týsdagur 16. august 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 153 - 16. august 2005
Tað er ikki sum at siga
tað at savna fleiri
hundrað fólk og at fáa
eina væl upplagda
áskoðararfjøld at
klappa og flenna í kýki,
tá skemtararnir Jákup
Weyhe og Sjúrður
Skaale koma til sjóndar
á pallinum í Norður-
landahúsinum. Frá
fyrsta minutti kókaði
salurin allur sum hann
var, og áskoðararnir
flentu og klappaðu til ta
stóru gullmedaljuna. Ja,
teir vildu nærum ikki
gevast, tá pallljósini
slóknaðu
UMMÆLI
Dagny Joensen
dagnyj@post.olivant.fo
Pallurin var settur, tá Kim
Hansen, tónleikari spældi
»ketjup í eitt jørn«, útsett
frá tí klassika horninum,
sum setti okkum aftur í
gregorianska tíðarskeiðið í
søguni.
Pallprýðið
er
sonn
Broadway mynd við høg-
um, hvítum trapputorni,
prýtt við ljósperum í al-
skyns litum øðrumegin og
tónleikarunum hinumegin.
Sjúrður Skaale og Jákup
Weyhe koma til sjóndar
ovast í torninum í hvítum
klædningum og skóm og
stórum, prýðiligum, pink-
littum tvørsloyfum, tá tón-
leikurin flytir seg til okkara
tíð.
»Hevur nakar sæð Jógv-
an við Keldu«, rópa teir út í
salin og endurtaka hetta
nakrar ferðir. Fólk ressast,
men einki hendir. »Nei,
Jógvan við Keldu er ikki til
staðar, so kom bara James«.
Fram á pallin trýnur
James Olsen, tónleikari, ið
sum kunnugt ikki hevur
»rætta« húðalitin. Hann
dreivar spakligur yvir pall-
in, meðan salurin kókar í
látri. Setist við sítt ljóðføri,
og so er skemtið byrjað.
Spælið á pallinum gong-
ur skjótt, og tónleikurin
fylgir væl við. Av og á
verður skemtið á pallinum
avbrotið av videosýning á
stórskermi, sum eisini er
sera skemtiligt Áskoðarar-
nir fáa nærum ikki stundir
at reflektera yvir tað, sum
fer fram.
Síðani koma teir allir á
rað, politikararnir og prest-
arnir, sum fáa sitt og hini -
fólkini á gøtuni - sum eisini
geva seg til kennar við
sínum áskoðanum, júst sum
»Pipar&Salt« vanliga er og
áskoðarnir ivaleyst halda,
skal vera.
Wisky-visónin
Framtíðarvisiónin 2015 var
eisini á skránni. Hon var
viðvend á tann hátt, at
løgmaður fær eina visión;
Tá 10 ára gamalt wisky
kundi vera so gott fyri
heilsuna, hvat kundi tað so
ikki gera fyri eitt heilt land
- og wisky-visiónin varð
uppfunnin.
Síðani gekk tað við rúk-
andi ferð um prestarnir, ið
stóðu á prædikastólinum
sum urtapottar. Hermt var
eftir fleiri teirra, sum vit
kendu aftur, og bispur fekk
eisisni sítt. Prædikurnar
endaði við »bingo - amen«.
Hetta var eitt av teimum
nýggju
innsløgunum
í
»Pipar&Salt«, eins og tvær
flakakvinnur í Suðuroy
góvu til kennar, hvat tær
hildu um dagsins mál og
vanligt bygdaprát, eitt nú
hvussu væl Torgerð Suður-
oy dugdi at forsúlla bæði
seyðarhøvd og annað før-
oyskt tilfar.
Borgarstjórin í Havn fekk
eisini sítt við sanginum:
»Hann er fegin, hann Heð-
in«, sum nú heldur seg vera
kong.
Børge og Kalli ikki
merktir av tíðinnar
tonn
Børge og Kalle komu eisini
við ølposa og settu dags-
skránna.
Tað er altíð stuttligt at
hitta kendar persónar, eisini
henaferð, men tað var einki
nýtt í tí. Teir báður fótbólts-
fjepparnnir hava nú eini 20
ár á baki, men enn eru teir
eins ungir, og tá teir komu
fram á fyrsta sinni.
Hvussu mundi verið, um
teir vóru eldir 20 ár? Iva-
leyst høvdu teir somu
áhugamál og somu niður-
støðu til dagsins mál, men
kanska hevði tað verið
stuttligari um aldurin var
farin at tyngja teir.
Hæddarpunktið í fram-
førsluni var »Kári Kul«,
sum ein sera væl upplagdur
Sjúrður Skaale framførdi
við eins nógvari megi og
skemti og áður. Tá rungaði
eftir í salinum. Hann toldi
væl at verða tikin fram
aftur.
Fyri nógvum árum síðani
gjørdi Sjúrður Skaale enda
á Esmar Eysturoy í eini
sjónvarpssending,
men
onkusvegna er hann komin
til lívs aftur. Kanska tí
skemtarnir ikki kundu vera
hann fyri uttan. Ella bert tí
at teimum tørvaði at hava
henda persónin við í skemt-
inum. Tað tykist eitt sindur
bakvent, tí Jákup Weyhe og
Sjúrður Skaale eru teir
fremstu skemtarnir vit eiga
og hava evnir og hugflog at
fornýggja seg.
Bílagt arbeiði
Tað er Listastevnan, sum
hevur umbiðið sær »Pipar&
Salt framførsluna í Norður-
landahúsinum. Tað merkir,
at hetta er bílagt arbeiði,
sum skemtarnir hava havt
skyldu at gera til ásetta tíð.
Framførslan var møgu-
liga merkt av hesum, men
eisisni ivaleyst av, at fólk
seta so stórar vónir til teirra
skemtingarkynstur, at tað
kanska hevur nervað teir í
kreativa arbeiðinum.
Vónandi er tað ikki
síðstu ferð vit síggja Jákup
Weyhe og Sjúrð Skaale á
palli, tí teir hava áskoðara-
tekki og tað sum skal til,
fyri at vit kunnu gloypa
teirra
opinskáraða
og
mergjandi skemti, sum
eingin kann gera teimum
eftir.
Tað besta hevði verið, um
teir fingu stundir og møgu-
leikar at sleppa sínum
gamla konsepti og leggja á
annan bógv. Nostalgi er
altíð hugnaligt, men longs-
ulin eftir tí farna eigur ikki
at hava høvuðsleiklutin í
skemtiframførslum, ið á
okkara leiðum er sum lundi
á jólanátt.s
Pipar&Salt framførslan í Norðurlandahúsinum:
Skemtiligt afturlit