Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 154 - 17. august 2005 Í sambandi við Lista- stevnuna hevur ein framsýning við ym- iskum sniðgevum úr útnorðuri verið í Müllers Pakkhúsi. Forvitnisliga fram- sýningin vísti eitt nú nakað av tí besta inn- an føroyskt klædna- snið LISTASTEVNAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Framsýningin ber heitið Transform, og hon hevur longu verið sýnd fram aðrastaðnis. Á framsýning- ini verður ljós sett á nútím- ans sniðgeving úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Hugtakandi føroyskt klædnasnið Eitt tað mest hugtakandi á framsýniningini í Müllers Pakkhúsi var at síggja verk- ini hjá teimum føroysku klædnasniðgevunum. Snið- gevarar sum Elisa Heine- sen, Guðrun og Guðrun, Borgný Dam Patursson og Barbara í Gongini kenna føroyingar rættuliga væl, meðan Annika Heinadóttir, Malan á Lofti, Svanhild Strøm og Anna Kirstin Bæk eru meiri óskrivaði bløð millum føroyingar. Felags fyri øll føroysku verkini var, at tey fyrst og fremst vóru gjørd úr tilfari, ið vit hava her í Føroyum. Her verður hugsað um ull og skinn fyrst og fremst, men í onkrum einstakum verki var fiskaskræða eisini nýtt. Føroysku verkini vóru ógvuliga spennandi og ný- skapandi, og stuttligt var millum annað at síggja tær mongu taskurnar hjá Annu Kristinu Bæk, har tað var ógvuliga týðuligt, at snið- gevin hevði fingið íblástur frá William Heinesen, sála. Íslendskar smúkkur Íslendski parturin av fram- sýningini vóru verk av ís- lendskum gull- og silvur- smiðjum, og tað er einki at taka seg aftur í, at talan var um prýðislutir á hægsti stigi, ið íslendsku smiðirnir høvdu tilevnað. Íslendingar hava altíð verið kendir fyri at verða rættuliga eksperimenter- andi, og listin hjá teimum er eisini prógv um hetta. Hóast fleiri av verkunum á framsýningini tóktust klassisk, so sást tú eisini heilt nógvar prýðislutar, har ikki kann sigast annað, enn at talan var um ógvuliga eksperimenterandi verk. Grønlendska íkastið til Transform-framsýningini var eisini spennandi. Eitt sindur var av tí siðvandu grønlendsku listini við verkum, sum vóru gjørd úr ymiskum steinasløgum og úr beini. Sniðgevin Else Møller hevði eisini ein kjóla við á framsýningini, ið prógvaði, at grønlendingar eisini eru frammalaga á hesum øki. Framsýningin í Müllers Pakkhúsi var spennandi og øðrvísi, og fyrireikararnir av Listastevnuni siga, at nógv fólk vitjaðu framsýn- ingina, og at talan var um bæði føroyingar og útlend- ingar. Um vikuskiftið vóru seinastu tiltøkini á ársins Listastevnu. Í sambandi við hetta var kirkjukórið Ljómur úr Vági rættiliga í eldinum KÓRSANGUR Snorri Brend Havn: Leygardagn klokkan 16 fór Kirkjukórið Ljómur enn eina ferð á pall at framføra brot úr sangskrá síni. Hetta var samstundis triðja framførslan hjá kór- inum hetta vikuskiftið. Tey vóru á palli í Hval- biar kirkju í fríggjakvøldið, og aftur í Listaskálanum í Havn leygarmorgunin, og skuldu aftur seinnapartin henda sama dagin framføra nakrar av sangum sínum í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Ljómur er gamalt, men gott kirkjukór, sum hevur 66 ár á baki. Í summar vóru tey á kórferð heilt har suðuri í Spanien, men um vikuskifti fingu so fyrst hvalbingar, síðani havnarfólk og at enda toftafólk høvið at hoyra kórið syngja. Í løtuni er danin Dorthe Tilma kórleiðari. Navnframi føroyski myndamaðurin Bárður Eklund hevur havt eina ógvuliga áhuga- verda myndafram- sýning í smiðjuni í Lítluvík í sambandi við Listastevnuna LISTASTEVNAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Framsýningin hjá Bárði Eklund er ein myndarøð, har føroyski myndamað- urin hevur verið og vitjað 90 ára gamla einabúgvan Svend, sum býr einsa- mallur í einum gomlum, niðurslitnum húsum beint við Gudenánna í Jútlandi. Sorg køvdi lívsgleðina Søgan um Svend byrjar undir øðrum heimsbar- daga, tá ið Svend og unnusta hansara, Karen, keypa húsini við ánna. Karen, sum var virkin í donsku mótstøðurørsl- uni, verður tó skotin og doyr, og tá ið tað hendir, fellur Svend fullkomiliga í fátt. Svend er ongantíð komin fyri seg eftir deyða Karens, og hann hevur ongantíð gjørt nakað sum helst við hús- ini, sum tey keyptu sam- an á sinni. Tað merkir, at húsini framvegis standa uttan nakra vesið til dømis og ikki hava vatn lagt inn, og alt møguligt órudd hópar seg upp bæði innan og uttan. Í myndum sínum lýsir Bárður Eklund gamla einabúgvan og heimið hjá honum, og hvussu gerandisdagurin hjá Svend er í dag. Á myndunum sæst, hvussu Svend situr kroystur millum alt møguligt órudd, men eisini nógvar lutir, ið hava nógv at siga fyri hann. Eitt nú mynd av Karen, ið var dansigenta. Somuleiðis er ein rúgva av útstappaðum fuglum partur av heiminum hjá Svend. Hetta eru fuglar, sum Svend sjálvur hevur fangað og stappað út. Myndirnar vísa eisini, at tíðin ikki hevur so nógv at siga hjá Svend, tí á borðinum og á vegg- inum eru tað avísbrot úr sjeytiárunum, ið eru at síggja. Myndarøðin hjá Bárði Eklund var spennandi, og áhugavert var at síggja, hvussu evnaríki myndamaðurin hevði valt at fáa samspæl mill- um motiv og ljós. Bárður og einabúgvin Smúkkur, klæðir og annað úr útnorðuri Ljómur ljómaði í Listaskálanum Ljómur tók seg væl út í Listaskálanum, har tey sungu leygarmorgunin Mynd: Álvur Haraldsen