Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 17. august 2005 3 Mánamorgunin setti Bjarni Djurholm verkstovuna Open Ocean Aquaculture Engineering á Náttúruvísindadeildi ni á Fróðskaparsetur Føroya. Fyri fyrstu ferð eru granskarar úr Ný Sælandi, USA, Noregi, Skotlandi, Íslandi og Føroyum komnir saman fyri tosa um hvussu aliútgerð til harðbalin økir kann mennast víðari, og hvussu eitt altjóða samstarv kann fáast í lag GRANSKING tíðindaskriv Verkstovan er komin í lag, tí tað er ásannað at akadem- isku umhvørvini, sum ar- beiða við at menna ali- útgerð, eru smá og fá eisini í altjóða høpi, og neyðugt er við tættum samstarvi innan hetta økið. Umframt føroyska lut- tøku, so eru umboð frá U.S. Naval Academy og Univer- sity of New Hampshire, USA, SINTEF í Noregi, granskingarstovnarnar NIWA og Crawthon í New Zealand, Stirling University í Skotlandi og Háskúla Íslands. At verkstovan er í Føroy- um er úrslit av menning og granskingararbeiði, sum Náttúruvísindadeildin hev- ur framt saman við stovn- um og virkir í Føroyum og uttanlands seinastu árini. Í 1999 byrjaði Náttúruvís- indadeildin miðvíst at menna teldumodellir til at simulera sjóvarfalsrákið á landgrunninum, og varð hetta í stóran mun gjørt við atliti til alivinnuna. Í 2002 varð farið undir at kanna, hvussu streymur ávirkar nótirnar í aliringunum í verkætlan. Hetta varð gjørt saman við netavirkinum Vónini og Fiskirannsóknar- stovuni við fíggjarligum stuðli úr m .a. Vinnuframa- grunninum. Við stuðli frá Statoilsamtakinum byrjaði í 2002 ein PhD-verkætlan, sum hevur til endamáls at menna eitt aldumodel fyri landgrunnin, og í 2003 ein onnur PhD-verkætlan, sum hevur til endamáls at menna útgerð til aling á harðbalnum økjum. Har- umframt eru fleiri smærri verkætlanir framdar saman við m. a. p/f East Salmon, Vónin, p/f Gulin og p/f Fiskaaling. PhD-verkætlanin, sum Øystein Patursson ger, verður framd í tøttum sam- starvi við the Open Ocean Aquaculture Programme við University of New Hampshire í USA og Nátt- úruvísindadeildina. Gjøgn- um hetta samstarv er sam- band fingið við aðrar stovnar kring heimin. Eitt av endamálunum við verk- stovuni er menna eitt al- tjóða granskaranetverk, sum fokuserar upp á av- bjóðingirnar, sum eru við at flyta alivirksemi út á harð- balin økir umframt at menna skráir til at útbúgva fólk til henda partin av vinnuni. Mánadagin vóru fram- løgur, týsdagin varð vitjað á støðunum hjá Fiskaaling við Áir og í Nesvík og eisini hjá Vónini og Havs- brún í Fuglafirði. Mikudag- in verða framløgur, tjak og niðurstøður verða skrivað- ar. Fíggjarligur stuðul til verkstovuna er latin av Norður Atlants Samstarv (NORA) og av oljufelag- inum Amerada Hess, um- framt frá luttakandi stovn- unum. Ný Sælandarar vilja samstarva um aling Sunnukvøldið vóru fýra ungir mans úr Fuglafirði ávegis til Vestmanna, har teir høvdu einihvørji ørindi. Komnir oman í Gassa- dali, har eitt rættiliga knapt sving er, hevur bilførarin snarað heldur knappliga. Úrslitið var, at endin á bil- inum kom at taka í bilverj- una, soleiðis sum myndin vísir. Ein bilførari, sum kom har framvið, boðaði løg- regluni frá óhappinum. Seinni varð so blóðroynd tikin. Ein av teimum fýra monnunum, sum var við bilinum, sigur við Sosialin, at tveir teirra vóru ódruknir – og at annar teirra var bilf- ørarin! sb. Bilførarin var edrúur