyri slíkum frálíkum og neyðugum til- tøkum, skulu fyrireikararnir taka andstøðuna á tingi við, tí tað fer at gera innihaldið breiðari. Ein slík umboðan bindur eisini meir, tá fyri- reikararnir, sum teir siga, fara at fylgja málinum upp. Hans Jørgensen Men okkurt letur Beata liggja. Sjálv upplýsingar- herferðin kostar 100.000. Kanska er tað nógv, men 300.000, sum Beata skrivar, er tað so ikki. Eisini hevur Beata hug at knýta bý- ráðsvalið og Snarskivuna saman. Í veruleikanum er Snarskivan nógv seinkað. Hon skuldi verið opnað fyri meir enn hálvum ári síðan. Heldur Beata veruliga, at vit skulu bíða við Snarskivuni til eftir býráðsvalið? Vit mugu tó ikki gloyma, at Beata er úti í øðrum ørindum. Hon skrivar ikki sum tíðindakvinna, men sum valevni. Tað ger hon púra greitt, men tað sæst nú eisini týðuliga aftur í skrivingarlagnum. M.a. tá ið hon fær tað til, at Tjóð- veldisflokkurin er næst minstur í býráðnum. Tað er hann nú ikki, hann er trið minstur. Eins og Sam- bandflokkurin er fimt minstur. Men tað, sum Beata hev- ur mest ilt av, er, at hon skal síggja “kontrafejið” hjá Leivi í tíð og úrtíð komandi dagarnar. Serliga fýlist hon á, at skattgjaldarin skal rinda fyri tað, sum hon kallar “ókeypis valpropa- ganda” fyri Tjóðveldis- flokkin. Tað er sjálvsagt synd, um Beata missir svøvnin av hesi orsøk. Men hon hevur ikki fyri neyðini at liggja í andvekri, tí so galið verður tað ikki. Leivur er fram- vegis borgarstjóri í Havn, og heilt goyma hann burtur til eftir býráðsvalið ber nú einaferð ikki til. Men neyv- an verður Leivur nógv at síggja í lýsingarherferðini. Hóast tað er ógjørligt hjá Tjóðveldisflokkinum og Sambandsflokkinum at vera í samgongu landspolitiskt, so letur tað seg væl gera í býráðnum. Men nú er Beata farin at seta girðingar upp. Og røttu megin girðingina verður ikki pláss fyri nøkr- um Tjóðveldisflokki - í øll- um førum má hann haldast í bandi. Hetta boðar ikki frá góðum. Eru sjónarmiðini hjá Beatu umboðandi fyri Sambandsflokkin, verður einki samstarv flokanna millum eftir valið. Eitt eru Beata og eg tó samd um. Bæði hava vit vónir um, at Snarskivan roynist væl. Tað verður so nakað, sum ein komandi borgarstjóri fær gleði av. Um hann so eitur Leivur ella Heðin. Klæmint Olsen Býráðslimur Beata og Snarskivan Samdir tannlæknar Ársaðalfundurin hjá Føroya Tannlæknafelag var hildin á Hotel Hafnia fríggjakvøldið 29. sept. Nevndin er á val á hvørjum árið, men varð afturvald uttan mótval- evni. Kaj Antoniussen er sostatt formaður á øðrum árið við Gunn Jacobsen sum skrivara og Unnur Jensen sum kassameist- ara. Nú í heyst eru liðin 40 ár síðani føroyskir tann- læknar tóku seg saman at stovna egið felag. Stovn- aðarfundur var 15. de- sember 1960. Í tí fyrstu nevndini í Føroya Tann- læknafelag var Magnus Jensen formaður, Erling Simonsen skrivari og Mia Jensen kassameistari.