Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 153 - 16. august 2005 Fyrrverandi GÍ spælarin vísti við sannførandi avriki síðsta tíman, at hann eisini á hægri støði enn í Føroyum er førur fyri at standa seg á sentrala mið- vøllinum ÚTISETAR Í SUPERLIGUNI Jóannes Hansen Enn ein føroyingur tykist hava vunnið sær pláss í fremstu donsku fótbólts- deildini. At Súni Olsen hevur fín fótbóltsevni hevur verið øllum, sum hava fylgt við, greitt, síðani nú 24 ára gamli gøtumaðurin av Jarnskor slagnum var smá- drongur. Hann hevur eisini fyri nøkrum árum síðani verið í Hollandi. Har stóð hann seg væl. Men tá ið hann var á gáttini til bestu deildina, gjørdi hann av at flyta aftur til Gøtu og før- oyskan fótbólt. Meðan hann hevur gingið í hand- ilsskúla, hevur hann verið lyklaspælari í GÍ, og hann hevur verið sjálvskrivaður á vinstra vongverja á lands- liðnum. Kortini hevur verið iva- samt, um longsulin eftir aftur at gera um seg á út- lendskum grasvallum, fór at gerast til veruleika. Sunnudagin fekst góð ábending um, at Súni Olsen hevur førleika at standa seg millum teir bestu - í hvussu so er í Danmark. Súni var fyri fyrstu ferð millum teir sekstan kosnu, tá ið AaB á heimavølli móti Esbjerg skuldi stríðast fyri at vinna fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum. Súni var ikki millum teir fyrstu ellivu, men hann varð settur á vøllin, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Miðvallarin Rasmus Würtz, sum Morten Olsen annars hevði sent boð eftir í sambandi við landsdystin, sum Danmark í morgin skal spæla móti Onglandi í Parkini, varð skaddur, og svenski AaB venjarin, Erik Harmen, gjørdi av, at Súni Olsen í fyrstu royndini á besta liðnum skuldi setast á álitispláss mitt á miðjuni. Súni Olsen hevur nógvar royndir á høgum støði, og hann vísti seg at vera púra kaldur. AaB liðið viknaði ikki av, at gøtumaðurin var á miðvøllinum í staðin fyri danska landsliðsspælaran, og AaB vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað fram ímóti dystarenda, og tað var sjáldsamt, at báðir mál- skjúttarnir vóru innskiftar- ar. Súni Olsen kom ikki á málskjúttaralistan, men tað var um reppið. Sjey minutt- ir undan leikloki smekkaði hann í eyðkenda stílinum langskot móti Esbjerg mál- inum. Bólturin brast í tvør- træið aftanfyri málverjan Lars Winde, men hann fór ikki inn um strikuna. - Eg helt, at bólturin fór í málið, men tíverri brast hann bara í tvørtræið iðraði Súni Olsen seg, men kortini gleddist hann um sigurin og um, at tað hevði gingið væl hjá honum í fyrstu royndini á besta liðnum. - Eg kendi meg væl til passar á sentrala miðvøllin- um. Esbjerg misti ein mann tíðliga í 2. hálvleiki. Teir noyddust tískil at arbeiða uppaftur harðari, og tað sást aftur móti dystarenda. Tá vóru teir troyttir, og tí var tað ikki óvæntað, at vit megnaðu at skora tvey mál, staðfesti Súni Olsen. Slóðararnir Í sjeyti og áttati árunum kendist tað sum sensatión, tá ið føroyskir fótbóltsspæl- arar einstakar ferðir stríddu seg til pláss í bestu donsku deildini. Í nýggjari tíð - og tað vil siga fyri 25-30 árum síðani - vóru Henrik Thom- sen og Abraham Løkin undanmenn hvat hesum viðvíkur. Henrik var eitt skifti seinnapartin av sjeyti árunum á besta liðnum hjá B93, sum nú er í triði bestu deildini, men sum tá var í bestu deildini. Abraham var miðskeiðis í áttati árunum á besta liðnum hjá OB. Síðani var tíðarliga lopið langt til næsta føroyska tørnið í fremstu donsku deildini. Jan Allan Müller var eitt stutt skifti í AGF. Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen stríddu seg fyrrapartin av níti árunum á liðið í ávikavíst Lyngby og Herfølge. Felags fyri teir báðar er, at teir eru einastu føroysku fótbóltsspælarar- nir, sum higartil hava verið við til at vinna DM. Todi hevði skift bláa Lyngby búnan út við tann hvíta hjá FCK, tá ið hann gjørdist meistari. Seinastu árini hava fleiri føroyingar roynt seg: Jón Rói Jacobsen í Brøndby, Johan B. Hansen í Horsens og nú Súni Olsen í AaB. Fleiri føroyingar spæla í næstbestu donsku deildini, og tað skal vera heilt undar- ligt, um tað ikki innan rúma tíð fara at vera ein ella fleiri føroyskir spælarar afturat í bestu donsku deildini. Andrew og teir á toppinum Tveir føroyingar vóru á Frem lið- num, sum leið óneyðugt tap, og Lyngby vann enn eina ferð DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Jón Rói Jacobsen og lið- felagarnir í Frem høvdu sunnudagin vitjan av Køge. Gestirnir fóru avstað aftur við øllum stigunum. Teir vunnu 2- 1, eftir at Frem leingi hevði verið á odda við málinum, sum teir skor- aðu stutt undan steðgin- um. Jón Rói Jacobsen var í miðverjuni, og hann hevði eftir fimm minutt- ir góðan stútara eftir horna, men málverjin bjargaði. Køge javnaði, tá ið tað restaðu tólv minuttir, og sjey minutti fyri leiklok skoraðu teir sigursmálið. Jón Rói var alla tíðina á sínum fasta miðverjuplássi. Gunnar Nielsen var allar 90 minuttirnar eykamál- verji, og tá ið tað restaðu fimm minuttir, var Jónas Þór Næs settur inn á Frem liðið. Í Ølstykke vunnu Christian Lamhauge Holst og Lyngby 3-0 á heimaliðnum. Fyrrver- andi føroyski landsliðs- spælarin var ikki millum málskjúttarnar. Fremad Amager vann fríggjakvøldið 3-1 á Eysturbrúgv móti Skjold. Andrew av Fløtum var á vøllinum alla tíðina. Hesa ferð var hann ikki millum mál- skjúttarnar. Síðsta málið var skorað, eftir at mál- verjin hevði hálvbjargað skoti hjá Andrew av Fløtum av brotsteigar- markinum. Fremad Amager sig- urin ber við sær, at amagerikanska liðið nú telist millum oddaliðini. Enn er kappingin bara trý umfør gomul, men tað er undir øllum um- støðum hugaligt hjá teimum ás Amager at droyma um, at nú fer kanska stóri og gamli superligu dreymurin hjá teimum á fløtu oynni at gerast veruleiki. Sunnudagin fer Lyngby at fáa vitjan av Frem. Oddaliðini megnaðu bara javnleik móti lægri staddum feløg- um, og mótstøðuliðið hjá B36 misti leiðsl- una og tapti SUPERLIGAN Jóannes Hansen Hóskvøldið vann FC Midt- jylland 2-1 á B36 á heima- vøllinum í Herning. Sunnu- dagin var FCM í Farum. Tá ið FCM tíðliga í 2. hálv- leiki økti til 2-0, bendi alt á, at teir enn eina ferð skuldu fara sum sigursharrar av vøllinum, men soleiðis gekk tað ikki. Mótsatt B36, sum á Skála vísti seg eiga nógva orku, tá ið tað mest galt um, so fóru teir í FCM niður við nakkanum. Heimaliðið kom fyri seg, og teir skoraðu sigursmálið til 3-2, tá ið tað restaðu tveir minuttir. Sigurin bar við sær, at FCN lætti sær úr botninum, og FCM tapið bar við sær, at teir ikki lættu sær fram millum fýra tey fremstu soleiðis, sum tað leingi sá út, at teir skuldu gera. 2-0 AaB sigurin á Es- bjerg lyfti Súna Olsen og teir upp á síðuna av Es- bjerg. Hesi liðini, sum tað verður roknað við fara at gera um seg í ovaru hálvu, eru framvegis niðarlaga. Aftast er AGF. Leygardagin taptu teir 4-0 á heimavølli móti OB. Tað verður rokn- að við, at AGF venjarin, Søren Åkerby, sum, tá ið hann kom úr Stokholm og til Århus fyri einum stórum ári síðani, segði seg ætla at gera AGF til meistarar innan stutta tíð, situr leysur í saðlinum. AGF hevur bara fingið eitt stig burturúr fimm teimum fyrstu um- førunum. Sæð við føroyskum eyg- um var tað merkisvert, at metið, sum Todi Jónsson higartil hevur átt sum tann útlendingurin, ið hevur skorað flest mál í super- liguni, leygardagin fall í Århus. Nýggi metmaðurin er Mwape Miti úr OB. Hann skoraði tvey av OB málunm móti AGF og lyfti seg harvið upp um tey 68, sum Todi skoraði á besta FCK liðnum. Horsens, sum heldur ikki hesa ferð hevði pláss fyri Johan B. Hansen millum teir fyrstu ellivu, er næst- aftast. Hesa ferð fingu teir eitt stig á heimavølli móti meistarunum úr Brøndby. Úrslitið var 0-0. Sønderjyske hevur saman við AaB og Esbjerg fýra stig. FCK vitjaði í Haders- lev, og høvuðsstaðarmenn- inir fóru til hús aftur við øllum. Teir verða mettir at spæla alt annað enn undir- haldandi, men teir fáa fult so at siga hvørja ferð. FCK vann 1-0. Nýggi norski vinstri vongverjin, André Bergdølmo skoraði málið í 41. minutti. FCK sigurin, og tað at hvørki Brøndby ella Viborg fekk fult bar við sær, at tað nú eru trý oddalið - Brønd- by, FCK og Viborg. Viborg spældi 1-1 í Silkeborg. Í sætta umfarinum verður spælt soleiðis. Leygardagin 20. august Brøndby-FCN, sunnudagin 21. august FCM-AGF, OB-Sønder- jyskE, AaB-Silkeborg, Es- bjerg-Horsens og FCK- Viborg. Súni gjørdi innrás í Ålborg Miti tók metið frá Toda Súni Olsen fekk sunnudagin fyrstu minuttirnar á Superligu liðnum hjá AaB