Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 16. august 2005 3 Fríggjadagin verða teir báðir føroysku listamenninir heiðr- aðir á samkomu á Listaskálanum LIST Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er fyri drúgva og slóð- brótandi arbeiðið, sum teir báðir, Janus Kamban og Ingálvur av Reyni, hava framt fyri og í føroyskari list seinastu mongu árini, at Listafelagið nú fer at heiðra teimum báðum. Pál Weihe, formaður í Listafelagnum, sigur, at tey í nevndini hava tosað um hetta at heiðra ávísum lista- fólkum, og sum hann tekur til, so var tað ikki tann stóri ivin um, at talan skuldi verða um teir báðar. - Hetta eru jú the Grand old men í føroyskari list, og tað er einki at ivast í týdn- inginum, sum teir báðir hava havt fyri føroyska list, heldur formaðurin. Hann sigur víðari, at tað í grundgevingunum fyri, at Ingálvur av Reyni skal hava virðisløn, millum annað verður víst á: At hann hevur ført føroyska myndlist inn í 20. øld. Serliga við atliti til abstraktu listina, har hann við hegni hevur ment list- ina, soleiðis at hann í dag er vorðin bæði ein fyrimynd og eitt álit innan føroyska myndlist. Um Janus verður sagt: Við eini støðugari tráan eft- ir at fáa styrkt um kjarnina í listini, hevur hann hevur við stórum hegni ment før- oyska høgmyndalist til tað, sum hon er í dag. Ikki minst er úrslitið av hesum sjónligt við minnisvarðun- um, sum standa kring land- ið, og sum eisini sýna listarligu víddina í arbeiði hansara. Og hartil hevur Janus gjøgnum árini verið ein av drívmegunum í Listafelagnum. Móttøkan fyri teimum báðum verður í Listaskála- num fríggjadagin kl. 16. Á høvuðmyndir av teimum báðum avdúkaðir. Talan er um høvuðmyndir, sum eru stoyptar í bronsu, og er tað Hans Pauli Olsen, sum hev- ur staðið fyri hesum. Hartil verður talan eisini um tónleik, røður og okkurt ábit. Janus og Ingálvur í bronsu Umframt listarligu avrikini, verður Janus Kamban eisini heiðraður fyri arbeiði sítt innan Listafelagið og Listaskálan Fyri at hava ført føroyska myndlist inn í 20. øld, stendur millum annað í grundgevingunum fyri heiðrinum til Ingálv av Reyni