Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 • týsdagur • 16. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Ongantíð áður hevur framrættaði parturin av landsliðnum sæð so tungur út, sum hann ger tað undan uppgerð- ini, har møguleikarnir at vinna eiga at vera størri, enn teir higartil hava verið í hesi undankappingini LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Í gjár hittuast landsliðs- spælararnir at fyrireika seg til landsdystin mikukvøld- ið. Meiri enn helmingurin av spælarunum koma úr útlendskum feløgum. Teir hava allir sína søgu at siga, og saman við vinmonnun- um, sum framvegis spæla heima á landi, hava teir nógv at tosa um og siga frá. Úr Noregi og umvegis Keypmannahavn komu Todi Jónsson og Atli Dan- ielsen. Úr Danmark komu Gunnar Nielsen, Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløt- um, Johan Byrial Hansen og Súni Olsen, Claus Bech Jørgensen kom úr Ong- landi, og úr Íslandi komu Rógvi Jacobsen og Símun Samuelsen. Tað vil við øðrum orðum siga, at tíggju av teimum nítjan, sum í gjár hittust á Hotel Føroy- um, og sum eru farnir undir fyrireikingarnar til avbjóð- ingina móti Kypros miku- kvøldið, eru útisetar. Tað fór sum eldur um norska og danska fótbólts- heimin og sjálvandi eisini kring Føroyar, tá ið Todi Jónsson leygarkvøldið við tíggju tumma seymi stað- festi, at tað skal roknast við honum, og at fótbóltsáhug- aðir føroyingar kunnu rokna við størri tyngd í álopspartinum móti Kyp- ros, enn broddurin hevur verið á landsliðnum í fleiri ár. Todi Jónsson varð tikin av vøllinum, tá ið tað rest- aði ein hálvur tími. Tom Nordlie, venjarin hjá Start, heldur ikki, at Todi enn er førur fyri at spæla allar 90 minuttirnar, men hann var framúr væl nøgdur við tað, sum føroyski álopsspælarin hevði avrikað, og tað er væl skiljandi. Start vann 5-2 á trettan faldu meistarunum úr Ros- enborg. Todi skoraði eftir lítlum hálvum tíma trý mál, og harafturat var hann or- søk til, at norski landsliðs- málverjin, Espen Johnsen, varð rikin av vøllinum fyri hevnisøku. Todi skoraði til 2-0, 3-0 og 4-0. Øll málini skoraði hann eftir returbóltar frá málverjanum og verjuni, og í øllum førunum vóru mál- ini í eyðkendum stíli fyri sannar miðframherjar, sum í røttu løtuni eru á rætta staðnum, og sum í knappari vend reagera upp á møgu- leikan. - Eg eri sjálvandi fegin um, at vit vunnu týdningar- miklu uppgerðina móti Rosenborg, og tá ið tú ert keyptur til eitt felag fyri at vera álopsspælari og harvið at skjóta mál, so er tað sjálvandi sera kærkomið at skora trý mál. Tað er langt síðani seinast, at eg gjørdi trý mál í landskappingini á hesum støðinum, staðfestir Todi Jónsson, sum gleðir seg at spæla móti Kypros. - Eg havi í meiri enn eitt ár longst eftir aftur at spæla á landsliðnum. Eg havi eina ferð síðani saman við lið- feløgunum verið á Svanga- skarði og fyrireikað meg til landsdyst. Ta ferðina gekk ikki so væl. Nú vóni eg, at tað fer at ganga betri. Eg kenni meg vera sera væl fyri, og nú verður tað spennandi at hitta liðfelag- arnar. So fáa vit at síggja, hvørjir teir fyrstu ellivu fara at vera, sigur Todi Jónsson. At Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu er eingin ivi. Spurningurin er heldur, hvør skal spæla saman við honum í álopin- um. Í tí útgávuni, sum hann var at síggja leygarkvøldið kann tað væl hugsast, at hann eisini hevði verið boð til pláss á norska og danska landsliðnum. Men nú eru tað Føroyar, sum eiga so- vornar álopstrumf. Norska pressan fleyt yvir í posit- ivum lýsingarorðum sunnu- dagin, og tað vóru eisini fleiri dømi um, at Todi ikki er gloymdur í Danmark, hóast hann tey bæði sein- astu árini í FCK ikki fekk møguleika at vísa, at tað framvegis er dugur í hon- um. Donsku bløðini skrivaðu sunnudagin, at tað var Todi, som sænkede kriseramte Rosenborg. Fleiri boð eru upp á álopsfelagar til Toda Jóns- son. Andrew av Fløtum hevur verið rættuliga sannførandi í teimum fyrstu umførun- um í næstbestu donsku deildini. Hann hevur verið í landsliðsálopinum tær sein- astu ferðirnar. Í hvussu so er tveir og kanska tríggir ella fýra aðrir møguleikar eru til hetta plássið. Ein teirra er Christian Høgni Jacobsen, sum leygar- kvøldið var rættuliga væl upplagdur og skoraði bæði NSÍ málini móti HB. Og so er møguleiki fyri, at teir báðir, sum í gjár komu úr Íslandi, kunnu spæla í álop- inum. Rógvi Jacobsen hevur spælt í KR álopinum. Sunnukvøldið, tá ið KR á heimavølli vann 1-0 á ÍBV, var Rógvi tó á beikinum. Hann varð settur á mið- vøllin, tá ið tað restaði eitt korter. Símun Samuelsen hevur síðstu tvær vikurnar rættu- liga gjørt um seg í Kefla- vík. Hann hevur ikki spælt í vikuskiftinum. Keflavík skuldi í gjárkvøldið spæla á heimavølli móti Váli. Kanónirnar eru vendar móti Kypros Todi Jónsson var dagsins maður hjá norska oddaliðnum Start, tá ið teir leygardagin vunnu 5-2 á meistaraliðnum Rosenborg. Todi gjørdi eitt reint hattrick í fyrra hálvleiki, og lítið er at ivast í, at hann fer at teljast millum teir fyrstu ellivu á føroyska landsliðnum móti Kypros mikukvøldið á Svangaskarði. Mynd: Nicolai Prebensen, VG B36 dysturin hós- kvøldið halda skála- menn darva minni enn hálvskaddu Skála spælararnir, sum ikki høvdu verið førir fyri at venja, og B36 stríðsmaðurin ásann- ar, at teir tóktust hava meiri orku, sum dysturin leið SKÁLA-B36 Jóannes Hansen Tað kundi kanska hugsast, at skálamenn vóru harmir um, at tað ikki hevði eydn- ast teimum at halda tørn um tvey mála leiðsluna, sum teir høvdu í 1. hálv- leiki. Tað vóru teir á heima- liðnum eisini, men ikki púrasta. - Vit høvdu møguleikan at økja til 3-0, og um tað hevði havt eydnast, so hevði tað helst verið øðrvísi 2. hálvleikur, enn tað bleiv. Men vit eru ikki misnøgdir. Sannleikin er tann, at vit høvdu ikki so gott mót undan B36 vitjanini, tí fyri- treytirnar hjá okkum vóru so vánaligar, sigur Pauli Poulsen, hjálparvenjari, og hann útgreinar, hví hann heldur, at teirra fyritreytir vóru verri, enn tær vóru hjá B36, sum spældi strævnan UEFA Cup dyst hóskvøld- ið: - Í vikuni vóru fýra av okkara spælarum so mikið illa fyri, at teir ikki vóru førir fyri at venja. Talan var um Nenad, Rúna Rasmus- sen, Arnhold Berg og Iulian Florescu. At teir kortini megnaðu at spæla, ber við sær, at vit hava mót um, at teir nú eru um at koma fyri seg aftur. B36 hevði alt sítt fólk tókt, og teir kundu seta ómóðar og stinnar spælarar á vøllin síðstu løtuna. Eg haldi ikki, at tað kann sig- ast, at teir vóru illa fyri, og tað sást heldur ikki á avrik- inum hjá teimum. Serliga í 2. hálvleiki stóðu teir seg sera væl, heldur Pauli Poul- sen. Málið gav eyka orku Klæmint Matras var ein av B36 stríðsmonnunum, sum var við at venda slagnum, soleiðis at eitt stig fekst burturúr. - Vit løgdu væl fyri fyrstu minuttirnar. Teir skoraðu fyrstu ferð teir vóru í nánd av málinum. Vit góvu teim- um fyrra málið, og hetta setti seg eina løtu í okkum. Vit vóru hepnir, at teir ikki hesa løtuna øktu til 3-0. Men umskipingini av okk- ara liði tóktist hjálpa væl. Tá passaðu vit betri til teirra spælskipan, og vit fingu fatur á teimum aftur. Málið hjá Oby lyfti okkum upp, vit fingu eyka orku, og síðstu løtuna var um reppið, at tað vóru vit, sum vunnu. Vit halda, at dómarin átti at havt bríkslað fyri brots- sparki til okkara, tí tað sá út til, at hann vardi við armin- um á strikuni, heldur Klæ- mint Matras. Tit høvdu meiri orku enn teir? - Kanska er tað eisini tí, at vit høvdu meiri at taka av. Fyri aðru ferð á rað varð Oby innskiftur og skoraði mál. Tað hevði sera stóran týdning, heldur B36 stríðs- maðurin. Skála helt seg hava verri fyritreytir