Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum hevur skrivað søgu. Fyrsta formliga eftirút- búgvingin er nú gjøgnum- førd á Landssjúkrahúsin- um. Útbúgvingin er løgd til rættis saman við Undervis- ningsafdelingen á Risskov og 17. juni fingu 24 fólk handað prógv í Veitslu- høllini. Útbúgvingin hevur bæði verið tvørfaklig og tvør- sektoriel í 12 modulum yvir eitt ávíst tíðarskeið. At áhugin fyri hesi eftir- útbúgvingini hevur verið stórur prógvar einamest, at allir 24 luttakarnir, ið byrj- aðu fullførdu útbúgvingina. Nr. 154 - 17. august 2005 9 24 fólk til psykiatriska eftirútbúgving Napoleon lagdur Manningin á rækju- trolaranum hevur fing- ið uppsagnarbræv Dimmalætting skriv- aði mánakvøldið, at rækjutrolarin, Napol- eon, nú eisini er komin á listan yvir fyrrver- andi rækjuskip í før- oyska flotanum. Manningin á skipin- um fekk undan viku- skiftinum boð um, at skipið verður lagt, tá ígongdverandi túrurin við Svalbard er av. Ikki óvæntað, so eru tað høgir olju- og lágir rækjuprísir, sum eru orsøkin til, at skipið verður lagt. -jm Bussar koyra til Svangaskarð Fótbóltssambandið boðar á heimasíðu sín- ari frá, at skipað verð- ur fyri busssambandið úr bæði Havn og Leir- vík, nú landsliðið skal spæla móti Kypros mikukvøldið. Av Farstøðini í Havn verður koyrt kl. 17.30 og úr Leirvík koyrir bussurin kl. 18.15 verður sagt. -jm Gamla Vestlax konkurs Gamla virkið hjá Vestlax í Hirtshals, sum Pan Fish seinni keypti frá føroyska fe- lagnum, er nú farið á heysin. Vónin var annars, at ein loysn kundi finnast millum Pan Fish og ognararnar, men hend- an er nú dottin niður- fyri. Verkið í Hirtshals var eitt skifti størsta ar- beiðspláss í býnum. Tá starvaðust um 500 fólk har. Seinnu árini hevur talið av starvsfólkum ligið um 200, men nú eru hesi altso eisini send heim. -jm Eftir at hava tikið eftirútbúgving í psykiatri hava hesi 24 fólkini nú fingið prógv síni handað Í mai mánaði kom- andi ár verur ein serstøk føroysk- hetlendsk ráðstevna um Jákup Jakobsen, doktara, og rann- sóknir hansara Jákup doktari var mál- frøðingur og bókmenta- frøðingur og savnaði skald- skap á manna munni. Hann var eisini fyrsti føroyingur, ið vann sær doktaraheiti, hvørs evni var norrøna málið í Hetlandi. Høvuðsfyrireikari til stevnuna er Brian Smith, skjalavørður á hetlendska skjalasavninum. Medfyri- reikari er Turið Sigurðar- dóttir, lektari á Føroya- málsdeildini. Fyrilesarar á ráðstevnuni verða úr Føroyum, Hetlandi og aðrastaðni frá. Ráð- stevnumálið verður enskt. Úr Føroyum fara hesi at halda fyrilestur: Eyðun Andreassen, dr. phil.; Marianna Debes Dahl, rithøvundur; Edith Bugge, M.A.; Arne Thor- steinsson, fornfrøðingur og Hjalmar P. Petersen, mál- frøðingur. Sagt verður, at hjá før- oyingum ber væl til at fara við Norrønu á ráðstevnuna. Ráðstevna um dr. Jacobsen í Hetlandi Hóast hálvt føroyska or- kestri Pleaser gjørdust ov stuttir í kappingini um at vinna Starfighters kapping- ina á Skanderborg festi- valinum, er bólkurin ikki liðugur við at kappast. 2. september fer bólkurin at kappast í DM i Rock. Bólk- urin var við í tíðindasend- ingini á TV2 Øst sunnu- kvøldið. Á heimasíðuni www.tv2regionerne.dk undir TV2 Øst 14. august ber til at síggja innslagið, sum eitur Talent på prøve, har er samrøða við bólkin, og partur av einum lag verður spælt. nud Pleaser royna aftur Týskvøldið skuldi Næraberg koma á Klaksvík, og sum skilst, so hevur talan verið um veruligan rokfiskiskap seinasta túrin. Norðlýsið skrivar á netinum, at tað einans hevur tikið skipinum tríggjar vikur at fylla lastina við svartkjafti. Næraberg lastar ikki færri enn 815 tons av surimi og 240 tons av mjøli. -jm Roktúrur hjá Nærabergi