Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 154 - 17. august 2005 Leygardagin 27. au- gust verða tvey til- tøk, sum bæði hava til endamáls at veita pening til ein bíbliuskúla í asiat- iska landinum Paki- stan. - Ætlanin er, at hesin skúlin skal byrja longu kom- andi summar, upp- lýsir kristni felags- skapurin, Sam- verkamenn Í fyrsta umfari verður tal- an um eina fótbóltskapp- ing, bæði fyri kvinnur og menn. Her verða serliga reglur galdandi, sum ein vanliga ikki hevur í øðr- um fótbóltskappingum. Hetta verður broytt til somu reglur, sum nýttar verða í t.d. leguhúsinum Zarepta í Vatnsoyrum, har ein verður vístur út í tveir minuttir um ein bannar. Verður bólturin skotin upp undir loftið so verður viðkomandi spæl- ari vístur út í ein minutt. Vinnandi liðini fáa vinningar frá bókahandli- num Logos í Havn. Tá ein nú kortini hevur leigað Ítróttarhøllina á Hálsi, so verður í sama umfari skipað fyri eini stuðulskonsert sama kvøld. Henda konsertin er eis- ini til frama fyri áður- nevnda bíbliuskúla – ella lærusveinaskúla - í Paki- stan. Luttakandi bólkar á konsertini verða Heini Lützen, Salt og Maria Anderssen. Eisini koma Niklái og Absalon ein túr á gólvið. Tað er ókeypis at- gongd til konsertina, men inni í sjálvari høllini verður møguligt at lata eina peningarliga gávu til hetta arbeiðið. Í Pakistan er ætlanin at fáa einar 30 kvinnur og menn at koma saman til undirvísing. Málið er at kunna geva teimum und- irvísing í tríggjar mánaðir árliga. Ætlanin er at leiga eini leguhús, har hesir ungu og virknu pakistanarnir kunnu fáa eina góða og viðkomandi bíbliuundir- vísing. Við hesum verður so miðað eftir, at hesi sjálvi kunnu fara aftur í samkomur sínar at undir- vísa í Guds Orði. Mett verður at tað eru einar 2 mió. kristin í hesum mus- limska landi. sb. Vikuskiftið 26. og 27. september verð- ur eitt gylt høvi hjá starvsfólkum á barnaansingarøki- num at sleppa á skeið um vælveruna hjá børnunum, sum tey eru um Skeiðið er eitt úrslit av menningardegnum, sum Føroya Tele og Suðuroyar Sparikassi skipaðu fyri í Øravík fyrr í summar. Út frá hesum er nú ein bólkur skipaður, sum er farin í gongd við at fyri- reika enn eitt skeið í Suð- uroynni. Skeiðini fara í størstan mun at snúgva seg um heilsu og vælveru. - Arbeiði er nú komið so væl áleiðis, at ætlanin er at hava fyrsta skeiðið vikuskiftið 26. og 27. september, sigur ein av stigtakarunum, Sirið Stenberg, heilsufrøðing- ur. Fyrsta skeiðið verður fyri starvsfólk á barna- ansingarøkinum, og fer serliga at snúgva seg um reinføri. Endmálið við hesum evni er at fáa sjúkradagarnar bæði hjá børnum og starvsfólki at minka munandi. sb. Fótbólt og konsert fyri Pakistan Sjúkradagar hjá børnum kunnu fækkast Suðuroyar Sparikassi fer nú at taka ómaks- gjøld fyri flytingar og tænastur hjá kundun- um PENINGASTOVNAR Snorri Brend - Frá 20. august í ár fer Suðuroyar Sparikassi undir at taka ómaksgjøld fyri flytingar og tænastur, skrivar sparikassin á heimasíðu síni. Meginreglan í nýggja kostnaðarpolitikkinum hjá Suðuroyar Sparikassa er, at meiri sjálvsavgreiðsla merkir minni kostnað. Innføringin av ómaks- gjøldum merkir, at kundin rindar fyri tær tænastur, sum hann nýtir, og ikki sum í dag, har allir kundar rinda fyri tænasturnar hjá hvørj- um øðrum. - Avgerðin um at innføra ómaksgjøld er liður í dag- liga arbeiðinum við at effektivisera og menna Suðuroyar Sparikassa, verður sagt. Ómaksgjald í sparikassanum Suðuroyar Sparikassi fer nú eisini at seta í verk eina skipan við ómaksgjaldi Tað verða ikki júst hundakynstur, sum føroyskir hundar koma at luttaka í. Men nú verða í øllum førum tikin stig til stovnan av einum fel- ag fyri hundar og eig- arar tess. Og tað eru ikki hissinni møgu- leikar sum hetta kann geva í framtíðini HUNDALÍV Snorri Brend Havn: Framsýningar, har vakrasti hundurin skal finn- ast. Og eitt agility-show, har kynstur og kappingar fyri hundar eru í miðdepli- num. Hetta kann gerast møgu- leikin í framtíðini, eydnast tað einum føroyskum eig- arafelagi fyri hundar at fremja endamál síni í verki. Í gjárkvøldi varð nevni- liga hildin stovnandi fundur av einum felagi, hvørs endamál verður at verja áhugamálini hjá hesum fer- føttu vinum okkara. Endamálið hjá líknandi feløgum uttanlands - teim sonevndu Kennelklubbun- um - er haraftrat, at eigarar- nir skulu fáa møguleika til undirvísing í hundavenjing, eins og arbeiðast skal fyri at útvega fríøki til hundar- nar í kommununum. Í Danmark eru skipað 11 umdømi av Dansk Kennel- klub. Og felagið, sum varð stovnað í gjárkvøldið hevur so møguleika at gerast tað 12. umdømið. Við á fundinum var Hen- rik Johansen frá danska fel- agnum. Við síni vitan á øki- num ynskti hann at geva góð ráð til nevnd og limir. Seinnapartin mánadagin nýtti hann eisini høvið at hitta borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, sum eis- ini fegnaðist um at eitt slíkt felag sær dagsins ljós. Kommunan hevur nevni- liga lagt stóra orku í at halda býin reinan, og at fáa øki, sum serliga verða ætl- að hundum og eigarum tess. Hundatalið í vøkstri Eins og í øðrum londum so eru eisini føroyingar í størri og størri mun farnir at hava hund - ella hundar - sum húsdjór og sum frítíðarítriv. Hetta upplivir ein dag- liga, tá ein sær fólk ganga túrar við hundum sínum, sum eru av ymiskum slagi og í ymiskum støddum. Hesir hundaeigarar vilja sjálvandi tað besta fyri hundar sínar, og at teir skulu fáa ta røkt, teir hava tørv á. Hesir ynskja tí eis- ini, at fáa tað nýggjasta at vita um hundar og hunda- hald. Fleiri av hesum eigarum hava tí skrásett hundar sín- ar í ættarbókum hjá Dansk Kennelklub. Danska felag- ið hevur eisini seks limir í Føroyum, og sum eisini fáa sendandi limablaðið "Hun- den". Enn hevur kortini einki felag fyri hundaeigarar ver- ið í Føroyum. Men nakað herfyri fekk danska felagið eina áheitan úr Føroyum um hjálp til at stovna eitt slíkt felag. Hetta varð so, eftir ætlan- ini gjørt í gjárkvøldið. Ætl- anin var at fáa valda ta fyrstu nevndina, sum so kann seta sær fyri at røkka endamáli felagsins. Framsýningar Henrik Johansen hevur royndir á hesum økinum. Og fyri hann er tað av stór- um týdningi at felagið fer at gera vart við seg og ætlanir sínar. Í framtíðini verður tí ikki óhugsandi, at skipast kann fyri serstøkum venjingum og framsýningum við hundum. Hinvegin verður so eisini gjørligt at skipa fyri undir- haldi við og fyri hundum. Í Norðursjællandi hevur danska felagið nevniliga tríggjar kvinnur, sum eru áhugaðar at koma til Før- oyar at skipa fyri sonevnd- um agility-showum, sum ein ofta hevur sæð í sjón- varpinum. Her sleppa hundarnir at royna seg í ymiskum hundakynstri og kapping- um, har ein so at enda kann kjósa vinnandi hundin. Hesar gentur hava allar royndir á økinum – ein teirra er heimsmeistari á økinum og ein onnur eu- ropameistari. So fyri hundar og eigarar teirra er talan um eina spennandi framtíð við nýggja felagnum. Liðugt við dummum hundum í Føroyum Heðin Mortensen heilsar uppá Henrik Johansen frá Dansk Kennelklub. Hundurin sær út til at trívast væl teirra millum