Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 153 - 16. august 2005 Tað er ikki á hvørjum degi at høvið býðst at fáa frálæru frá heims- kendun trædreyara. Hendan møguleika fingu 18 kvinnur og menn úr øllum landi- num í síðstu viku á Tekniska Skúla í Klaksvík DREYISKEIÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Týski dreyarin Johannes Riber er kendur um allan heim fyri síni framúr góðu evni at dreya lutir úr træi. Seinnu árini hevur hann havt samband við fólk inn- an hetta handverk í Føroy- um, og tað var á tann hátt, at skeiðið á Tekniska Skúla í Klaksvík kom í lag, sigur Bjørn Kastalag, skeiðsleið- ari. Bæði hann og skeiðs- luttakarnir lótu sera væl at, tá skeiðið var liðugt fríggjadagin - Tað hevur verið ómeta- liga spennandi at hava Jo- hannes Riber her og hoyra hann greiða frá og eygleiða teknikkirnar, hann brúkar. Vit kundu brúkt nógv meir tíð, enn bara hesa einu vik- una, og tey flestu hava eis- ini hildið á her á verkstað- num til langt út á kvøldar- nar. So sosialt hava hesir dagarnir eisini verið sera hugnaligir, siga tey. Gamalt handverk og nútímans tøkni Hóast skeiðið mest snúði seg um at royna ymsar tek- nikkir, náddu teir flestu av luttakarnum eisini at gera onkran brúks- ella prýðislut lidnan hesar dagarnar. Og væl hevur ligið fyri hjá teimum, tí lidnu lutirnir bóru dám av nógvum hug- flogi og dygdargóðum handverki. Hóast onkur snikkari var ímillum, høvdu nogvir av luttakaru- num lítlar og ongar royndir innan trædreying og høvdu teknað seg mest av áhuga, og tí ein so serstakur møgu- leiki nú beyðst. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at høvi er at fáa frálæru frá einum slík- um úrmælingi innan hetta handverkið, sum Johannes Riber. Hann er, sum vera man, nógv eftirspurdur og ferðast nógv í eitt nú USA, Týsklandi, Onglandi og Norðurlondum, har hann undirvísir og virkar sum ráðgevi. Ikki bara innan sjálvt handverkið, men eis- ini hjá til dømis altjóða oljufyritøkum, sum ofta hava tørv á modellum úr træi av boripallum. Eyð- kendi stílurin hjá Riber við serligum ansi fyri fínligum smálutum og eyga fyri mo- dernaðum sniði hava gjørt sítt til, at modellini úr hans- ara hondum hóska so væl til slíkar serliga neyvar uppgávur, sum verða gjørd- ar í samstarvi við arkitektar og verkfrøðingar. Fleiri virðislønir Sum heilt ungur tok Jo- hannes Riber útbúgving sum trædreyari og seinni sum listhandverkari. Sein- astu mongu árini hevur hann búð í Norra, har hann rekur sína egnu dreyifyri- tøku beint uttanfyri Oslo og hevur úr at gera. Trædrey- aðir brúkslutir eru vorðnir alsamt betri umtóktir seinnu árini, men Riber heldur, at í løtuni er í so nógv bert eftirlíkningar. Sjálvur dámar honum best at fáast við slíkt, ið hevur ein listarligan dám yvir sær. Í løtuni fæst hann nógv við at sniðgeva og dreya inn- búgv til kirkjur og slott, eitt nú trappur og stórar ljósa- krúnur. Men tú sleppur tó ongantíð heilt undan at gera eftirlíkningar, sum eisini saktans kunnu verða av- bjóðandi, tá tað til dømis snýr seg um at seta forn- gripir í stand, heldur hann fyri. Johannes Riber hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði, sum verður mett at vera listhandverk á sera høgum støði. Sjálvur hevur Riber skrivað nógvar lista- og frálærubøkur um trædreying, har søguligi týdningurin handverkinum umframt teknikkir verða lýstir. Eisini virkar hann sum ráðgevi hjá norska mentamálaráðnum í yms- um handverksligum út- búgvingarætlanum. Heimskendur dreyari hildið skeið í Klaksvík Á skeiðnum fekst Johannes Riber sjálvur við at dreya eina beltisfløsku í sama sniði, sum hermenn nýttu fyrr í tíðini. Hesar sermerktu fløskur vórðu gjørdar úr træi, so tær ikki skuldu larma so illa Bæði kvinnur og menn í øllum aldri og við sera ymsum útbúgvingum tóku lut á trædreyiskeiðnum hjá Johannes Riber í síðstu viku Hóast tíðin fyri tað mesta fór við at royna ymsar teknikkir, náddu tey flestu at fáa onkran brúks- ella prýðislut lidnan á dreyiskeiðnum á Tekniska Skúla í Klaksvík Bjørn Kastalag, skeiðsleiðari, fegnaðist um, at tað var eydnast at fáa heimskenda trædreyaran Johannes Riber til Føroyar at hava skeið