Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 16. august 2005 5 Makrel ger nýggja fløgu Seinastu tíðina hevur MTV-aktuelli rock- bólkurin Makrel verið í Noregi. Har spældi bólkurin á Storåsfesti- valinum og hevði tvær live-framførslur í Tróndheimi. Umframt alt hetta vóru upptøkur eisini gjørdar til eina nýggja fløgu við bólk- inum. – Vit megnaðu at gera allar upptøkurnar, sum vit høvdu sett okkum fyri, áðrenn vit fóru í studio. So okk- ara triðja fløga er á veg, og vit vóna, at hon verður ein fragd at hoyra, sigur bólkurin á heimasíðu sínari. Útgávudagurin er ikki ásettur enn, men nú skal bólkurin gera seinasta partin av tón- leikinum lidnan. Og meðan alt tað verður gjørt, er Makrel við í MTV-kappingini Nordic Unsigned, har tað framvegis ber til at atkvøða fyri teim- um. Makrel liggur í løtuni á odda í kapp- ingini, men atkvøðu- greiðslan heldur fram hesa vikuna. Barsskor siglir gamla farleið Um vikuskiftið verður sjómannadagur í Klaksvík, og nógv til- tøk við tilknýti sjógvin og fiskiskap verða á skránni. Ein tiltak í sambandi við dagin verður, at gamla strandfaraskipið Bars- skor fer at taka upp aftur farleiðina tvørtur um vágna í Klaksvík. Fyri nógvum árum síðani var ferja, sum sigdi millum eystaru og vestaru síðu av Klaksvík, og øll tey, sum eru ov ung til at hava upplivað hetta, kunnu fáa ein smakk av farleiðini leygar- dagin. Barsskor fer at sigla av Stongunum og yvir á kaiina niðanfyri Skipafelagið. Tríggir túrar verða sigldir, og kostnaðurin fyri ferða- seðilin verður tann sami, sum tá ið siglt var seinasta – nevni- liga 25 oyru. Barsskor fer at sigla av Stongunum kl. 9.30, 14.30 og 17.00, og eitt korter seinni siglir Barsskor frá vestara kaiøki. Á løgtingsfundinum í dag skal atkvøðast um fýra skrivligar fyrispurningar, sum allir eru til løgmann POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Størsti andstøðuflokkurin í løgtinginum hevur nógvar spurningar til løgmann um aktuell politisk viðurskifti, og á løgtingsfundi í dag skulu tingfólk atkvøða um fýra fyrispurningar til Jó- annes Eidesgaard frá ting- fólki hjá Tjóðveldisflokkin- um. Torbjørn Jacobsen hevur sett løgmanni nakrar spurn- ingar í sambandi við málið um Jøkulfell. Torbjørn Ja- cobsen vil millum annað hava at vita, hvat løgmaður visti nær um málið, og um hann heldur handfaringina av málinum verða nóg góða. Annita á Fríðriksmørk spyr um setanina av leiðara fyri frítíðarskúlan á Tvør- oyri, sum var eitt heitt politiskt mál herfyri. Annita á Fríðriksmørk spyr løgmann, um hann hevur røkt – og havt møguleika at røkja – sína eftirlitsskyldu í málinum. Tveir frá Høgna Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum, Høgni Hoydal, hevur sett løgmanni tveir skrivligar fyrispurningar. Annar er um Føroyar og EFTA, og hin fyrispurning- urin er um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norð- urlendskum samstarvi. Høgni Hoydal spyr mill- um annað løgmann, um hann gav rættar upplýsing- ar, tá ið hann segði við Út- varpið, at danska stjórnin hevur sent einmæltu um- sókn føroyinga um lima- skap víðari til Norður- landaráðið, men at undir- tøka fekst ikki fyri henni millum hini Norðurlondini. Tingið skal seinnapartin týsdagin gera av, um fyri- spurningarnir skulu svarast. Løgmaður sleppur at svara fyri seg Tað var so átrokandi neyðugt at fáa til vega pengar til neyðhjálp til tsunami-offrini í Asia, at løgmaður í skundi fekk pengar- nar við fíggjarnevnd- arskjali. Hetta var fyri meira enn sjey mán- aðum síðani, men enn er ikki eitt oyra av teimum trimum milliónunum brúkt. Løgtingsmaður krev- ur nú eina frágreiðing frá løgmanni um málið POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað hava verið fleiri 50 løg- tingsfundir, síðani løgmað- ur í skundi bað um at fáa tríggjar milliónir krónur, so at tey neyðstøddu eftir flóð- alduna í Indiska havinum kundu fáa hjálp sum skjót- ast. Pengarnir vóru játtaðir av fíggjarnevndini sama dag, sum løgmaður bað um teir, men nú sjey mánaðir seinni er ikki eitt oyra av teimum trimum milliónunum brúkt. Løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard hevur tí sett løg- manni ein skrivligan fyri- spurning í løgtinginum, har hann biður um eina frá- greiðing um málið. – Hví er ein eykajáttan áljóðandi 3 mió. kr meira enn 7 mánaðar eftir umbøn- ina ikki nýtt til endamálið, tá hendan varð fingin til vega við einum fíggjar- nevndarskjali við teirri grundgeving, at málið hev- ur skund, spyr Kári P. Høj- gaard millum annað. Fekk tríggjar milliónir Tað var tann 5. januar í ár, at Jóannes Eidesgaard, løg- maður, bað fíggjarnevndina um at játta tríggjar milliónir krónur til átrokandi neyð- hjálp. Pengarnir skuldu nýtast til at hjálpa í kreppu- raktu økjunum í suður- og landsyningspartinum av Asia, eftir at hervilig flóð- alda rakti strandalondini í Indiska havinum. – Málið hevur skund, og tað ikki er ráðiligt at bíða, til Løgtingið kemur saman aftur, segði løgmaður í um- bønini. Fíggjarnevndin helt eis- ini, at málið hevði skund, og játtaði sama dag peng- arnar til neyðhjálpina. Vil hava frágreiðing Men nú – meira enn sjey mánaðir og 50 løgtings- fundir seinni – eru peng- arnir framvegis ikki brúktir, og hetta hevur fingið løg- tingsmannin Kára P. Høj- gaard at undrast. – Tað hava gingið søgur um, at nógv av tí lovaðu neyðhjálpini til tey kreppu- raktu økini ongantíð kom fram. At Føroyar skuldu verða eitt av teimum lond- unum, sum lovaðu at senda neyðhjálp, men ikki gjørdu tað, tykist svárt at skilja, sigur hann. – Her má finnast ein sera góð frágreiðing og tí er tað, at eg sum fíggjarnevnd-ar- limur seti hendan spurning- in. Jóannes Eidesgaard segði mánamorgunin, at hann fór at hyggja eftir málinum, og at hann ikki kundi siga nakað, fyrr enn hann hevði gjørt tað. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá løgmanni áðrenn evsta- mark í gjár. Átrokandi neyðhjálp er óbrúkt Jóannes Eidesgaard, løg- maður, bað 5. januar um tríggjar milliónir krónur til neyðhjálp og fekk tær Kári P. Højgaard spyr, hví pengarnir til neyðhjálp í Asia ikki eru brúktir Føroyar vildu eisini hjálpa til, tá ið flóðalda rakti Asia, men almennu pengarnir, sum vórðu játtaðir í skundi, eru ikki brúktir enn