Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 16. august 2005 17 Helgi Dam Ziska var í serklassa, tá hann fyri viku síðani vann føroyameistaraskapin í snartalvi. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Oftani er torført at halda einum góðum stima yvir langa tíð, men unglingurin Helgi D. Ziska megnaði herfyri enn einaferð at prógva síni góðu talvkynstir. Hesaferð varð talan um snartelving (5 minuttir í part til talvið). Helgi fekk heili 15, 5 stig av 18 møguligum í FM-snar- kappingini, sum varð í Læraraskúlanum næstseinasta leygardag. Eitt úrslit sum talar fyri seg. Í fjør varð sannur tvídystur millum Helga og Olaf Berg, men í ár kundi eingin standa Helga kurl. Næstir Helga komu Hans Kristian Simonsen og John Rødgaard. Av øðrum sterkum telvarum sum royndi seg, kunnu nevnast Flóvin Tór Næs, Olaf Berg, Torbjørn Thomsen og Torkil Nielsen. Umframt fyrstu virðislønina, vann Helgi virðisløn fyri besta úrslit av teimum sum høvdu undir 2100 í rating. Sigurð Justinussen vann undir 1800-virðislønina. Luttakaratalið var 38, men kundi saktans verið væl hægri, um kappingin ikki lá sama vikuskiftið sum Summ- arfestivalurin í Klaksvík. Klaksvíkingar plaga at møta mannsterkir, men hesaferð vigaði stórligi festivalurin meir enn snartelvingin. Íslendarar úr norður- og eysturlandinum, sum vóru í Føroyum í samband við landsdyst, fingu eisini møgu- leikan at vera við. Átta íslendarar tóku av tilboðnum. FM í snartalvi: 1.Helgi Dam Ziska (2047) 15.5 2. Hans Kristian Simonsen (2308) 13,0 3-4. John Rødgaard (2328) 12.5 3-4. Olaf Berg (2190) 12.5 5. Askell Örn Kárason( 2270) 12,0 6-7. Torbjørn Thomsen (2129) 11,0 6-7. Torkil Nielsen (2079) 11,0 8-13. Flóvin Þór Næs (2267) 10.5 8-13. Gylfi Thorhallsson (2120) 10.5 8-13. Sigurður Eiriksson (1810) 10.5 8-13. Torfi Stefánsson (2060) 10.5 8-13. Smári Teitsson (1935) 10.5 8-13. Sigurð Justinussen (1742) 10.5 14-15. Sjúrður Thorsteinsson (1870) 10,0 14-15. Herluf Hansen (1997) 10,0 16-18. Jón Thór (2100) 9.5 16-18. Jóhan Gaard (1858) 9.5 16-18. Hanus Ingi Hansen (1426) 9.5 19-21. Hjalti T. Jógvansson (1457) 9,0 19-21. Regin Reinert (1807) 9,0 19-21. Margar Berg (1400) 9,0 22-27. Jógvan Joensen (1720) 8.5 22-27. Heri V. Thomsen (1895) 8.5 22-27. Gunnar Finnsson (1750) 8.5 22-27. Øssur Joensen (1649) 8.5 22-27. Heri Thomsen (1350) 8.5 22-27. Heiðrikkur Jacobsen (1216) 8.5 28. Rógvi Egilstoft Nielsen (1417) 8,0 29-31. Eyðun Lamhauge (1735) 7.5 29-31. Viðar Jónsson (1920) 7.5 29-31. Jaspur Enghamar (1296) 7.5 32. Høgni Egilstoft Nielsen (1014) 7,0 33. Ari Friðfinnsson (1780) 6.5 34. Andrias Jacobsen (1273) 6,0 35. Rúni Jacobsen (1000) 5.5 36. Brian Hansen (1000) 5,0 37. Johan Hansen (1000) 2.5 38. Dánjal Hansen (1000) 2,0 Svingandi úrslit Ilt er greiða frá hvussu ein 6-4 sigur í fyrra dystinum móti íslendingum, kundi vendast til lemjandi 1,5 - 8,5 tap í seinna dystinum. Føroyska liðið var nógv broytt í seinna dystinum í mun til tann fyrra, men kortini vóru føroyingar ratingfavorittar á flestu borðunum í dystinum í Klaksvík. Samanlangt vunnu íslendarar 12,5 - 7,5. Talan er ikki um teir bestu íslendsku telvararnir sum umboða landslið teirra í hesum siðvondu dystum. Tá hevði munurin verið ov stórur. Bert telvarar frá norður- og eysturlandinum manna íslendska liðið. Næsti landsdystur verður í Íslandi í 2007. 1. dystur: 6-4 Hans Kristian Simonsen - Jón Gardar Viðarson 0,5 - 0,5 Flóvin Tór Nærs - Askell Örn Kárason 0,5 - 0,5 Rógvi Rasmussen - Gylfi Thorhallsson 0 - 1 Tórbjørn Thomsen - Jón Thór 1 - 0 Helgi Dam Ziska - Torfi Stefánsson 0 - 1 Martin Brekká - Smári Teitsson 1 - 0 Bernhard Thomsen - Viðar Jónsson 1 - 0 Sjúrdur Thorsteinsson - Hjørleifur Haldórsson 1 - 0 Andrias Ziska - Sigurður Eiriksson 1 - 0 Kári Duurhuus - Ari Friðfinnsson 0 - 1 2. dystur: 1,5 - 8,5 Hans Kristian Simonsen - Jón Garðar Viðarson 0 - 1 Carl Eli N. Samuelsen - Askell Örn Kárason 0 - 1 Flóvin Tór Næs - Gylfi Thorhallsson 0 - 1 Eyðun Nolsøe - Jón Thór 0 - 1 Finnbjørn Vang - Torfi Stefánsson 0 - 1 Torkil Nielsen - Smári Teitsson 0 - 1 Terji Petersen - Viðar Jónsson 0 - 1 Herluf Hansen - Sigurður Eiriksson 1 - 0 Rani Baldursson - Gunnar Finnson 0,5 - 0,5 Rógvi Dragaberg - Ari Friðfinnsson 0 - 1 Endurtøka Bæði B68 og B71 vunnu um vikuskiftið sínar dystir, og tí er støðan í oddinum í næstfremstu deildina tann sama, sum hon var undan vikuskift- inum. 2. DEILD Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sandoyingar høvdu leygar- dagin vitjan av AB á Sandi, men hóast argjamenn hava ligið rættuliga ovarlaga, so høvdu sandoyingar fult tamarhald á leygardagin, og sigurin hjá B71 var fult uppiborin. Tað var tó ikki fyrr enn eftir steðgin, at tað eydnað- ist heimaliðnum at fáa hol á, tá ið Magnus Olsen sendi í netið. Stutt tíð gekk, so var 2-0, tá ið Símin Hansen skoraði eftir eitt skjótálop, og móti endanum av dyst- inum slóg Magnus Olsen sigurin hjá sandoyingum fastan, tá ið hann skoraði sítt næsta mál í dystinum til 3-0, sum gjørdist endaliga úrslitið. Tætt í Vágum Í Vágum var dystur millum FS Vágar 2004 og Royn, og her gjørdist talan um ein javnan og spennandi dyst. Kviki framherjin Kim Poulsen legði heimaliðið á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men stutt undan steðginum fingu hvalbingar javnað, tá ið Hilmar Sveinbjørnsson við brotssparki. Tað vóru tó vertirnir úr Vágum, sum fingu øll trý stigini, og sigursmálið fingu teir tíðliga í seinna hálvleiki. Eftir eitt óbein- leiðis fríspark í brotsteigin- um hjá Royn, langaði Birgir Joensen bóltin í netið til 2-1. Á Krossinum í Sumba hevði heimaliðið vitjan av leirvíkingum, og tann dyst- urin endaði við javnleiki 2- 2. Birni Kjærbo legði Sumba á odda í fyrra hálv- leiki, men Fróði Joensen javnaði fyri LÍF. Sumbingar komu á odda aftur, tá ið Kenneth Kjærbo var á rætta staðnum, men tað eydnaðist enn einaferð LÍF at koma upp á javnt, tá ið sumbingar gjørdu sjálv- mál, og 2-2 gjørdist eisini endaliga úrslitið. B68 fekk ein hvøkk Sunnudagin hevði B68 vitj- an av B36 á Toftum, og botnliðið úr Havn gav tofta- monnum ein hvøkk, tá ið Thomas Hans Rubeksen legði teir á odda 1-0. Toftamenn reistust tó, og teir komu upp á javnt, tá ið veteranurin Øssur Hansen javnaði við einum fluktara eftir eina avlevering frá Jóhan Petur Poulsen. 1-1 var støðan í hálvleik- inum, men tá ið knappir 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tók odda- liðið leiðsluna. Tað var Jó- han Petur Poulsen, sum skeyt tað málið við einum skoti úr spískum. B68 slóg sigurin fastan í yvirtíðini, tá ið John Peter- sen við høvdinum serveraði bóltin fyri føturnar á Jann Inga Petersen, sum hevði lætt við at seta bóltin í netið til 3-1. Seinasti dysturin í 2. deild hetta vikuskifti var millum HB og GÍ í Havn, og tann dystin vann HB sannførandi 5-1. Leikandi venjarin hjá HB, John Eystberg, og veteranurin Uni Arge, vóru báðir tvífaldir málskjúttar í dystinum. Komandi vikuskifti verð- ur ein spennandi dystur í Havn, tá ið júst HB fær vitjan av oddaliðnum B68. B71-AB 3-0 1-0 Magnus Olsen 2-0 Símin Hansen 3-0 Magnus Olsen FS Vágar 2004-Royn 2-1 1-0 Kim Poulsen 1-1 Hilmar Sveinbjørnsson brtsp. 2-1 Birgir Joensen Sumba-LÍF 2-2 1-0 Birni Kjærbo 1-1 Fróði Joensen 2-1 Kenneth Kjærbo 2-2 sjálvmál HB-GÍ 5-1 1-0 Høgni M. Joensen 2-0 Uni Arge brotsp. 3-0 John Eystberg 4-0 Uni Arge 5-0 John Eystberg 5-1 Bjarni Justinussen B68-B36 3-1 0-1 Thomas Hans Rubeksen 1-1 Øssur Hansen 2-1 Jóhan Petur Poulsen 3-1 Jann Ingi Petersen Oddaliðini vunnu bæði