Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 16. august 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Karl Hilmar Olsen, vanlig kendur sum Karl á Báruni, andaðist í heiminum hósdagin 11. august, 61 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Ebenezer týsdagin klokkan 14.00. Kistan við Gunnhild Sofíu Johansen fer av kapellinum á Norðoya Røktarheimi mánadagin klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Christians- kirkjuni týsdagin klokkan 13.30. Jógvan Johansen, Eiði, andaðist á Landssjúkra- húsinum leygardagin 13. august, 86 ára gamal. Kistan fer frá Landssjúkrahúskapellinum týsdagin klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju mikudagin klokkan 14.00. Judith Weyhe, Vágur, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi sunnudagin 14. august, 85 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kelda: Útvarpið Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri Karsten Thomasen ættaður av Langasandi andaðist og varð jarðaður. Stóra tøkk til Heimarøktina í Havn fyri hjáp og umsorgan, og stóra tøkk til deild A á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum vóru um hann seinastu tíðina. Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til øll tykkum, sum fylgdu Karsten til gravar. Familjan Kunngjørt verður at kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jógvan Johansen Eiði andaðist á Landssjúkrahúsinum 13. august, 86 ára gamal. Kistan fer frá Landssjúkrahúskapellinum týsdagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju mikudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna John, Odny, Magnus og Katrin Maria FRAMSÝNING Brøðurnir Tummas Jákup Thomsen og Óla Jákup Thomsen hava í døgunum 18.-24.august framsýning í Smiðuni í Lítluvík. Sjálvt um teir báðir hvør í sínum lagi, meir og minni, hava fingist við ávikavist at mála/tekna og yrkt/skriva ígjøgnum fleiri ár, er hetta tó teirra fyrsta almenna samanrenning á mentanar- liga víðvøllinum. – Tað er okkum ein for- rættur at bjóða til hesa framsýning. Talan er um yrkingar við myndum afturvið. Borðreitt verður eisini við støkum yrkingum og støkum myndum – og autografar omaná, siga teir báðir. Tað er í sambandi við at Forlagið Stjørnustøv gevur út yrkingasavnið »Tanka- strok 1«, at henda framsýn- ingin er stáplað upp á vegg- irnar. – Yrkingarnar eru um alt frá, um vit taka tað skák báðar vegir, við einum x´ið, í einum fýrhyrnutum kassa, eini glerpípu til eina sátu og frá politikki til dust- súgvan, greiðir Ov-Jay frá. Myndirnar til savnið eru ikki surrealistiskar hjá Ti- Jay hesaferð. Gamaní, tó onkur. Her sæst eitt úrval av mongum fyribrigdum. Ein ósædd síða av list Tummas Jákups. Stórtsæð allar myndirnar til yrkingasavnið eru eitt vet litlagdar. Ynskir ein at síggja meir úr listaheimi hansara, ber til at fara inn á www.tummasart.dk Hvør og ein er vælkomin at vitja frumsýning teirra, lata teir heilsa. Opið verður gerandis- dagar frá kl.12-16, 17-20, leygardagin 12-17, 18-21 og sunnudagin frá kl.14- 17.30, 20-21.30. Tøkk Hjartans tøkk øll tit, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður mín Gotfred Dam andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Alzheimers- felagið. Eisini hjartaliga tøkk fáa tit øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Blíðar heilsanir Celia Í dag, týsdagin 16. august 2005 fyllir Frida Jacobsen, ættað úr Leirvík, búsitandi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík, 100 ár. Frida hevur alla sína tíð búð í Leirvík, men í januar 1997 flutti hon til heimið í Runavík at búgva. Foreldrini hjá Fridu vóru: Anna Elisabeth, f. Klein, av Fløtinum á Strondum, og Jógvan Joensen (Jógvan í Jógvanstovu). Seinni bleiv hann nevndur Jógvan við Neyst. Tí hann flutti húsini av Regni í Leirvík og oman við Neyst. Frida var nummar 4 í røðini av 8 systkjum, 4 gentur og 4 dreingir. Hon er tann einasta, sum er eftir á lívi. Systkini hjá henni vóru: Jóhanna Sofía, sum búði í Leirvík, Malena, ið giftist til Sandavágs, Hjalmar, sum var reiðari og búði í Leirvík, Thorvald, ið giftist til Strendur, og Elsa, Eskild, og John, ið øll búðu í Leirvík. Í 1925 giftist Frida sum 20 ára gomul við Svend Jacobsen (Svend í Gerðis- mørk). Tey giftust inn í barnaheim hansara uppi í Gerðismørk, og í 1927 fluttu tey inn í nýggj hús við Krossteig. Hóast Frida og Svend vóru barnleys, høvdu tey altíð børn hjá sær. Ein systirdóttir Fridu, Marita Heinesen úr Sandavági, kom sum smágenta til teirra og vaks upp upp har. Marita býr í Danmark. Hon arbeiddi í nógv ár í einum barnagarði og er í dag pensionerað. Seinni kom ein systirson- ur Svend, Niels Nielsen, úr Danmark til tey at búgva, og vaks hann eisini upp hjá teimum. Niels býr í dag í Hoyvík og arbeiðir sum málarameistari. Elsta systir Fridu, Anna Sofía, ið var ógift, búði eisini alt sítt vaksna lív inni hjá teimum. Frida og Svend vóru sera røsk og nærløgd fólk og høvdu tey eitt tiltikið vak- urt og snøkt heim. Tíðliga í tíðini fekk Frida bindimaskinu og fór at binda fyri fólk, og alt sum hon læt frá sær var væl úr hondum greitt. Svend var ein raskur sjó- maður og tiltikin fiski- klógv. Hann hevði eisini sera stóran áhuga fyri seyði, og røktaði hann í mong ár tveir hagapartar í Leirvík. Hann doyði í 1977, 77 ára gamal. Frida hevur altíð havt góða heilsu, men fyri eini 12-15 árum síðan fóru eyguni at bila, og í dag er hon blind. Í sambandi við 100 ára føðingardagin verður opið hús á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi frá kl. 15-17. Tað eru familjan, heimið og Leirvíkar kommuna, sum í felag skipa fyri føðingar- degnum, har øll eru hjarta- liga vælkomin. Frida Jacobsen 100 ár T. J. and O. J. í Lítluvík Nýggjar tíðir Ikki maila um hattar T- brævið Telda - ikki mín koppur av te