týsdagur 16. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 16. august 2005
9
Drongur
breyt
framtenn
Vestmanna: Um nátt-
urðatíð sunnukvøldið
hendi
eitt
minni
ferðsluóhapp í Vest-
manna.
Ein drongur kom á
súkklu síni koyrandi í
vinstru
síðu
eftir
Heygagøtu, við einum
øðrum dreingi uppiá.
Ein bilur kom koyr-
andi móti teimum, og
soleiðis hendi óhapp-
ið. Annar drongurin
breyt tvær framtenn.
Súkklan oyðilegðist,
men bilurin fekk bert
smávegis skaða.
sb.
MARKNAÐARRÁK
Í farnu viku setti oljuprís-
urin enn einaferð met, tá
hann hækkaði heili 8% til
stívliga 66 dollarar fyri
tunnuna (Brent). Síðan mai
mánaða er hann hækkaður
umleið 40%. Orsøkirnar til
høga oljuprísin hava vit
fleiri ferðir áður umrøtt her.
Eftirspurningurin er sera
høgur, framleiðaralondini
framleiða næstan alt tey
megna, og reinsivirkini eru
vorðin ein sannur fløsku-
hálsur. Tað løgna á fíggjar-
marknaðunum er, at hvørki
láns- ella partabrøv hava
latið nakað serligt við seg
koma. Eftir at búskapirnir
kláraðu ein prís um 50
dollarar síðsta heyst, hava
marknaðirnir
tikið
tað
meiri róligt, tá hann síðani
fleiri ferðir hevur verið um
50. Men nú er hann oman
fyri 65, og marknaðirnir
kunnu neyvan látast sum
einki, um hann verður om-
an fyri 60 í fleiri vikur. Um
so verður, skal líkasælan í
summar óivað takast aftur,
og so lækka partabrøv,
meðan lánsbrøvini hækka.
Lánsbrævarentur
støðugar
Hækkandi lánsbrævarent-
urnar, sum hava verið síðan
juni, steðgaðu á í farnu
viku. 10-ára danska rentan
er nú 3,29%. Lánsbræva-
renturnar eru nú á einum
týdningarmiklum
vega-
móti, og gongdin hendan
mánaðin
kann
avgera,
hvussu rákið verður kom-
andi 2 mánaðirnar.
Partabrøv
Á norðurlendska marknað-
inum vóru tað serliga olju-
feløgini ið hækkaðu í virði í
farnu viku; hetta orsaka av
høga oljuprísinum. Danske
Bank kunngjørdi góðan
roknskap og uppmetti útlit-
ini. Varligu metingarnar og
lági prísurin á partabræv-
inum í mun til aðrar bankar,
ger partabrævið áhugavert
at keypa á verðandi stigi.
Hesa vikuna
Tað verður áhugavert at
vita, um hetta verður vikan,
tá fíggjarmarknaðirnir fara
at leggja merki til olju-
prísin. Tað koma fá týdn-
ingarmikil lyklatøl, prís-
vøkstur í USA og Evropa,
umframt vinnuálitistøl úr
USA. Hesi verða øll fyri
juli mánaða, tá oljuprísurin
ikki var so nógv broyttur í
mun til juni, so hann
ávirkar neyvan hesi tølini
so nógv, sum august-tølini
fara.
Nær fær oljuprísurin týdning?
Vika 33, 2005
www.kaupthing.fo
Vestmanna: Ógreitt er enn,
hvønn veg bilurin kom
koyrandi
–
annaðhvørt
hann var á veg til ella úr
Vestmanna.
Greitt er kortini, at ein
kona boðaði løgregluni frá,
at ein bilur var farin út av
vegnum í svinginum í
Gassadali omanfyri Vest-
manna sunnukvøldið.
Løgreglan fekk fráboð-
an um hesa hendingina kl.
19:18, og kom á staðið. Har
varð alt fyri eitt staðfestur
ein illgruni um, at allir fýra
menninir í bilinum vóru
ávirkaðir av rúsdrekka.
Tann stóri spurningurin
var, hvør teirra sum hevði
koyrt bilin, tá hann fór út av
vegnum. Tí gjørdi løgregl-
an ikki mætari enn at fáa
tikið blóðroynd av øllum
fýra unglingunum, sum
vóru í bilinum.
sb.
Allir fýra fírarnir ávirkaðir av rúsdrekka