Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Tað er neyðugt hjá øllum lærarum, sum eru í starvi í dag at menna seg fakliga. Tað, sum er vanda- mikið í slíkum ameri- kanskum skipanum, er, at ætlanin er ikki at gera førleikan hjá lærarum betri, men heldur siga upp og revsa teir, sigur for- maðurin í Lærarafel- agnum, Magnus Tau- sen SKÚLAROYNDIR Snorri Brend Bæði næmingafelagið í Danmark og politiska ung- mannafelagið hjá Vinstra- flokkinum eru samd um, at lærararnir skulu upp til roynd, á sama hátt sum næmingarnar (sí aðra grein á síðuni). Hesa ætlan, hvørs hug- skot kemur úr USA, halda donsk skúlafólk lítið um. Og tað ger formaurin í før- oyska lærarafelagnum eis- ini. Magnus Tausen hevur nevniliga sjálvur roynt at starvast sum lærari í USA. Lærararnir í USA vóru nevniliga nógv merktir av, at næmingarnir skuldu til roynd á hvørjum ári. - Henda royndin gjørdi av, um lærarin fekk lønar- hækkan ella kanska varð sagdur úr starvi, greiður Magnus Tausen frá. Tørv á betri skipanum Í USA var undirvísingin løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir gjørdust ser- frøðingar í at loysa júst hes- ar royndaruppgávurnar. - Undirvísingin var tí als ikki nøktandi, men næm- ingarnir stóðu seg framúr væl í royndunum, sigur Magnus Tausen. Hann vísir á, at vit í Før- oyum eru helst einki und- antak, tá ið tað kemur til fakligan førleika hjá lærar- um, eins og tað er galdandi fyri aðrar verkabólkar í Føroyum. - Vit mugu tí fáa nógv betri skipanir, tá ið tað kemur til eftirútbúgving hjá lærarum. Sjálv lær- araútbúgvingin skal bara vera byrjanin til lívslanga læru. - Nýtt tilfar og nýggir miðlar broyta skúlan og alt samfelagið so skjótt, at ein og hvør útbúgv- ing "eldist" skjótt, sigur formaðurin í Lærarafel- agnum. Eitt negativt stempul Í greinini verður víst á, at í 1984 dumpaðu 10 % av lærarunum, tá royndirnar vórðu innførdar av táver- andi guvernørinum, Bill Clinton. Tað, sum er ódámligt í hesi skipinini, er, at lærarar skulu til roynd og kunnu dumpa. Ætlanini við skipanini var tí ikki á nakran hátt at gera lærararnar dugnalig- ari, men heldur at stempla teir sum ódugnaligar. - Lærarar eru ymiskir, og tað er ómøguligt at seta ein frymil á hvat tann "góði lærarin" er, tí eingin lærari kann rúma øllum. - Tí kann tað meira enn so koma fyri, at í teimum 10 %-unum sum dumpaðu eru stak dugnaligir lærarar. Men teirra dugnasemi var kanska ikki so lætt at máta, sigur Magnus Tausen. 6 Nr. 153 - 16. august 2005 Skúlanæmingar og politiska ungmanna- felagið Venstres Ung- dom í Danmark skjóta nú upp at lær- arar eisini skulu upp til roynd. Teir lærarir, ið dumpa mugu úr starvi. Lærarar halda lítið um uppskotið. UNDIRVÍSING Snorri Brend Næmingar í donsku fólka- skúlunum koma framvegis at hava sínar royndir sum vant í fleiri lærugreinum. Men lærararnir, - teir sleppa undan slíkum roynd- um, sum kunnu vísa, um teirra fakliga støði er nóg høgt. Hetta ynskja næming- arnir nú at broyta, so at lær- arar teirra eisini skulu upp til royndir fyri at hækka fakligheitina.Tað heldur í øllum førum formaðurin í felagsskapinum Danske Skoleelever. Við Jyllands- posten sunnudagin segði Alexander Petersen, at tað er eitt gott hugskot at nýta sama máta mótvegis lærar- unum, sum teir nýta mót- vegis næmingunum. - Teir flestu lærarar- nir eru væl fyri fakliga, men alt ov fáir av teimum vánaligu lærarunum verða koyrdir úr starvi, heldur hann. Formaðurin í næminga- felagnum stuðlar við hes- um eisini einum uppskoti frá ungmannafelagnum hjá danska Vinstraflokkinum. Tað ynskir nevniliga at inn- føra eina nýggja skipan við royndum sum í dag verður brúkt í USA. - Tess betri lærarar- nir eru, tess betri frálæru fáa næmingarnir, sigur VU- formaðurin, Karsten Lau- ritsen. Hansara ynski er at lærarar skulu til roynd í pædagogiskum og faklig- um evnum. Henda ameri- kanska royndin varð sett í gildi av fyrrverandi ameri- kanska forsetanum, Bill Clinton, tá hann var guver- nørur í Arkansas í 1984. Næmingar krevja lærarar til roynd - Endamálið er bert at revsa læraran - Tað ger ongan skúla betri, at lærarar verða hóttir við uppsøgn, slær formaðurin í Lærarafelagnum, Magnus Tausen fast Neyðug PISA-kanning Í næstum fer Mentamálaráðið at skipa fyri teim so- nevndu PISA-kanningunum. Í øðrum londum hava hesar kanningar ført við sær, at lærarar rættiliga eru komnir í andglettin. Serliga í Danmørk hevur hetta verið ein trupulleiki. - Men, slær Magnus Tausen fast. - Tað ger ongan skúla betri, at lærarar verða hóttir við uppsøgn. - Landsstýrismaðurin í mentamálum eigur, í sam- bandi við 2015 visiónina at styrkja møguleikarnar hjá lærarum at útbúgva seg meira. Sjálv læraraútbúgving- in skal eftir ætlanini verða broytt, men tað er ikki nóg mikið. Við PISA-kanningini kunnu vit bera okkara skúla- skipan saman við aðrar. Tað kann verða brúkt skila- liga, t.d. við at styrkja læraraførleikan. - Vit mugu staðfesta, at eingin útbúgving er tíðar- leys. Reglulig eftirútbúgving má til. - Eitt tað fremsta málið hjá Lærarafelagnum verður at tryggja, at tað gerst úrslitið av PISA-kanningini, sigur formaðurin at enda. Gongur sum danska næm- ingafelagið og eitt politiskt ungmannafelag ynskja, so sleppa lærarar ikki undan at fara upp til roynd í framtíð- ini. Hesir næmingarnir í Húsa skúla hugsa neyvan um tað (savnsmynd)