Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 17. august 2005 7 – Vit gjørdu eitt val. Vit kundu havt kan- aliserað pengarnar ígjøgnum ein altjóða felagsskap, men vit valdu at gera nøkur føroysk tiltøk í kreppuraktu økjun- um, og slík tiltøk taka tíð at fyrireika, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, um óbrúktu neyðhjálpina í sambandi við flóð- alduvanlukkuna í Asia NEYÐHJÁLP Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Meginparturin av pengun- um, sum fíggjarnevndin hjá løgtinginum í skundi játtaði til neyðhjálp í Asia í sam- bandi við flóðalduna har, eru ikki brúktir enn, hóast tað eru gingnir sjey mánað- ir, síðani pengarnir vóru játtaðir. Hetta hevur fingið løg- tingsmannin hjá Sjálv- stýrisflokkinum, Kára P. Højgaard, at seta løgmanni ein skrivligan fyrispurning í tinginum. Løgtingsmaður- in vil hava eina frágreiðing um, hví pengarnir, sum skuldu játtast í skundi, ikki eru brúktir enn. Løgmaður sigur, at or- søkin til hetta er, at før- oysku myndugleikarnir hava valt gera nøkur før- oysk projekt heldur enn bara at senda pengarnar av- stað. – Vit veittu beinanvegin eina millión krónur í neyð- hjálp, og teir pengarnir vóru sendir til Reyða Kross. Men vit hildu, at tað var í so lítið og valdu so at søkja fíggjarnevndina um tríggjar milliónir afturat, sigur Jóannes Eidesgaard. – Í tí sambandinum við- gjørdu vit, um vit skuldu senda pengarnar avstað umvegis ein av vanligu fel- agsskapunum, sum vit brúka í sambandi við neyð- hjálpararbeiði, ella um vit skulu fáa nøkur føroysk hjálpartiltøk út í økini, so vit samstundis kundu menna okkara førleika at veita hjálp í kreppuraktum økjum. Vit valdu tað seinna, og tað hjálpararb- eiðið er ávegis. Fleiri ítøkiligar ætlanir Avgerðin er tikin um, hvat tað mesta av pengunum skulu brúkast til, og tiltøk- ini at hjálpa ávísum økjum kring Indiska Havið eru á veg. Ætlanin er at byggja eitt barnaheim á Sri Lanka fyri 1, 7 milliónir krónur, og harafturat skal ein millión brúkast til at hjálpa útróðr- arøkinum í Banda Aceh í Indonesia. Løgmaður heldur, at loysnin hjá landsstýrinum hevur tað við sær, at hóast tað gongur nakað longri tíð, áðrenn pengarnir verða brúktir, so fæst trygd fyri, at pengarnir koma fram á rætta stað. – Hendan loysnin ger, at vit aftan á kunnu siga, at har fóru teir føroysku hjálp- arpengarnir brúktir, sigur hann. Men tekur tað ikki ov langa tíð at fáa hjálpina fram? – Um endin nú var, at vit hóast alt veittu pengarnar ígjøgnum altjóða felags- skapir, so kundi mann sagt, at tað kundu vit gjørt bein- anvegin. Men tað tekur tíð at fyrireika ítøkiligar ætlan- ir, men hinvegin fáa vit tað burtur úr, at vit kunnu vísa á, hvat føroysku pengarnir vórðu brúktir til. – Tað, sum nógv lond ræðast, er, at pengar verða sendir avstað, men eingin veit, um teir verða brúktir til ætlaða endamálið. Og harafturat siga serfrøðingar, at nú snýr tað seg ikki um talið á milliardum, sum verða sendar avstað, men heldur um at seta í gongd góðar verkætlanir, sum kunnu fáa økið at virka aft- ur, sigur Jóannes Eides- gaard. Føroysk neyðhjálp tekur tíð at fyrireika Ein av føroysku ætlanunum um neyðhjálp í sambandi við flóðalduvanlukkuna í Asia er at hjálpa útróðrarøkinum í Banda Aceh í Indonesia. Har doyðu eini 130.000 fólk, og gerandisdagurin er nú spakuliga farin at líkjast sær sjálvum aftur. Mynd: Scanpix – Tað almenna skal halda seg langt burtur frá at mynda og stýra vinnuligari gransk- ing, og tí er tað spill av skattaborgarans pengum at brúka 90 milliónir krónur til at byggja eina føroyska granskingarpark, heldur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum GRANSKING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað almenna hevur ikki skil fyri at skipa og stýra vinnu- ligari gransking. Tað skal vinnan gera sjálv. Tí er tað spill av skattaborgarans pengum at brúka 90 milli- ónir krónur til at byggja eina føroyska granskingar- park, um endamálið einans er at styrkja eina útvalda vinnugrein – í hesum føri- num ílegugransking. Tað heldur Johnny í Grótinum, sum er formaður í Búskaparráðnum. – Tað almenna skal skipa fyri gransking í almennum viðurskiftum, sum kunnu koma okkum øllum til góð- ar. Hinvegin skal tað al- menna ikki blanda seg upp í og als ikki royna at stýra vinnuligari gransking. Tað skal vinnan sjálv gera, tí politikarar hava ikki skil fyri tí, sigur Johnny í Gróti- num. – Tað almenna skal held- ur brúka pengar til at skapa góðar útbúgvingar í Føroy- um, at lata stuðul til granskaraútbúgvingar og at skapa karmar fyri gransk- ing í lóggávuni. Tær 90 milliónirnar, sum ætlanin er at brúka til eina gransk- ingarpark, høvdu verið nógv betur brúktar til at bygt ein nýggjan miðnáms- skúla, heldur hann. Ávarar ímóti tilmæli Ein arbeiðsbólkur hjá Vinnumálaráðnum hevur júst latið úr hondum eitt til- mæli um, hvussu ein før- oysk granskingarpark kann skipast, og ein partur av hesum tilmæli er, at tað skulu vera tvey øki, sum føroyingar skulu prioritera fram um øll onnur – hetta eru biotøkni og biokunn- ing. – Tað er frálíkt, at tað al- menna á hendan hátt tekur stig til at lýsa gransking og fortreytirnar fyri meiri gransking í Føroyum, tí gransking hevur stóran týdning fyri øktum búskap- arvøkstri, men eg vil ávara ímóti, at tað almenna fer at seta kósina fyri vinnuliga gransking. Hetta er eitt sera fløkt øki, sum tað almenna ongan førleika hevur til at skipa. Myndugleikarnir skulu heldur upplýsa um møguleikarnar í Føroyum, skapa góðar karmar fyri gransking, og so lata vinn- una seta pengar til og gera av, hvat tað skal granskast í, sigur Johnny í Grótinum. Hann nevnir eitt dømi í Íslandi, har felagið DeCode hevur brúkt fleiri milliardir føroyskar krónur til ílegu- gransking síðstu 10 árini. Møguliga kunnu teir hand- ilsliggera tað fyrsta patent- ið komandi ár, so at inntøk- ur kunnu koma. Tað tekur drúgva tíð og stórar íløgur, áðrenn slík vinnulig gransking kann kasta nakað av sær. – Tí er tað alneyðugt, at tað eru privatar fyritøkur, sum vilja brúka pengar upp á gransking í Føroyum, og at hesi feløg sjálvi sleppa at gera av, hvat tað skal granskast í. Um slíkar fyri- tøkur eru villigar at gera íløgur fyri fleiri milliardir í Íslandi, munnu tær eisini vera villigar at brúka tær fyrstu 90 mió.kr her – ann- ars er neyvan nakað at koma eftir. Tað almenna skal halda seg langt burtur frá at mynda og stýra vinnuligari gransking. Hin- vegin hevur tað almenna júst skapt nakrar av karm- unum fyri ílegugransking við lóggávu um ílegusavn, sigur Johnny í Grótinum. 90 milliónir til gransking kann verða spill av pengum – Tað almenna skal skipa fyri gransking í almennum viður- skiftum, sum kunnu koma okkum øllum til góðar. Hinvegin skal tað almenna ikki blanda seg upp í og als ikki royna at stýra vinnuligari gransking. Tað skal vinnan sjálv gera, tí politikarar hava ikki skil fyri tí, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum. Mynd: Scanpix