Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bæði EB/Streymur og ÍF tóktust nøgd við ein javnleik, tá ið liðini bæði hittust á Mølini leygarkvøldið FORMULADEILDIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kappingin í botninum í Formuladeildin er ógvuliga hørð, og liðini í niðaru hálvu á stigatalvuni eru ógvuliga bangin fyri at tapa móti hvørjum øðrum. Hetta sást eisini týðuliga á Eiði leygardagin, har hvørki EB/Streymur ella ÍF vildi leggja nógv fyri at tryggja sær sigurin. Brendu brotsspark Dysturin á Eiði var rættu- liga tamur, og tað var sjáld- an nakað serligt fótbólts- spæl at síggja. Bæði liðini tóktust rættuliga varin, og tí vóru fáir málmøguleikar í dystinum. Móti endanum av fyrra hálvleiki kom tó rættuligt lív í, og bæði liðini høvdu góðar møguleikar at leggja seg á odda. Størsta møguleikan fekk EB/Streymur, tá ið 43 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki. Altíð vandamikli Sorin Anghel lá framvið inni í brotsteigin- um hjá fuglfirðingum, og tað endaði við, at rumenski framherjin bleiv feldur, og dómarin ivaðist ikki og dømdi brotsspark til heima- liðið. Brotssparkið tók topp- skjúttin í landskappingini í fjør, Sonni L. Petersen, sær av, men royndin hjá honum fór við síðuna av málinum. Fuglfirðingar fór beinan vegin í álop, og tað var um reppið, at teir løgdu seg á odda. Sylla Ahmed gjørdist leysur í høgru síðu, og hann langaði til móti EB/ Streyma-málinum, men René Tórgarð fekk akkurát fingrarnar á, og bólturin brast í stongina, og so var tann vandin av. Eingin vildi satsa Í seinna hálvleiki var lítil ferð á dystinum, men tó vóru nakrir glottar at síggja, og ein teirra var, tá ið fuglfirðingar løgdu seg á odda. Tað var enn einaferð Sylla Ahmed, sum var upp á spæl. Kviki framherjin fekk bóltin staddur nakað úti í høgra borði, og hann trekti inn móti brotsteigin- um hjá EB/Streymi. Tá ið Sylla nærkaðist brotsteig- armarkinum, langaði hann til, og bólturin sat klokku- reint í meskunum umvegis stólpan. Eitt sera, sera gott mál. EB/Streymur royndi nú at trýsta fyri at fáa eitt út- javnandi mál, og teir vóru fleiri ferðir nær við, áðrenn tað loksins eydnaðist teim- um. Fyrst hevði heimaliðið eina roynd, sum rakti stong- ina, og síðani royndi Sorin Anghel seg við einum skallara, sum øll sóu í net- inum, men danski málverj- in hjá ÍF, Jakob Kaas, hevði eina fantombjarging, og tí var framvegis 1-0. Tað eydnaðist tó loksins EB/Streymi at javna, men teir noyddust at fáa eina hjálpandi hond frá gestun- um. Eitt hornaspark bleiv sent inn í brotsteigin hjá ÍF, har ein sundalagsmaður snitt- aði bóltin við høvdinum, og bólturin rakti beint í høvdið á Bartal Eliasen og fór síðani beina kós í netið til 1-1. Eftir útjavnandi málið hjá heimaliðnum doyði dystur- in líkasum, og tað tóktist sum um, at bæði liðini vóru nøgd við ein javnleiki. Hvørki liðið trýsti fyri at fáa eitt sigursmál, og heldur vildu partarnir báðir tryggja sær, at teir taptu dystin. S u n d a l a g s m e n n i n i r høvdu bóltin meiri síðstu løtuna, men nógv skerdu fuglfirðingarnir, ið mangl- aðu eitt nú Gunnar Nielsen, Pól Ennigarð og Tórð Thomsen, vóru ongantíð settir undir nakað trýst. 20 Nr. 153 - 16. august 2005 Samdust um javnleik EB/Streymur-ÍF 1-1(0-0) 0-1 Sylla Ahmed 1-1 Sjálvmál EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Andrej Pacek, Jóhann á Stongum - Knút Vesturtún (Arnbjørn Hansen 77.), Bárður Olsen, Marni Djurhuus (Ronnie Samuelsen 63.), Hans Pauli Samuelsen - Sorin Anghel, Sonni L. Petersen ÍF: Jacob Kaas - Áki Petersen, Símun Eliasen, Rúni Elttør, Eyðun Ryggshamar - Frank Poulsen(Hanus Eliasen 73.), Høgni Zachariassen, Emil Nolsøe Leifsson, Atli Petersen(Dánjal Pauli Højgaard 75.) - Sylla Ahmed, Bartal Eliasen Gult kort: Andrej Pacek, Egil á Bø - Bartal Eliasen Dómari: Jens Petur Brattalíð Fakta um dystin Bárður Olsen hjá EB/Streymi við bóltinum, meðan Høgni Zachariassen hjá ÍF roynir at vinna bóltin av honum. Mynd: Álvur Haraldsen