týsdagur 16. august 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 153 - 16. august 2005
Fríggjadagin vóru 120
fólk til Fakfestival
fyri Frítíðarskúlar
2005 í Mentanarhús-
inum í Fuglafirði.
Hetta er aðru ferð
fakfestivalurin er og
nógv áhugavert var á
skránni
BARNARØKT
Jarvin Feilberg, formaður í
Føroya Pedagogfelag og
Jógvan Philbrow, nevndar-
limur í Føroya Pedagogfe-
lag og leiðari á frítíðarskúl-
anum í Fuglafirði løgdu
fyri við eini áhugaverdari
framløgu, har teir m.a.
eftirlýstu børnini í visión
2015.
Margrethe Brun Hansen,
cand. psych. hevði eina
hugvekjandi og skemtiliga
framførslu. Hon tosaði um,
í hvussu stóran mun starvs-
fólk á frítíðarskúlum/heim-
um hava ábyrgd ella sam-
ábyrgd fyri uppalingini av
børnunum. Um hvussu vit
við at skemaleggja alt taka
initiativið frá børnunum.
Sum dømi nevndi hon, at
eitt barn kemur inn og
sigur: »Jeg vil gerne ud og
skyde en krokodille«. So
hyggja vit at skemanum og
siga, nei, tað letur seg ikki
gera nú, men týsdagin kl.
14.00 skulu vit út at »skjóta
krokodillur«. At børn siga
frá, tá tey eru mett, men at
vit oftast siga »nei, et nú
nakrar bitar afturat«. Við
øðrum orðum læra vit tey,
at tey ikki kunnu stóla uppá
seg sjálvan.
Emily Næs, pedagogur
og Marte-Meo terapeutur,
greiddu frá høvuðsprin-
sippunum aftan fyri Marte
Meo arbeiðsháttin. Hetta
var sera spennandi og ann-
aðleiðis arbeiðsháttur, har
videoupptøkur er ein týð-
andi partur av arbeiðshátt-
inum.
Birk Christensen, ovasti
leiðari fyri »Børns Vilkår«
tosaði um, at ein góður
dagur fyri eitt barn í aldri-
num 6-9 ár er, tá barna-
bólkurin virkar uttan happ-
ing, ótryggleika og burtur-
vísing, og har bæði peda-
gogar og foreldur stuðla
uppaling til felagsskap.
Anna Louise Stevnhøj,
journalistur og rithøvundur
tosaði, um tá ið børn
skeldast. At vit eiga vit at
blanda okkum uppí, tá børn
nýta ófantalig orð sum eitt
nú »fuck you«, »idiot« og
líknandi. At vit eiga at læra
børnini at skeldast ordiligt.
At tey skilja, hvussu tað
rakar onnur, tá tey brúka
ljót orð. Sera áhugavert og
viðkomandi.
Synergi samskipaði dag-
in fyri leiðarar innan frí-
tíðarskúlar í Føroyum.
Kvarti gøtumaðurin Simon
Kvamm og hinir í danska
bólkinum Nephew høvdu
ikki bert minnini við sær úr
Føroyum, Tá Nephew trinu
á pallin á Skanderborg
Festivalinum, vóru allir
ílatnir G!Skjúrtur, ein kær-
leiksváttan til festivalin í
Gøtu, har bólkurin fyrr í
summar fekk sandin at lyfta
seg eina løtu.
Aftan á framførsluna
fekk bólkurin dupultplatin-
fløgu handaða fyri søluna
av USA/DSB. Fyri at há-
tíðarhalda løtuna fingu
gestir og bólkur sjampanju
og turran fisk úr Føroyum.
Skanderborg Festivalurin
gongur
undir
heitinum
Danmarks
Smukkeste
Festival, og er ein at størstu
donsku tónleikafestivalin-
um, fjølmiðlarnir fylgja
væl við, og eingin ivi er
um, at reklamuvirðið er
høgt, tá best umtókti bólk-
urin í Danmark í løtuni so-
leiðis stuðlar G! festivalin-
um alment.
120 fólk á Fakfestivali
fyri frítíðarskúlar
Nephew fingu platin og turran fisk