Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 16. august 2005 25 Neyðugt við meiri hjálp Heimssamfelagið hevur sett sær fyri, at í seinasta lagi í 2015 skulu børnini í Afrika hava nóg mikið til matna, men nú ávarar ein granskingarstovnur um, at við verandi hjálp verður málið ikki rokkið. Tvørturímóti sigur stovn- urin, at við verandi gongd verður talið á svøltandi børnum í Afrika 3,3 milliónir størri í 2015 enn í dag. International Food Policy Research Institute sigur í einari nýggjari frágreiðing, at sum er hava umleið 200 milli- ónir fólk í londunum sunnan fyri Sahara ov lítið til matna, og tey eru sostatt næstan 90 milli- ónir fleiri enn fyri 35 árum síðani. Av teimum, sum hava ov lítið til matna, eru 38,6 milliónir børn, men verður ikki meiri ferð sett á hjálpina, verða børnini 41,9 milli- ónir í tali um tíggju ár, sigur IFPRI. Í løtuni roynir heims- samfelagið at hjálpa teimum svøltandi í Nig- er, men Kofi Annan, ST- aðalskrivari, ávarar um, at verður ikki skjótt at- borið, fara fleiri milliónir fólk í londum longri suðuri á Afrika at líða neyð seinni. Í einum brævi til leiðararnar í teimum ríkastu londun- um í heiminum mælir Annan til, at 800.000 tons av mati verða send hesum londunum, so ST kann fyribyrgja, at fólk har fara at líða hungur. Millum londini, sum eru ringast fyri, eru Ma- lawi, Lesotho, Swasiland, Mosakbik, Zambia og Zimbabwe. Áhaldandi turkur er høvuðsorsøkin til, at jørðin hevur givið ov lítið av sær. Ungir danir fara til Islam Hvørja viku taka ímillum fimm og tíggju danir við islamskari trúgv, og gongdin vísir, at tað eru altsamt yngri og yngri fólk, sum velja ta trúnna fram um ta kristnu. Tina Jensen, fólkalívs- frøðingur á lærda háskúl- anum í Keypmannahavn, sigur við Politiken, at næstan triði hvør dani, sum fer til ta islamsku trúnna, er tannáringur, og tað er nógv meiri enn fyrr, sigur hon. Teir muslimsku felagsskap- irnir í stórbýunum Keyp- mannahavn, Århus og Odense siga fyri blað- num, at árliga taka um- leið 5.000 fólk við is- lamskari trúgv, og at tey ungu gerast alt fleiri og fleiri. Í flestu førum eru tað ungar danskar kvinnur, sum taka við islamskari trúgv, og tað kemst van- liga av, at tær velja at giftast muslimskum monnum, skrivar Politik- en. Tangaskip til Barentshavið Ein fyritøka, sum norska felagið Aker og finska felagið Wærtzilæ eiga í felag, skal nú byggja tvey tangaskip, sum skulu flyta olju frá tí russiska partinum av Barentshav- inum, tá framleiðslan har ætlandi fer í gongd um hálvtannað ár. Tey bæði skipini skulu byggjast á einari skipa- smiðju í St. Pætursborg. Tey verða 70.000 tons stór og styrkt, so tey kunnu sigla í ísi. Tey skulu sigla oljuna frá boripallunum á Pirazlo- moje-økinum til eina stóra móttøkustøð í Mur- mansk-fjørðinum. Gongst, sum russar ætla, byrjar framleiðslan í Pirazlomoje-økinum stutt fyri árslok næsta ár, men ætlanin hevur verið darvað av ymsum seink- ingum. Økið, sum er sunnan fyri oyggjarnar Novaja Zemlja, verður hildið at hava umleið 83 milliónir tons av olju, og russar vænta at vinna olju har í umleið tjúgu ár, skrivar Aftenposten. Vilja einki siga enn Enn veit eingin, hvør fer at stilla upp til forseta- valið í USA um góð trý ár, men fleiri nøvn verða nevnd. George W. Bush, for- seti, kann sum kunnugt ikki stilla upp aftur fyri republikanararnar, og tí hevur verið nevnt, at senatorurin John McCain ætlar sær at royna at gera valevni hjá republikan- arunum næstu ferð. Í ein- ari sjónvarpssamrøðu sunnukvøldið segði hann, at hann hevur ikki tikið avgerð enn. Støðan er mitt ímillum ja og nei, segði John McCain. Fleiri vænta, at fyrr- verandi forsetafrúan Hil- lary Clinton verður for- setavalevni hjá demo- kratunum í 2008, um hon vil stilla upp. Eitt annað navn, sum hevur verið frammi, er senatorurin Joseph Biden. Hann segði sunnudagin, at hann er í ferð við at kanna, um hann kann fáa nóg mikið av pengum til tað sera kostnaðarmikla valstríðið, men at enn er ov tíðliga at siga, um tað fer at eydnast. Tey flestu jødisku niðursetufólkini fara væntandi úr Gaza- geiranum við góðum, men nøkur fara at seta seg uppímóti kravboðunum um at flyta ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk – Vit fara at biðja, tá her- menninir koma eftir okk- um, og vit vænta ikki, at teir fara at gera okkum ónáðir, meðan vit biðja, sigur ein av niðursetu- monnunum í bygdini Neve Dekalim. Men tey flestu niður- setufólkini fara at gera eftir boðunum frá stjórnini um at flyta, áðrenn freistin rennur út á midnátt í kvøld. Tey, sum ikki eru farin tá, verða flutt við makt. – Vit vænta, at helvtin av fólkinum í Gush Katif og hinum bygdunum eru eftir, tá freistin rennur út, segði generalurin Guy Tzur sunnudagin. Hann vildi ikki siga, hvussu herurin fer at bera seg at við at fáa tey seinastu avstað, men longu í gjár gingu løgreglu- menn og hermenn hús úr húsi og kannaðu, um fólk vóru farin. Myndugleikarnir hava ikki dult fyri, at teir vænta samanbrestir ímillum her- menn og niðursetumenn. Støðan hevur verið serliga spent í fimm bygdum, og herurin hevur boðað frá, at hann fer ikki at senda her- menn hagar í fyrsta umfari. Tað eru tó ikki bara niður- setufólk í teimum fimm bygdunum, tí sambært myndugleikunum eru um- leið 5.000 mótmælisfólk komin úr Ísrael, og tey fara uttan iva at seta seg upp ímóti øllum boðum frá myndugleikunum, skrivar DPA. Samstundis sum tey jød- isku niðursetufólkini fara úr Gaza, fyrireika pale- stinsku myndugleikarnir seg til at taka við eftir- litinum í bygdunum. Í gjár vóru meiri enn 7.000 pale- stinskir løgreglumenn á varðhaldi uttan fyri bygdir- nar at forða fyri, at víð- gongdir palestinar skuldu geva niðursetufólkunum eina seinastu heilsan á veg- num til Ísraels. Brenna húsini Burtursæð frá lendinum fáa palestinar ikki nógv burtur- úr, at niðursetufólkini fara úr Gaza. Ariel Sharon hev- ur givið boð um, at øll set- húsini hjá niðursetufólkun- um skulu brennast, áðrenn palestinar yvirtaka bygdir- nar. Aðrir bygningar verða standandi. Summi sethús eru longu brunnin í grund, tí eigar- arnir vildu tryggja sær, at palestinar ikki sluppu at flyta inn í tey, skrivar Reut- ers. Morðið á srilankiska uttanríkisráðharran hóttir við at forkoma friðinum í landinum. Enn er eingin tikin í sambandi við morð- ið, og landið er sett í undantaksstøðu SRI LANKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir tamilsku tikararnir har norðuri í landinum hava av- sannað, at teir høvdu nakað samband við tilburðin, tá Lakshman Kadingamar, uttanríkisráðharri, bleiv skotin um vikuskiftið. Men myndugleikarnir í Colom- bo tykjast hava eina aðra uppfatan av støðuni. – Vit fordøma hesa brots- gerðina, og sambært trygd- arkeldunum var tað tann tamilski frælsisherurin, sum myrdi hann, segði Mathinda Rajapaksa, for- sætisráðharri, sunnudagin. Í Sri Lanka undrast fleiri á, hvussu tað bera til, at uttanríkisráðharrin bleiv myrdur. Sagt verður, at eingin ráðharri hevði so góða verju sum hann, men kortini eydnaðist tað drápsmonnunum at skjóta hann. Hann varð raktur í høvdið og bringuna og doyði stutt eftir. Lakshman Kadingamar var sjálvur tamili, men ein av teimum fáu kristnu tamilunum, og summir tamilar vildu vera við, at hann arbeiddi ímóti tí tamilska minnilutanum, og at hann tí var ein svíkjari. Men talsmenn hjá tamilun- um halda uppá, at tað vóru ikki tamilar, sum myrdu hann, men at stjórnin held- ur eigur at leita ímillum sínar egnu, ætlar hon at finna drápsmenninar. Útlendskir eygleiðarar í Sri Lanka siga, at støðan í landinum er sera spent, og at landið er á eggini til borgarakríggj. Chandrika Kamaratunga, forseti, hev- ur lýst landið í undantaks- støðu. UTTAN ÚR HEIMI Tey flestu fara við góðum Sri Lanka á eggini til borgarakríggj Jødiskir niðursetumenn mótmæla, at teir noyðast at flyta úr Gaza-geiranum. Men teir flestu gera kortini eftir boðunum frá stjórnini Mynd: Reuters