týsdagur 16. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 16. august 2005
21
Hóast GÍ stóran part
av dystinum var
omaná, so eydnaðist
tað ikki gøtumonnum
at tryggja sær øll trý
stigini, tá ið VB
vitjaði í Gøtu leygar-
dagin
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan var um ein ógvuliga
týðandi dyst fyri báðar
partar, tá ið GÍ og VB hitt-
ust í Sarpigerði leygardag-
in. Bæði liðini stríðast fyri
at sleppa burtur úr niður-
flytingarvandanum, og tí
ráddi um ikki at missa í
hesum dystinum.
Gøtumenn høvdu
trýstið
Tað var heimaliðið GÍ, sum
byrjaði dystin betur, og teir
høvdu bóltin nógv. Tað
gekk tó eitt sindur striltið
hjá gøtumonnum at spæla
seg til teir stóru møguleik-
arnar, tí sum oftast var tað
tann síðsta avleveringin
GÍ stillaði upp við einari
rættuliga offensivari mann-
ing við trimum monnum í
álopinum. Fremstir vóru
teir tríggir Krzystof Pop-
czynski, Poul Arni Jacob-
sen og Hanus Jacobsen,
meðan veteranirnir Magni
Jarnskor og Sámal Joensen
lógu á miðvøllinum saman
við Sam Jacobsen.
Vágbingar lógu hinvegin
eitt sindur longur afturi á
vøllinum, og tað tóktist
sum um, at teir dúvaðu upp
á skjótálop ella langar bólt-
ar úr verjuni niðan í álopið.
Vágbingar áttu helst
eitt mál fyri steðgin
Ein nógv umrødd støða var
tó í fyrra hálvleiki, tá ið
okkurt um 25 minuttir vóru
leiktir. VB fekk eitt horna-
spark, ið var sent tætt inn
móti málinum, og tey flestu
mettu eisini, at bólturin var
í netinum, men dómarin lat
ikki við seg koma.
Tá ið vit tosaðu við GÍ-
venjaran, Krzystof Pop-
czynski, eftir dystin, segði
hann, at eftir hansara tykki
vóru vágbingar snýttir fyri
eitt mál, tí hann sá bóltin
innanfyri.
Krzystof Popczynski var
tó vónbrotin av, at GÍ ikki
fekk øll trý stigini, tí at GÍ
eftir hansara tykki hevði
fult tamarhald á dystinum,
men megnaði bara ikki at
avgera.
Eitt brotsspark skuldi
til
Hóast GÍ hevði greiða leik-
liga yvirvág, so gekk tað so
mikið striltið hjá teimum at
hótta málið hjá Bjarna
Johansen hjá VB, og tað var
ikki fyrr enn, at GÍ fekk
brotsspark seint í dystinum,
at tað loksins eydnaðist
heimaliðnum at seta hol á.
Vongverjin hjá GÍ í
vinstru síðu, Hans Jørgin
Djurhuus, var komin fram-
við, og tá ið hann slapp sær
framvið einum verjuleikara
hjá vágbingum, vóru bein-
ini tikin undan honum, og
dómarin var eirindaleysur
og
dømdi
brotsspark.
Brotssparkið setti liðskip-
arin Sámal Joensen í netið
til 1-0 til GÍ.
Leiðslumálið hjá gøtu-
monnum hevði við sær, at
vágbingar noyddust eitt
sindur longur fram á vøllin
í eini roynd at koma upp á
javnt. VB fekk eisini onkrar
hálvar møguleikar, meðan
GÍ hevði onkrar møguleik-
ar, tá ið teir fóru í skjótálop,
og í fleiri førum vóru gøtu-
menn í yvirtali, tá ið teir
fóru fram eftir.
Tað eydnaðist tó VB at
fáa javnað. Eftir eitt innkast
bleiv bólturin sendur inn-
fyri GÍ-brotsteigin, og har
var Jón Krosslá Poulsen
fyrstur á og sendi í netið til
1-1.
Dysturin var eitt sindur
rokutur síðstu løtuna, og
tað endaði eitt nú við, at
miðvallarin Edvard Ble hjá
VB bleiv rikin av vølli, tá ið
hann framdi hevnisøku
móti Magna Jarnskor hjá
GÍ.
Mánamorgunin fór
føroyski landsliðs-
hópurin undir
fyrireikingarnar til
landsdystin móti
Kypros mikukvøldið
LANDSDYSTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Lagið var gott á monnum,
tá ið føroyski landsliðshóp-
urin stutt fyri døgurða
mánadagin legði til brots
við fyrireikingunum til
dystin móti Kypros. Vant
var á nýggja graslíkinum á
niðara vølli í Gundadali, og
14 av teimum 19 monnun-
um, ið eru úttikinir vóru við
til venjingina.
Fimm útisetar
manglaðu
Nakrir av útisetunum vóru í
dysti seint í gjár, og tí
manglaðu fimm spælarar
mánamorgunin. Todi Jóns-
son var ikki komin úr
Noreg, Claus Bech Jørgen-
sen var ávegis úr Onglandi,
Súni Olsen var ávegis úr
Danmark eftir sína debut úr
superliguni, og so vóru teir
báðir Rógvi Jacobsen og
Símin Samuelsen við flog-
farinum hjá Atlantsflog úr
Íslandi
um
døgurðatíð
mánadagin.
Seinnapartin mánadagin
var venjing aftur á skránni,
og tá skuldu allir 19 menn-
inir verið tøkir til venjing-
ina.
Av teimum 14 monnun-
um, sum vóru við til venj-
ingina
mánamorgunin,
vóru tað tveir, ið tóku sær
eitt sindur av løttum. Tað
vóru teir báðir Jón Rói
Jacobsen og Ingi Højsted,
sum báðir høvdu fingið
loyvi frá landsliðsvenjaran-
um til at taka sær av løttum,
tí teir høvdu spælt krevj-
andi dyst dagin fyri.
Venjingin mánamorgunin
var av teimum lættaru, og
neyvan verður vant við
fullari ferð, fyrr enn allir
mans eru klárir.
VB fekk stig í Gøtu
GÍ-VB 1-1(0-0)
1-0
Sámal
Joensen
brtsp.
1-1 Jón Krosslá Poulsen
GÍ: Mortan Joensen -
Leivur Hansen(Jónreid
Dalheim 69.),
Robert
Rzecycki, Kaj Ennigarð,
Hans Jørgen Djurhuus -
Sam Jacobsen, Sámal
Joensen, Magni Jarnskor
- Krzystof Popczynski,
Poul
Arni
Jacobsen
(Áslakkur Petersen 69.),
Hanus Jacobsen (Hans
Pauli Petersen 81.)
VB: Bjarni Johansen -
Mortan úr Hørg, Anders
Sørensen, Súni úr Hørg
(Dánjal Johan Joensen
74.), Jákup Olsen - Pól N.
Poulsen,
Edvard
Ble,
Milan Kuljic, Jón Poulsen
(Jón Krosslá Poulsen 67.)
- Dan Djurhuus, Nenad
Zivanovic
Gult
kort:
Robert
Rzecycki, Áslakkur Peter-
sen og Hans Jørgen
Djurhuus
Reytt kort: Edvard Ble
Dómari: Dagfinn Olsen
Fakta um dystin
Fyrireika seg til Kypros
Hóast GÍ hevði greiða leikliga yvirvág, so vóru teir ikki nóg neyvir, og tí takkaði VB fyri tað eina stigið, sum teir tryggjaðu sær
við einum máli seint í dystinum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Lagið var gott á føroyska landsliðshópinum, tá ið teir mánamorgunin høvdu fyrstu venjingina
undan dystinum móti Kypros mikukvøldið
Mynd: Terji Nielsen