hósdagur 5. oktober 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
17
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 191 - 5. oktober 2000
Nr. 191 - 5. oktober 2000
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir stuðulsfólki til 10 ára gamalt
barn í Eysturoy.
Arbeiðið hjá stuðulinum verður, í neyvum
samstarvi við avvarðandi barnaverndar-
nevnd og Almannastovuna og í samráð við
heimið, at fara til ymisk ítriv við barninum,
menna fakliga støðið og annars stuðla og
menna barnið á allan hátt.
Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna, og stuð-
ulin er fyribils játtaður fram til 30.06.2001.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála ímillum Fíggjarmálastýrið og av-
varðandi yrkisfelag.
Umsóknir mugu vera okkum í hendi í sein-
asta lagi 16.10.2000 og skulu stílast til:
Almannastovan
Att. Petra Joensen, sosialráðgevi
Postboks 3096
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið fáast á tlf. nr.
31 54 80 lokal 127 hjá Petru Joensen og
lokal 141 hjá Sigrun Bærentsen.
Bilar til sølu
Velbastaðvegur • 110-Tórshavn
Tel. 31 73 00 - 21 73 00
Sosialurin - 311820
Merki
Árg.
Toyota LiteAce 2,0
Diesel van
87
Audi 100 2,2E Autm.
87
Opel Vectra 1,6
89
BMW 320i
91
Citroën BX 16 RS
88
Kia Sephia 1,5 GTX
97
Ford Escort 1,8
96
Lagalig fígging!
Seyður til sølu
Livandi ella flettur.
Ring tlf. 373221 ella tlf. 370539
Vit hava fingið vulkaniseraði vetrardekk á goymslu, við vælumtókta
Nokia bananum.
Til dømis:
155 x 13
460 kr.
175/70 x 14
580 kr.
185 x 14 RF
600 kr.
Allir prísir eru v/ MVG og skift.
Eyka fyri íspíkar 100 kr.
Vetrardekk
FR-900 Vágur
Tlf. 373680 - 373660
fartlf. 214865
Fólk søkist
til Tíðindablaðið Sosialin,
marknaðardeildin
Vit sóknast eftir einum fólki at taka
sær av dagliga arbeiðinum við sølu
av lýsingum og øðrum fyrifallandi
uppgávum.
Herundir er ein uppgáva at verða
við til at menna og reka Internet
Sosialin.
Tú:
• Ert ágrytin
• Dugir væl at tosa í telefon
• Hevur lætt at tosa við fólk
• Hevur áhuga fyri telduarbeiði
• Ert før/ur fyri at arbeiða undir
tíðartrýsti
• Hevur hugflog og dugir at festa tað
á pappíri
• Dugir væl føroyskt
• Kanst byrja skjótast gjørligt
Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi og mennandi starv,
har tú gerst partur av eini væl-
virkandi marknaðardeild
• Samskifti innan- og uttanlands við
viðskiftafólk okkara
• Áhugaverdar og fjølbroyttar
uppgávur
Umsóknarfreistin er 12. oktober 2000.
Løn samb. avtalu.
Umsóknin skal saman við viðkomandi
skjølum sendast til:
Sosialurin
P.O. Box 76
110 Tórshavn
Att.: Dagbjørt Hansen
Tú ert vælkomin at ringja tel. 311820
at hoyra meira um starvið.
Spyr eftir Dagbjørt ella send ein
e-mail til:
dagbjort@sosialurin.fo
Vit eru allatíðina úti um okkum, og fimm ferðir um vikuna
koma vit á gøtuna við einum nýggjum og feskum blað.
Umframt tað verður blaðið hvønn dag lagt á internetið.
Her starvast í dag uml. 25 fólk.
Fólk søkist
Fólk søkist at arbeiða nakrar tímar um vikuna í
klædnahandlinum Seytjan á Áarvegnum.
Viðkomandi skal kunna arbeiða sjálvstøðugt,
verða arbeiðssom og fyrikomandi.
Skrivlig umsókn verður at senda innan 16. okt. til:
Seytjan
Áarvegur 12
100 Tórshavn
Áarvegur 12 • 100 Tórshavn • Tel. 311305 • Fax 311304
E-mail: seytjan@post.olivant.fo
Sosialurin 311820
www.safari.fo
SJî-
FRAKT
Sosialurin - 311820
Tel. 32 22 22
SAFARI
TRANSPORT
Lesið
-tað
loysir
seg
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður við norðurlandamál-
um, var í farnu viku í Ný
Foundlandi, har hann m.a.
hitti ráðharrar úr øðrum
londum og oyggjum í Norð-
uratlantshavi.
Fundurin millum ráðharr-
arnar varð hildin í sambandi
við eina stóra ráðstevnu, har
350 fólk umrøddu royndir
við- og møguleikar fyri bú-
skaparligari
menning
í
Norðuratlantshavi.
Ráðharrar úr New Found-
landi,
Prince
Edward
Island, Íslandi, Írlandi og
Føroyum luttóku ráðharra-
fundinum.
Menning og vinnuliga
endurnýgging
Beaton Tulk greiddi frá hvat
hendi tá toskabannið bleiv
sett í gildi fyri Ný Found-
land í 1992, og 40.000 fólk
mistu arbeiðið frá degi til
dags. Hetta varð ein dyggur
smeitur fyri alt samfelagið,
men í dag útflytir Ný
Foundland fisk fyri størri
virði enn nakrantíð — hóast
toskabannið framvegis er
galdandi.
Tað góða úrslitið komst
av, at myndugleikarnir, tað
privata vinnulívið og fak-
feløgini gingu saman um at
umleggja fiskivinnuna til
onnur fiskasløg, og løgdu
størsta dentin á gransking
og góðsking fyri at økja um
virðið.
Í Ný Foundlandi royna
myndugleikarnir at sleppa
undan beinleiðis studningi
til vinnulívið, og skapa í
staðin góðar útbúgvingar-
møguleikar og styrkja so
nógv sum til ber um sam-
skiftis- og samferðslumøgu-
leikarnar.
Beaton Tulk helt eisini, at
fosturlandskenslan var heilt
avgerandi fyri ta búskapar-
ligu menningina. Eini av
ráðunum hann hevði til tann
sum vildi virka fyri at
tryggja búskaparliga menn-
ing í útjaðaraøkjum, vóru
stutt og greitt: »Awake
some patriotism!«
Handil og ídnaður
Valgerdur
Sverrisdottir
greiddi frá tí stóra trupul-
leikanum sum miðsavning-
in hevur við sær í Íslandi,
har støðugt fleiri fólk flyta
til Reykjavíkar.
Hetta kemst m.a. av, at
bert 20% av virðisøkingini
av eini vøru hevur beinleið-
is samband við sjálva fram-
leiðsluna, meðan 80% av
virðisøkingini verða skapt í
»spin-off« ídnaðum sum út-
búgving, gransking, markn-
aðarføring osv. Og hesi ar-
beiðspláss hava lyndi til at
flyta til Reykjavíkar.
Tað er ikki í fiskivinnu og
landbúnaði at nýggj arbeiði
verða skapt, og tí royna ísl-
endskir myndugleikar at
flyta tann háteknologiska
ídnaðin og kunningar-ídn-
aðin út til tey smærru pláss-
ini.
Hetta verður ikki gjørt við
beinleiðis studningi ella
nøkrum sum kann avlaga
kappingina, men við at flyta
stovnar út til smáplássini,
og at skapa mentanarlig- og
frítíðartilboð á smáplássun-
um.
Landbúnaður og
økismenning
Noel Davern legði dent á ta
kollveltingina, sum er farin
fram í írlendska búskapin-
um gjøgnum 90’ini, har ein
miðvísur vinnulívspolitikk-
ur hevur lagt Írland fram í
búskaparliga oddin í Eur-
opa.
Miðsavning er eisini ein
ovurstórur trupulleiki í Ír-
landi, og har hava myndug-
leikarnir sett sær fyri at flyta
miðfyrisitingina út á smá-
plássini. 4.000 arbeiðspláss
eru flutt úr Dublin, og 6.000
afturat verða flutt komandi
árini.
Royndirnar higartil hava
eydnast væl, og tað hevur
verið ein fyrimunur at skapa
fortreytir fyri almennari
fyrisiting og kunningar-
ídnað á teimum plássum,
sum áður bert høvdu van-
liga framleiðslu. Hetta verð-
ur eisini hildið at vera ein
fortreyt fyri framhaldandi
økismenning, tí tey nýggju
arbeiðsplássini verða ikki
skapt í vanligum ídnað, men
í kunningarídnað av ymisk-
um slagi.
Prince Edward Island
Eisni Chester Gillan frá
Prince Edward Island legði
dent á, at »governments
can’t create jobs« — tað er
ikki og kann ikki vera upp-
gávan hjá myndugeikunum
at skapa arbeiðspláss við
beinleiðis
studningi
til
vinnulívið.
Í staðin skulu myndug-
leikarnir leggja dent á út-
búgvingar- og menningar-
møguleikar. Á Prince Ed-
ward Island hava teir í hes-
um sambandi m.a. bygt eina
15 km. langa brúgv inn til
fastlandið, og givið 60
bygdum ókeypis atgongd til
teldur og internet.
Høgni Hoydal
Sum umboð fyri Føroyar
greiddi Høgni Hoydal ser-
liga frá kollveltingini sum
er hend í Føroyum farnu
árini, har vit eru farin frá
einum reinum studningsbú-
skapi sum gav undirskot, til
ein sjálvberandi búskap,
sum gevur stórt yvirskot.
Hann greiddi eisini frá ætl-
anunum um føroyskt full-
veldi, og segði at ein av
høvuðsorsøkunum til hesa
ætlan júst er at forða fyri, at
Føroyar aftur enda í studn-
ingbúskapinum.
»Verða
Føroyar ikki sálvstøðugar er
stórur vandi fyri, at tað bú-
skaparliga ansni sum bygt
er upp, fer fyri skjeyti, og
at studningurin úr Danmark
aftur fer at verða slúsaður
inn í búskapin. Hendir tað
er lítil ivi um, at vit stýra
ímóti eini nýggjari kreppu«,
segði hann.
Hann legði dent á, at vit
sum kring Norðuratlants-
havi hava framúr møguleik-
ar at ganga undan í heimin-
um, tá tað snýr seg um at
verja nattúrutilfeingi og
umhvørvi og at skapa sterk-
ar mentanir.
Formligt samstarv
Tað gjørdist skjótt greitt, at
allar tær umboðaðu oyggj-
arnar á fleiri umráðum hava
líknandi royndir og hava
líknandi trupulleikar: Øll
hava ringar royndir av
studningsbúskapi, og royna
at skapa fortreytir fyri ein-
um sjálvberandi vinnulívi,
øll hava trupulleikar av
miðsavning, og royna at
bøta um umstøður og trivn-
að á smáplássunum, øll
hava í ov stóran mun útflutt
lítið virkaðar vørur, og eru
sinnað at økja um virði av
útflutninginum við gransk-
ing og góðsking, øll leggja
dent á útbúgving og ment-
anin, sum grundarlag fyri
virkishuginum og menning-
ini í oyggjasamfeløgunum.
Orsakað av at umstøðurn-
ar líkjast so nógv, hildu allir
ráðharrarnir, at økini og
londini eiga at fara undir eitt
meira formligt samstarv, so-
leiðis at tey kunu læra av
royndunum hvør hjá øðrum.
Ráðharrarnir avráddu tí at
hittast aftur á Ålandi næsta
ár, og tá fara undir at leggja
hetta samstarv til rættis.
Samstarv tvørtur um alt
Norðuratlantshav
Oyggjar í Norðuratlantshavi vilja økt samstarv innan gransking og útbúgving
Føroyar liggja í lægra
endanum
ÁKI BERTHOLDSEN
Ofta verður tikið til, at før-
oyingar hava heimsins dýr-
astu olju- og bensinprísir at
dragast við.
Men tað passar ikki.
Støðan er tvørturímóti, at
bæði hvat brenniolju til set-
hús, og hvat dieselolju til
bilar viðvíkur, liggja vit í
lægra endanum í Evropa.
Tað vil siga, at nógva
staðni eru avgjøldini á olju
og bensini hægri enn í Før-
oyum.
Hetta sæst á einum yvir-
liti, sum Fíggjarmálastýrið
hevur sett í eina frágreið-
ing, ið varð løgd fyri tingið
í sambandi við at uppskotið
til fíggjarlóg fyri 2001 varð
lagt fram herfyri.
Tað kann eisini vera vert
at leggja til merkis, at lond,
sum hava oljuvinnu, eitt nú
Noreg, Bretland og Dan-
mark, hava hægri oljuprísir
enn, hvat Føroyar hava.
Í øðrum yvirlitinum, sum
er sett við hesum stubban-
um, sæst, hvat 1.000 litrar
av brenniolju kostaðu til
Hendan talvan vísir prísin á brenniolju til vanlig sethús tann 15. september í ár. Bæði
í Danmark, Noregi og í Svøríki er oljan dýrari, enn í Føroyum.
Hendan talvan vísir, hvat ein litur av bensini og dieselolju
til bilar kostar í ymsum londum í Evropa. Tað sæst, at
nógvir bileigarar eru verri fyri í so máta, enn teir føroysku
húsarhaldini tann 15. sep-
tember í ár.
Í sambandi við prísin á
brenniolju, hevur oljuav-
gjaldið verið nógv umrøtt.
Í apríl mánaða í ár varð
tað ásett til 80 oyru fyri lit-
urin.
Frammanundan varð tað
95 oyru fyri liturin, men tað
lækkaði eitt hálvt oyra,
hvørja fer prísiurin hækkaði
eitt oyra.
Og øvugt hækkaði tað eitt
hálvt oyra, hvørja fer prís-
urin á olju lækkaði eitt
oyra.
Í 1998 var avgjaldið 93
oyru í miðal fyri liturin og í
1999 var tað í miðal 98 oyru
fyri liturin.
Landsstýrið sigur, at tað
vóru nógvar orsøkir til, at
tað varð lagt fast.
At tað var flótandi forð-
aði fyri kapping á økinum.
Samstundis var tað ógjør-
ligt at leggja fíggjarætlanir
fyri oljuavgjaldið, tá ið tað
var skiftandi.
Og tað var eisini hildið at
vera rættast, at brúkarin
sjálvur
merkti,
hvussu
marknaðarprísirnir á olju
broytast.
Í hinum yvirlitinum sæst,
hvat prísurin á blýfríum
bensini og dieselolju til
bilar kostaðu hendan sama
dagin.
Tølini eru frá Statoil, Før-
oya Shell og Vejdirektorat-
et.