Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 153 - 16. august 2005 Støðan eftir nítjanda umfarið ber við sær, at tað nú er ilt at finna nakra uppgerð, sum ikki hevur alstóran týdning fyri stríðið um heiðurs- merkir og niður- flyting 19. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Søga varð skrivað í før- oyskum fótbólti í vikuskift- inum. Hetta var fyrsta ferð- in, at tað varð telvast í nítj- anda umfarinum. Higartil hevur kappingin ongantíð verið longri enn tey átjan umførini, sum hon hevur verið síðani í 1988, tá ið besta deildin varð víðkað til tíggju lið. Spenningurin er so in- tensur, sum tað ber til at ímynda sær at hann kann verða. NSÍ hevur verið eitt sindur aftanfyri trý tey fremstu í kappingini um FM og altjóða atgongu- merkini. Fyri teir í Runavík lagaði hetta vikuskiftið seg so væl, sum teir í NSÍ bara kundu droyma um. Teir settu rættuliga falmaða meistaraliðið orduliga upp á pláss, og so var tað meiri enn eykavinningur, tá ið NSÍ venjarin og nógvir av spælarunum sunnukvøldið vóru eygnavitni á Skála, tá ið tey bæði oddaliðini í Formuladeildini - Skála og B36 - fyri triðju ferð av trimum møguligum býttu stigini millum sín. Í NSÍ kenna teir seg so at siga at spæla finalu hvørja ferð teir eru á vøllinum. Næsta takið verður sunnu- dagin móti júst B36. NSÍ sjónarvitnini á Skála sóu, at B36 er ógvuliga ilt at fáa bilbukt við. Árstalsfelagið kom illa frá fyrra umfarin- um, men teir fóru ikki um koll, og tá ið teir høvdu umskipað, mentu teir seg og kundu gott havt vunnið. Um tað skal undrast yvir nakað, so skal tað vera, at tað skuldi bera til hjá so væl skipaðum og mannað- um liði sum B36 at leggja fyri so skeivt upp á bein, sum teir gjørdu á Skála. Tað fara teir neyvan at gera, tá ið teir sunnudagin skulu spæla hinumegin Skála- fjørðin. Skálamenn kvíga fyri, at teir ikki eru nóg væl fyri við fólki, nú skaðar eru farnir at gera um seg. Tað fer at vísa seg. Um tað fer at vilja væl við, so verður hetta neyvan nakar trupul- leiki, men tað er eisini møguleiki fyri, at tað fer at vilja illa við. Sunnukvøldið vísti, at Skála neyvan tolir, at lyklaspælararnir ikki verða førir fyri at spæla. Sunnudagin skal Skála til Vágs. Tað verður rættuliga áhugaverd uppgerð. Hjá VB hevur ikki gingið nakað serligt síðstu ferðirnar. Í Gøtu bjargaðu teir sær í evstu løtu eitt stig. Tað kann fara at vísa seg at hava alstóran týdning. Bæði í samantalda roknskapinum og ikki minst fyri moralin. ÍF megnaði 1-1 á Eiði, og tað eru fuglfirðingar sera væl nøgdir við. Um tað eydnast teimum sunnudag- in at fáa fult, tá ið GÍ fer at koma inn um Varmakeldu- eið, fer tað at síggja rættu- liga væl út hjá ÍF. Hjá tí partinum, sum einki fer at fáa burturúr grannaupp- gerðini, fer tað at síggja meiri trongligt út. EB/Streymur hevði góð- an møguleika at toga seg nærri heiðursmerkjunum, men tað miseydnaðist. Tá ið teir vóna at vera við í kappingini um málmin, so hava teir ikki ráð til so- vorðið úrslit á heimavølli móti fuglfirðingum. EB/Streymur, sum er á fimta plássinum, er í løtuni ikki boð upp á heiðurs- merkini. Tað eru tey fýra, sum eru omanfyri saman- setta liðið. Øll hini fimm - frá ÍF á 6. plássinum og til TB á 10. plássinum - eru meiri ella minni í vanda fyri at flyta niður. Klaksvíkingar lyftu sær við sigrinum á Sevmýri eitt vet frá beinleiðis niður- flytingini, men teir kenna seg neyvan tryggar. Heldur mugu teir fegnast um góða hugburðin, sum kom til sjóndar í 2. hálvleiki, tá ið tað eydnaðist teimum at venda hóttandi 1-0 tapi til 2-1 sigur. Tvørámenn vístu avgjørt ikki taparahugburð og máttloysi, sum ofta eyð- kennir tann, sum er á veg móti lægri deild. Sunnu- dagin skal TB spæla í Gundadali móti HB. Tað kann gerast rættuliga áhugaverd uppgerð. Hóast leikliga trilvandi, so er HB framvegis við í meistara- stríðnum, og tað er møgu- leiki fyri, at teir eftir 20. umfarið fara at vera odda- lið. Men TB hevur fyrr gjørt um seg móti HB, og avrikið leygardagin kundi givið tvørámonnum blóð á tonna. Skráin hjá TB næstu vik- urnar sær rættuliga ræðandi út. Eftir HB dystin í Gundadali fara teir at fáa vitjan av NSÍ og B36, og so skulu teir norður til Eiðis! TB kappast framvegis við KÍ um at sleppa av plássinum, sum ber bein- leiðis niðurflyting við sær. Klaksvíkingar skulu í síðstu umførunum spæla móti B36, HB og NSÍ. Tí verður tað neyðugt hjá teimum at skava stig sam- an, tá ið tey, sum á støðu- talvuni eru nærri KÍ enn toppliðini eru tað, eru mót- støðulið. Næstu ferð skal KÍ spæla á heimavølli móti EB/Streymi, sum so ofta hevur argað klaksvíkingar, og so stendur GÍ í Gøtu fyri tørni. Hetta eru sera týdn- ingarmiklar uppgerðir fyri vánirnar hjá KÍ at halda fram í bestu deildini, sum teir altíð hava verið partur av. Næstu dagarnar fer stóra altjóða avbjóðingin móti Kypros, sum í vikuskiftin- um var so syndarliga meint rakt av flogvanlukku, at mynda ítróttarligu dags- skránna. Sunnudagin verð- ur aftur farið undir langa endaspurtin í Formula- deildini. Tá sær skráin so- leiðis út: VB-SKÁLA, ÍF- GÍ, KÍ-EB/STREYMUR, HB-TB og NSÍ-B36. Spenningurin er størri enn nakrantíð