Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyrrapartin í gjár møtti 11 dreingir og fýra gentur í Adven- tistaskúlanum til sín fyrsta skúladag. Hesa fyrstu vikuna verður ikki vanlig skúla- gongd FYRSTI SKÚLADAGUR Snorri Brend Havn: Tey vóru øgiliga spent. Og øgiliga tigandi, hesi 15 børnini, sum kl. 11 møttu í Adventistaskúla- num. Um tað er "stilli áðrenn ódn", skal vera ósagt, men tað hoyrdist ikki nakra- staðni, at 15 næmingar og foreldur teirra vóru savnaði í kjallaranum undir Adven- tistakirkjuni. Á talvuni stóðu tey fim- tan nøvnini, og nú skuldu tey so, ein fyri og annar eft- ir, upp á talvuna at viska út sítt egna navn. Fyrsti næmingurin, Teitur hevði eina heldur trupla uppgávu: Í fyrsta lagi vóru 15 nøvn at velja millum, og í øðrum lagi vóru tveir við navninum Teitur í flokki- num. Hesin – við navninum Teitur A. - fann tó skjótt fram á sítt navn, og so var tað strikað av talvuni. Eldri vinir Í hesum 1. flokkinum eru fýra næmingar, sum ikki eiga eldri systkin í skúlum. Og tí er hetta ein serstakur dagur fyri tey og fyri for- eldur teirra. Við stuttu samkomuna fingu børnini vístar bøkur- nar sum tey skulu brúka hetta komandi árið, m.a. eina spildurnýggja rokni- bók, sum á fyrsta sinni skal takast í nýtslu í ár. Hesa fyrstu vikuna verð- ur tó ikki nógv rokning á skránni, men tey fara at leggja dent á m.a. frálæru í ferðslu. Men í næstu viku verður so lagt til brots av álvara. Tá ein kemur soleiðis nýggjur í ein 1. flokk so kann tað mangan tykjast einsligt, og trupult kann vera at finna onkran at spæla við. Men skúlin hevur her ta skipan at allir næmingarnir í 1. flokki hava ein vin, sum gongur í 7. flokki. - So hevur tú ongan at spæla við ella tú keðir teg í fríkorterinum, so kanst tú altíð fara til vinin í 7. flokki, fingu børnini at vita henda fyrsta skúladagin. Umframt hesar 15 næm- ingarnar í 1. flokki, so eru 95 aðrir næmingar í skúla- num hetta komandi skúla- árið - 110 íalt. Nr. 153 - 16. august 2005 7 700 næmingar í 1. flokk Í gjár byrjaðu skúlarnir aftur kring landið. Íalt fóru 696 næmingar í skúla á fyrsta sinni. Flestu næmingarnir fara í Hoyvíkar skúla, har ikki færri enn 51 næmingar skulu í 1. flokk. Næstur hesum skúla koma síðani hinir báðir stóru skúlarnir í Havn - Venjingarskúlan og Sankta Frans skúli - har 48 næm- ingar skulu í skúlan á fyrsta sinni. 40 næmingar fara í Eysturskúlan. Í Runavík er eisini eitt stórt tal av næmingum, sum skulu í 1. flokk. Har byrja ikki færri enn 43 næmingar í 1. flokki, meðan 74 næmingar fara í teir báðar skúl- arnar í Klaksvík – Skúlan við Ósánna og skúlan á Ziskatrøð. Eysturskúlin er størsti skúlin í landinum við íalt 603 næmingum. Í hølunum á honum kemur Kommunu- skúlin við 9 færri næmingum. sb. Stórur 1. flokkur í Hvalvík Hvalvík: Skúlin í Hvalvík økist í stórum og í ár byrjar ein sera stórur 1. flokkur í skúlanum. Við skúlaársbyrjan í 2003 vóru 37 næmingar í skúlanum. Nú er talið farið upp um 50, ja er komið heilt uppá 56 næmingar hetta skúlaárið. Í ár fara nevniliga 11 børn í 1. flokk, og í hinum flokkunum, fram til 7., eru íalt 45 næmingar. Tá næm- ingarnir fara víðari í framhaldsdeildina verður farið í Felagsskúlan á Oyrarbakka. Aslaug Olsen er skúlaleiðari í Hvalvík. sb. Fyrsti skúladagur í Skótahúsinum Kollafjørður: Skúlin í Kollafirði er ikki liðugt umbygdur, nú skúlin skuldi byrja aftur eftir summarsteðgin ígjár. Tí máttu aðrar loysnir finnast. Ætlanin var upprunaliga at flokkarnir við Kollfjarðar Skúla skuldu byrja aftur fyrrapartin í gjár. Men tað verður kortini bert teir um 15 næmingarnir sum á fyrsta sinni skulu í skúla, sum veruliga sluppu í skúla í gjár. Í lýsing í Kringvarpinum um vikuskiftið boðaði nevniliga leiðslan á skúlanum frá, at tey bert tóku ímóti 1. flokki ígjár. Næmingarnir í hinum flokkunum máttu tá bara geva tol og bíða eftir nærri boðum. Lýsingin segði frá, at 1. flokkarnir skulu møta kl. 13 í Skótahúsinum. Lærararnir skulu møta kl. 8 á sama staði. Framyvir verður skúlagongdin í Kollafirði í ymisk- um støðum kring um í bygdini, inntil skúlin verður lið- ugt umbygdur í næstum. sb. Í ávísum skúlum kring landið er eingin skúlagongd, tí eingi børn í skúlaaldri eru í bygdini longur. Men so er ikki í Norðra- dali: Har eru bæði skúli og næmingar, men kortini er eingin skúlagongd SKÚLI Snorri Brend Norðradalur: Tað var fyrst í 90’árunum at seinastu næmingarnir gingu í skúla- num í Norðradali. Síðani hava teir gingið í Eystur- skúlanum í Havn. Síðani skúlagongdin steðgaði í bygdini, hava foreldrini tikið sær av at koyra næmingarnar í skúla í Havn fyri ávísa samsýn- ing. Hetta seinasta skúlaárið hava tríggir næmingar verið í Norðradali: Tvær gentur í 5. og 7. flokki og ein drong- ur, sum hevur verið knýttur at Sernámsdeplinum í Havn. Hetta komandi skúlaárið, sum byrjar í morgin, hevði so bert verið tann eini næmingurin í 6. flokki, tí hin gentan nú er farin í framhaldsdeild í Havn. Tí hevði bert tann eini skúlanæmingurin verið við skúlan hetta komandi skúlaárið, um so var at skúlagongd var í Norðra- dali. Men tað er tað so ikki, og tað eru fleiri heldur hørm um. Og tey hava eisini gjørt vart við hetta við Tórshavnar kommunu fyri nøkrum árum síðani. - Tað hevði sjálvandi ver- ið tað optimala – og ólíkari hentari - at vit bara kundu latið næmingarnar gingið í skúla her í bygdini. - Men tað tykist ikki vera politiskur vilji fyri hesum, og tí verða næmingarnir ístaðin koyrdir til Havnar í skúla hvønn morgun, sigur Ólavur Reinert í Norðra- dali, sum als ikki eru samd- ur í greinini um tómu skúl- arnar. Í bygdini eru børn undir skúlaaldur, men tað verða nøkur ár enn, áðrenn tey fara í skúla. Ístaðin verður so skúlin brúktur til eitt nú gudstænastur. Í grannabygdini, Syðra- dali var eisini undirvísing givin fyri árum síðani. Her var tó ikki talan um skúla- bygning, men um undirvís- ingarhøli í einum sethús- um. 15 næmingar í Adventistaskúlan Eingin skúlagongd hóast næmingar eru Heini Edvardsson er møttur til fyrsta skúladag. Fyrsta bókin verður her latin honum, men skúlagongdin byrjar ikki av álvara fyrrenn í komandi vikuna. Hesar komandi dagarnar verður m.a. ferðslufrálæra á skránni Í dag og í morgin fara 7.590 næmingar í før- oysku skúlarnar, men í fýra teirra er eingin skúlagongd komandi skúlaár SKÚLABYRJAN Snorri Brend Ein av skúlunum, har eing- in skúlagongd verður í ár, er skúlin á Leiti. Soleiðis sum støðan gjørdist í ár, var bert tann eini næmingurin, sum skuldi fara í skúlan. Sum skilst, so var hesin eini næmingurin komin nakað væl upp í flokkum. Tí varð avgjørt at flyta henda til Vágs skúla, ístað- in fyri at vera einasti næm- ingur á Leiti. Av tí at heldur eingin næmingur var til 1. flokk, verður eingin skúlagongd á Leiti skúlaárið 2005/2006. Og spurningurin er so, nær – og um – hetta yvir- høvur verður aftur. Hini støðini, har eingir næmingar eru, men har skúlabygningur hóast alt er, eru í Dímun, Norðradali og í Gásadali. Fýra skúlar uttan næmingar