týsdagur 16. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 153 - 16. august 2005
Mentamálaráðið boðar í tíðindaskrivi frá, at menta-
málaráðharrin hevur fingið handað álit um ítrótta-
politikk. Ítróttin hevur stóran mentanarligan og sam-
felagsligan týdning. Landsstýrismaðurin í menta-
málum setti tí á sumri 2003 arbeiðið í gongd at orða
ein almennan ítróttapolitikk. Hetta var sera skilagott
og eigur táverandi landsstýrismaður sjálvsagt rós
fyri hetta stigið. Umframt at lýsa, hví tað er umráð-
andi við virknum og miðvísum almennum ítrótta-
politikki, skuldi arbeiðsbólkurin lýsa støðuna hjá
ítróttinum í Føroyum í dag sum heild og greina
framtíðarvisjón og menningarætlan fyri almenna
ítróttapolitikkin. Landsstýrismaðurin í mentamálum
hevur nú fingið handað álitið hjá arbeiðsbólkinum
um almennan ítróttapolitikk.
Høvuðsniðurstøðan í álitinum er, at føroyska ítrótta-
rørslan stendur ov spjadd, og at ÍSF sum yvirskipað-
ur og savnandi landsfelagsskapur fyri føroyskan
ítrótt undir núverandi skipan ikki megnar at virka
fyri felagsítróttaligu áhugamálunum í nóg stóran
mun, og harvið at standa fyri eini støðugari menn-
ingartilgongd hjá ítróttinum sum heild. Tað er tí
neyðugt, at ÍSF verður styrkt umsitingarliga og fak-
liga. Arbeiðsbólkurin vísir í hesum sambandi á, at
ÍSF í samstarvi við ymsu sersambondini eigur at
skipa umstøður fyri virknari og áhaldandi føroyskari
luttøku og sjónliggering í altjóða samstarvinum um-
framt at skipa fyri miðsavnaðari førleikamenning.
Ein liður í menningartilgongdini er, at Føroyar átaka
sær at skipa fyri Oyggjaleikum aftur. Hóskandi høvi
til hetta er 2015. Heldur enn eitt avmarkað mál í sær
sjálvum, skulu Oyggjaleikirnir brúkast sum partur
av einari miðsavnari menningtilgongd innan før-
oyskan ítrótt. Tað er ítróttin sjálv, vísir bólkurin á, ið
hevur ábyrgdina av at seta út í kortið tey ítøkiligu
langtíðarmálini fyri ítróttaliga virksemið og menn-
ingina av hesum. Um hesi mál skulu røkkast er
neyðugt, at betri og tættari samstarv verður skipað
millum ÍSF og sersambond tess og almennu og
kommunalu myndugleikarnar. Tí er eisini neyðugt,
at politisku myndugleikarnir seta orð á, hvørji mið
og mál almenni stuðulin til ítrótt skal hava.
Arbeiðsbólkurin metir vera av stórum týdningi, at
gongd nú verður sett á eitt veruligt og støðugt
ítróttapolitiskt kjak. Hesum tykist forseti ÍSFs at
vera samdur í. Annars er hann ósamdur við innihald-
ið. Tað ger ikki so nógv um ósemja er um innihaldið.
Vit her í Føroyum eru vanliga ósamd um mestsum
alt, so hví ikki um eitt ítróttaálit. Tað sum umræður
er, at vit nú fáa eitt orðaskifti um ítrótt. Vit skulu al-
ment skifta orð um elituítrótt mótvegis áhugaítrótt,
um altjóða luttøku sum eydnast á ávísum økjum og
ikki á øðrum økjum, um ítrótt og fólkakheilsu, um
ítrótt sum fyribyrgjandi virksemi millum ung og um
ítrótt sum mentan eins væl og um ítróttamentan. Vit
her á blaðnum halda álitið vera bæði áhugavert og
kveikjandi og fara at venda aftur til hetta álit í blað-
greinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Orðaskifti um ítrótt
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Good Morning, Breckmann!
Svenning Borg
Vágur
Nú hoyrist aftur um Suður-
oynna, hvussu gott í her
skal blíva at búgva, og tað
er frá sjálvum Óla Breck-
mann,
stavnamanninum,
sum hevur verið nakar dag-
ar í Suðuroynni og ferðast
og fingið reina og fríska
Suðuroyarluft niður í lung-
uni.
Hugur mín leitar eini
seks ár aftur í tíðina, full-
veldistíðina, tá komu nógv-
ir politikkarar til Suður-
oynna við einum sokallað-
um Økismenningarskjali,
sum bleiv lagt fram í VB-
húsinum.
Fullsett hús av suðuroy-
ingum fyri at frætta, hvussu
nú Suðuroyggin skuldi
koma víðari, støðuna kenna
okur tíverri alt ov gott.
Økismenningarálitið
bleiv latið Granskingar-
depulinum fyri økismenn-
ing, og var tað taktist ógvu-
liga smart av samgonguni,
tí har bleiv tað væl parker-
að, og síðani hevur ongin
hoyrt nakað aftur um nakra
økismenning
Okur fingu ístaðin tús-
und nýggj almenn arbeiðs-
pláss í miðstaðarøkinum og
onki í Suðuroynni, nú kem-
ur so Óli, sum eisini tá var
ein partur av samgonguni,
aftur við einum boði uppá,
hvussu okur skulu skapa
okra framtíð her í Suður-
oynni.
Undirrittaði hevur skriv-
að nógv í bløðunum um
eina komandi granskingar-
park og víst á tað neyðuga í
at hava nøkur almenn arb-
eiðspláss í Suðuroynni og
harvið fingið nakað av tí
unga fólkinum til at støðast
í oynni. Havi eisini alment
bjóðað fram øki at byggja
á.
Um Óli meinar nakað við
tað hann sigur um Suður-
oynna, so kann hann byrja
við at virka fyri, at gransk-
ingarparkin verður bygd
her suðuri.
Nú tveir skúlar skulu
byggjast saman mitt í Suð-
uroynni, kundi tað verið
hóskandi at bygt Gransk-
ingarparkina upp í teir
skúlarnir, hvar í okur so
kundi fingið ein undirvís-
ingar- og granskingardepul
av eini rímuligari stødd. Er
tað eitt nú gengransking
talan verður um, so er Suð-
uroyggin sera væl egnað.
So Óli Breckmann, tað er
at bróta upp um armar og
vísa í verki tín vilja at loysa
málið viðvíkjandi Suður-
oynni, málageipan hevur
verið nokk av.
Hans Birgir Hansen
Tað at broyta atburð, hug-
burð, málburð til at gerast
meira seriøs, motiverað, og
virkisfús, í øllum tí dagliga
samskifti, samstarvi og í
øllum kjaki skapar nýggjar
lívsavbjóðingar. Tað er við
atliti til at fáa skapt sær eitt
sjálvstøðugt lív og gerast
sjálvstøðugt vinnurekandi
heimanífrá, við at kenna
ábyrgd, og skyldur yvir fyri
sær sjálvum, egnari fam-
ilju, vinnum, kenningum
o.ø. Tað leggur støði fyri al-
ternativum lívsmøguleik-
um úti á bygd og í bý, í
hvørjari kommunu, oyggj,
skúla. Øll koma víðari í tí
dagliga lívi og sleppa und-
an strongd og fylgisjúkum,
ið merkir almenningin.
Tað at fremja slíkt yvir
eitt longri tíðarskeið fer at
hækka heilsustøðIð, kondi-
tión, so øll koma at kenna
seg væl fyri í tí dagliga arb-
eiðs-,familju-,frítíðar-,
privatlívi á bygd og bý í
hvørjari
kommunu,
oyggj.Tað hevur avgerandi
týdning at fáa fólk at ger-
ast, seriøs, motiverað, og
virkisfús og vísa teim á al-
ternativar lívsmøguleikar.
Seriøs - motivera og virkisfús
Gjeikara-
skrúðgonga
á Vaglinum
Norðurlandahúsið
verður alla komandi
viku karmur um
norðurlendska ráð-
stevnu um samkynd
RÁÐSTEVNA
Jákup Mørk
Kanariufuglar í kola-
námum. Tað er heiti á
ráðstevnu, sum Felagið
Bogin, skipar fyri í
Norðurlandahúsinnum í
komandi viku.
Endamálið við ráð-
stevnuni er at varpa ljós
á umstøðurnar hjá sam-
kyndum lesandi í av-
byrgdum samfeløgum.
Ein tilvera, sum í nógvar
mátar er væl truplari,
enn tá talan er um størri
samfeløg enn tí før-
oyska.
Tað er ANSO, ið er
norðurlendskur student-
arfelagsskapur,
sum
skipar fyri ráðstevnuni,
sum altso fyri fyrstu ferð
skal haldast í Føroyum.
Fleiri altjóða røðarar
fara at hugleiða um ofta
truplu støðuna, sum
samkynd eru í, og tosað
verður eisini um, hvussu
hesir trupulleikar kunnu
loysast.
Endamálið við ráð-
stevnuni er soleiðis at
seta navn á og ítøkiligera
teir trupulleikar, sum eru
á økinum, eins og roynt
verður at finna fram til,
hvussu
hesir
kunnu
beinast burtur.
Ráðstevnan
byrjar
komandi sunnudag, og
heldur so fram alla vik-
una. Punktum verður
sett leygardagin, tá Før-
oya fyrsta »Pride-par-
ada« er á skránni. Hend-
an verður frá Vaglinum í
Havn kl. 10.00.