týsdagur 16. august 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 153 - 16. august 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Silvurbrúdleyp
Í dag, 16. august kunnu hjúnini Berghild og Jørgen
Hansen, Klaksvík, halda silvurbrúdleyp. Tey eru
stødd á Bakkegade 35, 3400 Hillerød.
75 ár
Í dag, 16. august verður Sonja Samuelsen, Eiði, 75 ár.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Dagurin
16. august. Rokus, deyður umleið ár 1330. Varð føddur í Montpellier og gjørdist kendur sum tann, ið grøddi fólk,
ið vóru rakt av sótt. Tá ið hann kemur til hús eftir ein pílagrímsferð til Róm, verður hann lagdur undir at njósnast,
verður tikin og kastaður í fangahús, har hann doyr.
Í dag, týsdagin 16. august,
verður Richard Schwartson
í Havnini 50 ár. Hann er
farmaseutur, og hann hevur
tey seinastu árini arbeitt hjá
landsapotekaranum.
Richard er føddur og
uppvaksin í Klaksvík. For-
eldrini eru Noomi og
Schwartz Jacobsen. Hon er
av Heygum í Klaksvík, og
hann
úr
Norðragøtu.
Noomi og Schwartz bygdu
miðskeiðis í fimti árunum á
Gerðareiði, har tey búðu,
inntil tey mitt í sjeyti árun-
um fluttu til Norðragøtu at
búgva. Tey eiga tríggjar
synir - Richard, Amaliel,
sum býr í Norðragøtu og
Súni, sum býr á Argjum.
Richard tók students-
prógv í Hoydølum í 1975. Í
1984 leyk hann prógv frá
Farmaseutháskúlanum
í
Keypmannahavn, og tá
flutti familjan til Havnar,
har tey bygdu húsini í
Lambagerði, sum fram-
vegis eru karmur um gott
familjlív og hugnaligt heim
við stórum gestablídni.
Richard
starvaðist
á
Tjaldurs Apoteki fram til
1995. Tá fluttu tey til Ong-
lands, og har vóru tey í
knappliga tvey ár. Richard
arbeiddi sum farmaseutur
samstundis, sum hann tók
master útbúgving í IT á
lærdum háskúla í Milton
Keynes, nevndur De Mont-
fond Milton Keynes Uni-
versity.
Í 1998 og 1999 arbeiddi
Richard á Heilsumálaráðn-
um, og síðani í 2000 hevur
hann verið hjá Lands-apo-
tekaranum.
Richard var í mong ár
limur í Vísinda siðsemis-
nevndini, hann hevur verið
limur í KT foruminum,
sum veitir vinnumálaráðn-
um ráð, og hann er limur í
Granskingarráðnum.
Richard hevur umsett
Fyrstu hjálpar handbókina
og eina Smábarnabíbliu, og
hann stuðlar konuni væl í
bókahandlinum LOGOS í
J. Nolsøesgøtu, sum hon
eigur og rekur. Árini í
Keypmannahavn var Rich-
ard nógv í Kristnastovu, og
síðani tey fluttu til Havnar,
hevur hann havt sína dagl-
igu gongd í Ebenezer, har
hann eitt nú hevur verið
uppi í barna- og ungdóms-
arbeiði. Hann er væl belest-
ur, og hann hevur serligan
áhuga fyri teimum funda-
mentalu spurningunum, eitt
nú um skapan og menning-
arlæru. Fleiri ferðir hevur
hann luttikið í almenna
orðaskiftinum um tílíkar
spurningar.
Í barna- og ungdóms-
árunum hevði Richard góð-
an hug og gott hegni til
ítrótt. Hann spældi við KÍ,
og í 1975 var hann á lands-
liðnum, sum spældi í Ís-
landi.
Richard giftist í 1977 við
Onnu, fødd Kjærbo og
ættað úr Havnini. Tey eiga
tríggjar døtrar - Noomi
fødd 1982, Judith fødd
1984 og Maria fødd 1988. Í
1978 fingu Anna og Rich-
ard ein son, sum æt Os-
bjørn. Hann livdi í trettan
mánaðir, áðrenn hann doyði
av sjúku.
50 ára føðingardagurin
verður hildin í Róðrar-
neystinum á Argjum, har
tað í annað kvøld - miku-
kvøldið 17. august - verður
opið hús frá klokkan 18.
Týsdagin verður ein lor-
víksingur búsitandi á Skála
sjeytifimm ár.
Jóhan
traðkaði
sínar
barnaskógvar úti á Garði í
Lorvik, hansara ættarbond
í faðirætt er úr Símunshúsi
og í móðurættina á Regni í
Lorvík.
Jóhan var ikki fermdur,
tá íð hann misti mammu
sína, og sótu hann og yngra
systurin Kristianna, sum
býr í Leirvik, móðurleys á
teirra bestu ungdómsárum.
Pápin, Tummas í Sím-
unshúsi var sjómaður, og
royndi hann á besta hátt at
klára vegin og dagin.
Í 1954 giftist Jóhan vid
Elinborg úr Norðragøtu,
ættað úr Mortanstovu í
móðurætt, og Jákupstovu í
faðirætt.
Eins og Jóhan, var Elin-
borg móðurleys, og hevði
hon næstyngsta beiggjan
við sær til Lorvíkar. Tey
búsettust úti á Garði í
barnaheiminun hjá Jóhan.
Jóhan, ið er kendur sum
fyrrverandi smiðjumeistari
á Skála skipasmiðju, fór
sjálvur í læru har í 1948,
var burtur frá nakað í 1950,
men helt so áfram til 1952,
tá hann fór á maskinskúla.
Stóran part av árunum
fram til 1959 sigldi hann
við trolara og sildabátum.
Áðrenn Jóhan aftur fór til
Skála, var hann eitt stutt
skifti við til at byggja tann
nýggja skúlan í Leirvik.
Á Skála vóru nógv fram-
stig innan skipasmíð, Kjøl-
bro lat byggja eina stóra
høll til hetta endamál, og
var Jóhan við til at byggja
hesa høll.
Fyrst í 1963 flutti hann til
Skála at búgva saman við
familjuni.
Í tvey summar var hann
smiðjuformaður í Føroy-
ingahavnini, til hann í 1965
bleiv
smiðjumeistari
á
Skipasmiðjuni. Hetta starv
røkti hann til fulnar í sam-
full 25 ár. Jóhan var góður
við sítt arbeiðspláss, ar-
beiðsfólk og ikki minst sín-
ar lærudreingir, og munna
tað verða nógvir smiðju-
lærlingar, ið minnast hann
sum ein góðan meistara.
At Jóhan hevur haft
annan áhuga enn skipasmíð
sæst aftur í tí stóra arbeiði
hann saman við øðrum
hevur lagt í ítróttin í bygd-
ini, og man tað fløva nú á
ellisárum at síggja, hvussu
gott tað gongur hjá felagn-
um, har hann eisini er heið-
urslimur. Tað fer ikki dagur
upp í millum, at hann ikki
fer sína gongd niðan á vøll-
in, tá dystur er.
Jóhan misti sína kæru
konu fyri knapt trimum
árum síðan, tey vóru so
fyrimyndarlig bæði, og eru
tað nógv, sum hava notið
gott av teirra blíðskapi og
mátin tey vóru uppá yvir
fyri teirra ætt og nærmastu.
Jóhan eigur í dag 4 børn,
14 abbabørn og 2 lang-
abbabørn.
Jóhan verður ynskt hjar-
taliga tillukku á tí stóra
degi, og má hann sum øll-
um ræður signa tíni ellisár.
Føðingardagurin
verður
hildin í heiminum.
Tíðindaskriv
Leygardagin 12. august
2005 tók Jón Ingi Johansen
úr Klaksvík prógv sum
bjargingarkavari frá kav-
araskúlanum Faroe Dive í
Klaksvík. Jón Ingi hevur í
eina tíð tikið bæði skriv-
ligar og praktiskar royndir í
samband við bjarging á
sjónum.
Richard Schwartson 50 ár
Jóhan Lervig sjeytifimm
Jón Ingi Johansen, Klaksvík:
Prógv sum bjargingarkavari
Janus Joensen, kavarainstruktør (v.m.) og Jón Ingi Johansen, bjargingarkavari