týsdagur 16. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 16. august 2005
11
Annita á Fríðriks-
mørk hevur sett løg-
manni skrivliga fyri-
spurning viðvíkjandi
setan av lærara við
frítíðarskúlan á Tvør-
oyri. Hon vil hava at
vita, um løgmaður
gav landsstýris-
manninum boð um at
bakka frá einari rætt-
ari avgerð
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Heldur løgmaður, at tað er
nóg mikið at geva lands-
stýrismanninum eina átalu í
einum so álvarsligum máli,
sum málið viðvíkjandi set-
an av leiðara við frítíðar-
skúlan á Tvøroyri?
Hetta spyr Annita á Fríð-
riksmørk, tingkvinna Tjóð-
veldisfloksins, løgmann í
einum skrivligum fyri-
spurningi.
Tingkvinnan
spyr eisini, um løgmaður
hevur havt beinleiðis sam-
skifti við býráðslimir á
Tvøroyri um nevndu setan.
Hon vil eisini hava at vita,
um løgmaður hevur biðið
landsstýrismannin í al-
manna- og heilsumálum
um at bakka frá støðuni ella
um at broyta avgerðina, tá
hesin hevði boðað frá, at
skúlin varð stongdur, um
viðurskiftini viðvíkjandi
setan av leiðara við frítíðar-
skúlan á Tvøroyri ikki vóru
fingin í rættlag.
Annita á Fríðriksmørk
spyr eisini løgmann, um
hann hevur røkt sína eftir-
litsskyldu
viðvíkjandi
handfaringini av málinum
um setan av leiðara við frí-
tíðarskúlan á Tvøroyri, og
um hann hevur havt møgu-
leika at røkt sína eftirlits-
skyldu viðvíkjandi hand-
faringini av málinum um
setanina.
Annita á Fríðriksmørk
vísir á, atl øgmaður í august
2005 hevur givið landsstýr-
ismanninum í almanna og
heilsumálum eina átalu fyri
handfaringina av málinum
viðvíkjandi setan av leiðara
við frítíðarskúlan á Tvør-
oyri.
- Málið byrjaði fyri ein-
um ári síðani, tá ið Tvør-
oyrar býráð tók endaliga
avgerð um at seta ein
lærara við frítíðarskúlan á
Tvøroyri. Hendan avgerð
var
tikin
hóast
ein
skikkaður pedagogur søkti,
og hóast lógin greitt krevur,
at leiðarin skal verða
pedagog, sigur Annita á
Fríðriksmørk.
- Tað, sum loypti undran
á fólk var, at landsstýris-
maður fyrst røkir sína
skyldu sum eftirlitsmynd-
ugleiki og krevur av Tvør-
oyrar býráð at hesi fáa við-
urskiftini í rættlag. Gera tey
ikki tað, verður skúlin
stongdur, til viðurskiftini
eru fingin í rættlag. Men
tað løgna við gongdini var,
at hóast hann her ger rætt,
so valdi hann bráddliga av
alment ókendum orsøkum
at broyta støðu og góðtók
nú, at viðurskiftini viðvíkj-
andi setanini av leiðara ikki
vórðu fingin í rættlag, sigur
tingkvinnan.
Hon vísir eisini á, at mál-
ið viðvíkjandi setan av leið-
ara við frítíðarskúlan á
Tvøroyri hevur løgtingsins
umboðsmaður viðgjørt og
gevur
umboðsmaðurin
gongdini í málinum lemj-
andi kritikk. Hann skrivar
m.a soleiðis í síni niður-
støðu av kanningini:
»Samanumtikið haldi eg
talan vera um sera álvars-
lig brot á dagstovnalógina
og grundleggjandi reglur í
fyrisitingarlógini. Hendan
málsviðgerðin hevur verið
so óforsvarlig, at eg kann
ikki annað enn geva komm-
ununi eina sera álvarsliga
átalu fyri handfaringina av
hesum málinum.
Landsstýrismaðurin fer
inn í hetta málið og hóttir
við at steingja frítíðarskúl-
an, men tá á stendur bakk-
ar hann.«
- Tann stóri spurningurin
er tí, hví bakkar landsstýr-
ismaðurin eftir, at hann
fyrst ger tað, sum rætt var,
spyr Annita á Fríðriksmørk.
Hon dugir ikki at síggja
nakra aðra ørsøk til at
landsstýrismaðurin bakkar
frá einari rættari avgerð,
annað enn at boð eru komin
úr hægri fyrisitingarligum
stað.
- Er hetta so, kann orsøk-
in bert verða at løgmaður
hevur verið inni í málinum
og fingið landsstýrismann-
in í almanna og heilsumál-
um at broyta avgerðina. Er
hetta so, er hetta sjálvandi
álvarsamt og eigur at koma
alment fram, sigur Annita á
Fríðriksmørk.
Hví bakkaði Hans Pauli Strøm?
90 milliónir til gransking
Vinnumálaráðið hevur nú latið úr hondum
tilmæli um, hvussu ein føroysk gransking-
arpark kann skipast. Ætlandi skal fyrsti
parturin av hesi takast í nýtslu longu um
tvey ár
GRANSKING
Jákup Mørk
Við støði í sonevndu strategi 2015 ætlanini hjá lands-
stýrinum hevur Vinnumálaráðið nú latið úr hondum
tilmæli um, hvussu ein føroysk granskarapark kann
setast á stovn.
Visiónin í hesum er, at granskaraparkin skal hava
ein miðsavnandi leiklut í samband við kommersiali-
sering av úrslitum innan biotøkni og biokunning, og á
tann hátt vera eitt markamóti millum verandi vinnu,
hægri nám, granskingarumhvørvi og íverksetarar. Eis-
ini er vónin, at ein slík park kann stuðla vinnuligari
menning og nýhugsan. Virka sum sameiningarliður
millum gransking og vinnu, soleiðis at ein sonevnd
synergi-effekt verður uppnádd, og ikki minst at virka
sum ein magnetur til bæði føroyskt og útlendskt know-
how.
Bio- og kunningartøkni verða í dag mett sum størstu
vakstrarøkini í heiminum innan vinnuliga gransking,
og tí fevnir tilmæli um eina føroyska granskingarpark
í fyrstu atløgu serstakt um hesi evni. Samstundis eru
hesi evni eisini tey, sum verða mett av hava størstu
vakstrarmøguleikarnar í Føroyum.
Nýtt partafelag
Í tilmæli sínum mælir vinnumálaráðið til, at ein kom-
andi føroysk granskingarpark verður skipað við lóg
sum alment partafelag. Uppgávan hjá tí almenna verð-
ur so í fyrsta lagi at játta felagnum nóg mikið av pen-
ingi til fyrireiking og bygging av eini slíkari park, um-
framt at felagið fyrstu árini eisini fær játtan, sum kann
fíggja eitt ætlað rakstrarundirskot hesi fyrstu árini.
Samanlagt skal játtanin til hetta vera 90 milliónir,
stendur tað til vinnumálaráðið. 7 mió kr. til fyrireik-
ing. 70 mió kr. til bygging. Og seinastu 13 milliónirnar
skulu so verða grundarlagið undir neyðugu rakstrar-
fíggingini fyrstu fýra árini. Hartil verður í byrjunarfas-
uni neyðugt við játtan til eini trý granskingarprofess-
orat, og verða hesai mett at kosta 5 mió kr. um árið
fyrstu fimm árini.
Fysisku karmarnir kring parkina skulu eftir ætlan
vera við til at menna granskingarumhvørvið. Tað vil
siga, at talan verður um ein nýmótans bygning við
neyðugum hentleikum.
Vinnumálaráðið mælir til, at lógaruppskotið um
eina føroyska granskingarpark verður orðað í næstum,
og at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í inniverandi
tingsetu. Gongst eftir ætlan, verður fyrsta byggistig av
granskingarparkini klárt at taka í nýtslu longu í 2007.
Sambært OECD eru gransking, menning og endur-
nýggjan avgerandi í royndunum at betra um kapping-
arførið hjá vinnuni - - og harvið eisini livistøðinum í
einum landi.
Gongst eftir vild, kann Bjarni Djurholm leggja fram
uppskot um føroyska granskingarpark longu í hesi
tingsetuni
Svensku forsætisráð-
harrahjúnini vitja
m. a. í Norðoyggjum, í
Suðuroy og í Havn.
Fríggjadagin fara tey
eisini ein túr undir
Vestmannabjørgini
VITJAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fríggjadagin koma svenski
forsætisráðharrin
Göran
Persson og frú Anitra Steen
á almenna vitjan. Forsætis-
ráðharrahjúnini lenda í
Vágum klokkan 15.50, har
løgmaður Jóannes Eides-
gaard og frú Anita Eides-
gaard taka ímóti.
Av flogvøllinum verður
koyrt til Oyragjáar, haðani
siglt verður fram við Vest-
mannabjørgunum til Klaks-
víkar. Í Klaksvík taka borg-
arstjórin Steinbjørn O. Jac-
obsen og frú Suniva Jacob-
sen ímóti. Vitjað verður á
Kósini, har forsætisráð-
harrin og frú fáa møguleika
at kunna seg við føroyskt
vinnulív.
Um kvøldið eru løgmað-
ur og Klakvsíkar býráð
vertar við døgurðan í
Skálanum.
Leygardagin verður farið
til Suðuroyar, har gingið
verður í Hvannhaga. Á
middegi fara løgmaður og
forsætisráharrin at hava ein
arbeiðsmorgunmat í Lista-
skálanum. Eftir hetta verð-
ur vitjað í Norðurlanda-
húsinum, og seinnapartin
verður fundur við Javnað-
arflokkin í Miðlahúsinum.
Eftir fundin eru sviar, bú-
sitandi í Føroyum, og
pressan boðin at hitta for-
sætisráðharran við frúu.
Sunnumorgunin verður
vitjað í Tinganesi og síðani
fer Göran Persson á fund
við Søren Christensen, rík-
isumboðsmann.
Almenna vitjanin hjá
svenska forsætisráðharra-
num og frú endar um mid-
dagsleitið, tá farið verður
úr Vágunum.
Svensku forsætisráðharrahjúnini koma fríggjadatgin
Svenski forsætismálaráðharr-
in og frú Anitra Steen koma
fríggjadagin á almenna
vitjan í Føroyum