Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 16. august 2005 19 Eftir átta ósigrar á rað eydnaðist tað loksins klaksvíkingum at fáa trý stig á kontoina, tá ið teir leygardagin vunnu 2-1 á TB á Sevmýri eftir ein undirhaldandi og spennandi dyst FORMULADEILDIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Seinast KÍ vann ein dyst var 22. mai, tá ið teir vunnu 6-1 á júst TB í Klaksvík. Síðani hevur tað gingið av skriðuni hjá klaksvíking- um, men nú vóna teir, at úr- slitið á Tvøroyri skal venda gongdini, soleiðis at liðið berjir seg upp eftir stiga- talvuni. Kurt manglaði stuðul Stóra samrøðuevnið undan dystinum á Tvøroyri var, at klaksvíkingar høvdu fingið kærkomnan styrk í gamla málrevinum hjá sær, Kurt Mørkøre, sum kom heim úr Noreg at hjálpa barndóms- felagnum. Kurt Mørkøre var millum teir fyrstu ellivu hjá klaks- víkingum, og hann var sett- ur heilt fram sum einsa- mallur framherji. Júst hetta, at Kurt lá sum einsamallur framherji, gjørdi, at klaks- víkingar sjáldan gjørdust serliga vandamiklir av teirri einføldu orsøk, at veteran- urin manglaði stuðul í álopspartinum. Tvøramenn vóru heldur naskari enn KÍ í fyrra hálvleiki, og tað var heldur ikki óuppiborið, at heima- liðið legði seg á odda, tá ið fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin. Dan Mortensen royndi seg við einum skoti á KÍ- málið, men bólturin rakti í ein KÍ-ara og datt fyri føt- urnar á nýggja álops-mann- inum hjá TB, Dejan Tomic, sum staddur ein fimm metrar frá málstrikuni hevði lætt við at prika bólt- in seinasta teinin inn í netið til 1-0. Næstu løtuna leikaði ofta hart á framman fyri Mein- hard Joensen í KÍ-málin- um, og TB hevði møgu- leikar til bæði at leggja seg á odda 2-0 og 3-0. Dejan Tomic hevði ein opnan møguleika, sum tó ikki gav úrslit, og sama maður var eisini høvuðs- persónur, tá ið tvøramenn kendu seg snýttar fyri eitt brotsspark. Tomic snýtti ein verjuleikara hjá klaksvík- ingum, og TB'arnir vildu verða við, at verjuleikarin tók beinini undan framherj- anum, men dómarin lat ikki við seg koma. Løgdu trýst longri frammi á vøllinum Hóast bæði liðini høvdu fleiri málmøguleikar fyri steðgin, so stóð tað fram- vegis 1-0 til TB, tá ið farið var til hálvleiks. Tá ið liðini kom út til seinna hálvleik, sást beinan vegin, at klaksvíkingar nú ætlaðu sær longur fram á vøllin. Hjalgrím Elttør legði seg undir liðina á Kurt Mørkøre heilt frammi í álopinum, og vengurnir báðir, Heðin á Lakjuni og Arnhold Joensen, lógu nógv longri frammi, enn teir høvdu gjørt fyri steðg- in. Ágrýtna KÍ-spælið skap- aði nokk so fitt av órógv í TB-verjuni, og tað heldur ikki long tíð, áðrenn offen- siva satsningin gav úrslit. Álopsparið, Kurt og Hjal- grím, kombineraði seg hegnisliga gjøgnum TB- verjuna, og tað endaði við, at Hjalgrím sendi bóltin framvið Predrag Markovic í TB-málinum til 1-1. Bæði liðini royndu at trýsta fyri at fáa eitt sigurs- mál, og bæði liðini høvdu eisini sínar møguleikar. Eitt nú gjørdist Dejan Tomic enn einaferð rættuliga leys- ur, men Meinhard Joensen var sum ein køtur í beinun- um á framherjanum og bjargaði sera væl. Ístaðin vóru tað klaksvík- ingar, ið fingu avgerandi málið, tá ið einir tíggju minuttir vóru eftir at leika. Ein bóltur verður sendur úr KÍ-verjuni niðan til Heðin á Lakjuni í vinstru síðu. Kviki vongurin sendir bólt- in inn í brotsteigin, har Hjalgrím Elttør spælir víð- ari til innskifta Kristoffur Jakobsen, sum sendir bóltin í netið til 2-1, og stór frøði á øllum klaksvíkingunum á Sevmýri. Málið hjá Kristoffuri tóktist taka mótið frá tvørá- monnum, sum fullu í fátt og als ikki megnaðu at hótta KÍ-málið eftir hetta, burtur- sæð frá nøkrum horna- spørkum, sum ongantíð av álvara gjørdust vandamikil. TB einsamalt í botninum Úrslitið á Tvøroyri leygar- dagin hevði við sær, at TB nú er einsamalt í botninum í Formuladeildini, meðan klaksvíkingar hinvegin fingu eitt sindur av luft. Komandi vikuskifti spælir TB truplan útidyst í Gunda- dali móti HB, meðan KÍ fær vitjan av EB/Streymi, sum vanligani stendur seg sera væl í Klaksvík. TB-KÍ 1-2 1-0 Dejan Tomic 1-1 Hjalgrím Elttør 1-2 Kristoffur Jacobsen TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic(Birgir Rasmussen 57.), Ace Petrovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen - Dan Mortensen, Einar Petersen, Bárður Dimon, Hallur Christiansen(Allan Smedemark 67.) - Emanuel Larby, Dejan Tomic KÍ: Meinhard Joensen - Leon Bjartalíð, Ove Nysted, Jan Andreasen, Marek Wierbicki - Arnhold Joensen(Kristoffur Jacobsen 73.), Símun Joensen, Høgni Madsen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím Elttør, Kurt Mørkøre Dómari: Petur Reinert Fakta um dystin Loksins vann KÍ TB og KÍ spældu ein spennandi og undirhaldandi dyst á Tvøroyri leygardagin, sum klaksvíkingar vunnu 2-1. Talan var um fyrsta sigurin hjá KÍ síðani 22. mai. Mynd: Áki Bertholdsen Nýggi KÍ-liðskiparin Heðin á Lakjuni var sum vera man ógvuliga fegin um sigurin á Tvøroyri. - Tað gekk einki serligt fyri steðgin, og vit stóðu faktisk rættuliga illa í vøllinum. Í seinna hálv- leiki komu vit fyri okk- um, og vit lógu í veru- leikanum næstan við fýra monnum í álopinum. Hetta gav eisini úrslit, og vit eru ótrúliga fegnir um sigurin, sigur Heðin á Lakjuni. Sjálvur heldur Heðin tó ikki, at KÍ leygardagin spældi betur, enn liðið hevur gjørt í fleiri av dystunum, sum teir hava tapt. - Vit hava spælt betur í onkrum dysti, sum vit hava tapt. Til dømis taptu vit móti HB í Klaksvík, har vit áttu at havt vunnið, men hesaferð var eydnan so við okkum, og vit fingu trý stig við aftur til Klaksvíkar, og tað gleðast vit sjálvsagt um, sigur Heðin á Lakjuni. Kviki vongurin hjá KÍ fyrireikar seg nú seg til landsdystin móti Kypros mikudagin. Heðin á Lakjuni, KÍ: – Hatta kom væl við Hallur Christiansen, TB: – Vit áttu at havt avgjørt dystin Tvørámenn vóru ógvu- liga vónsviknir av ósigr- inum móti KÍ, og Hallur Christiansen heldur, at teir bert kunnu takka sær sjálvum fyri, at teir ikki fingu øll trý stigini. - Vit spæla væl í fyrra hálvleiki, og tá ið vit hava lagt okkum á odda, hava vit fleiri møguleikar til at økja um leiðsluna og harvið avgera dystin, men vit taka ikki av, tá ið høvi býðst, og so verða vit revsaðir seinni í dyst- inum, sigur Hallur Christiansen. Nú liggur TB einsa- malt í botninum, og tað er ein støða, sum Hallur ikki er serliga glaður fyri. - Vit kundu ligið long- ur uppi á stigatalvuni, og vit hava gjørt tað trupult fyri okkum sjálvar, sigur Hallur Christansen, sum sigur, at TB nú av álvara noyðist at taka sær um reiggj, tá ið teir komandi vikuskifti skulu á vitjan hjá HB í Gundadali.