týsdagur 16. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Skerda HB man
sjáldan hava havt so
lítið at bjóða upp á,
sum teir høvdu
leygardagin, tá ið teir
í Runavík onga løtu
góvu teimum frið og
heilt kroystu teir
NSÍ-HB
Jóannes Hansen
NSÍ hevur tvær ferðir fyrr í
ár verið í Gundadali og tapt
fyri HB. Leygardagin fingu
teir endiliga møguleikan á
heimavølli at vísa HB, hvar
skápið skuldi standa, og teir
við Løkin tóku sanniliga av.
NSÍ spælararnir vóru frá
fyrsta bríksli ágangandi og
umhugsnir,
meðan
HB
avrikið var alt annað enn at
rópa hurrá fyri - hvørki á
vøllinum ella á beinkinum.
Sjálvandi var tað stórur
smeitur, at miðverjarnir
báðir - Jóhannis Joensen
orsaka av skaða og Rasmus
Nolsøe orsaka av leikbanni
- ikki vóru tøkir, og at
liðformaðurin Rúni Nolsøe
ikki var á miðvøllinum.
Á útivølli í Runavík átti
at verið upplagt fyrst at
syrgt fyri tyngd og trygd í
miðverjuni. Hallur Daniel-
sen og Svenn Jacobsen
vóru settir at røkja ódnir-
nar. Hallur plagar at vera
vonverji ella miðvallari í
borðunum, og hann treivst
einki serligt í óvanda leik-
lutinum. Bárður Mortans-
son treivst heldur einki ser-
ligt í miðvallarplássinum,
sum Jákup á Borg (hann var
vongverji og skuldi byrgja
fyri
Jónstein
Petersen)
plagar at røkja, og ófriðurin
mistrivnaður kring vøllin
kendist eitt sindur óneyð-
ugur, tá ið tað var veruleiki,
at HB á liðnum hevði tveir
teir stinnastu miðverjarnar í
landinum. Men teir vóru í
øðrum plássum - Vagnur
Mohr Mortensen á sentrala
miðvøllinum og Hans á
Lag í álopinum.
NSÍ fekk beinanvegin um
endan, sjálvsálitið vaks,
Jústinus R. Hansen og Dán-
ial Hansen settu seg á
týdningarmikla
sentrala
partin av vøllinum, Óli
Hansen og Viggo Johanne-
sen høvdu tak á HB álops-
spælarunum.
Einasta ferðin, tað lukt-
aði av vandastøðu, var, tá ið
Hans á Lag ikki so langt
undan hvíldini royndi móti
málinum, men tá varð
blokerað.
Hóast HB spælið higartil
í ár einki hevur verið at
reypa av, so hava teir kort-
ini víst serstøk evni at fóta
sær og koma afturíaftur.
Tað hevur kortini bilað
meiri á útivølli, enn tað
hevur gjørt í Gundadali, og
hesa ferð talaði einki fyri -
absolutt einki! - at tað
skuldi eydnast. Men leingi
var munurin bara eitt mál,
og harvið var stríðið púra
opið, inntil tað restaðu
fimm minuttir.
Í tíðini, sum finski dóm-
arin hevðí lagt afturat, varð
Tór-Ingar Akselsen skump-
aður um koll í brotsteigin-
um. Rókur Jespersen var
tryggur, tá ið hann tók sær
av brotssparkinum, og so
lúrdi møguleikin, at tað
kortini skuldi eydnast HB
at tiltuska sær eitt stig, sum
teir á ongan hátt høvdu átt
uppiborið, men tá ið NSÍ
hevði givið bóltin upp aftur,
bríkslaði
dómarin
fyri
síðstu ferð.
Christian Høgni
í hopla
NSÍ hevur so ofta áður havt
gott tak á HB, og soleiðis
var tað eisini hesa ferð. Tað
var eingin ivi um, hvør tað
var, sum valdaði á vøllin-
um. Tá ið havnarmenninir
onkra ferðina ikki gyppaðu,
men royndu at mynda álop,
vóru teir stríputu ógvuliga
ágangandi, og so vendist
spælið skjótt, tí teir á meist-
araliðnum vóru ikki førir
fyri at varðveita bóltin í
egnari røð.
NSÍ hevði í løtum gott
tak á samanspælinum. Teir
gjørdu nógv færri persónlig
mistøk, enn teir á mót-
støðuliðnum gjørdu, og teir
vóru nógv stinnari at sekta
persónligu mistøkini, enn
mótstøðumenninir
vóru
tað.
Helgi L. Petersen var í
álopinum
saman
við
Christian Høgni Jacobsen.
Landsliðsspælarin
var
serliga stinnur, og um
Bárður Johannesen hesa
ferð ikki hevði havt verið
so stinnur millum HB
stólparnar, so kundi lands-
liðsmaðurin havt skorað
uppaftur fleiri mál enn tey
bæði, sum hann var meist-
ari fyri.
Tað fyrra fekk Christian
Høgni, tá ið tíggju minuttir
vóru farnir. Andy Olsen
serveraði bóltin, Christian
Høgni smoygdi sær fram-
við tveimum tøvandi mót-
støðumonnum,
áðrenn
hann gjørdist einsamallur
við HB málverjanum og
setti bóltin framvið honum.
Hjá NSÍ var tað ikki nóg
sannførandi, at teir ikki
megnaðu at staðfesta sig-
urin, fyrrenn tað restaðu
fimm minuttir. Teir høvdu í
hvussu so er møguleikarnar
til tað.
2-0 málið var Christan
Høgni, ið nú tykist vera
rættuliga komin fyri seg
aftur eftir skaðan, sum so
leingi helt honum burtur,
aftur meistari fyri. Eftir
uppspæl í vinstru og send-
ing frá Jónsteini Petersen
gjørdist álopsspælarin leys-
ur um brotsteigarmarkið,
og so sendi hann í málið.
HB brotssparkið pyntaði
eitt sindur um, men tað tók
ikki burtur heildarmyndina,
sum segði, at meistararnir á
als ongan hátt vístu meist-
araspæl, og at NSÍ hevur
lagt so mikið bragdliga fyri
eftir summarsteðgin, at tað
nú er møguleiki fyri hvørj-
um sum helst hjá teimum!
18
Nr. 153 - 16. august 2005
NSÍ smurdi meistararnar av
NSÍ-HB 2-1 (1-0)
1-0: Christian Høgni Jacobsen 19.
2-0: Christian Høgni Jacobsen 85.
2-1: Rókur Jespersen br 90.
Dómari: Tony Asumaa úr Finnlandi
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen,Viggo Johannesen, Einar Hansen - Andy Olsen,
Jústinus R. Hansen, Dánial Hansen, Jónstein Petersen -
Christan Høgni Jacobsen, Helgi L. Petersen
Gult kort: Jens Martin Knudsen, Christian Høgni
Jacobsen
HB: Bárður Johannesen - Jákup á Borg, Hallur
Danielsen, Svenn Jacobsen, Janus M. Joensen - Bárður
Mortansson (Hendrik Rubeksen, 73.), Kári Nielsen,
Vagnur Mohr Mortensen,Tór-Ingar Akselsen - Rókur
Jespersen, Hans á Lag
Gult kort: Hans á Lag,Vagnur Mohr Mortensen, Kári
Nielsen
Fakta um dystin
Christian Høgni Jacobsen
úr NSÍ og Svenn Jacobsen
úr HB dystast um bóltin.
Við tveimum málum
syrgdi Christian Høgni
fyri, at runavíkingar
koppaðu føroyameistar-
unum.
Mynd: Álvur Haraldsen
NSÍ venjarin heldur,
at heilivágurin hjá
hansara monnum
eigur at vera, at teir
bara fokusera upp á
eina avbjóðing í
senn og ikki hugsa
ov langt fram í
tíðina
NSÍ UNDANVINDUR
Jóannes Hansen
NSÍ
venjarin,
Trygvi
Mortensen, var ovurfegin
eftir, at tað endiliga eydn-
aðist at fáa fulla úrtøku
móti HB, sum NSÍ tvær
ferðir fyrr í ár hevur tapt
ímóti.
- Vit ætlaðu at pressa
teir frammi á vøllinum.
Tað ætla vit hvørja ferð, tí
teir trívast ikki undir
sovornum trýsti. Men tað
eydnast ikki altíð. Hesa
ferð eydnaðist tað sera
væl, og vit fingu dystin at
myndast soleiðis, sum vit
høvdu vónað og ætlað.
Bara spell at vit ikki fingu
fleiri mál, tí tað hevði
verið heilt burtur við, um
teir høvdu fingið stig
burturúr, heldru Trygvi
Mortensen.
Hann fegnast serliga
um, at ferð rættuliga er
komin á Christian Høgni
Jacobsen, eftir at hann
hevur stríðst við at koma
fyri seg. Hann sleit kross-
bandið í fjør.
- Christian Høgni hevur
verið sera miðvísur og
treiskur. Tað er kanska
ikki altíð so hugaligt at
venja á vetri og í ikki
serliga góðum líkindum.
Tað
hevur
Christian
Høgni gjørt, og nú vísti
hann seg aftur at vera
orduliga á toppinum. Tað
fegnist eg um.
Hvussu verður nú?
- Úrslitið á Skála lagaði
seg væl fyri okkum. Vit
eru fýra stig frá teimum
báðum fremstu. Vit skulu
spæla móti B36 á heima-
vølli, og tað er hesa upp-
gávuna, sum vit hava
fokus á. Tað verður nógv
tosað og mett um vánirnar
fyri hesum og hasum. Hjá
okkum ræður um at halda
okkum til næstu avbjóð-
ingina, og hon er móti
B36. Tann dystin gleða vit
okkum til, sigur Trygvi
Mortensen.
Reytt kort?
Christian Høgni Jacobsen
hevði fingið gult kort fyrr
í dystinum. Tá ið hann
skoraði seinna málið, var
hann so fegin, at hann
rullaði troyggjuna upp um
høvd. Tað tyktist sum um,
at dómarin hevði hug at
fara eftir gula kortinum.
Sambært
ásetingar-nar
skal spælari, sum letur seg
úr troyggjuni í fagnaði
yvir mál, síggja gult!. Um
Christian Høgni hevði
fingið gula kortið í hesum
førinum, so hevði hann
verið rikin av vøllinum,
og so hevði hann ikki ver-
ið tøkur móti B36. Men
hann slapp við skrekk-
inum - um hann í gleðis-
rúsinum legði til merkis,
hvussu nær hann var ein-
um gulum korti afturat!
Trygvi var nøgdur við pressspælið