mikudagur 17. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 154 - 17. august 2005
Tinghellan her í Miðalhúsinum mánakvøldið var
sera upplýsandi, og innleggini frá teimum báðum
Jenny Petersen og Rúnu Hilduberg varpaðu ljós á
tveir stórar spurningar í dagsins samfelag. Støðan
hjá mentanini og støðan hjá granskingini. Vit skulu
her bert umrøða granskingina, men venda vit aftur
til mentanina seinni. Framløgan um granskingina
var, hóast hon var merkt av afturvendandi niðurlag
um trot á samskipan og trot á peningi, rættiliga
bjartskygd. Seta vit okkum mál, raðfesta vit rætt og
samskipa vit gransking í Føroyum, so kann gransk-
ingin fáa stóran týdning fyri menningina. Eisini
visión 2015 var eitt afturvendandi evni á fundinum.
Framløgan vísti, at vit eru langt frá altjóða krøvun-
um um, at 3% av BTÚ skulu nýtast til gransking og
nýskapan, um eitt framkomið samfelag skal kunna
fylgja við. Víst varð á, at játtanirnar til gransking og
nýskapan eru alt ov smáar og alt ov spjaddar. Men
nú bendir sambært framløguna alt á, at granskingin
verður samskipað, og skuldi hetta givið betri møgu-
leikar fyri at raðfesta føroyska gransking. Ein annar
spurningur snúi seg um viðurskifti millum gransk-
ing og vinnu og orðið nyttugransking var mangan á
lofti. Vinnan er lítið við í dagsins gransking, men
við tí samskipan, ið er á veg, verður vinnan tikin við
upp á ráð, og hon verður umboðað í einum nýggjum
granskingarráð, ið skal hava til endamáls at orða
granskingarpolitikkin. Hetta var alt sera áhugavert.
Men tað, sum manglaði var eitt boð uppá, hvussu
tann nýggi granskingarpolitikkurin skuldi fíggjast.
Hetta kom serstakliga fram undir drúgvari umrøðu
av granskaraparkini, ið skal byggjast á Debesartrøð.
Hon skal byggjast fyri vinning av einskiljingum,
men eingin kundi upplýsa, hvussu raksturin skal
fíggjast.
Nú má landsstýrið koma út úr runninum og fáa hesa
nógv umrøddu samskipan av granskingini framda.
Soleiðis var boðskapurin frá fundinum. Landsstýrið
má eisini kunna almenningin um, hvussu ein stór-
fingin og visonerur granskingarpolitikkur skal
fíggjast. Sambært upplýsingar á fundinum er ikki
tann stóri viljin at játta pengar til hetta økið. Ja, í
roynd og veru hevur tað gingið tann øvugta vegin
tey seinastu árini. Hesin veruleiki hongur ikki sam-
an við visión landsstýrisins og øll tey føgru orð um
tann týdning granskingin hevur fyri samfelagið.
Hetta er í roynd og veru tann tyngri parturin av hes-
um máli. Um samskipanarætlanin ikki verður fylgd
av eini veruleikanærari fíggjarætlan, er vandi fyri, at
alt dettur á gólvið. Hetta var ein niðurstøðan, og her
mugu vit siga okkum at vera samd.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tinghella um
gransking og mentan
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Konsertfelagið fer nú
undir virkisárið
2005/06. Fyrsta tiltak-
ið verður vitjan av
Elisabeth Westenholz,
klaver og Toke Lund
Christiansen, floyta
TÓNLEIKUR
Hesi bæði fara at framføra
síðst í hesum mánaðinum.
Elisabeth Westenholz legg-
ur fyri á klaverinum. Hon
fer, eftir egnum ynski, at
framføra tær so víðakendu
Diabelli-variatiónirnar fyri
soloklaver leygardagin 27.
august kl. 19.30 í Lærara-
skúlahøllini. Konsertin er
til heiðurs fyri listamálaran
Eyvind Mohr, sála, ið var
vinmaður Elisabeths. Ey-
vindur yndaði allan góðan
tónleik og serstakliga Beet-
hoven.
Sunnudagin verður so
konsert við næmingum á
Tórshavnar Musikkskúla,
ið hava luttikið á sokallað-
um master-skeiði hjá Toke
Lund Christiansen. Hetta,
at vitjandi tónleikarar hava
undirvísing í samband við
vitjanina, er nærum vorðin
fastur táttur í fyriskipanini.
Tað eru nógvir dugnaligir
floytunæmingar á Tórs-
havnar Musikkskúla og
verður spennandi at hoyra,
hvat ið Toke, ið er lærarari
á tí Kongaliga Danska
Musikkonservatoriinum,
kann fáa burturúr hesum
ungu talentunum.
Henda konsertin verður
sunnudagin 28. august kl.
16.00 í Læraraskúlahøllini.
Ókeypis atgongd er til
báðar hesar konsertirnar.
Mikudagin 31. august kl.
19.30 verða so tey bæði at
hoyra í Norðurlandahúsi-
num. Har fara tey at borð-
reiða við einari fjølbroyttari
skrá. Á skránni er barokk-
tónleikur eftir Johann Se-
bastian Bach, floytukrás
eftir Friderich Kuhlau, ið
hóast
týskføddur,
ídag
verður roknaður sum eitt
tað mætasta danska tóna-
skaldið. Kuhlau er serstak-
liga yndaður av floytuleik-
arum. So er franskur tón-
leikur at hoyra eftir Francis
Poulenc. Hansara mæta
Sonata fyri floytu og klaver,
er eitt av høvuðsverkunum
innan kamartónleik úr 20.
øld. Albert Roussel hevur
skrivað eitt verk, ið hann
nevnir
»Floytuleikarar«,
har ið hann ímyndar sær
fýra ymsar mytologiskar
persónar, ið allir eru floytu-
leikarar, m. a. Pan og
Krishna.
Tey
bæði,
Elisabeth
Westenholz og Toke Lund
Christiansen hava á hvør
sínum økið verið sera
frammaliga í altjóða høpi.
Elisabeth framførir allar
teir gomlu meistararnir
Mozart, Beethoven, Schu-
mann, Grieg, Rachmanin-
off og eisini hevur hon ný-
liga verið solistur í Skt.
Pætursborg, har hon fram-
førdi fyrstu klaverkonsert-
ina hjá Sjostakovitj. Sum
kamartónleikari ferðast hon
víða og hevur innspælt fyri
fremstu plátufeløgini, m. a.
BIS og Kontrapunkt.
Toke Lund Christiansen
er solofloytuleikari í Radio-
symfoniorkestrinum
í
Keypmannahavn og sum
nevnt er hann eisini millum
fremstu kennarar í Norðan-
londum. Hann hevur ferð-
ast kring allan knøttin við
floytukynstrum
sínum.
Hann hevur harafturat inn-
spælt hópin av fløgum og
nýliga var hann á konsert-
ferð í Japan, við tí væl-
kendu floytukonsertini eftir
Carl Nielsen.
Konsertfelagið er sera
fegið um at tað hevur eydn-
ast at fáa hesi bæði at vitja.
Eisini er tað gott, at tey
leggja okkurt eftir seg við
at geva frálæru til ungu
talentini
á
Tórshavnar
Musikkskúla.
Minniskonsert, meistaraskeið og framúr tónleikarar á vitjan