hósdagur 5. oktober 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓLAVUR Í BEITI
Finnur Helmsdal, løgtings-
maður, hevur sett Jørgen
Niclasen,
fiskimálaráð-
harra, fimm spurningar í
fyrispurningi.
Finnur
Helmsdal vil hava at vita,
um
landsstýrismaðurin
heldur, at kunngerðin um
grind frá 1998 virkar eftir
ætlan? Her verður kanska
mest hugsað um grein 18.,
ið snýr seg um grindabýtis-
skipanina, ella heldur lands-
stýrismaðurin, at tað er rætt,
at grind nógva staðni í land-
inum fyri tað mesta verður
býtt í drápspartar og til ser-
ligar persónar. Meðan lut-
víst lítil partur fer til fókið?
Eisini vil Finnur Helms-
dal hava at vita, um lands-
stýrismaðurin hevur ítøkil-
igar ætlanir um at fremja
broytingar/ábøtur í grein 18
í kunngerðini um grind? Og
ÓLAVUR Í BEITI
Heðin Mortensen, løgtings-
maður, hevur spurt fíggjar-
málaráðharranum, um hann
ætlar at taka av meirvirðis-
gjaldi á trygdarútgerð og at
gatt-tollur
ikki
verður
kravdur av trygdarútgerð?
Í viðmerkingunum sigur
Heðin Mortensen m.a., at
eingin ivi er um, at trygdar-
útgerð hevur avmarkað av-
leiðingarnar av skaðatil-
burðum, og eisini hevur hon
bjargað mongum mannalív-
um her á landi.
– Trupulleikin fyri brúk-
aran er tó, at trygdarútgerð-
in er í mongum førum sera
kostnaðarmikil. Og Heðin
Mortensen nevnir dømi um
kappróðrarfelag, sum skuldi
hava 57 bjargingarvestar,
sum í ár kostaðu 45.600
krónur tilsamans, men sum
næsta ár fara at kosta 74.100
krónur tilsamans. 30% av
hesum svara til 22.230
krónur, sum landskassin fær
í sín part. Umframt hetta,
verður kravt, at hvør kapp-
róðrarbátur
skal
hava
kumpass, pøs/eyskar radar-
reflektor og floytu/blásilúð-
Grindin býtast eftir
avriki
Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt, at grind nógva staðni í landinum fyri
tað mesta verður býtt í drápspartar og til serligar persónar, vil Finnur Helmsdal
m.a. hava at vita frá fiskimálaráðharranum í fyrispurningi
hvat heldur landsstýrismað-
urin um tað, at alt størri
partur av grindini, vit drepa,
endar sum smáhandilsvøra?
Hvat heldur landsstýris-
maðurin um uppskot at seta
arbeiðsbólk at endurskoða
kunngerðina um grind - ser-
liga við atliti at grindabýtis-
reglunum og tað, at grind
er vorðin handilsvøra?
Fólk ivast
Í viðmerkingunum sigur
Finnur Helmsdal m.a., at
mangir eru teir føroyingar,
sum í hesum døgum halda,
at skipanin viðvíkjandi
grindabýtinum eigur at
verða broytt. Vit hava stað-
fest, at fiskurin í okkara
høvum er okkara felags til-
feingi og ogn alra føroyinga
(hóast nógv av røttum ivast
í hesum), men vit hava –
um kanska ikki formliga –
so kortini í praksis staðfest,
at grindin einsini er okkara
felags tilfeingi og ognin hjá
okkum øllum.
– Nú eru fólk so eisini
farin at ivast í sannleika-
virðinum í hesum. Líkt er tí
til, at skipanin viðvíkjandi
grindabýti (sum stendur at
lesa í grein 18 í kunngerð
frá 8. apríl 1998 um grind)
ikki er í samsvari við tað,
fólk ynskja. Nógv bendir á,
at
grindaskiftisskipanin,
hóast góð á pappírinum, nú
er so avlagað, at hon eigur
at verða endurskoðað, so
skjótt til ber.
– Gamalt er, at tá skipan
ella reglugerð ikki er nøkt-
andi, tá venda vit aftur til
grein eitt, sigur Finnur
Helmsdal, og heldur at tað
hevði verið skilabest, um
grindin bleiv býtt sambært
avriki. Skilt soleiðis, at
grundleggjandi eiga allir
borgarar sín part. Tíðin er
farin frá, at fólk, sum fáast
við grind vegna starv sítt,
skulu lønast við ríkiligum
grindaparti. Hesi fólk eiga
at fáa samsýning sum løn
frá arbeiðsgevara sínum.
Færri bátar
Og viðvíkjandi talinum av
bátum, sigur Finnur Helms-
dal, at tað er helst ov stórt
nógva staðni, men í Havnini
er støðan hesum viðvíkjandi
bæði syndarlig og tragi-
komisk. Seinasta dømi er,
at fleiri enn 300 bátar róku
22 hval inn á Sandagerð.
Lítið er tí at ivast í, at neyð-
ug og ítøkilig stig skulu tak-
ast fyri at avmarka talið á
grindabátum munandi.
– Innihaldið í hesum við-
merkingunum skal ikki
skiljast sum ein lemjandi
dómur yvir alt, sum hevur
við grind og grindadráp at
gera. Tvørtur ímóti vil eg
siga, at Grindamannafelag-
ið saman við mydugleikum
okkara hevur framt nógvar
sera positivar og mennandi
broytingar á hesum øki.
Hetta arbeiðið er so at siga
bara rós vert. Tí er tað stórt
spell, at skipanin við sjálv-
Trygdarútgerð uttan
meirvirðisgjald og toll
Meginreglan eigur at vera, at landsins myndugleikar skulu
stuðla borgarunum í at nýta trygdarútgerð, heldur Heðin
Mortensen
ur.
– Fyri vanligar smábátar,
ið verða nýttir til útróður
ella at fara á flot við, eru
krøvini um trygdarútgerð-
ina munandi strangari. Eis-
ini her er talan um eina
kostnaðarmikla útreiðslu,
harav landskassin fær stór-
an part.
Børn uttan vest
– Tað er vanligt í Føroyum
at síggja børn í ongum
bjargingarvesti standa eins-
amøll á keiini ella í einum
báti og fiska. Eingin ivi er
um, at ein bjargingarvestur
her hevði økt munandi um
trygdina hjá hesum børnum.
Men spurningurin er, um
foreldur at fleiri børnum
hava ráð at keypa bjarging-
arvestar, sum hvør kostar
umleið 400 krónur? Eisini
her fær landskassin 25% í
meirvirðisgjaldi, og 6,3% í
gatt tolli, um vøran hevur
sín uppruna uttan fyri ES.
Er talan um ES-vøru, er
eingin tollur, men meirvirð-
isgjaldið er tó framvegis
25%.
– Meginreglan eigur at
vera, at landsins myndug-
leikar skulu stuðla borgar-
unum í at nýta trygdarút-
gerð. Innkeypsprísin og
vinningin hjá forhandlarun-
um kunnu vit frá politiskari
síðu ikki gera so nógv við,
men tað kann ikki vera rætt,
at landskassin skal vinna
stórar upphæddir, tá fólkið
roynir at liva trygt og at
halda landsins lógir. Tí
hevði tað verið hóskandi,
um meirvirðisgjald og tollur
ikki vórðu løgd á hesa út-
gerð, sigur Heðin Morten-
sen m.a. í viðmerkingunum.
um býtinum skal spilla
spælið og kanska eina ferð
gerast ein álvarslig hóttan
móti siðvanda grindadráp-
inum.
Og at enda stillar Finnur
Helmsdal uppskot fram um,
at landsstýrið saman við
Grindamannafelagnum setir
niður arbeiðsbólk at endur-
skoða fyrst og fremst býtis-
skipanina, sum hon er orðað
í grein 18 í kunngerðini um
grind. Bólkurin eigur eisini
at viðgera og koma við til-
mæli um, hvussu vit sum
mest fyribyrgja, at tvøst og
spik gerast handilsvørur.
Heðin Mortensen
Finnur Helmsdal
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 191 - 5. oktober 2000
Nr. 191 - 5. oktober 2000
gult cyan magenta svart
Hví er Jóannes altíð so full-
komiliga undirgivin Nyrup?
Hví letur hann seg brúka av
donsku stjórnini, sjálvt tá
stjórnin eyðmýkir føroy-
ingar?
Í floksblaðnum hjá sær
grætur Jóannes Eidesgaard
herfyri síni søltu tár um tað
vanlukku støðu, sum nú er
íkomin. Og tað er av sonn-
um ein verri støða:
Ósemja er millum danska
Socialdemokratiet og føroy-
ingar!
Á dett vanlukku skil!
Tí Jóannes er jú ikki bara
føroyingur — hann er eisini
danskur socialdemokratur.
Hann er ikki bara danskur
socialdemokratur — hann
er eisini føroyingur.
Tá stríð er millum før-
oyingar og tann kongaliga
socaldemokratiska stjórnar-
flokkin, kemur Jóannes í
stríð við seg sjálvan.
Hann verður fornermaðu-
r, beiskur og óður — og tað
førdi so í viku 38 til, at
Føroya fólk gjørdist vitni til
tvey illsinnisgleps í Sosi-
alinum.
Socialdemokratiet fyrst
og fremst
Tað, sum undrar mong tá
Jóannes skeldar, er, at tað
ongantíð
er
Social-
demokratiet, sum ger nakað
skeivt. Tað eru altíð føroy-
ingar, hann er illur inn á!
Hetta er sera løgið — ikki
minst í hesum døgum.
Tí tað er jú tann social-
demokratiska stjórnin, sum
noktar føroyingum at tosa
við ST.
Tað
er
tann
social-
demokratiska stjórnin, sum
noktar føroyingum at tosa
við NATO.
Tað er tann socialdemo-
kratiska stjórnin, sum legg-
ur seg útí okkara fiskivinnu-
samráðingar við Ísland og
Grønland.
Tað er tann socialdemo-
kratiska
stjórnin,
sum
noktar at lýsa føroyskt sum
alment mál og tjóðarmál í
Føroyum.
Jóannes Eidesgaard er
tann avgerandi atkvøðan hjá
stjórnini. Hansara stuðul er
fyritreytin fyri, at Nyrup
kann sita við valdið.
Tí kunnu vit siga, at tað,
sum stjórnin er — ja, tað
ger Jóannes Eidesgaard!
Hansara atkvøða verður
brúkt til at nokta føroying-
um at fáa føroyskt viðurkent
sum tjóðarmál í okkara
egna landi!
Hansara atkvøða verður
brúkt at nokta okkum at tosa
við ST og NATO, og tað er
við hesum atkvøðum sum
grundarlagi, at stjórnin
leggur seg útí okkara fiski-
vinnutingirnar!
Trúgvur ímóti Nyrup
Tekur Jóannes undir við
hesum? Vil hann, at danskt
skal vera okkara tjóðarmál?
Neyvan.
Hann er bara so totalt og
fullkomiliga trúgvur mót-
vegis sínum donsku ar-
beiðsgevarum, at sjálvt tá
teir eyðmýkja føroyingar,
stuðlar hann teimum, og
letur seg brúka av teimum.
Hann torir ikki at hótta
við at taka sín stuðul aftur.
Hann torir ikki ein ganga at
siga nei. Hann torir bara at
siga “ja, harra Nyrup”!
Tá so stjórnin við hansara
stuðuli t.d. staðfestir at
danskt er alment mál her í
landinum, ella noktar føroy-
ingum at tosa við ST ella
NATO, ja, so verður hann í
øðini. Ikki inn á stjórnina,
men inn á sínar egnu lands-
menn!
Sambært Jóannesi er feil-
urin ikki at stjórnin noktar
føroyingum at tosa við
NATO — nei, feilurin er, at
føroyingar biðja um loyvi
Nú eg havi latið meg stilla
upp til býráðsvalið í Havn,
havi eg hug at sláa eitt slag
fyri frælsum ítrótti í høv-
uðsstaðnum. Frælsur ítrótt-
ur er grundarlagið undir
øllum øðrum ítrótti. Frælsi
ítrótturin er tann klassiski
ítrótturin, sum var í hásæti
í teimum gomlu olympisku
leikunum, og sum enn dagin
í dag er ryggurin í olymp-
iskum leikum.
Frælsur ítróttur verður
íðkaður undir skipaðum
viðurskiftum
um
allan
heim, eisini í Eysturoynni,
men ikki í høvuðsstaði Før-
oya. Eg haldi, at tað er stórt
spell og forsømilsi av fleiri
ættarliðum av býarpolitikar-
um, at Havnin framvegis
ikki er før fyri bjóða sínum
mongu
borgarum
ein
ítróttavøll til sjálvan frum-
ítróttin.
Frælsur ítróttur fevnir um
nógvar ítróttagreinir. Tær
eru mest fyri einstaklingar
og spenna frá renningum av
ymsum slag um longdarlop,
sleggjuvarp og kúluvarp til
hástøkk og stangarstøkk.
Hetta eru góðar krops-
venjingar, sum hava stóran
týdning fyri trivnaðin hjá
Viðmerkingar
Frælsur ítróttur í Havn
bæði ungum og eldri. At tær
ikki kunnu íðkast og takast
við í frítiðarvirksemi í dag,
er eitt stórt minus fyri land-
sins høvuðsstað, ið kann
reypa av eini svimjihøll,
sum stendur mát við tær
bestu í Norðurlondum.
Havnarmenn hava í eina
heila øld bygt stadion í
Gundadali uttan at veita tí
klassiska ítróttinum inni-
vist. Eg vænti ikki, at Tórs-
vøllur verður broyttur í
bræði, og tí haldi eg, at
Tórshavnar Býráð skal
ganga undan at gera eitt øki
til frælsan ítrótt.
Hetta øki kann til dømis
vera í natúrperluni í Hoy-
dølum. Har er pláss fyri
rennibreyt
og
øðrum
breytum, sum hoyra til ein
framkomnan
ítróttavøll.
Har kunnu øll íðka og
renna, eisini tey, sum fáast
við bóltspøl, kappróður og
innanduraítrótt, og tey, sum
bara vilja renna sær ein túr
fyri sína egnu vælveru.
Tað er ikki nóg gott fyri
høvuðsstaðin í Føroyum, at
ítrótturin
má
siga
Oyggjaleikirnar frá sær, tí
Havnin hevur ikki teir vøllir
og tær breytir, sum krevjast
til kappingarnar.
Komandi býráð eigur at
taka spurningin um eitt øki
til frælsan ítrótt upp í
stórum álvara og raðfesta
hann frammarlaga. Hetta er
eitt tilboð, sum landsins
høvuðsstaður eigur at geva
sínum borgarum, og ein
fyritreyt fyri, at vit kunna
meta okkum javnt við aðrar
høvuðsstaðir.
Jógvan Arge
valevni tjóðveldisfloksins
til Tórshavnar Býráð
Lesarabræv
Jóannes Eidesgaard í stríð við seg sjálvan
til tað!
Feilurin er, at føroyingar
biðja um at føroyskt skal
vera okkara høvuðsmál!
Feilurin er, at føroyingar
seta ST ein spurning!
“Tað er landsstýri sum
skapar
samanbrestir!
Landsstýrið ger sær fyri
skommum!” skeldar Jóann-
es.
Og tann einasti mátin at
sleppa undan samanbrest-
um, ja, tað er sjálvsagt at
vit geva okkum fult og heilt
undir stjórnina og hennara
vilja.
Vit skulu ikki ein gang
spyrja nakran um nakað,
uttan við loyvi frá stjórnini.
Vit skulu, snøgt sagt, vera
eins totalt undirgivin teir
donsku
socialdemokrat-
arnar, sum Jóannes sjálvur
er!
Tann vanligi veljarin
undrast. Tí var hetta ikki
maðurin, sum áðrenn fólka-
tingsvalið bað um stuðul frá
føroyingum, tí hann skuldi
niður á danating at vera eitt
føroyskt jarnbrot?? Og er
hetta ikki sami maður, sum
hevur sagt við donsku
pressuna: “_jeg lader mig
ikke prostutuere”!
Kai Vágfjall
Jú, eg hoyrdi rætt!
Koyrdi í einum lastbili
fríggjakvøldið. Passaði ar-
beiðið soleiðis, at lastin var
full um útvarpstíð, so eg
kundi hoyra tíðindini á veg
niðan á brennistøðina.
Samrøða var við lands-
stýrismannin í fíggjarmál-
um. Hann tosaði m.a. um at
tálma nýtsluni, so búskap-
urin ikki kókar yvir – og alt
gott um tað.
Men hóast dieselmotorur-
løn enn aðrastaðni?
Ella hvat við kommunu-
monnunum, sum ganga
aftaná asfaltbilinum og fylla
í holurnar, so vegirnir verða
tryggari at koyra á? Heima-
hjálpirnar og vaskikonurnar
á Landssjúkrahúsinum, fáa
tær betri sømdir enn aðra-
staðni? Nei, so er ikki.
Og so kundi eg nevnt
nógv onnur hampafólk, sum
passa sítt dagliga arbeiði og
stríðast við at fáa endarnar
at røkka saman.
Í mínum arbeiði komi eg
hvørja viku runt um í land-
inum og eg síggi onki til at
havnarfólk hava størri for-
brúk enn onnur í hesum
samfelagnum!
Vinarligast,
Bjarti Mohr, valevni
hjá Fólkaflokkinum
in á lastbilinum næstan
yvirdoyvdi útvarpið, so
hoyrdi eg hann siga, at
»kanska serliga í høvuðs-
staðarøkinum« er nýtslan
stór.
Hetta fekk meg at hugsa:
Hava flakafólkini á virkin-
um í Havn ella lossararnir á
Eystaru Bryggju meiri pen-
ing at rutta við enn aðrir
føroyingar? Fáa almenn
starvsfólk í Havn meira í
Undirritaðu býráðslimir,
Jan Christiansen, Páll
Petersen, Jørleif Kúrberg,
biða um, at á komandi bý-
ráðsfundi tann 5. oktober,
verður givin ein frágeið-
ing um fjarhitafelagið.
Grundgeving: Við tað
at ein sera stór misnøgd
er millum teir borgarar í
kommununi,
ið
eru
knýttir at fjarhitaskipan-
ini, ynskja býráðslimirnir
fyri fólkaflokkin at fáa
ein nágreiniliga frágreið-
ing
um
viðurskiftini
millum brúkararnar og
fjarhitafelagið.
Biðja um frágreiðing
um Fjarhitafelagið
Tá býráðið stendur sum
eigari av helvtini at P/f
Fjarhitafelagnum, má tað
vera rætt og rímuligt, at
býráðslimir
eru
væl
kunnaðir um viðurskiftini
í fjarhitafelagnum, serliga
um samskiftið millum
brúkararnar av fjarhita og
felagið ikki er nøktandi.
Vinarliga
Jan Christiansen,
Páll Petersen,
Jørleif Kúrberg
Komandi bygdarráð á
Sandi hevur í høvuðs-
heitinum fýra øki at taka
sær av, ið hava serligan
týdning fyri bygdina,
nevniliga:
• Havnalagið-asfaltering
• Kloakkir
• Barnaskúlin
• Barnagarður
Tað er altíð ringt at rað-
festa, men høvuðsøkið
fyri framtíðar trivnaði
hevur sítt grundarlag í
fíggjarligu fyritreytunum,
og tí eigur alt at verða
gjørt fyri at skapa um-
støður hjá fiskivinnuni og
tí, ið har tilhoyrir.
Havnalagið
Størsta skuldbindingin
hjá kommununi er bundin
av nýggju havnini. Bygd-
arráðið stóð á einum
vegamóti,
tá
avgerð
skuldi takast um, annað-
hvørt
havnin
skuldi
útbyggjast ella ikki, og
hetta kravdi helst størri
fíggjarorku, enn komm-
unan kundi bera, ella lata
standa til, og harvið alt
grundarlag, sum varð
treytað av fiskivinnuni,
vildi steðga upp. Bygdar-
ráðið valdi at taka við av-
bjóðingini,
og
hóast
skuldarbyrðan er tyngj-
andi í dag, so livi bygdin!
Havnaøkið vestan fyri
flakavirkið er planerað,
men neyðugt verður við
asfaltering av økinum
khetta verður ein neyðug
uppgáva hjá nývalda
bygdarráðnum!
Kloakkir
Ein týðandi fyritreyt fyri
trivnaði eru góð og hósk-
andi
kloakviðurskifti.
Okkum er kunnugt, at tað
er sera kostnaðarmikið at
kloakera Sands bygd, tí
økið er so slætt, hallið
lítið, og tí er neyðugt við
fleiri pumpustøðum, ið
eru kostnaðarmikil. Ar-
beiðið er í gongd, men
nógv er eftir, og er ætlan
við neyðugum tekningum
gjørd, so ein neyv plan-
legging er tøk.
Barnaskúlin
Sands bygd hevur ein
ótíðarhóskandi bygda-
skúla fyri minnu børnini.
Hesin er umleið 120 ára
gamal, og hevur fyri
neyðini stórar og kostn-
aðarmiklar umvælingar/
byggingar, men helst var
rættast at bygt nýggjan
barnaskúla.
Grundleggjandi egin-
leikar í børn okkara verða
í fyrstu syftu skapt í heim-
inum saman við foreldr-
unum, men seinni skulu
tey fáa kunnleika innan
skúlagátt, og tí er neyðugt
at karmarnir eru í lagi!
Barnagarður
Í hesum døgum hevur
nógv verið frammi um
barnagarð á Sandi. Málið
er helst gjørt nógv størri
og umfatandi, enn tað í
veruleikanum er. Sands
bygd hevur síðan mið-
skeiðis í 1980-unum havt
dagrøktarskipan, ið efti
rmínum
tykki
hevur
riggað væl, men nú er
ynski um at skipa røktina
við barnagarði, og hevur
bygdarráðið samtykt at
vera við í hesi ætlan.
Samanum tikið kann
sigast, at øll hesi ynski og
krøv eru treytað av einari
neyvari fíggjarstýring og
tí verður tað avgerandi
fyri komandi bygdarráð,
at tað kennir sínar fíggj-
arligu ábyrgd!
Eyðun Viderø
Fyrst tryggja inntøku-
grundarlagið!