Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 17. august 2005 5 Í løtuni verður arb- eitt við fyrireiking- ini til ársins Truck- er-festival í Runavík. Tiltakið eydnaðist sera væl í fjør, og tí er lítil ivi um, at hesin festivalurin er komin fyri at vera. Runavíkar komm- una hevur eisini víst tiltakinum stóran áhuga BILAR Snorri Brend Enn eru slakar tvær vikur til festivalin, men tíð er longu nú hjá teimum áhugaðu at melda seg til. Sambært heimasíðuni hjá felagnum so eru hig- artil tveir lastbilar og tveir kranabilar meldaði til. Men pláss er kortini fyri enn fleiri førum, bæði forvognum, trailar- um og kampingbilum. Trucker-festivalurin hevur tvey tey seinastu árini verið fyriskipaður á einum øki, nærhendis oljutangunum við Beta á havnalagnum í Runavík.. Men í ár verður hann fluttur til betri egnað stað. Borgarstjórin í Runa- vík, Rodmundur Nielsen hevur nevniliga arbeitt við at útvega eitt annað gott øki til festivalin. Og tað hevur í roynd og veru eydnast. Herfyri frættu so fyri- reikarnir, at festivalurin í ár kann fyriskipast á ein- um innihegnaðum øki, har farmaskipini avskipa teirra bingjur. - Hetta merkir aftur, at vit kunnu veita luttakar- unum eitt betri øki, og samstundis eisini eitt størri øki, verður sagt á heimasíðuni hjá fyrireik- arunum. Truckarar hittast til festival Fáir útlendskir fiskidagar vóru í føroyskum sjógvi í farna mánaði, - ein- ans 366, harav russ- isk skip áttu 166 teirra Eitt yvirlit um útlendsku veiðuna í føroyskum sjóøki vísir, at bert skip úr fýra londum royndu í føroyskum sjógvi í juli mánaði. Skipini, ið royndu í okkara øki vóru úr Bret- landi, Fraklandi, Russ- landi og úr Noregi. Útlendsku skipini veiddu íalt sløk 8.000 tons, og av hesum veiddu tey russisku størstu nøgd- ina, nevniliga 5.500 tons av makreli. Annars er bert talan um smærri nøgdir av øðrum fiskasløgum, so sum sild, svartkjaftur, longa og blá- longa. Hinvegin er ikki ein einasti stertur av blálongu og prikkafiski veiddur, og heldur eingin brugdulivur tikin. Samanlagt hava út- lendsk fiskiskip veitt 333.436,3 tons frá árs- skiftinum og fram til 1. august. sb. Færri útlendsk fiskifør í juli mánaði Strandferðslan setti inn eykaskip í sam- band við Ovastevn- una. Og tað gav eisini úrslit STEVNA Snorri Brend Myndir: Vilmund Jacobsen Nólsoy: Seinasta vikuskifti varð Ovastevnan hildin í Nólsoy. Skuldi ein ganga eftir talinum av fólki í fjør, so ynskti Strandferðslan eisini at gera sítt til, at fólk aftur í ár skuldu sleppa lættliga um fjørðin. Umframt Rituna, ið dag- liga røkir hesa farleiðina, so setti Strandferðslan somuleiðis Ternuna inn í rutusigling um vikuskiftið. Og tá talt varð upp mánamorgunin høvdu hesi bæði skipini flutt júst 3.500 ferðafólk um fjørðin. Uppgerðin frá Strand- ferðsluni vísir, at Ritan flutti 217 fólk um fjørðin fríggjadagin, 228 leygar- dagin og 601 sunnudagin. Hinvegin flutti Ternan leygardagin – t.v.s. fram til midnátt – 1037 fólk um fjørðin. Her kann ein ganga út frá, at tey flestu teirra fóru á stevnuna. Og sunnudagin flutti so Ternan 1417 fólk, harav tey allarflestu mundu vera á heimleið eftir lokna stevnu. Av Strandferðsluni verð- ur upplýst, at eingir bilar vórðu fluttir. Bert ferða- fólk. Eingin veit við vissu, hvussu nógv fólk vóru á ársins Ovastevnu. Men skal ein rokna út frá fluttum ferðafólkum við Strandferðsluni, og teim nógvu smábátunum, so er ikki nógvur ivi um, at eins nógv fólk mundu vera til tey mongu ymisku tiltøkini á stevnuni í ár. 3500 fólk um fjørðin Umframt tey fólkini, sum Strandferðslan flutti út í Nólsoynna, so vóru eisini hópurin av smábátum at síggja í havnalagnum Við setanina sang Nólsoyar Sangkór Nógv fólk var samankomið til stevnuna í ár. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn – og í Nólsoy – setti stevnuna leygardagn