týsdagur 16. august 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 153 - 16. august 2005
Eftir at teir fyrsta
hálva tíman høvdu
verið heilt niður-
bundnir, reisti B36
seg úr øskuni, og
síðstu løtuna vóru tað
teir úr árstalsfelag-
num, sum stríddust
fyri at fáa sigursmálið
SKÁLA-B36
Jóannes Hansen
Tað gongur sum eftir ánni
hjá
B36.
Fríggjadagin
komu teir úr Jyllandi, har
teir høvdu framt fínt UEFA
Cup avrik, og sunnukvøldið
fóru teir av Skála við 2-2 og
harvið einum stigi. Úrslitið
ber boð um, at B36 fram-
vegis er eitt tað besta boðið
upp á FM, og dystargongd-
in á Skála boðar frá, at B36
spælararnir eru ógvuliga
væl fyri, og at tað ilt at
ímynda sær, hvussu teir
skulu koppast.
Tá ið tað var hálvleikt
bendi alt á, at heimaliðið
skuldi vinna tryggan sigur
og harvið einsamalt verja
oddasessin.
Men vertirnir tóktust
hava skrivað rokning uttan
at hugsa um gestirnar. Mót-
satt møðini og kropsligu
tyngdini og óliðiligheitini,
sum tað var upplagt at
rokna við fór at kennast á
B36 spælarunum, og sum
longu sást frá dystarbyrjan
hjá onkrum teirra, so
blomstraðu teir.
Tíggju minuttir undan
steðginum hevði Sigfríður
Clementsen umskipað lið-
ið, og tað riggaði heilt væl.
Fróði Benjaminsen var
fluttur aftur í miðverjuna,
og Klæmint Matras varð
fluttur úr miðverjuni og
fram á sentralt miðvallar-
pláss.
Ingi Højsted, sum er
topptrimmaður, og Klæ-
mint Matras megnaðu at
seta seg á sentrala partin av
vøllinum. Stinnu sentralu
Skála miðvallararnir Pauli
G. Hansen, Pætur Dam Ja-
cobsen og Nenad Stankovic
hava higartil í ár ikki verið
settir undir sovorðið trýst,
sum teir vóru seinna um-
farið móti B36. Mikkjal
Thomassen spældi seg upp
í vinstru, Niels Joensen var
eisini tryggur, tá ið hann
var fluttur aftur á vong-
verjan, og so vóru B36 ar-
nir vandamiklir.
Eina løtu vóru teir tríggir
í álopinum - Allan Mørk-
øre, Oby og Bergur Mid-
jord - og trýstið á Skála
verjuna, har Arnhold Berg
hevur vunnið stríðið um
høgra vongverja plássið,
var sera stórt.
Skála helt leingi tørn, og
tá ið Fróði Benjaminsen
hevði snittað frísparks-
framlegging frá Santos
skeivu megin stólpan, var
tað ikki frítt, at kenslan
breiddi seg av, at hetta fór
ikki at verða dagurin hjá
B36.
Men hetta varð dagurin
hjá B36. Teir arbeiddu hart
og støðugt, og teir produ-
seraðu møguleikar. Santos,
sum er vorðin sannur lykla-
spælari, stríddi seg fram í
borði í vinstru. Innleggið
varð blokerað til horna,
Santos legði sjálvur innfyri,
og við handara stólpan og
ikki so langt úr málinum
var Oby púra blankur, tá ið
hann stakk seg upp og
stútaði til 2-1.
So trúði B36 uppaftur
meiri upp á tað. Skálamenn
vóru skelkaðir og læstir, og
tað var bara spurningur um
tíð, nær B36 fór at skora
eitt ella fleiri mál afturat.
Teir fingu eitt mál afturat,
men teir kundu havt fingið
fleiri.
Væl upplagdi Oby snar-
aði framvið fleiri. Hann
varð kroystur eitt sindur út í
borðið, tá ið hann var farin
framvið
málverjanum.
Skotroyndin varð blokerað
á málstrikuni. B36 spælarar
og viðhaldsfólk vildu hava,
at bólturin varð stýrdur
burtur við arminum, men
væl plaseraði og annars
sera sannførandi dómarin
segði nei.
Í næsta álopinum fekk
B36 horna í høgru. Bólt-
urin varð sendur í hitt borð-
ið og út frá til Allan Mørk-
øre, sum við fínari sending
dygst omanfyri høvdini á
øllum í brotsteiginum ser-
veraði fyri Bergi Midjord,
sum takkaði fyri og høgdi
til við framúr heilfluktara,
sum brast í nettakið.
So var 2-2. Síðstu løtuna
setti B36 tveir ómóðar
spælarar á vøllin. Sam-
stundis sum teir vóru varnir
í verjupartinum, so tóktust
teir hava hug at spenna
álopsbogan eitt vet, men
teir megnaðu ikki at fáa
mál, eisin tí at Skála mið-
verjan og sentrali miðvøll-
urin - Rúni Rasmussen og
Milic Curcic og Pauli G.
Hansen, Pætur Dam Jacob-
sen og Nenad Stankovic -
fingu skil aftur á verjupart-
inum.
Bundu ikki um
Skálaspælararnir
høvdu
havt sína løtu at avgera sær
sjálvum til fyrimunar, men
tað eydnaðist teimum ikki.
Frá fyrsta bríksli vóru
teir í eyðkenda optimistiska
og ágangandi lagnum. Tá ið
teir komu á B36 hálvuna,
var vandi á ferð. Teirra
miðvøllur var fyrstu løtuna
nógv tryggari og umhugsin,
og B36 verjan hevði stórar
trupulleikar av Boga Greg-
ersen, Jónhardi Frederiks-
berg og Bjarna Jørgensen.
Tá ið Skála fekk fyrra
málið, sá tað ikki væl út í
B36
verjuni.
Jónhard
Frederiksberg rann Pól
Thorsteinsson av í vinstru,
síðani slapp hann út frá og
framvið liðformanninum
og Kenneth Jacobsen, og tá
ið hann av brotsteigarmark-
inum smekkaði til, átti Ják-
up Mikkelsen ikki at havt
latið returbólt frá sær til
Boga Gergersen, sum kom
inn úr høgru og smekkaði
til.
Leiðslumálið gav heima-
liðnum skump rætta vegin.
Iulian Florescu sendi frí-
spark úr høgru og til hand-
ara stólpan, har Jónhard
Frederiksberg stakk seg
upp og stútaði á stólpan.
Bólturin stakk yvir í hitt
borðið, og so var Bogi
Gregersen aftur fyrstur á og
Skála á odda 2-0.
Skála hevði møguleikan
at økja til 3-0 og harvið
ivaleyst heilt at punktera
dystin, men Jákup Mikkel-
sen bjargaði meistarliga, tá
ið Jónhard úr heilt stuttari
fjarstøðu smekkaði til, eftir
at horna úr høgru var farið
yvirum handara stólpan,
hagani Bogi Gregersen
hevði stútaði innfyri aftur.
So var tað, at B36 um-
skipaði. Hóast mótbrekkan
kendist øgilig - tvey mál
aftanfyri og tunga altjóða
avbjóðing í beinunum - so
megnaði B36 uppgávuna,
og tað kann væl hugsast, at
skálamenn seinni í heyst
fara at iðra seg serliga um,
at teir mistu henda sigurin.
SKÁLA-B36 2-2 (2-0)
1-0: Bogi Gregersen
2-0: Bogi Gregersen
2-1: Oby Onyebuchi
2-2: Bergur Midjord
Dómari: Páll Augustinussen
SKÁLA: Vlada Filipovic - Arnhold Berg, Rúni Rasmussen,
Milic Curcic, Iulian Florescu - Bjarni Jørgensen, Pætur
Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen, Nenad Stankovic - Bogi
Gregersen, Jónhard Frederiksberg
Gult kort: Pauli G. Hansen, Bjarni Jørgensen
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen (Oby
Onyebuchi, 37.), Pól Thorsteinsson, Klæmint Matras,
Alex José dos Santos - Niels Joensen, Fróði
Benjaminsen, Ingi Højsted, Mikkjal Thomassen (Bárður
H. Joensen, 83.)- Allan Mørkøre, Bergur Midjord (Levi
Hansson, 83.)
Gult kort: Pól Thorsteinsson, Mikkjal Thomassen
Fakta um dystin
Skála bant ikki kjaftbandið
Ingi Højsted úr B36 og Pætur
Dam Jacobsen hjá Skála
høvdu fleiri nærdystir á
sentrala miðvøllinum. Skála
og Pætur fingu betru
byrjanina upp á dystin, men
Ingi Højsted og gestirnir úr
Havn fingu bart seg upp á
javnt aftur og vóru nær við
at fara við øllum.
Mynd: Álvur Haraldsen