mikudagur 17. august 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 154 - 17. august 2005
UTTAN ÚR HEIMI
– Ísraelska fturtøkan
úr Gazageiranum er
eitt søguligt stig, men
ikki nóg mikið, sigur
palestinski forsetin
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
– Hetta er eitt týðandi
søguligt stig, men tað átti
eisini at umfata Vestara
Áarbakka og alt øki, sum
Ísrael hevur lagt undir seg
samanborið við markið í
1949, sigur Mahmoud Abb-
as, forseti.
Hann vísir á, at palestinar
vilja hava sítt egna ríki,
sum skal umfata Gaza-
geiran, Vestara Áarbaka og
tann arabiska partin av
Jerusalem, sum Ísrael her-
setti í krígnum í 1967.
Fleiri palestinar bera ótta
fyri, at ísraelska afturtøkan
úr Gazageiranum er ein
politiskur leikur, sum hevur
til endamáls at styrkja ís-
raelsku satøðuna á Vestara
Áarbakka. Men tað kunnu
vit ikki góðtaka, sigur
Mahmoud Abbas.
Eygleiðarar vísa tó á, at
atfinningarnar hjá forset-
anum kunnu vera ein liður í
valstríðnum upp undir pale-
stinska
tjóðartingsvalið,
sum verður tann 21. januar.
Abbas er ikki serliga væl
umtóktur ímillum teir víð-
gongdu
palestinararnar,
men hann hevur sagt, at
hann er sinnaður at lata
felagsskapir sum Hamas
taka lut í friðarsamráðing-
unum við Ísrael, sjálvt um
teir halda fast um, at teirra
fremsta endamál er at beina
fyri tí jødiska ríkinum.
Alivinnan stórt
avlop
2005 verður eitt gullár
hjá norsku alivinnuni.
Higartil í ár hevur vinnan
havt 1,6 milliard krónur í
avlopi, og talið kemur
upp á tríggjar milliardir
krónur, áðrenn árið er av,
skrivar Dagsavisen.
Í krónum er hetta næst-
besta úrslitið hjá norsku
alivinnuni
nakrantíð.
Bara
metárið
2000
royndist betur, men sagt
verður, at nú er alivinnan
betur før fyri at verja seg
ímóti einum prísfalli sum
tí í 2001, tá vinnan næst-
an steðgaði upp.
Teir fyrstu sjey mánað-
arnar í ár hevur meðal-
prísurin á kruvdum laksi
verið 24 krónur fyri kilo,
og hetta verður væntandi
eisini meðalprísurin alt
árið. Heldur tann meting-
in, fara norðmenn at selja
laks fyri 12,5 milliardir
krónur í ár.
Ómaksgjøld
hækka nógv
Í Danmark hava mong
fýlst á, at bankarnir hava
størri og størri inntøkur
av ómaksgjøldum, sam-
stundis sum teir hava
stórt avlop á roknskapin-
um. Bankarnir hava svar-
að, at ómaksgjøldini eru
ikki hækkað, men at
meirinntøkan kemst av,
at fólk brúka bankarnar
meiri enn fyrr.
Men hetta er ikki allur
sannleikin, skrivar Ber-
lingske Tidende. Blaðið
hevur kannað ómaks-
gjøld hjá fleiri bankum,
og niðurstøðan er, at
fleiri bankar hava hækk-
að ómaksgjøldini, og at
aðrir eru í ferð við at gera
tað. Í summum førum
eru gjøldini hækkað bæði
50
og
100
prosent.
Summir taka uppaftur
meiri rívan til. Eitt nú
hevur Alm. Brand Bank
júst kunngjørt, at hansara
ómaksgjøld hækka 150
prosent.
Brúkaraumboðsmaður
in Hagen Jørgensen sigur
við Berlingske Tidende,
at tað er ógjørligt hjá
fólki
at
finna
útav,
hvussu tey kunnu spara í
ómaksgjøldum,
og
í
nógvum førum ber ikki
til at sleppa undan teim-
um. Sjálvur heldur hann,
at bankarnir gera sær
dælt av, at fólk gjalda
rokningar og taka pengar
út.
Assad fer til
New York
Tá toppfundur verður í
ST í næsta mánað, verður
tað fyrstu ferð, at ein
sýriskur forseti tekur lut í
einum slíkum fundi. Tað
váttaði sýriski ST-sendi-
harrin í gjár.
Tí Hafez al-Assad hev-
ur kunngjørt, at hann fer
á fundin, sum verður í
døgunum frá 14. til 16.
september. Pápi hansara,
Hafezm al-Assad, sum
var sýriskur forseti í
mong ár, var ongantíð á
toppfundi hjá ST, men
sonurin hevur fleiri ferðir
sagt, at hann vil hava
betri
viðurskifti
við
USA, og eygleiðarar
tulka avgerð hansara um
at fara á fundin í næsta
mánað sum eitt stig tann
vegin.
Á fundinum í næsta
mánað fara leiðarar úr
meiri enn 170 londum at
tosa um trygdarpolitikk,
menningarmál
og
mannarættindi, og har-
afturat skulu teir umrøða
ymsar hugsanir um at
nýskipa
heimsfelags-
skapin.
Jackson flytir
til Bahrein
Nú ljóðar, at ameri-
kanska
poppstjørnan
Michael Jackson um-
hugsar at flyta til arab-
iska landið Bahrein.
Herfyri varð Michael
Jackson fríkendur fyri at
hava misbrúkt børn og
ung kynsliga, og síðani
dómin hava nógvar git-
ingar verið um, at hann
ætlar sær at flyta úr USA.
Svenska
blaðið
Ex-
pressen visti í gjár at
siga, at poppstjørnan
hevur keypt eini meiri
enn 500 fermetrar stór
hús í oljulandinum Bah-
rein.
Sambært blaðnum hev-
ur Michael Jackson verið
í Bahrein og stytt sær
stundir saman við prins-
inum Hamad al-Kaliffa.
Men tað ljóðar eisini, at
Jackson umhugsar at
taka við islamskari trúgv,
og hann sigst hava ser-
ligan áhuga fyri tí víð-
gongda muslimska fe-
lagsskapinum Nation of
Islam, skrivar Expressen.
Tríggir av nevningun-
um
í
rættarmálinum
ímóti Michael Jackson
vildu hava hann dømdan
sekan. Teir eru nú í ferð
við at skriva hvør sína
bók um hann.
Hóast kurdarnir í Irak
væntandi fara at skriva
undir eina nýggja
irakska grundlóg,
merkir tað ikki, at
kravið um egið ríki er
slept
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Uppskotið til eina nýggja
irakska grundlóg skuldi
upprunaliga leggjast fyri
tjóðartingið
í
Bagdad
mánadagin, men nú er
framløgufreistin longd eina
viku. Tann almenna frá-
greiðingin er, at ein sand-
stormur, sum herjaði partar
av Irak í síðstu viku, darv-
aði nevndini so nógv, at
hon má fáa eina viku aftur-
at til arbeiðið.
Men okkurt bendir á, at í
hvussu er partar av nevnd-
ini meta uppskotið sum
eina fyribilsloysn. Á vitjan
í Noregi hevur varafor-
sætisráðharrin í tí kurdiska
landspartinum
sagt,
at
kurdarnir har norðuri í Irak
fara ikki at slaka ein tumma
í spurninginum um sjálvs-
stýri, og at málið er fram-
vegis, at kurdarnir skulu
hava sítt egna ríki.
– Okkara dreymur er at
fáa egið ríki, og tað er eisini
okkara rættur, segði Emad
Ahmed, varaforsætisráð-
harri, við Dagsavisen í gjár.
Hann greiddi frá, at sein-
astu dagarnar hava stórar
kravgongur verið í tí kurd-
iska
landspartinum
til
frama fyri sjálvsstýri.
Emad Ahmed sigur, at
kurdarnir fara at góðtaka
eina grundlóg fyri alt Irak,
men treytin er, at kurdarnir
varðveita sítt sjálvsstýri.
– Hetta er tann frægasta
loysnin júst nú, og so má
tað næsta ættarliðið berjast
fyri egnum ríki, sigur hann.
Kurdarnir hava havt fleiri
krøv undir samráðingunum
um ta nýggju grundlógina.
Teir vilja hava ræðið í olju-
býnum Kirkuk, og teir
krevja, at tað kurdiska mál-
ið skal viðurkennast sum
alment má í Irakl á jøvnum
føtu við arabiskt. Haraftur-
at krevja teir at hava egnan
her, sum skal vera óheftur
av irakska stjórnarherinum.
– Vit mugu varðveita
herin. Viðurskiftini í Irak
eru ikki trygg, og vit mugu
verja markið fyri norðan,
sigur kurdiski varaforsætis-
ráðharrin við Dagsavisen.
Turkaland, sum hevur
mark við tann kurdiska
partin av Irak, skuldsetti í
síðstu viku iraksku kurd-
arnar fyri at hava gjørt álop
inn um turkiska markið.
Tayiip Erdogan, forsætis-
ráðharri, hótti tá við at
senda turkiska herin inn um
irakska markið, góvust
kurdarnir ikki við ágang-
inum.
Sleppa ikki kravinum
um eitt kurdiskt ríki
Palestinar krevja eisini
Vestara Áarbakka
Samráðingarnar um nýggja irakska grundlóg draga út. Her tosar formaðurin í grundlógarnevndini, Humam Hamoudi (vm.),
við ein av leiðarunum hjá shiamuslimska meirilutanum
Mynd: Reuters