týsdagur 16. august 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 153 - 16. august 2005
Nógvur svartkjaftur umskipaður
Fyrrapartin fríggjadagin lá russiska skipið
"Aleksey Generalov" á Kollafirði við fryst-
um svartkjafti.
FISKIVINNA
Snorri Brend
Kollafjørður: Hetta er svartkjaftur, sum russiskir
svartkjaftatrolarar hava umskipað umborð á hetta
skipið, og sum nú verður førdur í land til víðari
útflutning.
Og tað var ikki hissini nøgd hann hevur ført í land
hesa vikuni – eini 3.125 tons netto av svartkjafti. Hetta
er helst ein tann størsta nøgdin av slíkum slagi.
Líkt er til, at gongd er komin aftur á hesa samvinn-
una á fiskivinnuøkinum. Tí eitt annað russiskt skip
hevur eisini verið á Vági í somu ørindum, upplýsir
umboð teirra í Føroyum, Faroe Agency.
Annars hava hetlendingar í hyggju at fáa hesi russ-
isku skipini úr føroyskum sjógvi og suður til teirra.
Tey rýmdu hagani, tí myndugleikarnir ikki sýndu
teimum ov stóra vælvild, men nú er vent í holuni og nú
eru tey knappliga vælkomin aftur.
Medisinski depilin kostar mest
Ein uppgerð yvir útreiðslurnar á Landssjúkrahúsinum
vísa – ikki óvæntað - at medisinski depilin hevði
størstu lønarútgjaldingarnar í fjør, – góðar 55 mió. kr.
Hinvegin so fíggjar sjúkrahúsið sjálvt 10 % av inntøk-
um sínum.
Í ársfrágreiðingini frá Landssjúkrahúsinum sæst, at
tær samlaðu lønarútreiðslur lógu uppá góðar 229 mió.
kr.
Útreiðslurnar til lønir hava í fjør býtt seg m.a. so-
leiðis: Medisinski depilin 55,5 mió. kr., kirurgiski
depilin 47,7 og psykiatriski depilin við 41,8 mió. kr.
Tey í tænastudeplinum hava fingið lønir útgoldnar
fyri 40,6 mió., eins og fyrisitingin kostaði 7,7 mió. í
lønum, meðan tær klinisku tænasturnar kostaðu 30,1
mió. kr. í fjør.
Landssjúkrahúsið verður – sum vituligt er – í fyrsta
lagi fíggjað yvir fíggjarlógina, har løgtingið gevur
eina ávísa játtan hvørt árið. Í fjør var játtanin uppá
277,5 mió. kr.
Men ein partur av fíggingini kemur eisini frá egnum
inntøkum. Hesar inntøkurnar koma frá sølu í køki-
num, goymsluni og leiguinntøkum. Í fjør svaraði hetta
til 10 % av rakstrinum.
- Inntøkurnar hava verið eitt sindur hækkandi sein-
astu árini. Kortini verður nógv tann størsti parturin
fíggjaður yvir játtanina, stendur at lesa í frágreiðing-
ini.
Samanlagt vóru 11.536 innleggingar í fjør, og var
hetta ein hækking uppá 4,4 % í mun til 2003.
sb.
Tveir bátar tiknir
Tað hevur sum heild verið friðarligt um vikuskiftið,
Men tíðliga sunnumorgunin mátti løgreglan í Havn
senda boð eftir eykahjálp, tí ein gummibátur fór rek-
andi norðureftir Nólsoyarfirði við streyminum.
Við sjálva Ovastevnuna í Nólsoy hevur lítið verið at
gjørt hjá løgregluni.
Men náttina til sunnudagin var løgreglan kortini í
holt við tveir tiknar bátar, - annan í Skálatrøð og hin
mitt fjørðinum.
Í fyrra førinum var onkur óboðin farin avstað við
einum 4-mannafari, sum lá í havnalagnum í Nólsoy.
Hesin tilburður varð meldaður løgregluni, tá bátur
og manning løgdu at landi á Skálatrøð í Havn um 6-
tíðina sunnumorgunin, stóð løgreglan fyri teimum.
Við hesum báti vóru seks fólk.
Í seinna førinum var talan um ein lættan gummibát,
sum kundi komið rættiliga keðiliga fyri, um illa vildi
til.
Tíðliga henda morgunin løgdu tríggir mans til brots
við árum við endamáli at rógva um fjørðin, helst til
Nólsoyar.
Men trupult var hjá teimum at vinna upp land
hinumegin, helst tí at tað rak so hart í Nólsoyarfirði.
Báturin fór tí ístaðin rekandi norðureftir. Hetta sóu
fólk, og boðaðu tí frá hjá løgregluni, har ikki gjørdist
annað enn at senda boð eftir Pressaranum hjá
Tórshavnar Skipasmiðju at fáa bátin í rætta havn aftur.
sb.
Ikki tí nakar ynskir
tær, men munandi
færri fráboðanir eru
komnar um vespur í
ár enn í fjør. Kuldin
fyrr í summar er helst
orsøkin til, at fleiri
teirra ongatíð eru
komnar fyri seg í ár
VESPUPLÁGA
Snorri Brend
Havn: Tað er langt millum
fráboðanirnar um vespur í
ár.
Vesputýnarin í Havn,
Eirikur Mortensen hevur
higartil í ár ikki verið eins
niðurringdur av fólki, sum
hann var tað í fjør.
- Nei, tað hevur verið
meiri friðarligt í so máta,
sigur hann við Sosialin.
Higartil í summar eru
einans komnar 20 fráboð-
anir um vespur í høvuðs-
staðnum. Hetta er ein
minking niður í eina helvt
frá í fjør.
- Í fjør høvdu vit nærum
fingið 50 fráboðanir áðrenn
ólavsøku!, slær Eirikur fast.
Sama skilið
í Danmark
Tað er tó ikki bert í Føroy-
um at fólk undra seg um
fækkaða talið av vespum. Í
Danmark er sama støðan.
Hetta er vanliga tíðin, tá
tað nærum er ein marra at
fara túrar í skógin, sita úti
og eta, ella servera ís og
sodavatn fyri børnunum.
Vanliga kasta vespurnar
seg oman yvir alt, sum er
søtt - og stinga haraftrat ein
og hvønn, sum kemur ov
tætt hesum lítla, men ill-
sinta flogkyktinum.
Hesa broytingina hevur
eisini leiðarin á Naturhist-
orisk Museum í Århus lagt
merki til.
Við Jyllandsposten hevur
hesin, Peter Gjelstrup sagt,
at kalda várið í Danmark
helst hevur tikið lívið av
einum stórum parti av
donsku vespunum.
Hann hevur spurt seg fyri
ymsastaðni í Danmark, og
tað vísir seg at vera sera fá,
sum hava borið eygu við
vespurnar. Sjálvur hevur
hann ikki sæð eitt einasta
vespureiður.
- Hevur kuldin í vár veru-
liga tikið lívið av fleiri
teirra, fara tað at ganga
mong ár, til stovnurin kem-
ur fyri seg aftur.
- Um so er, so skulu
vespurnar annaðhvørt end-
urinnflyta seg ella spjaða
seg út frá teimum vespa-
familjum, sum hóast alt
hava yvirlivað kalda várið,
ljóða hugaligu boðini frá
Peter Gjelstrup.
Krevja støðugan hita
Hann hevur sjálvur roynt at
lokka vespur fram við bæði
at leggja honning og súltu-
toy út.
- Men har er eingin vespa
komin fram, og so kemur
tað væntandi heldur eingin
seinni, sigur hann.
Sambært honum so skal
vespadrotningin, tá hon um
várið kemur fram og byrjar
at byggja reiður sítt, hava
hitan inni í reiðrinium upp
móti tríati stigum fyri at
kunna yvirliva.
- Men er tað kalt, kann
tað verða ógjørligt at halda
ein støðugan hita á 30 stig-
um. Og so doyggja bæði
drotning og ormvera.
- Tað er helst tað, sum er
hent mangastaðni í ár,
greiðir hann frá.
Fáar vespur at síggja – enn!
Vespur kring allan býin
Føroyski vesputýnarin, Eirik Mortensen í Havn hevur
higartil í ár fingið bert 20 fráboðanir um vespur. Tær
eru komnar úr ymsum herðashornum í høvuðsstað-
num.
Eirikur Mortensen sigur, at hann hevur bæði fingið
fráboðanir úr Miðbýnum, Gundadali og Vesturbý-
num. So vespurnar eru allastaðni, hóast tær helst eru
— og verða! — færri í tali í ár enn í fjør.
Eitt rættiliga stórt vespureiður varð herfyri avdúkað
í sjálvum býráðssalinum í Havn. Boð vórðu beinan-
vegin send eftir vesputýnaranum, og stutta løtu seinni
var eitt rættiliga stórt vespureiður minni í høvuðsstað-
num.
Hinvegin so kann eingin kenna seg vissan í, um ein
ikki kortini kann koma fram á vespur henda næsta
mánaðin.
Eirikur Mortensen hevur bert við vespureiður at
gera í Havn, men hann veit tí ikki um, hvussu støðan
er í øðrum støðum kring landið.
Treytir fyri týning
Fyri at kunna fremja týningina nøktandi og munadygt
hevur Tórshavnar kommunan sett tvær treytir, sum
skulu lúkast.
1. Ávísast skal eitt býli ella eitt stað har sum vespur-
nar alla tíðina flúgva inn og út. Týnarin átekur sær
ikki at týna og drepa einstakar flúgvandi vespur.
2. Fráboðarin ella annar av ánaranum heimilaður per-
sónur skal vera inni/heima, meðan týningin verður
framd. Eiturpulvur verður sprænt inn í og uttan um
býlið.
Um býlið t.d. er millum skins og hold, og tað lekur
inn í búrúmini tá sprænt verður, so má onkur vera inni
og siga frá, um eiturpulvurið treingir inn. Um so er
verður støðgað beinanvegin Bert ánari av avvarðandi
ogn ella umboðsfólk ánarans kann biðja um týning.
Vanliga skal vespudrotningin, tá hon um várið kemur fram og byrjar at byggja reiður sítt, hava hitan inni í reiðrinium upp móti
tríati stigum fyri at kunna yvirliva. Hetta er ikki hent í ár