mikudagur 17. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 154 - 17. august 2005
Fyrsta trapputingið í
Miðlahúsinum í
almennu fundar-
røðini, sum
Tinghelluredaktiónin
skipar fyri, var
mánakvøldið. Evnið
var mentan og
gransking, har
serfrøðingar og
løgtingsmenn høvdu
upplegg til kjak
TRAPPUTING
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Trapputingið í Miðlahúsin-
um í Vágsbotni um gransk-
ing og mentan var sera væl-
eydnað. Hóast tingmenn-
irnir báðir, John Johanne-
sen og Finnur Helmsdal
eina løtu fóru í sjálvsving
við ábreiðslum og reypi
um, hvør hevði gjørt hvat
og nær og hví, so var kjakið
annars livandi og áhuga-
vert. Serfrøðingarnir, Jenny
Petersen frá Tjóðpalli Før-
oya og Rúna Hilduberg úr
Granskingarráðnum, hildu
góð upplegg, og áhoyrarnir
luttóku aktivt í kjakinum.
Sjálvt teir báðir ting-
mennirnir tyktust at lurta
eftir onkrum øðrum enn
sær sjálvum, og tá teir
høvdu stangast eina løtu,
tyktust eisini teir áhugaðir í
einum veruligum mennandi
kjaki, har andstøða og sam-
gonga ikki vóru høvuðs-
evnið.
Áhoyrarnir
umboðaðu
bæði
mentunarpallin,
granskingina og vinnulívið,
og hetta merkti kvøldið og
kjakið.
Við Trapputinginum hev-
ur Miðlahúsið í Vágsbotni
givið samfelagskjakinum
eitt annað bein at standa á,
og tað tykist, sum um fólk
hava tikið hetta til sín og
møta trúfast til tiltøkini.
Í
leygardagsblaðnum
verður longri frásøgn um
tiltakið og framløgurnar hjá
luttakarunum verða prent-
aðar.
Næsta Trapputing verður
mánadagin í komandi viku,
og evnið verður almanna-
og heilsupolitikkur.
Trapputingið mennir samfelagskjakið
Tær báðar Jenny Petersen og Rúna Hilduberg høvdu hvør sína »løgmansrøðu«. Politisku innleggini høvdu Finnur Helmsdal úr
Tjóðveldisflokkinum og John Johannessen úr Javnaðarflokkinum. Orðstýrari var Kári á Rógvi
Mynd: Eirikur Lindenskov